leygardagur 1. juni 2002síða 18
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 - 1. juli 2002
35
Vakrasta málið
Málið hjá Diego Maradona móti Onglandi – altso tað
við fótinum – er júst kosið sum hitt vakrasta í HM-
søguni.
Slalom-ferðin hjá lágbeintu fótbóltslegenduni
gjøgnum enska landsliðið gjørdist ein tryggur vinnari
í atkvøðugreiðslu, sum fór fram á heimasíðuni hjá
FIFA. 18.062 atkvøddu fyri málinum hjá Maradona.
Málið hjá Michael Owen móti Argentina fyri fýra
árum síðani gjørdist nummar tvey við 10.631 atkvøð-
um, meðan 5-2 málið hjá Pele í finaludystinum móti
Svøríki í 1958 kom á triðja plássinum við 9.880 at-
kvøðum.
Beckham er tøkur
Líka síðani Aldo Duscher í fjórðingsfinaluni millum
Deportivo la Coruna og Manchester United jarðlegði
David Beckham, hevur ein spurningur tókst hin týdn-
ingarmesti í heimssøguni, um metast skal eftir bret-
sku miðlunum.
Nú er spurningurin tó greiddur. David Beckham
hevur boðað frá, at hann verður tøkur til dystin hjá
Onglandi móti Svøríki sunnudagin, og somikið vísur
er hann í hesum, at hann sigur seg ætla at spæla allar
90 minuttirnar, um venjarin loyvir hesum.
Sostatt er størsti spurningurin í nýggjari bretskari
søgu svaraður, og bretar kunnu komandi dagarnar
draga andan heldur lættari.
Somikið stórur hevur áhugin fyri skaðanum hjá
Beckham verið, at sjálvt bretska drotningin hevur
sent honum ynski um góða betran.
Recoba verður við
Dysturin millum Danmark og Uruguay leygardagin
verður av mongum mettur sum avgerandi fyri, hvør
teirra kemur víðari úr bólkaspælinum.
Fagnaðurin í Uruguay er tí stórur, nú tað er staðfest,
at knæskaðin hjá Alvaro Recoba kortini ikki er so
álvarsligur, sum tað annars varð roknað við. Recoba
meiddi sær knæið undir venjing fyrr í vikuni, men nú
sigur hann seg vera tøkan til dystin móti dønum. Tað
verður Fabian O’Neill hinvegin ikki. Hann hevur
bruna í hælsinuni, og verður væntandi heldur ikki
tøkur, tá Uruguay í næsta dystinum skal takast við
heimsmeistararnar úr Fraklandi.
Týskarar frøast
Týskland hevur undan HM-kappingini verið meint
rakt av skaðum, og fleiri avboð hava verið seinastu
vikurnar.
Nú er tó okkur at frøast um hjá Rudi Völler, tí vænt-
andi verður týski spælskiparin, Michael Ballack, tøk-
ur til fyrsta dystin, sum verður ímóti Saudi Arabia.
Ballack hevur seinastu vikurnar verið plágaður av
skaða í øklinum, men hetta tykist nú vera komið í
rættlag.
Óvanliga opin Trappatoni
Italski landsliðsvenjarin, Giovanni Trappatoni, heldur
vanliga kortini væl at kroppinum, tá lið hansara skulu
setast, men nú tykist hann hava skift ham. Tað er ikki
fyrr enn mánadagin, at Italia skal í eldin, men longu
nú hevur Trap mest sum avdúkað, hvørjir teir fyrstu
ellivu verða. Hetta hendi, eftir at Italia hevði leikt ein
venjingardyst móti einum japanskum liði.
Eftir dystin segði venjarin, tað vera ógvuliga sann-
líkt, at teir fyrstu ellivu í hesum dystinum vóru teir
somu, sum fóru at byrja inni móti Ecuado mánadagin.
Sostatt verður italska uppstillingin helst hendan:
Buffon – Panucci, Cannavaro, Nesta, Maldini – Zam-
brotta, Di Biagio, Tommasi, Doni – Vieri, Totti
Blatter svarar aftur
Í kjalarvørrinum á ákærunum um mutur og eftirfylgj-
andi sigurin á formansvalinum, er Sepp Blatter nú
farin at geva ilt av sær.
Sostatt hevur hann longu boðað frá, at samstundis
sum HM verður sett, fer hann at geva aðalskrivara-
num, Michel Zen-Ruffinen, sekkin.
Ruffinen var maðurin, sum kom við tilfarinum um
eina møguliga mutur-gølu, har Blatter var íblandaður,
og tá hann eftir formansvalið mikudagin kom við við-
merkingum um úrslitið, bar av hjá Blatter.
Roknað verður eisini við, at varamaðurin hjá
Ruffinen, Jon Doviken, eisini verður sekkjaður.
FSF var sannført um,
at FIFA formaðurin
skuldi skiftast út,
meðan danska fót-
bóltssamtalið helt seg
til sveisiska formann-
in
FIFA FORMAÐUR
Jóannes Hansen
Mest útskeldaði og krimi-
naliseraði maðurin í heimi-
num seinastu vikurnar hev-
ur verið formaðurin í FIFA,
sveisarin
Sepp
Blatter.
Fyrrverandi aðalskrivarin í
FIFA, sum gjørdist for-
maður, tá gamli formaðurin
legði frá sær, hevur m. a. av
eftirmanninum í aðalskriv-
arastarvinum, fraklendingi-
num Michel Zen–Reeffin-
én, verið lagdur undir fíggj-
arligan undandrátt, mutur,
vanvirðing fyri fólkaræði-
num, at arbeiða aftan
stongdar dyr í staðin fyri at
vera opin og reiðiligur og
annað, sum avgjørt ikki
hóskar til formannin fyri
altjóða
fótbóltssamtaki-
num.
Men hóast alt hetta, so
megnaði sveisarin at endur-
vinna formansstarvið. Av
teimum 195 atkvøðunum á
aðalfundinum mikudagin
fekk hann 139, meðan mót-
valevnið, Issa Hayatou úr
Cameroun, fekk 56 atkvøð-
ur. Hetta var ein dygg
álitisváttan á formannin og
ein misálitisváttan til teir,
sum hava lagt nógv fyri í
royndini at fáa formannin
frá.
Millum hesar er for-
maðurin í europeiska fót-
bóltssamtakinum, UEFA.
Hann eitur Lennart Johans-
son. Sviin, sum fyri fýra ár-
um síðani royndi at gerast
FIFA formaður, er sera
upproyttur eftir miseydn-
aðu royndina at skifta FIFA
formannin út. Fleiri euro-
peisk lond atkvøddu fyri
Blatter, og tað hevur havt
við sær, at Lennart Johans-
son, sum fyri kortum er
endurvaldur til UEFA for-
mann í fýra ár afturat, vil
hava felagsskapin hjá sær
at geva sær eina álitisvátt-
an. Um hann ikki fær hesa
álitisváttanina, so ætlar
hann sær frá.
Føroyar ímóti
Franski
aðalskrivarin
í
FIFA fer neyvan at halda
fram í sínum starvi. Hann
staðfestir eftir miseydnaðu
royndina at skifta formann-
in út, at millum stuðlarnar
hjá Blatter er nógvar smáar
og nógvar fátækar fótbólts-
tjóðir.
Fraklendingurin
heldur, at tað hjá hesum
tjóðunum telur meiri, at
Blatter hevur syrgt fyri, at
tær fáa 250 túsund dollar í
stuðli frá FIFA um árið, enn
at tað er skil í fíggjarligu
viðurskiftunum, og at alt
gongur regluliga fyri seg í
FIFA.
Á fundunum undan at-
kvøðugreiðsluni nýtti FIFA
formaðurin alt sítt vald.
Hann gav bara teimum orð-
ið, sum tóku undir við hon-
um, og hann gjørdi alt fyri
at skúgva burtur ákærurnar
ímóti honum. Tá valið var
av, vildi hann snildisliga
hava luttakararnar at reisa
seg, taka í hondina á hvørj-
um øðrum og harvið at
geva til kennar, at øll vildu
arbeiða heimsfótbóltinum
til besta. Tað líkaði ikki øll-
um eins væl, men tey reist-
ust kortini.
Føroyar teljast millum
smáu FIFA limalondini, og
fíggjarstøðan hjá FSF er
einki serlig. Dánial Andrea-
sen, formaður, Jens Erik
Magnussen, formaður í
landsliðsnevndini, og Ísak
Mikladal, aðalskrivari, eru
føroysku umboðini á FIFA
aðalfundinum. Teir atkvød-
du fyri Issa Hayatou.
FSF formaðurin segði
eftir atkvøðugreiðsluna við
útvarpið, at teir á fundum
millum
UEFA
londini
undan aðalfundinum vórðu
sannførdir um, at tað var
neyðugt at skifta formann.
Danska fótbóltssamtakið,
DBU, atkvøddi fyri Blatter.
Formaðurin, Allan Hansen,
segði sambært Ritzau eftir
atkvøðugreiðsluna, at teir
ikki kendu seg sannførdar
um, at afrikanska valevnið
var nóg álitisvekjandi at
loysa Blatter av. At DBU
ikki atkvøður sum granna-
londini er komið fyri áður.
Tá
Lennart
Johansson
royndi at gerast formaður í
FIFA, atkvøddi DBU fyri
Sepp Blatter.
Allir luttakararnir á FIFA
aðalfundinum eru bjóðaðir
at vera við til fyrsta dystin í
HM endaspælinum, sum
varð leiktur á miðdegi
fríggjadagin. Eftir tann
dystin koma føroysku um-
boðini aftur til Føroya.
Blatter varðveitti valdið
HM-stubbar
Sveisarin, Sepp Blatter, megnaði at
endurvinna formansstarvið í FIFA
35
34
Nr. 102 - 1. juli 2002
Verður talan um eina
endurtøku av stevnu-
dystinum í fjør, verð-
ur av álvara talan um
kreppu í Klaksvík
UPPTAKT
Jákup Mørk
Tað er einki at siga til, um
samansetta liðið fer til
Klaksvíkar
við
góðum
treysti. Talan var veruliga
um eina sensatión, tá
EB/Streymur á norðoya-
stevnu í fjør hølvaði KÍ av,
og kanska meira enn nakað
annað var hetta byrjanin til
niðurtúrin hjá KÍ, eins og
fólk tá av álvara fóru at
halda, at EB/Streymur var
annað og meira enn ein
dumpikandidatur.
Krepputos
Í Klaksvík er talan undan
dystinum á leið hin sama
sum í fjør. Teir hava ikki
megnað at liva upp til vón-
irnar um ein sess frammi í
oddinum higartil, og verður
dysturin
hesaferð
ikki
vunnin, fer kreppan av
álvara at merkjast hjá felag-
num.
Tí var tað eisini dyggur
smeitur, tá tað varð stað-
fest, at snuddurin sum
Heðin á Lakjuni fekk í far-
nu viku er somikið álvars-
ligur, at hann neyvan verð-
ur tøkur fyrr enn eftir
summarsteðgin.
Allan Joensen var ikki
við móti B68 seinast. Hann
hevur havt vøddaskað, men
í Klaksvík vóna tey, at hann
verður tøkur til týdningar-
mikla dystin.
Hjá EB/Streymi eru enn
eingir
trupulleikar
við
skaðum ella leikbannum,
so Trygvi Mortensen hevur
framvegis ein positivan
trupulleika at dragast við,
tá hann hvørja viku noyðist
at halda leikarum til, tó at
hann veit, at ikki allir koma
á vøllin.
Higartil hevur hetta eyd-
nast hampuliga væl, og tó
at úrtøkan ikki verið meira
enn trý stig, so hevur spæl-
ið alla tíðina verið á góðari
leið, so tað kann ikki úti-
lokast, at norðoyastevnu-
steypið aftur í ár fer úr
Klaksvík, tó at sensatiónin
neyvan verður hin sama
sum í fjør, um so er.
Higartil hevur HB
fingið fult hvørja
ferð, men seinastu
tíggju árini hava teir
ikki vunnið í Vági
UPPTAKT
Jákup Mørk
Tað hevur gingið sum eftir
ánni hjá HB, tað sum higar-
til er farið av kappingarári-
num. Liðið er einsamalt á
odda í landskappingini, og
eisini tá steypakappingin
verður tikin við, hava úr-
slitini verið í topp.
Tískil er helst einki at
siga til, um lagið er gott, nú
fari verður suður til Vágs at
spæla, men í HB vita teir tó
fullvæl, at júst hesin dyst-
urin kanska verður tann,
har sigursrøðin steðgar.
Hava møguleikan
VB stendur seg nevnliga
vanliga væl á heimavølli,
og ikki minst hevur HB
kent svian av hesum. Leit-
ast skal aftur til 1991 fyri at
finna seinasta HB sigurin í
Vági, og tað er longri enn í
nøkrum øðrum føri, tá HB
hugt verður í hagtølini hjá
sigursvanda havnarfelag-
num.
Hesa ferð verður tað tó
eitt heldur skert VB lið,
sum HB kemur á vitjan hjá.
Nógvu
skaðarnir
hjá
stuðulsleikarunum eru enn
ikki grøddir heilt, og tó at
Mortan í Hørg nú aftur er
tøkur eftir leikbann, so
voldar tað framvegis VB-
venjaranum stórt høvuð-
brýggj, tá liðið skal setast
saman. Hóast hetta, so er
hevur liðið enn ikki mist
sambandið við oddin, og
liva teir upp til hagtølini,
verður munurin til HB
minkaður í tvey stig, og í
mesta lagi verða trý stig
fram til oddaliðið.
Hjá HB er støðan nakað
øðrvísi. Eftir ógvusliga frá-
fallið í fjør tykjast skaðar at
vera eitt mest sum ókent
fyribrigdi í ár, og aftur hesa
ferð hevur Ioan Geolgau
allar mans tøkar, tá hann
skal seta liðið.
Tí kann av sonnum sig-
ast, at tað er í ár, at HB hev-
ur møguleikan, um teir
skulu vinna í Vági. Enn eru
sjálvandi nógv stig eftir at
spæla um, men megna
havnarmenninir eisini hesa
ferð at fáa trý stig burtur úr
dystinum, fer av álvara at
síggja ljóst út, tí tað verða
neyvan nógv lið, sum fara
sigrandi úr Vági hetta
kappingarárið.
KÍ-EB/Streymur:
EB/Streymur hevur góð minni
Klaksvíkingar noyddust í fjør at leggja rygg til stórtap, tá
EB/Streymur vitjaði. Støðan undan dystinum í ár líkist heilt
nógv støðuni í fjør, og í Klaksvík fara tey helst at stríðast, so
sleppast kann undan eini endurtøku av tí dystinum
NSÍ hevur nú ein
gyltan møguleika at
sleppa sær av við
leiklutin sum liðið,
sum nærum altíð
kiksar, tá møgu-
leikin at blanda seg
býðst
UPPTAKT
Jákup Mørk
Tað er sjáldan, at runa-
víkingar hava havt so-
mikið góðan møguleika
at koma heilt fram í odd-
in, sum teir hava sunnu-
dagin, tá Skála kemur á
vitjan.
Seinnu árini hevur NSÍ
ofta nærkast toppinum,
men mest sum hvørja
ferð møguleikin hevur
verið at blandað seg av
álvara, er alt follið sam-
an.
Greiðir favorittar
Higartil hevur NSÍ fingið
sjey stig í fýra dystum.
Teir eru við í bólkinum
av liðum, sum eltir odda-
liðið úr HB, og móti
stigaleysa
Skála
er
heimaliðið stórur favorit-
tur. Somikið stórur favo-
rittur, at hóast teir mang-
an hava snávað, tá á
stendur, so mugu runa-
víkingarnir metast sum
risa
stórir
favorittar
sunnudagin. Eisini hóast
talan er um grannaupp-
gerð.
Sum skilst, so eru mest
sum allir mans tøkir hjá
báðum liðum. Runavík-
ingar hava havt onkrar
smærri skaðar at dragast
við, men roknað verður
tó við, at allir eru tøkir
hesaferð.
Eisini hjá Skála verður
roknað við øllum leikar-
unum, og lítið er at ivast
í, at teir eftir fýra teprar
ósigrar á rað vilja upp á
talvuna, áðrenn munurin
til næstu liðini verður ov
stórur.
NSÍ-Skála:
Runavíkingar
vilja í oddin
Runavíkingar hava nú møguleikan at blanda seg veruliga
upp í oddin
VB-HB:
Hagtølini ímóti HB
Støðan, 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v -
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 HB
4
4 - 0 - 0
13
2
11
12
2 B68
4
3 - 1 - 0
9
3
6
10
3 B36
4
2 - 1 - 1
13
7
6
7
4 VB
4
2 - 1 - 1
2
1
1
7
5 NSÍ
4
2 - 1 - 1
5
7
-2
7
6 GÍ
4
1 - 1 - 2
5
8
-3
4
7 KÍ
4
1 - 0 - 3
10
9
1
3
8 EB/Streymur
4
1 - 0 - 3
3
5
-2
3
9 TB
4
1 - 0 - 3
4
19
-15
3
10 Skála
4
0 - 1 - 3
2
5
-3
1
Støðan, 2. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v -
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Sumba
4
3 - 1 - 0
7
3
4
10
2 FSV
4
2 - 1 - 1
14
4
10
7
3 B71
4
2 - 1 - 1
5
1
4
7
4 KÍ
4
2 - 1 - 1
8
9
-1
7
5 LÍF
4
2 - 0 - 2
10
7
3
6
6 B36
4
1 - 2 - 1
6
6
0
5
7 ÍF
4
1 - 1 - 2
10
8
2
4
8 HB
4
1 - 1 - 2
6
8
-2
4
9 NSÍ
4
1 - 0 - 3
1
6
-5
3
10 VB
4
1 - 0 - 3
3
18
-15
3
Vágbingar hava havt eitt óvanliga gott tak á HB
seinastu nógvu árini. Hesa ferð er uppgávan tó
kanska truplari enn nakrantíð, orsakað av nógvu
skaðunum, sum hava rakt liðið
C
M
Y
K
34