leygardagur 1. juni 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 • leygardagur • 1. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Áhugin fyri kapp-
róðrinum hevur
ongantíð verið so
stórur, sum hann er
undan Norðoyar-
stevnuni hesa ferð
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Kappróðurin í Klaksvík
ríður á aldukambinum í
løtuni. Klaksvíkingar hava
fingið um endan aftur í
kappróðrinum, og tað sást
aftur á fleiri økjum. Fleiri
manningar enn nakrantíð
taka lut í fyrstu FM stevnu-
ni, sum er í heimasjógvi hjá
Klaksvíkar Róðrarfelag, og
teir, sum rógva, og tey í
nevndini hjá róðrarfelag-
num fáa so at siga ikki víst
seg í býnum, uttan at tað
verður spurt og tosað um
kappróður, og um hvussu
vánirnar nú eru fyri róðrar-
árinum og serliga Norðoy-
arstevnuni.
Kristian Eli Zachariasen
er formaður í róðrarfelag-
num í Klaksvík. Hann rør
ikki sjálvur, men hann er
nógv í neytsinum, og sam-
an við øðrum leggur hann
nógva tíð og orku í, at um-
støðurnar hjá teimum, sum
rógva, og hjá teimum, sum
fylgja við, skulu vera so
góðar, sum tað á nakran
hátt ber til. Sum tað var
frammi fyrr í vikuni, so
hava hann og onkrir aðrir
nevndarlimir smíðað ein
nýggjan drátt. Hesin er
ætlaður at draga bátarnar
eftir, tá teir koma at landi
aftur eftir loknan róður og
skulu reinsast orsaka av
ILA sjúkuni.
Keypt Norðlýsið
Kristian Eli Zachariasen
heldur tað vera sera huga-
ligt, at vanligi klaksvíking-
urin nú er so áhugaður í
róðrarfelagnum og kapp-
róðrinum:
– Norðlýsið plagar at
skriva nógv um fótbólt. Í
fjør skrivaðu teir nógv um
kappróður, og tað líkaði
okkum í felagnum væl. Nú
undan fyrstu kappingini
gjørdu teir aftur rættuliga
fitt burturúr. Tað hevur
fingið onkran at glósa okk-
um og spyrja, um vit hava
keypt
Norðlýsið,
men
sjálvandi er hetta bara
skemt, sum boðar frá, at
skrivingin um kappróður er
væl dámd her norðuri,
heldur formaðurin í Klaks-
víkar Róðrarfelag.
Sæst áhugin fyri róðri-
num aftur á øðrum økjum
eisini?
– So avgjørt. Vit hava
tveir nýggjar bátar í kapp-
ingini í ár. Umframt Klaks-
víkingin hava vit fingið eitt
nýtt 5–mannafar, sum eitur
Tekla. Tað var eingin
trupulleiki at fáa stuðlar at
rinda prísin fyri bátarnar.
Tað er ikki bara ein ábend-
ing um, men ein staðfesting
av, at fólkið og fyritøkurnar
her norðuri taka dyggiliga
undir við okkum.
Og Kristian Eli Zacharia-
sen sigur seg serliga fegn-
ast um, at tað nú vísir seg,
at heilt ung fólk so ast siga
bjóða seg til at rógva:
– Vit kundu havt hugsað
okkum, at tey vóru fleiri,
sum hildu seg til, men
undanfarnu árini hevur tað
gingið eitt sindur striltið.
Tað hava verið tey, sum
hava gingið upp í róðurin
og venjingina við lív og sál.
Hini hava verið áhugað,
men ikki so nógv, at tað
hevur sást aftur í áhuganum
fyri at manna bátarnar. Men
hetta er broytt nú. Hesar
seinastu dagarnar hava
fleiri verið og spurt, um tey
kunnu
luttaka.
Onkur
manning fer at taka lut í
ungdómsróðrinum, men tað
tykist vera áhugi millum
uppaftur fleiri. Skotbráðið
gjørdist nakað stutt, tí tað
var ikki fyrrenn í hesi viku-
ni, at onkur spurdu seg fyri.
Vit vóna, at tey fara at taka
lut í hinum stevnunum,
sigur formaðurin í Klaks-
víkar Róðrarfelag.
Klaksvíkin
stendur til at bresta
At Smyril ikki er
tøkur kemur sera
illa við hjá kapp-
róðrarfólkunum,
sum skulu á norð-
oyarstevnu í dag
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Fimm hundrað róðrar-
fólk skulu í dag taka lut í
kappróðrinum á norðoy-
arstevnu. At tað eru so
nógvir luttakarar setur
stór krøv til stevnuna og
stevnufyrireikararnar.
Klaksvíkar Róðrarfelag
borðreiðir fyri øllum í
kantinuni hjá North Fish
Cold Storie, har smyrji-
breyð verður at fáa frá á
middegi og inntil kapp-
róðurin byrjar. Tað rokna
teir ikki við verður nakar
trupulleiki.
Mest áhugaverdi spurn-
ingurin er, hvussu tað fer
at eydnast at koma til og
úr Klaksvík. Smyril er í
dokk. Tí skal Ternan flyta
kappróðrarbátar úr Havn-
ini og til Klaksvíkar. Bát-
arnir úr høvuðsstaðnum,
Nólsoy og Suðuroy fara
við Ternuni. Talan verður
um átjan bátar. Bátarnir
úr Vágum, Streymoy og
Eysturoy fara við bilum
til Leirvíkar og so við
Dúgvuni tvørturum.
Stóri
spurningurin
verður, hvussu tað fer at
spæla av, tá bátarnir
skulu avstað aftur. Talið
av ferðafólkum við Tern-
uni er avmarkað, tá sam-
mett verður við Smyril.
Tí fer ikki at bera til at
føra øll tey, sum so við
og við eru farin til Klaks-
víkar, suður aftur við
Ternuni tann túrin, tá
kappróðrarbátarnir
og
flestu av manningunum
fara suður.
Fleiri hundrað
ferðast
Dystir um vikuskiftið
1. deild menn
02.06
KÍ-EB/S
Suni Johansen
02.06
GÍ-TB
Eiler Rasmussen
02.06
B36-B68
Dagfinn Olsen
02.06
VB-HB
Niklas á Líðarenda
02.06
NSÍ-Skála
Lassin Isaksen
2. deild menn
01.06
ÍF-B71
Regin Egholm
01.06
VB-B36
Tummas Pauli Olsen
01.06
KÍ-Sumba
Dia Lamhauge
01.06
HB-LÍF
Hans F. Hansen
01.06
FSV-NSÍ
Rúni Gaardbo
3. deild menn
02.06
AB-FSV
Johann Krogh
02.06
YB-B36
Dia Lamhauge
02.06
B68-B71
Laurits í Króki
02.06
HB-GÍ
Jonhard Hansen
02.06
Royn-ÍF
Jónleif Gerðisá
1. deild kvinnur
02.05
GÍ-B36
Eyðbjørn Andreasen
02.05
KÍ-B68
Jan Eskild Glyvradal
HM í fótbólti
01.06
Írland-Cameroon
01.06
Uruguay-Danmark
01.06
Týskland-Saudi Arabia
02.06
Ongland-Svøríki
02.06
Paraguay-Suður Afrika
02.06
Argentina-Nigeria
02.06
Spania-Slovenia
03.06
Kroatia-Mexico
03.06
Brasilia-Turkaland
03.06
Italia-Ecuador
Fleiri manningar enn nakrantíð taka
lut í fyrstu FM stevnuni, sum verður
í Klaksvík um vikuskiftið
31
8
Sosialurin Nr. 102 - 1. juni 2002
VITJAN
Edvard Joensen
Solidaritetur er tað sama
sum kærleiki. Ikki kærleiki
millum tvey ávís menniskju,
men kærleiki manna millum
yvirhøvur, sigur gamli fak-
felagsmaðurin og fyrrver-
andi danski forsætisráðharr-
in, Anker Jørgensen.
Anker Jørgensen, sum
hevur verið á privatari vitj-
an í Føroyum fyri stuttum,
hevur ferðast kring oyggj-
arnar, har hann hevur hild-
ið fyrilestrar og hitt fólk.
Hann sigur, at tá vit í
dag koma inn á fakfelag-
stríð og orð sum solidaritet
og floksstríð - klassakamp
- eru nógv, sum beinanveg
halda seg undan og líka-
sum ikki vilja kennast við
hesi orðini.
–Tað er ikki uppi í tíð-
ini, sum sagt verður, og
verður roknað sum farið av
móta. Men tað fer ongantíð
av móta, sigur hann, og
vísir til, at í slíkum støðum
er tað, hann plagar at siga,
at solidaritetur er tað sama
sum kærleiki.
–Tí tað er ikki annað
enn vanligur næstrakær-
leiki at stríðast saman við
og fyri øðrum og rættind-
um teirra, sigur gamli,
danski fakfelagsleiðarin.
Anker Jørgensen sigur,
at tá hann so fer at tosa um
kærleika, fáa fólk beinan-
veg annan hugburð til tað,
tosað verður um, og hann
merkir, at áhugin fyri tí, ið
sagt verður, veksur.
–Men soleiðis broytist
alt. Tá eg var ungur og
virkin í fakfelagsrørsluni
tosaðu vit um solaridaritet
og floksstríð sum tað mest
natúrliga av verðini, Og vit
vóru erin av tí. Men í dag
venda fólk sær meira enn so
burtur, tá hetta verður borið
upp á mál, sigur hann.
Fylgir við
Hóast tað eru nógv ár, síð-
an Anker Jørgensen gavt í
politikki, fylgir hann kort-
ini við, sum vera man. Eis-
ini í føroyskum viðurskift-
um. Og hann er forvitin og
spyr og vil vita, hvat og
hvussu tað røringin er í
føroyskum politikki.
Men hann vil ikki gera
nakrar almennar viðmerk-
ingar til politisku støðuna
kortini. Hann vísir á, at tað
eru onnur, sum nú hava ta
uppgávuna, og hana fer hann
ikki at blanda seg uppí.
Tó dylur hann ikki fyri,
at tað, sum nú hendir víða
í Europa, har eitt víðgongt
høgrarák tykist fara um
londini, ikki hóvar honum.
Hann metir tað skaði-
ligt, men samstundis held-
ur og vónar hann, at tað er
eitt framviðfarandi fyri-
brigdi, sum ikki fer at
halda so leingi.
Tí væntandi er, at alt frá
vinstraveinginujm til út á
meira hóliga høgraveingin
fara fólk at seta seg upp í
móti hesum ráki, sum vit
sóu tað í Fraklandi, tá ann-
að umfar av forsetavalinum
varð hildið.
Mentamaður
Anker Jørgensen er mentan-
arhugaður maður, og bæði
bókmentir og myndlist
metir hann høgt. Eitt annað,
sum liggur frammalaga í
sinninum hjá tí skjótt 80 ára
gamla fyrrverandi politikar-
anum, er kirkjubygging.
Hann fer ikki fram við eini
kirkju, uttan at vilja vita
okkurt um hana, og helst,
um til ber, at sleppa inn at
hyggja at henni.
Soleiðis var eisini hendan
leygardagin, tá hann vitjaði
á Viðareiði og í Klaksvík.
Hóast ferðaætlanin var
heldur knøpp, varð vitjað í
Viðareiðis Kirkju, áðrenn
farið varð til Klaksvíkar,
har Anker Jørgensen helt
fyrilestur fyri pensionistum
og øðrum góðum fólki á
Tekniska Skúla.
Feðralagið, sum vitjaði í
Norðoyggjum kom við
Dúguni um middagleitið og
fór beinleiðis til Viðareiðis,
har nevndin í Norðoya
Javnaðarfelag tók í móti
gestunum og beyð døgurða
á Hotel Norð. Steiktan
lunda við og heimagjørdan
ís, sum avgjørt gagnaðist
gestunum væl.
Eftir døgurðan varð far-
ið oman í kirkjuna, har
Olevinus Sørensen,
deknur, greiddi frá kirkjuni
og søgu hennara.
Serliga áhugaður var
Anker Jørgensen í silvurin-
um sum latið varð kirkjuni
av bretsku ríkisstjórnini
sum tøkk fyri hjálpsemi og
gestablídni, tá viðingar
bjargaðu manningin á
Marwood, sum fór á land
eystantil á oynni í 1847.
Í kirkjuni er bóklingur,
sum sigur frá millum øðr-
um hesi søguni, sum dekn-
urin greiddi frá.
Um hesa hendingina
varð yrkt ein vísa, sum er
prentað í øðrum bindi av
»Havið og vit« hjá J. Sím-
un Hansen.
Hesi vísuni gjørdist
Anker Jørgensen so hug-
tikin av, at hann fegin vildi
fáa hana við sær, og tað
fekk hann.
Eftir vitjanina á Viðar-
eiði fór fylgið til Klasvík-
ar, har Anker Jørgensen
helt fyrilestur og prátaði
við fólk, sum komin vóru
á Tekniska skúla at lurta
eftir honum og fáa eitt prát
aftaná fyrilesturin.
kristna kirkjan sjálvsagt
kann síggjast og finnast,
hon hevur nevniliga nøkur
sjónlig eyðkenni, hinvegin
er hon tó ósjónlig, tí at sjálvt
um eyðkennini eru har, so er
tað í síðsta enda bara Guð,
ið veit, hvør ið hoyrir til
hesa kirkjuna. Í síðsta enda
er tað bara hann, sum kann
gjøgnumskoða allar falslótir
og alt hykl. Og hvar tað eru
menniskju, er tað eisini
kávalæti og hykl.
Kirkja Guðs er ein.
Soleiðis er tað. Íðan, finnast
tað ikki ymisk
kirkjusamfeløg? Jú, tað
gerast tað. Tað skyldast
bæði synd menniskjans og
einum neyðugum stríði,
sum ikki gevur upp, fyri at
halda seg til Hina heilagu
Skrift og harvið standa í
sannleikanum. Kristin skulu
vera eins, tá ið tað ræður um
læruna (dogmatikkina og
etikkina), tí at sum Guð er
ein, soleiðis er tað bara ein
røtt gudgivin kristin læra. Tí
er tað ein burturkáman av
sjálvari tí kristnu játtanini, tá
ið sagt verður, at vit skulu
vera eitt, men ikki eins í
læruni. Avbjóðingin til tey
kristnu samfeløgini er ikki
at góðtaka ta útbreiddu
sannleikarelativismuna, men
at gera sum brøðurnir í
Berøa, nevniliga at rannsaka
Skriftirnar fyri at síggja, um
tað er soleiðis, sum boðað
og lært verður (Áps. 17,10
ff). Hin kristna boðanin er
nevniliga ikki eitt boð um,
hvat ið kann vera sannleiki,
men ein boðan av
Sannleikanum (við stórum
S). Hvørki meira ella minni.
Framhald av síðu 2
Solidaritetur er kærleiki
Solidaritetur er eitt orð,sum fleiri ikki vilja brúka,tí tað
minnir ov nógv um gamalt floksstríð.Men solidaritetur
merkir kærleiki,sigur fyrrverandi danski forsætisráðharrin,
Anker Jørgensen,sum nýliga hevur vitjað í Føroyum.
Anker Jørgensen er sera
áhugaður í kirkjubygningum,
og fekk frágreiðing um Viðar-
eiðis Kirkju og hendingar, sum
knýttar eru at henni
Mynd: Edvard Joensen
Á Tekniska Skúla í Klaksvík var eisini høvi at práta við fólk, sum komin
vóru at lurta eftir fyrilestrinum hjá fyrrverandi forsætisráðharranum
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
30