Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juni 2002síða 19

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 102 - 1. juli 2002 Bólkur A Frakland Senegal Uruguay Danmark Bólkur B Spania Slovenia Paraguay Suður Afrika Bólkur C Brasilia Turkaland Kina Costa Rica Bólkur D Suður Korea Póland USA Portugal Bólkur E Týskland Saudi Arabia Írland Cameroon Bólkur F Argentina Nigeria Ongland Svøríki Bólkur G Italia Ecuador Kroatia Mexico Bólkur H Japan Belgia Russland Tunis Í upptaktini í gjár var tíverri ikki rúmd fyri allari HM- skránni, og verður hon tískil prentað í heilum líki í dag saman við bólkayvirlitinum Bólkaspælið Dagur Klokkan Bólkur 1. juni 12.30 A Frakland-Senegal 2. juni 7.30 E Írland-Cameroon 2. juni 10.00 A Uruguay-Danmark 2. juni 12.30 E Týskland-Saudi Arabia 3. juni 7.30 F Ongland-Svøríki 3. juni 8.30 B Paraguay-Suður Afrika 3. juni 10.30 F Argentina-Nigeria 3. juni 12.30 B Spania-Slovenia 4. juni 7.30 G Kroatia-Mexico 4. juni 10.00 C Brasilia-Turkaland 4. juni 12.30 G Italia-Ecuador 5. juni 7.30 C Kina-Costa Rica 5. juni 10.00 H Japan-Belgia 5. juni 12.30 D Suður Korea-Póland 6. juni 7.30 H Russia-Tunisia 6. juni 10.00 D USA-Portugal 6. juni 12.30 E Týskland-Írland 7. juni 7.30 A Frakland-Uruguay 7. juni 10.00 E Cameroon-Saudi Arabia 7. juni 12.30 A Danmark-Senegal 8. juni 7.30 F Svøríki-Nigeria 8. juni 10.00 B Spania-Paraguay 8. juni 12.30 F Argentina-Ongland 9. juni 7.30 B Suður Afrika-Slovenia 9. juni 10.00 G Italia-Kroatia 9. juni 12.30 C Brasilia-Kina 10. juni 7.30 G Mexico-Ecuador 10. juni 10.00 C Costa Rica-Turkaland 10. juni 12.30 H Japan-Russia 11. juni 7.30 D Suður Korea-USA 11. juni 10.00 H Tunisia-Belgia 11. juni 12.30 D Portugal-Póland 12. juni 7.30 A Senegal-Uruguay 12. juni 7.30 A Danmark-Frakland 12. juni 12.30 E Saudi Arabia-Írland 12. juni 12.30 E Cameroon-Týskland 13. juni 7.30 F Nigeria-Ongland 13. juni 7.30 F Svøríki-Argentina 13. juni 12.30 B Slovenia-Paraguay 13. juni 12.30 B Suður Afrika-Spania 14. juni 7.30 C Turkaland-Kina 14. juni 7.30 C Costa Rica-Brasilia 14. juni 12.30 G Ecuador-Kroatia 14. juni 12.30 G Mexico-Italia 15. juni 7.30 H Belgia-Russia 15. juni 7.30 H Tunisia-Japan 15. juni 12.30 D Póland-USA 15. juni 12.30 D Portugal-Suður Korea 1/8-finalur Dagur Klokkan nr. 16. juni 7.30 1 Vinnari E-tvey’ari B 16. juni 12.30 2 Vinnari A-tvey’ari F 17. juni 7.30 3 Vinnari F-tvey’ari A 17. juni 12.30 4 Vinnari B-tvey’ari E 18. juni 7.30 5 Vinnari G-tvey’ari D 18. juni 12.30 6 Vinnari C-tvey’ari H 19. juni 7.30 7 Vinnari H-tvey’ari C 19. juni 12.30 8 Vinnari D-tvey’ari G 1/4-finalur Dagur Klokkan nr. 22. juni 7.30 11 Vinnari 2-Vinnari 6 22. juni 12.30 12 Vinnari 1-Vinnari 5 23. juni 7.30 13 Vinnari 4-Vinnari 8 23. juni 12.30 14 Vinnari 3-Vinnari 7 1/2-finalur Dagur Klokkan nr. 26. juni 12.30 21 Vinnari 12-Vinnari 13 27. juni 12.30 22 Vinnari 11-Vinnari 14 3/4 plássið Dagur Klokkan 30. juni 12.00 Tapari 21-Tapari 22 HM-finalan Dagur Klokkan 2. juni 12.00 Vinnari 21-Vinnari 22 HM-skráin Bólkayvirlit Ikki síðani á norðoy- arstevnuni í 1970 hevur 10–mannafarið hjá klaksvíkingum vunnið í heimasjógvi KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Tað er ikki so undarligt, at klaksvíkingar eru sera spentir uppá, hvussu tað fer at roynast hjá nýggja 10–mannafarinum hjá teimum. Dreymurin er sjálvsagt, at tað skal eydn- ast at vinna. Um tað eydn- ast, so verður tað fyrsta ferðin hjá flestu klaksvík- ingunum, at teir fara at uppliva, at teirra bátur verður bestur í róðrinum, sum hevur størstu prestigu- na. Tí tað eru 32 ár síðani, at Klaksvíkingurin seinast vann á norðoyarstevnu. Síðani tá hevur Klaksvík- ingurin – um tað yvirhøvur hevur eydnast at manna hann – verið so mikið blíð- ur, at hann á veg inn eftir vánni hevur hildið seg aftanfyri allar gestirnar. Soleiðis verður tað ikki hesa ferð. Alt bendir á, at Klaksvíkingurin verður ikki aftastur. Spurningurin er, hvussu frammarlaga hann verður. Um tað fer at eydnast honum at vinna, so verður tað ikki so ólíkt róðrinum á norðoyarstevnu í 1970. Ta ferðina vóru klaksvíkingar í nýggjum báti. Teir høvdu ikki vunnið norðoyarstevnu kappróður- in í minniligar tíðir, og tað var sera stórur rómur, tá tað loksins eydnaðist. Men kappingin verður stór hjá Klaksvíkingi. Vest- menningar vístu á Skála, at teir eru væl fyri, Eysturoy- ingurin var eina sponn aftanfyri teir, og so kom Klaksvíkingur ein hálvan skut aftanfyri. Havnarbát- urin var FM vinnari í fjør. Hann var ikki við á Skála, men ivaleyst fer hann at blanda seg í kappingina í dag. Fleiri 8–mannafør Tað er heilt greitt, at tað ikki verður sami vinnari í kappingini millum 8–manna- før, sum tað var í fjør. Tá vann Nevið Reyða. Klaks- víksbáturin verður ikki við í kappingini í dag. Mann- ingin frá í fjør er farin um- borð á Klaksvíkingin. Men tað er møguleiki fyri, at báturin fer at taka lut seinni í summar. Tað skilst á lag- num, at teir í Kappróðrar- felagnum NSÍ eru áhugaðir í at manna Nevið. Á Skála vann Knørrur, sum var næstur Nevinum í fjør, og sum vann í Fugla- firði. Knørrur var nýggjur í fjør. Í ár er Argjabáturin nýggjur, og tað er Kvívík- ingurin eisini. Tað verður roknað við, at hesir tríggir nýggju og spildurnýggju bátarnir – Knørrur, Argja- báturin og Kvívíkingurin – fara at telvast um fremsta plássið. Fýra 6–mannafør Páll Fangi vann ongan róð- ur við monnum í fjør. Eitt sindur óvæntað vunnu teir á Skála, og tí mugu teir roknast millum favorittar- nar í Klaksvík. Men teir fara ivaleyst at fáa harða kapping. Gongurólvur er nýggjur, og Sølmundur og Strálan hava staðið seg væl seinnu árini, og teir vóru eisini hampuliga væl við á Skála. Jarnbardur við kvinnum vann á Skála. Talan er um nýggjan bát, og tað er lítið at ivast í, at tær fara at gera um seg í fyrstu FM kapp- ingini. Á Skála var Riddar- in úr Miðvági næstfremst- ur. Tað boðar frá, at tær eru væl fyri. Spurningurin er so, hvat Páll Fangi fer at megna. Tað var ikki so sannførandi á Skála. Tá varð nevnt, at triðja plássið kundi síggjast sum ein reaktión upp á ferðina til Scillyoyggjarnar. Talan hevur kanska verið um ein lítlan aldudal. Í kappingini millum 5–mannafør við gentum var FM vinnarin i fjør, Fípan Fagra, sannførandi fremst á Skála. Ólavsøkuvinnarin í fjør, Blikur var næstfremst- ur. Í kappingini millum 5–mannafør við dreingjum var Blikur fremstur á Skála. Teir kappaðust í fjør við Tjaldrið, sum hevur verið mest sannførandi seinastu árini. Klaksvíkingar hava bíðað í 32 ár C M Y K 36 Nr. 102 - 1. juli 2002 37 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 2707, Sp/f Injector International, 900 Vágur. Viðtøkur broyttar: 15.02.2002. Kapitalur: Hækking við kr. 500.000,00 til kr. 2.500.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 500.000,00 til kurs 200. Nevnd: Farin úr nevndini: Heri Petersen, 180 Kaldbak og Jóna Bára Midjord, 900 Vágur. Farin frá sum formaður: Páll Petersen, 180 Kaldbak. Innkomin í nevndina: Arne K. Olsen, Havbakken 198, DK-6710 Esbjerg V (formaður) og Mortan Johannesen, Tórfinsgøta 44, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 30. mai 2002 Kristin Balle _____________________ 380kr. við Landavegin Tlf. 316066 NAIRN VINYLGÓLV meturin 4 m breitt: CLASSIC * Slitsterkt vinyl * Stórt úrval * TILBOÐ: Ókeypis álagt »Skeið í listamáling« fyri rørslu-menningartarnað frá 1.-6. juli. 500 kr. við tilfari. Hoyvíkar Listaskúli v/Arngerð Joensen Tlf. 314766 Rørsmiður søkist Søkt verður eftir rørsmiði at byrja beinanvegin. Áhugaðir biðjast ringja á tlf. 318023, svarar eisini um kvøldi. Sp/f V.V. S. Hornið Landavegur 2 • 100 Tórshavn Krana og lastvognskoyring Upp til 5 tons. 37