Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. apríl 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 65 - 1. apríl 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr.65 - 1. apríl 2000 ORÐ: JONHARD HAMMER MYNDIR: BIRGIR SONDUM OG JENS KR. VANG Hamarin og blyanturin eru lagdir á hillina. Konan hevur pakkað taskuna hjá teimun flestu. Klokkan er tvey og tað er hósdagur tann 23 mars. Tað byrjar at fyllast í Timburhandlinum á Hálsi í Havn, menn eru sera kátir og gleða seg nógv til at sleppa til Danmarkar. Støv- ið í hálsinum verður skolað niður við onkrum góðum, og menn snakka nógv um bygging og ikki minst um politikk. Onkur heldur fyri »bara við ikki fáa somu viðferð frá dønum sum Arnfin Kalsberg fekk frá Nyrup.« Men so var ikki, Heini Fossá, stjóri í Timburhandl- inum, hevði verið niðri og gjørt alt fyrireikingar- arbeiðið til lýtar, so her var einki at seta fingurin á. Men føroyingar vóru ofta noydd- ir at svara uppá henda spurnigin. Hvorfor vil i have selvstyre? Glasull er søga Fríggjamorgunin var skipað fyri einari vitjan hjá Isover- fabrikkini í Vamdrup. Fyri flestu føroyingar er navnið Isover ókent, men sigur ein glasull, so fær tað onkrar klokkur at ringja. Orsøkin til at teir eru farnir frá at brúka navnið Isover er, at fyritøkan er ein partur av einari alheimsfyritøku, sum ynksti at allar fyritøkurnar í teimun ymsu londunum skuldu eita eins. Vit vóru vístir runt á fabrikkini, hon er sera stór, altð øki er einar 200.000 m2, og virkið sjálvt er einar 60.000 m2. Restin er goymslupláss og parker- ingsøki. Vit sóu hvussu Isover verður framleitt. Hetta vóru sera stórar og framkomnar maskinur, sum arbeiddu alt døgnið. Framleiðslan er 140 tons um dagin, og ársfram- leiðslan er so stór, at hon røkkur eina ferð runt um jørðina, har jørðin er tjúkk- ast. Isover er næstan bara luft, 99,4%, hini 0.6% eru glas og bindievni. Helmingurin av glasinum, sum verður brúkt, er endurnýtsluglas. Glasið verður malið í einari kvørn í lítil stykki, og síðani verður tað hitað upp. – Føroyingar hava keypt nógv glasull tey seinastu árini. Vit hava umleið1/3 av tí føroyska marknaðinum, sigur Ulrik Nordhagen. – Men vit vilja sjálvandi hava ein størri part av marknaðinum, leggur hann aftrat. Uppá fyrispurning um, at steinull er betri til ljóð- bjálving enn Isover, sigur Ulrik, at hetta hava teir mált, munurin liggur undir 3 desi- bel, og tað kann oyra ikki hoyra. Gunnar Gregoriusen, byggifrøðingur: – Hetta var ein sera góður túrur, tú møtir øðrum handverkarum, sum tú næstan ikki ger í Føroyum. Tú kemur inn á eina messu, har alt millum himmal og jørð er, bæði maskinur og gólv og so víðari. – Eg haldi at hetta er eitt sera gott tiltak. Fyri tað fyrsta sært tú øll tey nýggju amboðini, og alt tað nýggja innan byggivinnuna. Hetta er avgjørt við til at gera, at vit bliva væl kunnaðir, um hvat hendir á marknaðinum. Eg vóni, at hetta verður eitt afturvend- andi tiltak, tí hetta gagnar heilt sikkurt tí føroysku byggivinnuni. – Ein sera góður túrur. Hugnaligur og eg havi eisini fingið sera nógv burturúr. Vit hava sæð øll tey nýggju amboðini, og vit hava eisini nýggjar háttir at gera ting uppá. So eh havi fingið møguleikan at fylgja við hvat hendir, og sjálvur haldi eg ikki, at føroyingar eru aftan fyri danskarar og norðmenn innan byggivinnuna. Vit hava eitt ringt veðurlag, so vit eru noyddir at byggja sterkt og gott. Svenn Olsen, byggimeistari: Kári Dahl Kristjansen, Føroya Tele: – Tað var eitt upplivisi at síggja, hvussu teir gjørdu glasull. Á messuni havi eg sæð nógvar góðar vørur, sum eg kann brúka. – Hjá Ruko kundi eg fáa eitt sindur at vita um lássystem, sum vit hava brúk fyri hjá Føroya Tele. Hans Wilhem, Byggimeistari: Túrurin var góður, og eg havi fingið sera nógv burtur- úr. Eg havi keypt okkurt, sum eg havi manglað. – Um tú hevur eitt stórt arbeiði, kanst tú fáa nógv burturúr einari slíkari messu. Her fært tú alt, og tað er eisini møguleiki fyri at fáa eitt gott tilboð. Tað var ikki so nógv nýtt á messuni. Tú fært næstan alt hjá Timburhandlinum í Havn, hava teir tað ikki, so kunnu teir skaffa tað skjótt. Munurin á at fara á eina messu er, at her sært tá alt á einum staði. – Ein sera góður túrur. Tað sum eg dámdi best var at ganga á messuni og síggja øll tey níggju amboðini. –Eg haldi, at tað er sera týdningarmikið at sleppa ein slíkan túr. Ein kemur at tosað við nógvar eldri handverkarar, sum hava eina sera stóra vitan, so um tú lurtar kanst tú læra nógv av teimun. Eg vóni at tað verða gjørdir fleiri túrar av slíkum slag, tað er sera gott fyri føroyskar lærlingar Jóhannus Jensen, lær- ligur hjá J&K-Petersen: Byggivinnan á flogi Seinast vikuskiftið vóru 84 mans innan byggivinnuna í Føroyum á messu í Fredricia í Danmark. Tað var Havnar Timburhandil sum skipaði fyri túrinum. Byggarí 2000- tann størsta nakrantíð Seinnapartin var farið á messuna í Fredricia, sum var hildin í Fredricia Messe- sentur í døgunum 21.-25. marts. Hetta er higartil størsta byggimessa í Dan- mark. Tað vóru 250 frams- ýnarar, sum høvdu eina vídd upp á 24.000 kvadratmetur. Á messuni kundi tú síggja alt innan fyri byggivinnuna, líka frá seymi til tøk. Tað, sum hugtók ein, var hvussu nógvir útbjóðarar eru. Kappingin er sera hørð inn- an byggivinnuna. Hetta før- ir við sær, at brúkarin fær eina góða góðsku fyri ein bíligan pening Internetið verður brúkt í byggivinnuni Byggivinnan er eisini farin undir at brúka internetið nógv. Internetið var eisini ein natúrligur partur av messuni. Á flestu básum kundi tú siggja teldur, sum vístu til heimasíður innan fyri byggivinnuna, og eisini kundi ein síggja fleiri por- Ferðalagið er klárt at fara avstað talar, sum vístu til internet heimasíður innan fyri byggivinnuna. Eisini verður internetið brúkt til at projektera við, so tað kann ganga skjótari at fáa eitt arbeiði liðugt, og fáa at vita hvat tað kostar. Eitt sum hugtók fleiri byggimeistar var, at ein kann fáa tekningar av einum arbeiði inn á telduna hjá sær. Tað er sera nemt at finna útav, hvat tilfar ein skal brúka, og um ein manglar okkurt, ella tað eru onkrir spurningar, so er bara at senda eitt mail til tekni- stovuna, so sendur hon tær eina tekning, um tað er hana tú manglar. Nógv fólk á messu Messan var sera væl vitjað, serliga vóru nógv fólk á messuni fríggjadagin. Tað vóru serliga timburmenn, sum nýttu seinnapartin av fríggjadegnum at fara ein túr á Byggeri 2000. Teir før- oysku handverkarnir sum vóru á messuni vóru sera væl nøgdir við messuna. Vitjað verður hjá Isover, sum ger bjálving ORÐ: JONHARD HAMMER MYND: BIRGIR SONDUM Hetta er aðru ferð, at Havn- ar Timburhandil skipar fyri einum túri til eina byggi- messu í Danmark. Fyrsti túrurin var á vári í 1998. – Orsøkin til at hetta bleiv eitt afturvendi tiltak var, at túrurin seinast eydnaðist sera væl, og vit hava eisini sæð nógv positiv ting í byggivinnuni síðani tá. Vit hava sæð at brúkarin setur stór krøv til okkum, hann skal jú levera so góðar fram- leiðslur til sína kundar sum gjørligt. Vit hava eisini fing- ið prísin niður á byggaríi, og góðskan er eisini blivin betri, sigur stjórin í Havnar Timburhandli, Heini Fossá. Ørsøkin til at Havnar Timburhandilin av fyrstan tíð fór at skipa fyri eini ferð til eina messu uttanlands var, at Timburhandilin mett- ir, at hann er við at avgera hvat tilfar verður brúkt innanfyri føroyska byggi- vinnu. – Fyri at vísa kundunum, hvat hendir uttan fyri land- oddanar, hildu vit, at tað var rætt at fara á eina messu. Tí vit hildu, at hetta kundi hækkað støðið í føroyskari byggivinnu, sigur Heini Fossá. – Á henda hátt gera kund- arnir hjá okkum eftirspurn- ingin meira kreativan, teir keypa ikki bara tað, sum við siga, Nei, teir eru við til at keypa vørur heim. Hetta ger, at vit fáa góða fram- leiðslu, sigur Heini Fossá. Byggja flottari hús fyri ein bíligan penga Vit spurdu Heina Fossá um tað var nakað serligt hann legði til merkis á messuni. Vit royna at fortelja byggivinnuni, hvat hendir á marknaðinum, so vinnan kann gera betri framleiðslur, sigur Heini Fossá, stjóri í Havnar Timburhandli Byggivinnan má fáa vitan – Tað vóru serliga tey kreativu tingini, sum er bliv- in nógv bíligari. Tað, sum næstan ikki vóru keypandi fyrr, er fallin nógv í prísi, t.vs hurðar, vindeygu, træsotir. Tað er serliga inn- andura, at tað hendir nógv. undir at gera fleiri deildir, vit ætla av geva eina so góða tænastu til kundanar hjá okkum sum gjørligt, sigur Heini Fossá. Fyri at betra um umstøð- urnar hjá Havnar Timbur- handli í Tórshavn, er avgjørt at taka bygningin har Idé Møblar halda til í løtuni upp í Timburhandilin. Hetta er ein bygningur upp á 3000 m2. – Hetta fer at gera tað nógv rúmligari hjá Havnar Timburhandli, so vit rokna við at við fáa fleir sera væl nøgdar kundar, sigur Heini Fossá. Ikki avgjørt um túrur verður gjørdur aftur – Tað er ikki avgjørt enn, um hetta verður eitt aftur vendandi tiltak, sigur Heini Fossá. –Tað hendir sera nógv á marknaðinum, so eingin veit um hetta er tað rætta um eitt ella tvey ár. Men tað er einki at ivast í at Havnar Timburhandil, fer at gera sítt íkast fyri at menna byggivinnuna í Føroyum, vit ætla at kunna okkara handverkarar, sum teir ikki standa aftan fyri aðrar, sigur Heini Fossá. Um ein byggir í dag, kann ein uttan iva fáa flottari hús fyri ein bíligan penga, enn ein kundi fyri nøkrum árum síðani. Nógv virkemi Havnar Timburhandil hevur í dag sera stórt virksemi. Sølan gongur við rúkandi ferð, og umsetningurin er vaksin sera nógv seinastu árini. Teir hava tríggjar deildir í Tórshavn, á Sandi og á Kambsdali. – Ætlanin er ikki at fara – Fyri at vísa kundunum, hvat hendir uttan fyri land- oddanar, hildu vit, at tað var rætt at fara á eina messu. Tí vit hildu, at hetta kundi hækkað støðið í føroyskari byggivinnu, sigur Heini Fossá