Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-01-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2000síða 14

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 tíðindablaðið sosialurin Nr. 7 - 12. januar 2000 26 tíðindablaðið sosialurin Nr. 7 - 12. januar 2000 L ý s i n g a r t o r g i ð Lýsingatreytir fyri ókeypis lýsingar:  privatar lýsingar  í mesta lagi 40 orð  bert ein lutur í hvørjari lýsing  hægsta søluvirði 20.000 kr. Lýsingar, gjaldast skal fyri: Vanl. lýsingaprísur:  frá fyritøkum og virkjum  fleiri enn 40 orð  søluvirði oman fyri 20.000 kr. tó minst 50,- kr. + MVG hvørja ferð: Lýsingar, gjaldast skal fyri: 50,- kr. + MVG hvørja ferð:  lýsingar undir teigunum: »Dansur«, »Fundir« og »Matur«  Bill. merktar Lýsingartekstur Lýsingin ynskist: ferðir (set X) undir teiginum: ❑Akfør ❑Amboð ❑Arbeiði ❑Barnaansing ❑Barnaútgerð ❑Bátaútgerð ❑Bingo ❑Brævaskifti ❑B u r t u r m . / funnið ❑Býli ❑Bøkur ❑Dansur ❑Dýr ❑Fundir ❑Húsarhaldstól ❑Innbúgv ❑Lutaseðlar ❑Matur ❑Pløgg ❑Samband ❑Súkklur ❑Teldur ❑Tónleikur ❑Út- & Sjónvarp ❑Ymiskt ❑………… ❑……………… Lýsingarnar skulu vera okkum í hendi innan kl. 12.00. T.v.s. at lýsing til leygardagsblaðið skal vera okkum í hendi hósdag á middegi Sent hevur: Navn: ………………………………………………… Bústaður: …………………………………………… Bygd/býur: ………………………………………… Tlf.: …………… 5 4 2 1 3 »Lýsingartorgið« Tíðindablaðið Sosialurin Box 76, 110 Tórshavn Til frímerki DIESEL BILUR 1 ára gamal Citroen Xan- tia, turbo diesel, 1,9, við skaða. Til sølu um hósk- andi boð fæst. Tlf. 441381 DIESEL MOTORUR til Toyota Corolla árg. ´86, til sølu fyri 5.000 kr. Hevur koyrt 220.000 km. Nýliga høvuðsumvøldur. Tlf. 213213 EYKALUTIR TIL TOYOTA CAMR SV70-21 árg. 88-91 hurðar v/f v/a bakrútur síðurútar, startari, drívaksil, top- stykki, 1.8 gittar varma- apparat o.a. Tlf. 455843 EYKALUTIR TIL TOYOTA CARI ST 171 árg. 88-91. Hurðar v/f v/a h/f bakrútur og síðu- rútar. El rútavindara start- ari, drívaksil og tendrin. Tlf. 455843 FELGUR OG DEKK 4 Volvo sportfelgur-model 240 - tríggjar v-dekkum og eitt píkadekk 165x70x14. Bíliga til sølu. Tlf. 312363 FORD ESCORT 1,6, árg. ´87, við króki, í góðum standi. Til sølu fyri 10.000 kr. ella eitt boð. Tlf. 314425 FORD ESCORT 1,6 CL árg 7/95, er í góðum standi. Fá nærri at vita, um bilin við at ringja tlf. 283566 FORD ESCORT 1,6 i CLX aug ´95, koyrt 53.000 km. v/ sóltaki, powerstýring, centrallás, radio v/ cd. spælara. Til sølu fyri 78.000 kr. kontrakt kan yvr- itakast. Tlf. 22475528 & 75141812 FORD ESCORT SAVOY Árg. 89, svartur, 5 gear, sær gott út við píkadekk- um, til sølu fyri 12.000 kr. Tlf. 317865 & 282165 FORD FIESTA hvitur, árg. ´88, til sølu. Hevur plátur. Prísuppskot 12.000 kr. Gev boð. Tlf. 312079 FORD FIESTA Ford Fiesta árg. 89 bíliga til sølu. Koyrir, men kann eisini brúkast til eykalutir. Tlf. 333354 FORD FIESTA ÁRG. 1987 v/skaða framman. Kann koyra. Einans koyrt 36.000 km. Tlf. 316005 FORD GRANDA 2,0 árg. ´84, bíliga til sølu sum eykalutir. Tlf. 312034 OPEL VECTRA ÁRG. 1/ 97 2.0 i CDX 16 v, 5 hurðar 60.000 km. Við allari eyka- útgerð, øll eftirsýn yvirhild- in. Hevur alarm, radio, bandspælara, 6 stk. CD Box, 15"alu felgur og eyka vetrardekk á felgum. Til sølu fyri hægsta boð. Jeepur kann møguliga ganga inn í keypið. Tlf. 219194 & 319194 Akfør 2 FORD ESCORT 1,6 CL annar bilurin hevur plátur og koyrir væl, hin koyrir og er góður til eykalutir. 4 plíkadekk á felgum og 4 sportfelgur á dekkum fylgja við. Til sølu fyri 7.000 kr. Tlf. 332844 4 FELGUR 13" felgur við skálum til Ford Sierra, til sølu fyri 1.000 kr. Tlf. 444276 4 PÍKADEKK á felgum 155/70-R14, lítið brúkt, passa til smáar Ford bilar. Tlf. 373054 APRILIA RS 50 Árg. 98 til sølu. Tlf. 282303 eftir kl. 18 ESCORT 1,8 D st. car. frá Týsklandi, árg. ´92, 110.000 km. Servo- stýring, nýggjar alufelgur við dekkum, nýggj vetrar- dekk. Sýnaður í nov. ´99. Sær gott út, kostnaður 68.000 kr. Tlf. 321718 ella 22351178 BILAR TIL SØLU Ein Opel Senator við ari- condition, aut. gear, sport- felgum og fart piloti. Ein Honda Accord frá 1991, báðir í góðum standi. Tlf. 284747, 216777 og 456777 CITROÉN XANTIA grønur turbo diesel, væl- hildin 4 ára gamal, til sølu. Tlf. 311688, gerandis- dagar er best eftir kl. 18 CIVIC TIL SØLU!! Honda Civic sedan ´88, silvurgráur, koyrt 153.000 km. til sølu fyri 9.000 kr. Tlf. 319969 ella + 45 23344627 DAIHATSU CHARADE Til sølu fyri 2.000 kr. ongar plátur, best egnaður sum eykalutir, kann koyra, nógvir góðir lutir. Tlf. 283645 EIN DEILIGA FITTUR Nissan Micra 1,2 XL, til sølu, ljósagráur, frá 1991, sær ótrúliga gott út. Ný- sýnaður - ongan x, sera góður í kava. Spildurnýggj- ar bremsuklossar og stoyt- doyvarar. Tlf. 318183 kl. 18, Eyðvør FORD SIERRA 85-90. Nakað av eykalut- um bíliga til sølu. Tlf. 283645 FORD SIERRA 1,6 Árg ´86. Koyrir væl, men hevur ongar plátur. Sera góður til eykalutir, ella at seta í stand. Tlf. 374609 FORD SIERRA 2,0 I árg. ´89 til sølu. Hevur m.a. el-rútar, powerstýring, hita í forrútinum, sportfelgur og 2 hurðar. Bilurin er í sera góðum standi. Tlf. 375265 GEARKASSI til Mazda 626, árg. ´83 til sølu fyri 1.500 kr. Tlf. 321207 ella 212207 GERIÐ KVETTIÐ Knapt 1 ára gamal Mazda 323 selist við sórum av- sláttri, kan síggjast hjá P/F Wenzel HONDA CIVIC 1,5 i Vetec-E, 5 hurðar, hatch back, árg. ´96, koyrt 50.000 km. Vínreyður me- tallic. Ymisk eykaútgerð fylgir við. Til sølu um hósk- andi boð fæst. Tlf. 333070 HYUNDAI SONATA 1.8 i, árg. ´90, bilurin er gráur sær gott út og er í sera góðum standi, hann hevur powerstýring, alu- felgur. Við fylgjur eitt sett av vetrardekkum. Tlf. 220744 MAZDA 323 árg. ´84, í góðum standi, til sølu fyri 4.000 kr. Tlf. 444125 MAZDA 323, 32 BF árg. ´87, nýsýnaður, til sølu vegna flyting. Prísuppskot 16.000 kr. Tlf. 441484 eftir kl. 15. MAZDA BUSSUR e 2200, 100.000 km. til sølu. Sama slag við høg- um taki kann fylgja við sum eykalutir. Tlf. 216887 ella 316887 MOTORUR TIL SØLU Toyota 3B motorur í besta standi til sølu passar til Toyota Landcruicer og Dyna. Toppstykkið defekt. 100.000 km. Tlf. 332025 ella 214025 NISSAN BLUEBIRD 2.0D árg. 1/90 til sølu fyri 80.000 kr. Tlf. 372800 - 288802 NISSAN CHERRY Turbo, krevur smærri ábøt- ur, til sølu fyri 4.500 kr. Tlf. 217747 OPEL ASCONA árg.´84, aut.gear, kostn- aður 10.000 kr. Tlf. 282828 OPEL CORSA 1,2 árg. ´89, sýnaður í okt. ´99, í góðum standi, bíliga til sølu. Tlf. 443091 OPEL KADETT 1,3 Árg. ´87, bíliga til sølu. Tlf. 442082 STOP STOP hygg her! Daihatsu Cha- rade 1,0 árg. ´88. Til sølu, prísin kunnu vit tosa um. Tlf. 321618 eftir kl. 18 SAAB 90 árg. ´86, sær hampuligt út, nógvir nýggjir deilir. Sýn- aður í okt. ´99. Tlf. 313383, Ingi TIL SØLU sum eykalutir. Mitsubitzi lancer st.car 1500, árg. ´86. Koyrir, hevur plátur. Prísur 2.800 kr Tlf. 441100 ella 281044 TIL SØLU Toyota Corolla árg. nov. 1984 AE/80 5 hurðar, sum eykalutir 3.000 kr. Tlf. 441446 TIL SØLU King-Cab, árg. 1985, bíliga til sølu. Tlf. 282691/317691 TIL SØLU Baghjulsdæk til veteran- mc. sælges for kr. 800 kr. Dækket er aldrig brugt, højprofil og i str. 19x3.50. Passer til bl.a. BSA/ TRIUMPH/NORTON og NIMBUS. Tlf. 319618 (Jan) TIL SØLU Vøruvognur koyrir væl og sær gott út. Tlf. 210207 TIL SØLU Citroén BX 16 TGS, árg. ´90 við nógvum eykalut- um, bíliga til sølu. Tlf. 333304 ella 213146 TIL SØLU Mitsubishi Pajeru 2.3 turbo diesel árg. 86. Longra mo- delli, setur aftan og er í góðum standi. Nýsýnaður og motorurin hevur koyrt 102.000 km. Ein motorur og skermar fylgja við sum eykalutir. Tlf. 211543 TOYOTA CAMRY 1.8 GL Árg. 86. Fleiri nýggir deilir. Hevur nýggj heilársdekk. Sportfelgur við dekkum fylgja við 195x60x15. Tlf. 443311 TOYOTA CARINA II árg 11/91, el-sóltak, cd- spælara, eyka sett av felg- um. Til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 449259 ella 219259 TOYOTA COROLLA 1,3. Árg. 86 er í góðum standi, bíliga til sølu. Tlf. 448887 TOYOTA COROLLA 1,6 Árg. 1987, til sølu fyri 20.000 kr. Tlf. 449360 & 447962 eftir kl. 18 TOYOTA COROLLA 1,6 gráður, frá 2/99, koyrt 4.000 kr. til sølu við stórum avsláttri. Tlf. 310767 ella 217406 VETRARDEKK TIL SØLU Nýggj lamell/píkadekk, flest allar støddir, til sølu. Tlf. 282691 & 317691 VW PASSAT Árg. 87 í góðum standi, til sølu. Tlf. 441097 & 282385 YNSKIST 2 (4) dekk, 205/50-16 ella 2 (4) dekk 195/55-16, ynskjast til keyps. Tlf. 319704 ella 283653 YNSKIST Er tað nakar, ið hevur rúta- vindarar v/ veiri til ein Mazda 323 BF, árg. ´86, bíliga at selja mær. Tlf. 422358 ella 316142 Amboð TIL SØLU Ein KEV. hátrýst spulari 140 bar. Tlf. 361180, eftir kl. 20 Arbeiði ARBEIÐI SØKIST 24 ára gamal maður, søkir alt fyrifallandi arbeiði, yvir styttri ella longri tíðarskeið. Tlf. 315861 BILUMVÆLING! Alt innan bilumvæling, so sum uprætting, lakering, servive og el. Ring og fái eina tíð. Tilboð verða givin. Auto Tek Tlf. 221006 FA. HÚSAUMVÆLING: TIMBURARBEIÐI Alt timburarbeiði verður gjørt. Tlf. 215214 GOYMSLUFÓLK Søkt verður eftir goymslu- fóki, at byrja skjótast gjør- ligt. Kunnleiki innan el-tól er ein fyrimunur. Hvítvørutænastan Tlf. 317786 ella 283868 Barnaútgerð BRIO BARNAVOGNUR til sølu, grønur við babylift, í góðum standi, til sølu fyri 2.000 kr. Tlf. 310924 BABYLIFT við jarnsíðum, góðkend at brúka í bili, sær út sum nýggj, til sølu fyri 600 kr. Tlf. 312729 BILBARNASTÓLUR ynskist, helst ein berbarur (0-1 ár), og ein snugliposi. Tlf. 311322 TIL SØLU Bláur vælhildin 1 1/2 ára gamal Simo barnavognur við lift og puslutasku, til sølu fyri 3.000 kr. Keyps- prísur umleið 6.000 kr. Sera lítið brúkt barnasong 1 ár, til sølu fyri 600 kr. og ein góðkendur Baby-Bjørn beriseðli til sølu fyri 250 kr. Tlf. 321213 TIL SØLU Væl viðfarin babylift og babysittari fyri 400 kr. Pusliborð við kommodu (3 skuffur) og baðikar 600 kr. Tlf. 374609 TIL SØLU Pearl grulvigarður (eldri modell) við 6 clamps + 2 bekkarastativ til sølu fyri kr. 900,- tlf: 361040, mobil: 211044, e-mail: hjalt@for- um.dk Barnaansing GENTA/KONA søkist at ansa eftir 1/2 ára gomlu Hildur, hálvan dag, skjótast gjørligt. Tlf. 310306 Tað er mær ein stórur heiður at standa her frammanfyri bygdarfólki mínum og øðr- um, sum hava leitað sær higar hesa søguligu løtu. Á henda hátt kann eg ynskja tykkum øllum eitt gott nýggj- ár og alt gott í komandi tíð. Vit hava øll grund til at takka hvørjum øðrum hesa løtu, tí óansæð, hvussu ósamd onkur okkara kanska hava verið, so eiga vit altíð at líta aftureftir við tí positiva sinnalagnum, og tá finna vit avgjørt okkurt at takka fyri. Júst hetta at kunna ynskja hvørjum øðrum alt gott, at kunna takka hvørjum øðrum, at fyrigeva hvørjum øðrum, eru vit uppald til í okkara mentan. Kolveltingarmaður í 2000 ár Fyri júst 2000 árum síðan føddist í Miðeystri eitt barn, sum fullkomiliga broytti alla mannahugsan. Barnið gjørd- ist heimsins týdningarmesti kollveltingarmaður. Lógin, strangleikin, hevndin, for- dømingin, mannahatrið, klandrið og kríggini vórðu sópað av borðinum gjøgnum hansara boðskap. Tað sum fyrr var bygt á fordøming, hevnd, revsing o.s.fr. varð skift til kærleika, fyrigeving, virðing fyri medmenniskja- num, samhaldsfesti og sam- anhaldi heldur enn sundur- lyndi og klandur. Sjálvur fell hann fyri gomlu læruni, har revsing, mannahatur og harðskapur var mentanin. Men læra hansara fór um allan heim og er høvuðs- grundarlagið undir mentan okkara, ja, næstan alla ta tíð, føroyska tjóðin hevur verið til. Føroyar 1000 ár Vit hátíðarhalda ikki bara al- mennu tíðarrokningina, 2000 ár eftir kristi føðing, men eis- ini kristningina av føroying- um fyri 1000 árum síðan. Vit eru ótrúliga smálig Vit vita, at í botn og grund eru vit menniskju ótrúliga smálig og intolerant. Tað er trupult hjá okkum at góðtaka hugsanina og góðu argu- mentini hjá øðrum. Vit kunnu tíverri eisini ásanna, at vit menniskju hava alt ov lætt við at misbrúka tað góða til at skapa okkum sjálvum makt, og so leggja vit sektin á, hvør líður undir maktgyrnd okkara. Soleiðis vóru eisini tey sokallaðu kristnu eftir Jesu tíð, bæði tann makt- mikla katólska kirkjan, okk- ara lutherska kirkja og aðrar fraktiónir av kristindómi- num. Tá hesi funnu útav, at kristindómurin hevði tak á fólkinum, so misbrúktu tey kristnu læruna til at vinna sær sjálvum makt og gloymdu boðskapin um frið á jørð, næstrakærleika, fyrigeving, mildni. Maktgirndin Forfedrar okkara fingu svørðið fyri bringuna, tá teir ikki góðviljaðir lótu seg doypa. Gleðiboðskapurin var ikki høvuðsmálið, men hvør, ið hevði maktina. Soleiðis vórðu fólk eisini forfylgd, pínd og dripin, sum ikki fylgdu „kristnu“ makt- havarunum í miðøldini, og soleiðis hevur mannaættin upplivað eina forfylging fyri og aðra eftir, upplivað kríggj og aðrar ræðuleikar í Jesu navni. Ja, enn í dag uppliva vit, at sjálvt her hjá okkum fara maktgirndarmenn fram við ótespiligheitum og forfylg- ingum av øðrvísi hugsandi við bíbliuni í hond. Hetta er ókristiligt so tað munar. Høvdu Jesus við sær Tað, sum vit vita um gamla føroyska samfelagið og Gudstrúnna - Jesu evangeli- um -, er ein innilig, markleys trúgv og álit á Gud. Teir gomlu høvdu Jesus við sær, hvar teir enn ferðaðust - á útróðri, í haganum, í bjørgu- num - ja, allastaðni. Um teir altíð vóru so soli- dariskir, sum Jesus vil, um teir altíð settu seg í næstans stað og góðu honum annað, enn tað, sum fell av ríka- mansborði, er ivasamt. Ego- isman, sjálvsrættvísin, og maktgirndin eyðkendi væl eisini gamla føroyingin, eins og tað í alt ov stóran mun eyðkennir okkum, sum her eru í nátt. Seinastu hálvthundrað árini Vit, sum hava búleikast her tey seinastu hálvthundrað ár- ini, eru óivað tey, sum upp- livdu størstu broytingarnar. Vit vuksu upp í einum spennandi kristnum um- hvørvi. Kríggið var av og fólk fóru at taka til sín teir møguleikar, sum eftirkrígs- tíðin bjóðaði. Vit vóru við í skiftinum frá luxlampuni, primussinum, torvkomfýri- num til el-lampurnar, el- komfýrarnar, miðstøðuhitan o.s.fr. Fiskimannakonurnar Fiskimannakonurnar stýrdu tá einsamallar við hús. Tær høvdu børnini við sær á heið- ina at røkta torvið, í bøin at bjarga hoynum, í veltuna at seta niður og taka upp epli. Tú hevði eisini sum barn á- byrgd av kríatúrunum saman við mammu tíni. Kúgvin skuldi hava hoyggj og vatn hvønn dag, hon skuldi mjólk- ast, og sópast skuldi eisini. Hønurnar skuldu ambætast o.s.fr. Bar framtíðina Føroyska kvinnan bar í grundini framtíðina inn í samfelagið, sum kenna í dag. Hon hevði ikki fyri neyðini at berjast fyri virðing. Hon bar sína ábyrgd við brattari bringu og rættum høvdi, tí uttan hana bar ikki til. Kvinnan nýggjar avbjóðingar Nýggja samfelagið gav kvinnuni nýggjar avbjóðing- ar. Nú var ikki nóg mikið fyri hana heima við hús. Samfel- agið hevði ikki longur somu virðing fyri tí „heimagang- andi“ konuni, nei, nú skuldi hon út á arbeiðsmarknaðin at gera nyttuna. Og nú var tað, at kvinnan varð noydd at berjast fyri javnstøðu og upp- ibornari virðing millum manna. Tað var ikki longur nógmikið, at maðurin vann peningin til húsarhaldið, nei, konan skuldi eisini bera sín part. Kappdubbingin Kappingin millum stórveld- ini eftir kríggið legði ikki minst grundarlagið undir ta veldigu broyting, sum ber okkum inn í nýggju øldina. Fyrsti sputningurin varð sendur út í rúmdina. Fyri at rúmdarmenningin og kapp- dubbingin kundi halda fram, og fyri at stórveldini alla tíð- ina skuldu kunna prógva vald sítt yvirfyri hvørjum øðrum, so var neyðugt við tøkniligari menning. Hetta bar okkum so fram í telduøldina, sum nú aftur er við at kollvelta allan framburð og alla mentan. Útbúgving lyklaorðið Í sekstiárunum komu fram- haldsskúlarnir úti um landið. Børnini hjá fiskimanninum, arbeiðsmanninum, bónda- num, einkjuni og einkju- manninum hildu nú fram í skúlanum, tá tey høvdu lokið tvungnu sjeyára skúlagongd- ina. Tað var minni og minni brúk fyri teimum úti í siðbundnu vinnuni, tí vinnan kravdi meira og meira út- búgvin fólk. Drongurin, sum 14 ára gamal fór til sjós og á tann hátt kundi hjálpa til í húsarhaldinum og vinna sær pening til at seta føtur undir egið borð, gekk nú í skúla, til hann var trøllvaksin. Gent- an, sum kanska ofta var meira hugað í skúlanum, enn drongurin, gjørdist nú í mongum førum stóri kapp- ingarneyti hansara á arbeiðs- marknaðinum. Atstøði fram um royndir Vit fingu eitt annað samfelag, har dugnaskapur á skúla- beinki var týdningarmesta kravið, vildi tú fram í lívi- num. Framfýsni føroyingurin skuldi ikki longur vera góður fiskimaður, smiðjur, bóndi ella nakað annað traditionelt, nei, skuldi tú vinna fram í verðini, skuldi tú fyrst og fremst vera góður í skúla- num. Eru farin ov langt Eg haldi, at vit eru farin nak- að langt. Tað kann ikki vera rætt, at ein raskur virkisfúsur føroyingur, genta ella drong- ur, skulu missa møguleikan, tí tey í síni tíð ikki løgdu alla orku í at stava væl føroyskt, skilja og tosa danskt og enskt ella týskt, ella ikki vóru so ferm í rokning. Men støðan er nú tann, at tú sleppur skjótt ikki á sjó- mansskúla, maskinmeistara- skúla, sjúkrasystraskúla o.s.fr. uttan so, at tú framm- anundan hevur gingið minst 12 ár til teoretiska fyri- reiking. Fleiri lærupláss vilja heldur ikki taka lærlingar, sum ikki hava hildið út at mistrívast í fólkaskúlanum øll tíggju árini. Alt hetta er fyri mongum okkara púra burturvið. Vit vita av royndum, at so mong av okkara undangongufólk- um bæði á landi og sjógvi høvdu sera lítla skúlagongd. Tey vóru stuttsagt ikki moti- verað at ganga í skúla. Hug- urin og evnini vístu seg har- afturímóti, tá veruligu av- bjóðingarnar komu. Vilt tú fram: ver akademikari Eg vil fyri alt í verðini ikki vera negativur, men havi kortini hug at rópa varskó, nú samfelagið í so gott sum øllum førum setir útbúgving- ina sum einastu fortreyt fyri at fáa virðilig og ábyrgdarfull størv. Lesa vit lýsingarnar eftir fólki hjá tí almenna, so er treytin, at tú hevur akadem- iska útbúgving. Ja, sjálvt nú, tá løgmaður skuldi seta nevnd at royna at menna útoyggjarnar, kravdi hann, at leiðarin skuldi koma úr lærdum háskúla. Væl vita vit, at eingin royndur aka- demikari søkir slíkt starv, men harafturímóti, onkur, ið ongar praktiskar royndir hev- ur, tí hann ella hon hevur gingið í varda skúlaum- hvørvinum, síðan tey vóru 7 ára gomul. Hetta eigur at fáa eina vend. Vit mugu aftur fara at virða menniskju eftir, hvat tey evna og ikki eftir onkrum akademiskum frymlum. Koma ikki heimaftur Hetta um nýggju krøvini til nútíðarmenniskjað hevur eis- ini tað við sær, at bygdasam- felagið er í størsta vanda. Ungi miðvingurin, sum fisk- imaðurin, arbeiðsmaðurin, einkjan o.s.fr. sendu á skúla- bonk, kemur ikki aftur í bygdina, tá hansara útbúgv- ing er frá hondini. Tað er ikki her, at brúk er fyri honum. Samfelagið, har akademikar- in og víðari útbúni ungdóm- urin skal fáa sínar avbjóð- ingar, eru nú í miðstaðarøki- num ella í útlondum. Vit mugu venda gongdini Henda gongd má og skal broytast. Tað skal aftur fara at vera attraktivt at koma aft- ur til heimbygdina. Og tað kann fara at vera attraktivt, men tað inniber, at vit øll í felagsskapi gera nakað fyri at venda gongdini. Sambandið um Vestmannasund Alt bendir nú á, at fasta sam- bandið til meginøkið verður veruleiki um stutta tíð. Men vit eiga ikki at gloyma, at harvið „er slottið ikki vunn- ið“, tvørturímóti kann tað fara at vera fyrsti naglin til líkkistu bygdasamfelagsins, hjá bygd og oyggj okkara. Tað verður upp til okkara at gera av, um sambandið verð- ur til gagns ella ikki. Avbjóðingin er stór, ja, ó- metalig. Bera vit okkum rætt at, so fáa vit væl burturúr og bjarga skeivu gongdini. Ferðslan báðar vegir Tað skal vera okkara størsta og altavgerandi mál, at ferðslan gjøgnum undirsjóar- tunnilin, gongur minst líka nógv vestureftir sum suður- eftir. Vit skulu gera Vágar til eitt liviligt stað, har avoyggjafólk ferðast til, hava tað gott og trívast saman við okkum her. Vit kunnu bjóða so nógv. Eg veit væl, at so mong halda lítið um mentan og frítíðar- virksemi, men sannleikin er, at hevur tú ikki tilboð av tí slagnum eisini, so liggur økið á deyðastrá. Avbjóðingin var ongantíð størri, enn hon er júst nú. Tað eru vit, sum her búleikast, okkara ungu, ja, øll oyggin, sum nú má taka hendur sam- an at byggja land. Jú, vit halda saman Komið ikki her við gomlu gremjanini, at miðvingar halda ikki saman. Jú, víst halda miðvingar saman, tá ið á stendur. Hyggið at kirkjuni, missiónshúsinum, ítróttarøk- inum, bygdarhúsinum. Hesi og mong onnur tiltøk eru varðar, sum boða frá góðum felagsskapi og stirili í fólki- num. Fólk hava lagt sera stóra orku í at skapa nakað, uttan at vænta somikið sum eina tøkk afturfyri. Eisini á vinnuøkinum ganga miðvingar saman. Takið t.d. Snarfrost, og fleiri skip, sum øll bygdin gekk saman um fyri at bjarga fólki arbeiði og trivnað. Eiga at venda alt til tað góða Alt tað lítla ella stóra, sum vit hava fingið í vøggugávu, eiga vit at brúka til at gera okkurt gott - at vera positiv - vera við góða orðinum - byggja upp heldur enn at bróta niður. Tað er so lætt at oyðileggja, - spilla út okkara næsta - okkara bygd, okkara oyggj, land okkara. Avbjóð- ingarnar skulu vit taka posi- tivt. Treytin er samanhald, samhaldsfesti, vilji at virða okkum sjálvi og medmenn- iskju okkara, trúgva uppá, at tað framvegis skal vera gott at liva í Vágum - í Miðvági. Spurningurin er ikki, hvat kunnu hini gera fyri meg, men hvat kann eg vera við til at gera, fyri at øll skulu kunna hava tað betri. Ósjálvsøkin skipa nýggjárshaldið Sama sinnalagið uppliva vit júst nú. Ósjálvsøkin fólk savnast at gera nýggjárshald- ið hugnaligt á hvørjum ári. Tað er nóg illa, at vit vita, hvørji hesi eru, so lítillátin eru tey. Tey krevja ikki, at bygdin skal gera nakað fyri tey, men tey gera nakað fyri bygdina, fyri trivnaðin hjá okkum øllum. Men her skal kortini ljóða ein hjartans tøkk til nýggjársnevndina og stóra skaran av hjálparfólki. Jú, evnini hava vit Jú, evnini hava vit. Fólkið eiga vit. Latið okkum taka hendur saman og byggja land. Latið okkum í komandi øld fjálga og byggja bygd okkara, oyggj okkara, land okkara. Latið okkum í treysti og áliti til tað, vit fingu í vøggugávu, byggja framtíð okkara. Fyrigev, at tær skal verða fyrigivið Vit byrjaðu við at minna á grundarlagið undir hesum hátíðarhaldi, nevniliga kristnu heimsmentanina. Hesin arvur okkara byggir á samhaldsfesti, næstra- kærleika, spaklyndi og ikki minst fyrigeving. Latið okk- um ikki gloyma ta bønina, Jesus lærdi okkum: - Fyri- gev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, sum móti okkum synda. Latið okkum ikki gloyma, at fyri at fáa fyri- geving, so mugu vit eisini sjálvi vera fús at fyrigeva. Altso: vit skulu ikki bara biðja um hetta og hatta, vit skulu fyrst verða búgvin sjálvi at geva. Og minst til: Tað er ikki at geva, tá tú væntar tær okkurt afturfyri. Tá er tað forrætning. Framvegis eina góða nátt og eitt eydnuberandi nýtt ár- túsund fyri bygd okkara, oyggj okkara, land okkara og heim okkara. Gott nýggjár Samhaldsfesti og fyrigeving Niðanfyri prenta vit røðu, sum Hans Jørgensen helt í samband við nýggjárs- haldið í Miðvági í ár Hans Jørgensen, lærari, helt nýggjársrøðu í Miðvági