leygardagur 1. juni 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 102 - 1. juni 2002
BÁTAFERÐ
Jákup Mørk
Fyri tveimum árum síðani fór eitt
føroyskt ferðalag í øvugtu slóð-
um víkinganna. 10 føroyskir
bátaeigarar við familju fóru til
Noregs, har tey í tvær vikur stim-
aðu runt í norska skergarðinum.
Miðjað varð ikki eftir nøkrum
serligum. Bara tað at lata tíðina
ganga sína egnu gongd, meðan
lívsnjótanin stóð ovast á skránni,
var sjálvt endamálið við ferðini.
Somikið væl eydnaðist, at
leiðin aftur í ár gongur til Nor-
egs. Hesa ferð við meira enn
tvífaldaðari manning.
Byrjaði sum tos
Alt byrjaði í hølunum hjá Báta-
felagnum í Vágsbotni, greiðir
Jákup Strøm, sum er ein av fyri-
reikarunum, frá.
- Summir av limunum høvdu
hvør í sínum lagi verið á slíkari
ferð, og spakuliga tók tosið seg
upp, um tað ikki kundi verið
stuttligt at skipað fyri eini felags
ferð yvir til Noregs.
- Tosið bara vant upp á seg, og
áðrenn vit vistu av, so vóru vit
eini tíggju, sum veruliga ætlaðu
at gera álvara av ferðini.
Tað er tó ikki bert løtuverk at
fara undir slíka ferð. Longu væl
undan fráferðini verður farið í
holt við at gera bátarnar klárar.
Teir skulu jú bæði vera snøggir á
at líta, eins og alt tað tekniska
skal vera 100% í lagi.
Umframt hetta við bátunum,
so er tað sjálvandi eisini sjálv
skipanin av ferðini. Heldur enn
sjálvir at sigla til Noregs, so varð
valt at lata Norrønu føra bátarnar
yvir, soleiðis at sum minst av tíð
varð nýtt til ferðing aftur og
fram, og hetta krevur eitt sindur
meira enn bert tað at bíleggja
atgongumerkini.
- Tað skal jú eitt sindur til, tá
tíggju bátar soleiðis skulu flytast
í einum, men tíbetur kann eg
siga, at vit møttu stórari vælvild
frá Smyril-Line í hesum. Bæði í
fíggjarligum og ikki minst í
praktiskum treytum.
- Teir fingu til vega nakrar av
hesum vognunum, sum bingjur
verða fluttar á, og tað einasta,
sum vit so skuldu gera, var at
syrgja fyri, at bátarnir stóðu væl
undir ferðini.
- Hartil, so komu sjálvsagt eis-
ini øll onnur praktisk viðurskifti,
sum gera seg galdandi á slíkari
ferð. Vit kunnaðu okkum um,
hvussu tryggingarviðurskiftini
vóru, tá farast skuldi avstað, um-
framt at vit eisini máttu kannað,
hvørjar treytir vóru galdandi í
Noreg.
- Tað er nevnliga so, at teir
hava nøkur heilt greið krøv um,
hvussu tú skalt vera útgjørdur, tá
tú siglir í norska skergarðinum.
Fyrst og fremst, so mást tú hava
eitt kort yvir økið, og tað er so
undir øllum umstøðum skilagott,
tí lætt er at villast í stórbæra um-
hvørvinum. Umframt hetta – og
umframt tey krøv um standin á
bátinum, sum eisini skulu lúkast
her heima – so hava tey eisini eitt
krav um nýtslu av bjargingar-
vestum. Har skulu øll vera í bjarg-
ingarvestum, tá siglt verður, og
fyri mítt viðkomandi kann eg bara
siga, at hetta eisini átti at verið
sjálvsagt í Føroyum, heldur hann.
Ymsar upplivingar
Um sjálva ferðina, sum tá varð
gjørd, heldur Jákup, at hetta var
ein uppliving av teimum heilt
stóru.
- Tað besta við sjálvari ferðini
var kanska tað, at vit sum so ikki
høvdu gjørt nakað av undan frá-
ferðini úr Føroyum. Einasta fasta
málið var ein bátaregatta á
Skudenæs Havn í Karmøy, har
ein báta-regatta skuldi verða.
Restina av ferðini løgdu vit til
rættis soleiðis dag um dag, og
tað gjørdi, at alt gjørdist so nógv
meira róligt.
- Summar dagar sigldu vit
heilt nógv, soleiðis at kanska
hálvi dagurin fór bara við sigl-
ing. Aðrar tóku vit okkum meira
av løttum, og uppaftur aðrir
vórðu nýttir at ganga í norsku
náttúruni, har vit millum annað
vóru uppi á kenda Prædikustólin-
um, sum er eitt 600 metra høgt
forberg.
Í alt vardi ferðin tvær vikur,
og tað merkti so sjálvsagt, at tíð
var at vitja nógva ymsa staðni,
soleiðis at øll fingu nakað í sín
lut, heldur enn at ferðin bert varð
gjørd til at nøkta tørvin hjá ein-
støkum pørtum av ferðalagnum.
Samveran
Tá tosið soleiðis gongur um
ferðina, sum tá varð gjørd, er
skjótt at staðfesta, at hetta var
meira enn ein vanlig ferð. Brenn-
andi áhugin hjá frásøgumannin-
um, meðan vit hyggja at upptøk-
um og myndum frá ferðini, sigur
alt um, at hetta var nakað heilt
serligt.
- Um tú biðjur meg siga frá,
hvat var tað besta við ferðini, so
er tað nærum ógjørligt at siga.
Tað er øll ferðin sum heild, og
ikki minst tann sosiali parturin
av hesum.
- Alt byrjar jú longu, meðan
vit rigga okkum til at fara. At
ganga niðri í Álakeri og gera
bátin til. Reypa eitt sindur um,
hvør hevur gjørt hvat og soleiðis.
- Og so ikki at gloyma, hvussu
samveran var á sjálvari ferðini.
Vit vóru akkurát sum ein stór
familja, sum endiliga var savnað.
Har vóru fólk í øllum aldurs-
bólkum og av øllum slag. Bátar-
nir vóru líka ymiskir sum fólk-
ini. Frá føroyskum átta-manna-
førum við pressending um dekk-
ið, til stásiligar glastrevjabátar
við øllum nýmótans hentleikum.
- Hetta, at vit vóru so ymiskt,
gjørdi kanska eisini, at eingin
dagur var tann sami. Fyri at siga
tað bart út, so nutu vit bara lívið,
og tóku dagarnar, sum teir komu.
Rætt og slætt hevði tú av og á
trupult at halda skil á døgunum,
tí eingin hugsaði um tíðina. Øðr-
vísi dugi eg ikki at siga tað.
Børnini vóru í Tivoli, vit vóru
gongutúrar í bæði fjøllum og
býum. Onkur kvøld høvdu vit
“dans på bryggan”, aðrar tíðir
grillaðu vit, og soleiðis kundi eg
hildið áfram. Tað var eingin ein-
støk hending, sum gjørdi ferðina
góða. Hon var bara góð, øll sum
hon var.
Og at hetta er galdandi fyri
ferðalagið sum heild, er heldur
einki at ivast í. Um jóltíðir sama
árið varð gjørt av at hava eitt fel-
ags hugnakvøld, og her møttust
heili 28 av teimum 33, sum vóru
við á ferðini, at skifta um mynd-
ir, tosa um ferðaminni og annars
bara hugna sær saman.
Sjónvarpið lokkaði
Hendan ferðin varð gjørd í 2000,
og alt í alt var hetta somikið væl
eydnað, at tað rættiliga skjótt stóð
greitt, at hetta so avgjørt ikki var
seinasta ferðin av hesum slag.
Ikki minst tað, at partur av
ferðalagnum hevði røtur sjón-
varpsumhvørvinum, var viðvirk-
andi til, at tosið í Bátafelagnum
aftur fór at snúgva seg um Nor-
eg. Bjarnheðin í Hoyvík, sum jú
hevur staðið fyri nógvum
Liva lívið í skergarðinum
Á bátaferð í Noregi verða allir gerandistrupulleikar lagdir aftur um bak.
Tíðin stendur at kalla í stað, meðan bátarnir stillisliga damla í skergarð-
inum. Og skal metast eftir teimum ferðandi, er hetta ein hin besta
upplivingin, sum hugsast kann
Eitt dømi um stórbæru nátturuna. Her er føroyska bátafylgið ávegis gjøgnum Royksund Kanalina.
Sosialurin Nr. 102 - 1. juni 2002
7
upptøkum í SvF, hevði sjálvsagt
myndatólið við á ferðini, og á
várið 2001 kundu hyggjarar
kring landið við egnum eygum
staðfesta, hvussu væleydnað
ferðin hjá hesum nýggju víking-
um hevði verið.
- Niðri í bátafelagnum tosaðu
vit sjálvandi óført um ferðina.
Reypaðu kanska eisini eitt
sindur, soleiðis at øll skuldu
skilja, hvussu góð ferðin hevði
verið, og eftir at sjónvarpssend-
ingin eisini hevði verið, gjørdist
áhugin fyri eini endurtøku heilt
stórur, greiðir Jákup frá.
- Tað sigur kanska eitt sindur
um tað heila, at av teimum tíggju
bátunum, sum vóru við fyrru
ferðina, søgdu níggju alt fyri eitt,
at tey vildu við aftur, og har-
afturat komu fleiri onnur,
soleiðis at vit hesa ferðina verða
23 bátar, sum fara avstað.
- At ferðalagið er somikið
stórt, hevur tó ikki bara verið til
tað betra. Eitt nú fingu vit nakað
av trupulleikum, tá vit hesa ferð
tosaðu við Smyril-Line. Snøgt
sagt, so sóu teir seg ikki førar
fyri at sigla so nógvar bátar yvir,
men við vælvild frá teimum og
við nakað av hjálp aðra staðni
frá, er hetta so kortini komið í
rættlag
- Afturat hesum er so komið
arbeiðið við at kunna luttakarar-
nar um, hvussu alt fyriferst á
ferðini. Krøvini, sum verða sett
o.s.fr. Í stuttum alt tað, sum skal
til, tá tú fyrireikar eina bólka-
ferð.
Nú er alt hetta tó fingið frá
hondini. Bátarnir eru riggaðir til,
og fyrst í juli mánaði verður aft-
ur lagt til brots. Tá skal norski
skergarðurin enn einaferð hertak-
ast av føroyskum bátum, og hesa
ferð er liðið enn betri mannað,
enn tað var seinast.
Norrøna hevur ført bátarnar til Noregs, og nú er bert eftir at lora teir í Havnina í Bergen. So
kann veruliga ferðin byrja
Í norska góðveðrinum og vakra umhvørvinum í skergarðinum er tíðin ikki annað enn ein hypo-
tesa. Alt gongur bara sína egnu gongd, og enn er eingin farin at hugsa um dagin í morgin
Myndir læntar frá Jákupi Strøm og Kristiani Glerfoss
“Dans på Bryggan” hoyrir sjálvsagt til á slíkari ferð. Her hava kendir føroyskir tónleikarar
fingið stuðul frá einum lokalum harmonikuleikara, og so er bara at syngja við
Føroyska fylgið rúgvaði væl
upp, har tað kom, men í
summar verða tey enn betur
mannað
At ferðalagið hevði tað hugnaligt hesar dagarnar, tey vóru í Noreg, er einki at ivast í. Her eru
grillirnar tendraðar, soleiðis at ein biti kann fáast niðurum, áðrenn kósin til næsta ferðamálið
verður stungin út í kortið
C
M
Y
K
29
28