Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juni 2002síða 17

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 - 1. juli 2002 33 Higartil í ár hava gøtumenn ikki staðið seg eins væl og teir vanliga gera, men á heimavølli móti kreppurakta TB áttu trý stig at verið sjálv- søgd UPPTAKT Jákup Mørk Tað er eingin løtt uppgáva, sum nýggi TB-venjarin fær, nú hann fyri fyrstu ferð skal standa við stýrisvølin. Seinastu tíggju árini hev- ur TB seks ferðir vitjað í Gøtu. Seks ferðir hevur heimaliðið vunnið, og sum tað sæst aðra staðni í blað- num, so hevur talan verið um hampuliga sannførandi sigrar. Skert álop Tað verður frá flestu síðum eisini roknað við, at GÍ sunnudagin skal vinna ein hampuliga tryggan sigur á TB, men teir hava í ár havt ein stóran trupulleika. Spælið fram eftir vøllinum hevur ikki koyrt nóg væl, og tískil hava málmøgu- leikarnir verið fáir í tali. At tað so eisini er líkt til, at álopið verður skert sunnudagin, ger kanska ikki støðuna betri. Súni Fríði Johannesen hevur havt nakað av krími, og hevur ikki vant seinna part- in av vikuni, og Krzystof Popczynzki hevur trupul- leikar við knænum, so møguliga skulu tveir nýggir framherjar finnast. Í verjupartinum verður Bartal Eliasen nú við aftur eftir leikban, so tað er í øll- um førum lagt upp til onkra broyting her, men tað er framvegis fyrst og fremst álopspartin, sum liðið skal royna at betra. Finna trúnna aftur At GÍ hevur trupulleikar í álopinum, er helst nakað, sum hóskar TB óføra væl. Liðið hevur í tveimum dystum latið 15 mál farið ígjøgnum, og tað er fyrst og fremst hetta, sum nýggi venjarin skal royna at betra. Okkum kunnugt er talan ikki um trupulleikar av skaðum, men Tórður Mort- ensen er burtur úr verju- partinum eftir reytt kort seinast, og tað ger so ikki uppgávuna hjá liðnum lætt- ari. Tað man tó fyrst og frem- st vera við hugburðinum, at nýggi venjarin skal arbeiða. Eftir tvey somikið greið tap á rað er skjótt, at leikarar seta spurnartekin við egnar dygdir, og tað eru fyrst og fremst hesi, sum skulu beinast burtur, tí um leikar- arnir longu hava givið skarvin yvir, áðrenn teir fara á vøllin, so er ikki tað stóra at spæla um. Árstalsfeløgini í bestu deildini hava bæði ætlanir um at gera seg galdandi í oddinum, og tí hevur hvørgin parturin ráð at missa stig í Gundadali UPPTAKT Jákup Mørk Undan kappingini vóru boðini úr legunum hjá bæði B36 og B68 greið. Tey vildu vera við, har sum tað gongur fyri seg, og sum so hevur eingin parturin mist málið úr eygsjón enn, nú liðini eru nummar tvey og trý á talvuni. Felags fyri bæði er eisini, at skulu tey halda fast í oddafiskinum úr HB, so eru ikki serliga góð ráð at missa stig sunnudagin. Ringast stendur til hjá vert- unum úr Havn, sum longu eru fimm stig aftan fyri oddaliðið. B68 kann kan- ska betri liva við einum javnleiki, men yvirhøvur tykist talan vera um dyst, har báðir partar ætla sær trý stig. Fleiri skaðar Sum úrslitini hava verið higartil í ár, so er tað neyv- an nøkur løtt uppgáva hjá nøkrum liði at spæla ímóti B68, og hjá B36 gerst upp- gávan ikki lættari av, at teir framvegis hava fleiri skaðar at dragast við. Tað stendur í øllum før- um fast, at Klæmint Matras framvegis ikki er tøkur, og hartil er ivamál um fleiri av hinum leikarunum. Din Sandu er kanska ein upp- lagdur avloysari á miðvølli- num, men hann er nústaðni byrjaður at venja eftir vøddaskaða, og hóast hann helst verður við í hópinum, er ivasamt um hann verður við frá byrjan. Eisini Bárð- ur Mortansson og Kenneth Jacobsen hava smærri snuddir, men roknað verður við, at teir báðir vera tøkir. Í fjør hevði B36 ein breiðan hóp at taka av, tá skaðar raktu, men hesin er ikki heilt so breiður í ár, og tá leikarar sum Niels Joensen, Áki Mørk og Karl Leons- son framvegis eru skaddir, byrjar at síggja heldur tunt út á beinkinum. Strævin mánaður Hjá toftamonnum tykist dyggasti smeiturin vera, at Anders Nygaard neyvan verður førur fyri at spæla hetta vikuskifti. Kanska kundu teir á Toftum gjørt eina roynd at pjøssa hann saman, men við strævnu dystarskránni í juni, er neyvan ráðiligt at taka nak- rar kjansir við heilsuni hjá leikarunum. Umframt landskappingardystir skal B68 spæla hálvfinalu í steypakappingini og í øll- um førum tveir Intter-Toto dystir, so talan verður at kalla um enskar vikur hetta fram til summarsteðgin. B36-B68: Hvørgin kann missa GÍ-TB: So skal GÍ ígongd TB tapti dystin í Gøtu í steypakappingini, men nakran avsmurning var talan als ikki um, og ivaleyst kunnu leikararnir nýta tann dystin í fyrireikingunum til dystin sunnudagin Søguliga Talvan niðanfyri sýnir, hvussu tað hevur gingist, tá mótstøðuliðini um vikuskiftið hava hitst í tilsvarandi dystum seinastu 10 kappingarárini Hvørgin parturin hevur ráð at missa nakað sum helst, tá B36 og B68 hittast sunnudagin, og tí verður talan vónandi um ein dyst, har báðir partar fara eftir sigrinum 33 32 Nr. 102 - 1. juli 2002 Formaðurin í Róðrar- sambandinum og for- maðurin í Klaksvíkar Róðrarfelag eru samdir í, at ábending- ar eru um, at FM kappingin fer at verða meiri spennandi í ár, enn hon hevur verið undanfarnu árini KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Kappróðurin hevur stóran áhuga millum nógvar før- oyingar. Men tað er synd at siga, at kappingarnar um FM heitini hava verið ser- liga spennandi nógvu tey seinastu árini. Í fleiri av teimum seks kappingunum hevur tað aftur og aftur víst seg, at tað rættuliga tíðliga á róðrarárinum hevur verið ein greiður favorittur, og at tað síðani bara hevur verið spurningurin, um hesin favoritturin skuldi vinna allar róðrarnar ella um hann skuldi snáva eina ferð ella onga ferðina. Hannis Joensen, for- maður í Róðrarsambandi- num, hevur fylgt væl við kappróðrunum í meiri enn tredivu ár. Hann róði í nógv ár, og nú hevur hann verið nevndarlimur og formaður í Róðrarsambandinum í fleiri ár. Hannis plagar at vera maðurin hjá Róðrar- sambandinum á málinum í Klaksvík, og soleiðis verð- ur tað eisini seinnapartin í dag. Og RSF formaðurin heldur góðar vánir vera fyri fleiri spennandi kapping- um. – Eg var á Skála, og har var sera lítil munur í fleiri av kappingunum. Tað boðar frá, at tað er stórur spenn- ingur um FM stigini í dag. Í fleiri feløgum leggja teir alt meiri fyri, tá teir fyrireikað seg til róðrarárið. Fleiri feløg hava í ár róðrar- maskinur, enn tað hava havt undanfarnu árini, og tað vænti eg fer at síggjast aftur í kappingini. Kristian Eli Zachariasen, formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag, er samdur við formannin í RSF: – Tað var bara í tveimum róðrum á Skála, at tað var ein heilt greiður vinnari. Tað var í kappingini millum genturnar, har Fípan Fagra var klárt fremst, og í kapp- ingini millum dreingirnar, har Blikur var væl fremstur. Í hinum fýra róðrunum var tað tætt, og eg kundi hugs- að mær, at tað eisini gjørd- ist tættari ímillum 5–manna- førini, enn tað var á Skála. Sást tú nakað mynstur í róðrinum á Skála? – Í fýra av kappingunum vunnu bátarnir, sum lógu ytstir á fjørðinum. Tað kundi boða frá, at líkindini spældu eitt sindur inn. Á Norðoyastevnu kann pla- seringin í feltinum upp á ein máta hava størri týdn- ing, enn hon hevur aðra staðni, tí bátarnir eru lagdir eftir lutakast. Á hinum stevnunum er tað jú soleið- is, at bátarnir verða lagdir eftir, hvussu teir stóðu seg í undanfarna róðrinum, vísir Kristian Eli Zachariasen á. Hvussu nógvar róðrar roknar tú við, at bátarnir hjá tykkum í Klaksvíkar Róðrarfelag fara at vinna? – Tað er ilt at meta um. Tað kann fara so nógvar vegir, men vil tað heilt væl við, so haldi eg, at vit kunnu vinna heiðursmerkir í øllum kappingunum, sum vit luttaka í. Tað vil siga øllum uttan kappingini millum 8–mannafør. Hvus- su nógv verða av gulli, og hvussu nógv verða av silv- uri og bronsu, tað tori eg ikki at meta um, men vit vóna tað besta. Saknar summi øki Samlaða luttøkan í ár er umleið tann sama, sum hon plagar at vera á Norðoya- stevnu. Men formaðurin í RSF ásannar, at gongdin er tann, at tað eru færri feløg, sum taka lut, og at hesi feløgini luttaka við støðugt fleiri manningum: – Flestu bátarnir koma úr høvuðsstaðnum, av Skála- fjørðinum og úr Klaksvík. Í Vágum eru tey hampuliga væl við í kvinnukapping- unum, men so eru tað fleiri gomul róðrarpláss, sum ikki eru við. Her hugsi eg eitt nú um Oyndarfjørð, um fleiri av róðrarfeløgunum í Sundalagnum, og um feløgini í Suðuroy. Tað eru onkrir bátar úr Suðuroy við í kappingini, men vit sakna 10–mannaførini hjá teim- um. Teir plagdu rættuliga at seta dám á. Eg havi kortini meiri enn eina kenslu av, at áhugin millum suðuroying- ar at blanda seg upp í aftur er kveiktur av nýggjum. Tað tekur sína tíð at koma fyri seg, men eg rokni við og vóni, at teir fara skjótt at síggjast aftur, heldur Hann- is Joensen. FM vinnararnir í fjør vóru hesir: Genturnar á Fípuni Føgru, dreingirnir á Tjaldrinum, 6–mannafør menn Strálan, 6–mannafør kvinnur Páll Fangi, 8–mannafør Nevið Reyða og 10–mannafør Havnar- báturin. Fleiri feløg hava boðað frá lutttøku í nýggja ungdóms- róðrinum, og tað verður roknað við uppaftur størri lut- tøku í komandi kappingunum KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður seinnapartin í dag skipað fyri kappróðri millum tey, sum eru ov ung at taka lut í FM kappingini. Hetta hevur verið dreymurin hjá RSF í fleiri ár, og á aðalfundi- num fyrr í ár varð gjørt av, at nú skuldi kappingin gerast veruleiki. Fleiri feløg hava boðað frá luttøku, og í RSF eru teir fegnir um, at feløg, sum annars hava ilt við at manna bátarnar, eru við í hesi kappingini. Tað halda teir boðar frá, at hesi feløgini fara at koma afturíaftur. Millum feløgini, sum fara at taka lut í hesum róðrinum, eru Klaksvík, Hósvík, Sandavágur, Miðvágur og Sørvágur. Ætlanin er at hava ein start. Hann verður klokk- an 14.30. Tá verða allir bátarnir sendir avstað. Dreingjamanningarnar verða bólkaðar fyri seg, gentumanningarnar fyri seg og blandaðu mann- ingarnar fyri seg. Henda nýggja kapp- ingin er ikki FM kapp- ing. Talan er heldur um kappingar, sum standa fyri seg sjálvar. Hesar seinastu dagarnar hava fleiri fyrispurningar ver- ið um hesar kappingar- nar. Tí kann roknast við, at uppaftur fleiri fara at taka lut á komandi stevn- unum. Róðrarteinurin í hesi kappingini ætlast at vera fimm hundrað metrar. Søguligur róður í dag Bara í FM kapping- unum á Skálafjørði- num og í Hósvík verður kappast á øllum trimum tein- unum KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Norðoyastevnukappróð- urin víkir frá hinum fimm FM kappingunum á tann hátt, at hetta er einasta kappingin, har 10–mannaførini rógva fimtan hundrað metrar. Á hinum stevnunum kappast tey á tvey túsund ella túsund metrum. 10–mannaførini fara bara tvær ferðir at rógva tvey túsund metrar í summar. Tað fara tey á Skálafjarðarstevnu og á Sundalagsstevnuni. Hetta eru tær báðar stevnurnar, sum koma aftaná Norð- oyastevnu. Skálafjarðar- stevnuróðurin verður í Runavík 15. juni, og Sundalagsstevnuróðurin verður í Hósvík leygar- dagin 22. juni. Á hinum stevnunum verður bara kappast á eitt túsund metrum. Jóansøk- an verður í Vági 29. juni, Vestanstevnan verður í Miðvági 6. juli, og síðsti róðurin verður ólavsøku- aftan í høvuðsstaðnum. Tvær ferðir 2000 metrar Alt bendir á størri kapping enn undanfarnu árini Formaðurin í Róðrarsambandinum, Hannis Joensen, heldur góðar vánir vera fyri fleiri spennandi kappinróðrum á Norðoyastevnu Kristian Eli Zachariasen, formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag, er samdur við formannin í RSF. Hann metir eisini, at kappingin verður sera jøvn í flestu róðrunum C M Y K 32