leygardagur 1. apríl 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr.65 - 1. apríl 2000
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 65 - 1. apríl 2000
Eftir rakárini í 90’unum,
við lønarniðurskurði og
lønarsteðgslóg, setti
landsstýrið í 1998 nýggja
fólkaskúlalóg í gildi, eftir
at Løgtingið hevði
samtykt hesa í 1997
Føroya Lærarafelag mælti
staðiliga frá at seta lógina í
gildi, so leingi tann neyðugi
peningurin ikki varð settur
av á fólkaskúlakontoini.
Føroya Lærarafelag varð tá,
saman
við
Tórshavnar
Skúlaráð, Løgtingslimum
o.ø. skúgva til viks, og lógin
varð sett í gildi.
Við seinastu lønarsam-
ráðingar hjá Lærarafelag-
num í 1997, setti felagið
nógv inn á at fáa landsstýrið
at seta fleiri pengar av til at
fremja nýggju lógina. Tá-
sitandi nevnd sleit samráð-
ingarnar, tí har var eingin
vilji hjá landsstýrinum til
hetta.
Skal menningin
bara steðgast?
Eftir aðalfundin hjá felag-
num í mai 1997, tekur ný-
valda nevndin samráðing-
arnar uppaftur. Eisini hon
møtti lítlum vilja, tó so, ein-
ar 4,5 milliónir vóru settar
av í samband við nýggju
lógina. Hetta var bara ein
lítil brøkpartur av tí, sum
felagið metti átti at setast
av. Hetta er almenn vitan, tí
fjølmiðlarnir høvdu drúgva
viðgerð av hesum málinum
tá. Tað eru knapt trý ár síð-
ani!
Føroya Lærarafelag hevði
bara tænastumannasettar og
tænastumannalíknandi sett-
ar limir tá, og kundi sostatt
ikki gera annað enn at fara
til verka eftir tí nýggju lóg-
ini, við ella uttan hesar fáu
milliónirnar.
Er landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum illa kunn-
aður?
Samráðingarfólkini hjá
Fíggjarmálastýrinum vóru
eisini við til samráðingarnar
í 1997, og vita tey sera væl,
at Føroya Lærarafelag bara
gekk við til hesar fáu milli-
ónirnar sum eina byrjan at
seta fólkaskúlalógina í verk.
Tað tykist tí løgið at lands-
stýrismaðurin í fíggjarmá-
lum Karstin Hansen ferð
eftir ferð sigur, at lærararnir
hava longu fingið endur-
gjald fyri nýggju fólka-
skúlalógina. Siga embætis-
menninir bara hálvan sann-
leika fyri landsstýrismann-
inum? Ella er Karstin
Hansen so uppsettur upp á
at spara, at eisini fólkaskúl-
in skal steðgast í menning-
ini?
Eldru næmingarnir
finna seg ikki í tí
Ein kundi freistast til at
spurt, hvar leiðslan í stýri-
num, sum varar av fólka-
skúlanum er; men tað farið
eg ikki, tí hon hevur víst
málinum so syndarligan lítl-
an áhuga, hóast fleiri áheit-
anir.
Føroya Lærarafelag fær
rættindi at fara í arbeiðs-
steðg
Í august 1998, samstundis
sum tann nýggja fólka-
skúlalógin kom í gildi,
kundu 1/3 av øllum lærarum
fara til arbeiðis sum sátt-
málasettir. Hetta hevði við
sær, at teir, sambært avtal-
uni, lógliga kundu leggja
arbeiði niður, um Føroya
Lærarafelag ikki kundi
semjast við landsstýrið.
30. mars 1999 handaði
Føroya Lærarafelag sítt
upprit til lønarsamráðing-
arnar. Hetta upprit hevði,
umframt krøvini til lønar-
hækkingar, sjálvsagt eisini
ásetingar um, hvørji krøv
Føroya Lærarafelag setti í
samband við nýggju fólka-
skúlalógina, skuldu limir
tess framhaldandi arbeiða
eftir lógini.
Eitt heilt ár til samráð-
ingar.
Í dag, eitt ár eftir at lands-
stýrið fekk krøvini frá Lær-
arafelagnum, er hetta hent:
– Á aðalfundi í Lærara-
felagnum verður nýggj
nevnd vald, og fer hon til
verka við júst somu krøv-
um, sum undanfarna nevnd
setti.
– Fíggjarmálastýrið hevði
ikki tíð til veruligar sam-
ráðingar fyrr enn inn í juni
mánaði.
– Samráðingarnar verða
útsettar til eftir summarfrí-
tíðina.
– Føroya Lærarafelag
boðar frá arbeiðssteðgi 1.
november 1999.
– Felagið ger fyribilssátt-
mála, og gevur landsstýri-
num enn eitt skotbrá at fáa
viðurskiftini í rættlag.
– Limir felagsins hava nú
arbeitt í eitt ár eftir at sátt-
málin og semjan eru upp-
sagdar, og arbeiðsbyrðan
undir tí nýggju lógini, økist
støðugt.
– 1. mars 2000. Semings-
menn útseta fráboðaða ar-
beiðssteðgin í eina viku.
– 8. mars. Arbeiðssteðgur
fyri 1/3 av øllum lærarum
er veruleiki!
– 21. mars. Sáttmálasettu
lærarar hava verið í ar-
beiðssteðgi í tvær vikur.
Skúlagongdin á summum
skúlum er mestsum í sori.
Eldru næmingarnir finna
seg ikki í hesum meira.
Snýr seg ikki
um lønarhækking
Arbeiðssteðgurin er ein av-
leiðing av einari lóg, sum
landsstýrið hevur sett í verk,
hóast tær fíggjarligu avleið-
ingarnar ikki vóru í tilagað-
ar.
Hvørki lærarar ella skúla-
leiðslur kunnu síggja burtur
frá teimum uppgávum, sum
lógin áleggur teimum. Hes-
ar hava víst seg at vera so
rúgvis- og týdningarmiklar,
at tað er alneyðugt, at læra-
rar og skúlaleiðslur fáa
møguleika at fremja hesar.
Tað kann bara gerast við
m.a. at stytta tíðina við
pultin til frama fyri tíð til
samstarv, samskipan, felags
ráðlegging, - fyrireiking og
- eftirmeting o.a.. Alt til
frama fyri eini betri undir-
vísing og tænastu fyri
børnini og tey ungu.
Talan er als ikki um minni
tíð á skúlanum, men tvørtur-
ímóti krevur hetta
-at lærarin skal nýta
meiri tíð enn nú á skúl-
anum og
-at
skúlaleiðslurnar
skulu nýta størri part av
teirra arbeiðstíð til leiðslu..
Eftir at lærarar í krav-
gonguni fríggjadagin 24.
mars handaðu varaløg-
manni skriv, sigur hann
somu orð, sum Karstin Han-
sen hevur endurtikið nú í
eitt ár: Lærarar fáa ikki
størri lønarhækkan enn
onnur!
Tað, sum arbeiðssteðgur-
in snýr seg um, er ikki størri
lønarhækking til lærarar
enn onnur, men at geva
skúlunum møguleika at
veita ta tænastu, sum sam-
felagið (Løgtingið/lands-
stýrið/lógin) krevur av hon-
um.
Ber tað ikki til hjá lands-
stýrismanninum, sum varar
av skúlanum, at greiða sín-
um landsstýri frá, hvat má-
lið snýr seg um, og hvat skal
til fyri at enda arbeiðs-
steðgin?
Hvørja ætlan hevur
landsstýrið?
Er tað veruliga soleiðis, at
Føroya Lærarafelag enn, á
sama hátt sum meginpartin
av seinastu øld, er einasti
garantur fyri menningini av
tí føroyska fólkaskúlanum.
Hvat vil landsstýrið? Skulu
Føroyar ikki fylgja við í al-
tjóða rákinum við tí nýggju
námsfrøðiligu menningini
av fólkaskúlanum?
Landsstýrið eigur sjálv-
sagt at taka ábyrgd av
teimum lógum tað setir í
verk. Fólkaskúlalógin á-
leggur bara einum yrkis-
bólki meiri arbeiði. Føroya
Lærarafelag varar av hesum
yrkisbólki og kann ikki bara
lata standa til.
Føroya
Lærarafelag
hevur síðan 1997 roynt at
fáa landsstýrið at skilja síni
sjónarmið viðvíkjandi tí
nýggju fólkaskúlalógini,
men til fánýtis. Við sam-
ráðingarupplegginum
í
mars í fjør hevur landsstýrið
fingið eitt ítøkiligt boð upp
á hvussu trætan kann loys-
ast, men svarið er mestsum
bara: Lærarar fáa ikki størri
lønarhækkan enn onnur!
Hetta er fávitska og dramb-
læti so tað forslær. Tað søm-
ir seg ikki einum landsstýri.
Sagt við ørðum orðum:
Landsstýrið
hevur
við
fólkaskúlalógini álagt ein-
um yrkisbólki (tænastu-
menn v. fl. í fólkaskúlanum)
eyka arbeiði. Felagið hjá
yrkisbólkinum sigur nei, tí
landsstýrið ikki samstundis
vil gjalda eykakostnaðin.
Landsstýrið áleggur tæn-
astumonnunum v. fl. eyka-
arbeiðið kortini!
Tí má landsstýrið, einsa-
malt, taka ábyrgdina av hes-
um arbeiðssteðgi!
Andras L. Samuelsen
Landsstýrið hevur ábyrgdina
av arbeiðssteðginum
Viðmerking:
Eiðisfólk vilja hava skil á
EYÐUN KLAKSTEIN
Skúlanevndin á Eiði hevur
sent
Undirvísingar-
og
Mentamálastýrinum skriv,
har nevndin biður partar
sum skjótast vísa vilja til at
loysa stríðið, sum hevur við
sær verkfall í fólkaskúla-
num.
– Vit harmast um og átala
støðuna, sigur skúlanevndin
í skrivinum.
Sagt verður, at foreldur
hava á fundi víst sína stóru
ónøgd við støðuna, sum tey
halda vera ótolandi.
Nevndin leggur dent á, at
hon heldur, at tað er ábyrgd-
in hjá myndugleikunum at
syrgja fyri, at skúlaverkið
fær teir karmar og tær um-
støður, sum ásett er í nýggju
fólkaskúlalógini.
– Til gangs fyri at allar
partar vóna vit tí, at neyðug
stig verða tikin til at rættlag
og skila aftur verður innan
skúlans gátt, sigur skúla-
nevndin á Eiði í skrivinum.
-Góðir brúktir frá
REYNI SERVICE
REYNI SERVICE
OpiÝ: Mn.-fr. 8.00-17.00
TOYOTA CAMRY
2,2 GL
Skrás.: 02-04-98
Km.: 24.000
Prísur: 218.600,- Garanti**
TOYOTA
STARLET
Skrás.: 18-10-95
Km.: 20.000
Prísur: 67.600,-
FIAT PUNTO
60 S
Skrás.: 30-01-97
Km.: 42.000
Prísur: 79.600,- Garanti*
MITSUBISHI
GALANT
Skrás.:12-06-91
Km.: 205.000
Prísur: 68.600,-
VOLVO 460
SEDAN
Skrás.: 25-05-90
Km.: 88.000
Prísur: 65.600,-
FORD FIESTA
1,3
Skrás.: 29-04-96
Km.: 104.000
Prísur: 66.600,-
NISSAN MAXIMA
3,0 AUT. GEAR
Skrás.: 15-12-87
Km.: 135.000
Prísur: 69.600,-
MAZDA 626
SEDAN
Skrás.: 21-09-88
Km.: 161.000
Prísur: 38.600,-
TOYOTA CARINA
2,0 Gli
Skrás.: 05-02-98
Km.: 19.000
Prísur: 154.600,- Garanti**
TOYOTA CARINA
1,8 Gli
Skrás.: 05-09-96
Km.: 32.000
Prísur: 132.600,- Garanti*
TOYOTA CARINA
1,8 Gli
Skrás.: 10-11-95
Km.: 90.000
Prísur: 120.600,-
TOYOTA CARINA
1,6
Skrás.: 10-05-95
Km.: 89.000
Prísur: 108.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA
1,3 LUNA H/B
Skrás.: 14-12-98
Km.: 21.000
Prísur: 124.600,-Garanti**
TOYOTA COROLLA
1,6 Xli H/B
Skrás.: 31-10-96
Km.: 35.000
Prísur: 108.600,- Garanti*
TOYOTA COROLLA
1,6 Gsi SEDAN
Skrás.: 22-10-91
Km.: 171.000
Prísur: 65.600,-
Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040
AVHEINTINGARTILBOÐ
VØRUVOGNAR
* Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN
** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrstu skrás. dato
Sosialurin - 311820
Sýnaður
04-98
Sýnaður
01-97
Sýnaður
02-00
Sýnaður
06-99
Sýnaður
04-96
Sýnaður
12-99
Sýnaður
02-98
Sýnaður
10-97
Sýnaður
10-96
Sýnaður
01-99
Sýnaður
03-99
FORD FIESTA
1,3
Skrás.: 27-11-91
Km.: 67.000
Prísur: 39.600,-
HONDA CIVIC
1,5
Skrás.: 01-06-86
Km.: 175.000
Prísur: 10.000,-
TOYOTA CAROLLA
1,3 H/B
Skrás.: 22-07-92
Km.: 155.000
Prísur: 54.600,-
TOYOTA PREVIA
2400 Gli
Skrás.: 27-12-94
Km.: 58.000
Prísur: 114.600,- Garanti*
Sýnaður
03-98
HONDA
ACCORD
Skrás.: 15-08-86
Km.: 214.000
Prísur: 12.000,-
Sýnaður
06-99
Sýnaður
12-98
TOYOTA HIACE
4x4
Skrás.: 19-10-87
Km.: 165.000
Prísur: 49.600,-
Sýnaður
07-98
CITROEN
ZX 1,9 DIESEL
Skrás.: 12-12-96
Km.: 85.000
Prísur: 98.600,- Garanti*
..