Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. apríl 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 65 - 1. apríl 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr.65 - 1. apríl 2000 Sjálvstýristilgongdin – eitt vónbrot higartil Higartil er øll tilgongdin eitt stórt vónbrot fyri okkum, sum vilja, at føroyingar royna at standa saman í hes- um álvarsmáli. Tvær leiðir eru til fullveldið ella størri sjálvrøði. Um ikki taktikkur er uppi í, so má ásannast, at Føroya Landsstýri hevur valt ta skeivu leiðina, men enn kann kósin rættast. Tað var lítið virðiligt fyri landsstýrið at fara til Dan- markar við so smølum meiriluta aftan fyri seg í løgtinginum og í fólkinum í hesum stórmáli. Helst áttu allir flokkar á løgtingi og ein stórur meiri- luti av føroyingum at staði aftan fyri uppskotið til donsku stjórnina. Hettar var gjørligt, men landsstýri megnaði ikki – ella vildi ikki – at finna ta breiðu semjuna um hettar stórmálið, tí onkur flokkur vil hava alt sítt, og tá er ómøguligt at gera semjir. Hvat skulu danskir polit- ikarar og danir annars halda um okkum føroyingar? Fleiri framstandandi dansk- ir politikarar høvdu greitt sagt okkum, hvør støða teirra var og er til málið, men vit valdu ikki at lurta. Hvussu naiv kunna lands- ins kosnu fólk loyva sær at vera. Tað er minni enn tvey ár liðin, síðan somu fólk fingu Danmark til partvíst at eftirgeva og annars um- fíggja alla okkara uttan- landsskuld og nú krevja vit, at teir skulu strika allar 4,4 milliardirnar, millum nógv onnur ynskir fyri at fíggja »loysingina frá Danmark«? Okkara landsmenn, sum búgva fast í Danmark, teir ógvast og skammast okkara vegna – eg skilji teir so væl. Tí hvat vilja vit føroyingar? Tað veit eingin – heldur ikki danir. Men Føroya Landsstýri hevur valt eina kós í sjálv- stýrismálinum, sum kloyvir okkum føroyingar í tveir eins stórar partar – júst sum í 1946. Og hesa ferð var og er tað heilt óneyðugt. Neyvan til reiðar at gjalda fyri fullveldi Tað er ikki lívsneyðugt fyri Føroya land og fólk at fáa proklamera eitt formelt fullveldi her og nú – als ikki, tá vit øll vita, at vit ikki megna og neyvan eru til reiðar at gjalda hetta full- veldi, og heldur ikki eru til reiðar at umsita tað. So kós- in hjá Føroya Landsstýri er ein fullveldisproklamatión her og nú síðan skal Dan- mark umsita og gjalda fyri okkum, umframt at vit longu eru farin at merkja prísin fyri hettar formella fullveldið, og hesin prísur gerst enn størri, ja nógv, nógv størri enn, um ikki verður lagt á annan bógv. Prísurin higartil er, at vit, hóast peningur er tøkur har- til, ikki halda samfelags- funktiónirnar við líka, men hava alsamt lækkandi støði: á sjúkrahúsøkinum, pensi- ónsøkinum, skúlaøkinum, postøkinum, strandferðslu- økinum o.s.v. Og tað sum bíðar okkum sambært upp- skriftina hjá Fólkaflokkin- um er: enn størri niður- skurður á øllum almennum økjum, og lækkan av øllum lønum við lóg.So skulu vit fáa skattalætta. Men tað stendur eisini í verandi sam- gonguskjali, men ignin lætti er komin, og neyvan fer ein skattalætti at uppviga løn- arniðurskuðrin, nei tað verður, sum tá »den skønne Helena« skuldi »betra« al- mannapensiónirnar – tey flestu fingu minni útgoldið. Tað søguliga í tíðini er, at allir 6 flokkar á løgtingi eru til reiðar at virka fyri størri Viðmerking: sjálvstýri og greiðari regl- um á stýrisskipanarøkinum, men tað má skipast sum ein tilgongd, hvar vit menna okkum til at taka tað verun- liga fullveldið bæði umsit- ingarliga og búskaparliga, tá vit sjálvi eru før fyri at gjalda. Tað er stórt spell, at ikki ein breið semja kann gerast um hettar. Nú kunna vit ístaðin vænta okkum eitt fullveldi á høkjum, hvar fylgjan er búskaparligt bakkast, ógreiðar ábyrgdar- reglur, tí danir bæði muga umsita og gjalda fyri okkum fyrstu kanska nógvu árini. Hvar er stoltleikin? Avtala sum breið undirtøka er fyri Ein og hvør, sum hevur búð í Danmark nøkur ár, veit, at naiviteti kemur man ikki langt við har. Men líka lítið við at spæla stórur og frammanundan proklamera: »denne gang er det so fær- inger der fører pennen og bestemmer, hvor skabet skal stå«. Óansæð um statsmin- istarin er ein ódámligur persónur, so kann hettar bert geva negativar kenslur og ikki góðan gróðrarbotn fyri samráðingum. Tá tú biður peningastovn um lán, so byrjar tú ikki við at hótta stovnin – tvørturímóti. So skal ein avtala gerast millum tveir partar, so mugu báðir partar royna at skilja hvønnannan, viðtak- ast má, hvat báðir hugsa, ynskja, siga o.s.v., ikki bert okkara føroyska ego, tí tað eru fyrst og fremst vit, sum ynskja sømdir frá Danmark. Eg-samráðingar ganga ikki á altjóða støði, og tað er har vit skulu til at beganga okk- um í framtíðini. Sum sagt, tað ber væl til at fáa ein sáttmála við Dan- mark, hvørs innihald flestu ella allir flokkar á løgtingi taka undir við, og sum hev- ur stóra og breiða undirtøku millum Føroya fólk. Eina avtalu um størri sjálvstýri til Føroyar, greiðar reglur á ríkisrættarliga økinum, eina tilgongd framímóti sjálv- stýri, suvereniteti, fullveldi, evsta valdi ella hvat barnið nú kemur at eita við endan av skiftistíðini, tá vit eru sjálvi blivin før fyri at um- sita og gjalda eitt verunligt fullveldi. So sleppa vit vónandi eis- ini undan einum búskapar- skrædli í samband við rík- isrættarmálið, tí vit fáa tíð til at gera búskapin sjálv- berandi á einum vælferðar- støði. Vit kunna framhald- andi virka fyri tí solidariska vælferðarsamfelagnum, utt- an sjokvirkningarnir, sum vit nú forútsíggja. Tað skal vera mín vón, at Føroya Landsstýri og sam- gonguflokkarnir finna sam- an við andsøtðuni á Løg- tingi og harvið sameina okkara fólk um eina felags loysn í hesum stóra máli. Tí tað letur seg gera. Enn hevur skaldið rætt: Saman at standa, var ei okk- um givið! Birgir Mohr, Sandi So eydnaðist tað aftur at bróta niður álitið partanna millum og virðingina hvør fyri øðrum, nú tey 17 fólkini við Føroya løgmanni á odda komu heim aftaná fyrsta samráðingarfundin í Danmark. ”Vit vóru ov góðtrúnir” segði løgmaður !! og so er tað sagt! Tey sum her heima ávaraðu um úrslitið, áðrenn 17 manna nevndin fór av- stað, fingu brigsl um at koma við ræðumyndum, at grava seg niður í skotgravir, at sláa hvønn annan í høvd- ið o.s.fr. frá varaløgmanni, Høgna Hoydal, konstruk- tørinum av framtíðar full- veldinum. At danski statsministarin enn einaferð bar seg klossut at, er ongin umbering fyri, at vit onnur skuldu gera tað sama. Men nú eru tey so heimafturkomin, og onki er at vera errin av, tvørtur- ímóti. Men hvat hendir nú? Broytt mannagongd Nú verður so tann broyting, at vit sleppa at fylgja við, tá samráðingarnar verða her- eftir, og tað er bæði gott og minni gott, tí almenna kjak- ið kann spilla samráðingar á vegnum, tað má ásannast. Tað positiva er tó við broyttu mannagongdini, at nú skuldi ikki verið neyð- ugt, ella opportunt, at gita ella kanska illteinkja nakr- an. Heldur ikki skuldi tað verið so áhugavert at re- konstruera ella gera film, har blonk samráðingarborð, pappír, nógvar hendur og fínar, hvítar manchettir á borðinum, og dýrar doku- mentmappur og blankt bu- staðir svartaskógvar undir borðinum í besta Holly- wood stíli, skapa spenning og helst mistankar hjá hyggjaranum. Nú skulu vit vita, hvussu samráðst verður, tí tað er okkara framtíð og framtíðin hjá okkara eftirkomarum! Men herheima.. Men hvat hendir so heima, meðan hesin leikur fer fram? Og disse regeres vi af – Jú, sáttmálasettu lærarar fólkaskúlans eru í verkfalli, tí krøv teirra í sambandi við nýggju fólkaskúlalógina verða ikki gingin á møti. Børnini ganga og mala, tí tíðin gongur, og nú er ikki so stuttligt at sleppa frá at fara í skúla longur,. Tey størru eru farin at óttast fyri próvtøkunum í summar, og foreldur teirra smærru hava trupulleikar og ótta fyri teirra børnum ,tí tey ivast í, hvar tey nú eru….. – Landsstýrismaðurin við skúlamálum hevur givið boð um, at lærarnir skuldu fáa lønina, hóast teir fóru í verkfall, meðan landsstýris- maðurin við fíggjarmálum gevur onnur boð…. – Landsstyrismaðurin við mentamálum hevur givið Sjónvarpi Føroya tørvandi pening av ”renslinum”, hóast fíggjarnevndin segði nei og bað hann fara til løg- tingið. Løgtingsgrannskoð- arnir vísa nú á, at ongin út- reiðsla má vera hildin uttan heimild, og sostatt er hetta brot á stýrisskipanar- lógina… Og fleiri dømi kundu verið tikin fram, m.a. um kirkjulógirnar, sum vóru samtyktar á løgtingi, men sum landsstýrismaðurin ikki dámdi, og tí avgreiddi hann ikki tað, honum var álagt, fyrr enn hann at enda varð so kroystur, at hann noyddist at akta. Men fremsti maður lands- ins, sum samb. stýrisskip- anarlógini skal síggja til og hava eftirlit við, ”at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt”, hvat sigur hann? Jú hann sigur aftaná 17 mars: »Vit vóru ov góðtrúnir.« Sum maðurin segði á sinni: …Og disse regeres vi af.. Lisbeth L. Petersen, Sambandsflokkurin Føroya Postfelag Farloyvisstarv Søkt verður eftir skrivara í hálvtíðarstarv í tíðarskeiðnum 15. mai 2000 - 15. mai 2001, tá skrivari felagsins fer í farloyvi. Skrivarin skal taka sær av allari fyrisit- ingini hjá felagnum • vera skrivari á fundum, undir samráðing- um o.ø. • hava alla umsitingina av felagnum og hús- um felagsins • alt brævaskifti felagsins • roknskap felagsins Krøv til umsøkjara • góðan føroyskan málkunnleika • góðan teldukunnleika • roknskaparkøn/ur – helst hava kunnleika til concorde roknskaparskipanina • neyðugt er at vera røkin og at kunna ar- beiða sjálvstøðugt • at hava yvirlit yvir alt virksemi felagsins Neyðugt er, at viðkomandi er skrivari á kvøldfundum, samráðingarfundum o.ø. fund- um. Starvið verður lønt sambært avtalu. Meira fæst at vita um felagið á heimasíðu okkara: www.postfelag.fo Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til felagið millum kl. 9.00-12.00. Umsóknin skal vera felagnum í hendi í sein- asta lagi mánadagin 17. apríl og sendast til: Føroya Postfelag Tinghúsvegur 15 Tórshavn tlf. 317231 teldupostur: postfelag@postfelag.fo Salong Bylgjan Sveinur søkist skjótast gjørligt Billug¿ta 2 ¥ 160 Argir ¥ Tel. 31 54 94 Sosialurin - 311820 Søkt verður eftir 2 monnum til timbur/betongarbeiði. Tlf. 287568 ella 422568 www.sosialurin.fo