leygardagur 1. juni 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 102 - 1. juni 2002
PORTRETT
Eyðun Klakstein
Hann er høvdið hægri enn und-
anmaðurin.
Men tað er ikki bara tað.
Henrik Larsen er eisini kendur
fyri at vera meira uppfarandi enn
Allan Simonsen.
Felags fyri báðar er, at teir hava
roynt tað mesta sum fótbóltsspæl-
arar, og teir taka venjarauppgáv-
una í sera stórum álvara.
Føroyingar hava fingið ein
nýggjan landsliðsvenjara í fót-
bólti, og tað verður ein øðrvísi
venjari enn hann, sum føroyingar
hava havt seinastu átta árini.
— Føroyingar skulu ikki
rokna við at fáa ein nýggjan All-
an Simonsen, tí Henrik er øðr-
vísi, og soleiðis skal tað eisini
vera. Henrik skal hava sín egna
stíl, og hann skal geva føroying-
um blóð á tonna til at koma eitt
fet longur í menningini av lands-
liðsfótbóltinum, sigur vinmaður-
in og fyrrverandi liðfelagin á
danska landsliðnum, John Faxe
Jensen.
Ein annar fótbóltspælari, sum
bæði hevur spælt saman við
Henrik Larsen og vant undir
honum, heldur, at Henrik Larsen
hevur viljan og ambitiónirnar,
sum skulu til fyri at vera lands-
liðsvenjari.
— Hann er ein positivur per-
sónur, og hann er sera íðin í sín-
um arbeiði, sigur Michael Mio
Nielsen, fyrrverandi liðskipari í
FC Keypmannahavn.
Henrik Larsen skal næstu tvey
árini stýra føroyska fótbólts-
landsliðnum, og málið hevur
hann gjørt púra greitt frá byrjan.
Føroyingar skulu vinna onkrar
dystir, og tað skulu stig í posan.
Vit hava hugt nærri at før-
oyska landsliðsvenjaranum, tosa
við nakrar av teimum, sum
kenna hann, og vit hava eisini
spurt hann, um hann kann seta
navn á tríggjar føroyskar lands-
liðsspælarar. Tað venda vit aftur
til seinni.
EM er tað størsta
36 ára gamli Henrik Larsen hev-
ur verið víða um í fótbóltsørind-
um. Á heimliga pallinum hevur
hann spælt fyri feløgini HIK,
Lyngby og FC Keypmannahavn.
Bæði í Lyngby og í FC Keyp-
mannahavn var hann liðskipari.
Fyrsta smakkin av gulli fekk
hann longu sum 18 ára gamal, tá
hann í fyrsta kappingarári sínum
í Lyngby var við til at vinna
donsku steypakappingina í 1985.
Í 1990 endurtóku spælararnir í
Lyngby bragdið, og tvey ár
seinni gjørdust teir danskir
meistarar.
Tað gjørdist eisini til gull í FC
Keypmannahavn, har Henrik
Larsen fór at spæla í 1996. Har
fekk Henrik Larsen álitsuppgávu
sum liðskipari og seinni sum
hjálparvenjari. Í 1997 vann FCK
steypakappingina.
Henrik Larsen hevur eisini
spælt í útlondum. Hann royndi
seg í italska felagnum Pisa, í
enska felagnum Aston Villa og í
týska felagnum Waldhof
Mannheim.
Men tá nýggi føroyski lands-
liðsvenjarin skal líta aftur á yrk-
isleiðina, er hann ikki í iva um,
hvør størsta fótbóltshendingin
hevur verið.
— Tað var EM í 1992, svarar
Henrik Larsen avgjørdur.
Og tað var eisini vorðið sum
hending. Danska landsliðið slapp
við til EM í seinastu løtu, eftir at
Jugoslavia varð tveitt úr tí góða
selskapinum orsakað av lemjandi
borgarakríggi.
Donsku spælararnir vóru farnir
í feriu, og tað sást millum annað á
Henrik Larsen, sum ikki var í
somu venjing, sum flestu av mót-
støðumonnunum hjá honum vóru.
Men tað forðaði honum ikki í at
gerast toppskjútti í kappingini við
trimum málum, og Danmark vann
púra óvæntað EM.
— Tað hevur havt nógv at siga
fyri meg, at eg havi vunnið bæði
donsku steypakappingina og
landskappingina, men einki kann
samanberast við gullmerkini í
EM í 1992, sigur Henrik Larsen.
Hann spældi 39 A-landsdystir
og skoraði seks mál í hesum
dystum.
FSF ringdi
Fyri trimum árum síðani setti
Henrik Larsen hol á yrkisleið
sína sum venjari. Hann byrjaði
sum hjálparvenjari í FC Keyp-
mannahavn, men tá hann helt, at
hann ikki var rætt viðfarin av
leiðsluni í danska stórfelagnum,
valdi hann at gevast.
Í skjótt tvey ár hevur Henrik
Larsen verið venjari í 2. deildar-
felagnum Ølstykke. Í ár hava teir
staðið seg væl, og teir liggja til
at flyta upp í næstbestu donsku
deildina, har teir áður hava spælt.
Fótbóltssamband Føroya leit-
aði leingi eftir avloysara fyri All-
an Simonsen. Nógv nøvn vóru
havd á lofti, og tað var nær við,
at royndi danski venjarin Benny
Tann glaði lívsnjótarin
Nýggi føroyski landsliðsvenjarin í fótbólti er ein lívsglaður persónur, sum
dugir at skilja ímillum hugna og álvara. Hann hevur roynt tað mesta sum
spælari, men nú hann skal í holt við sína størstu uppgávu sum venjari.Vit
hava hitt Henrik Larsen og teir, sum kenna hann best sum spælara og venjara
— Vit fara at arbeiða hart fyri at menna landsliðsfótbóltin, og mín fatan av føroyskum spælarum er, at teir hava
veruligan vinnaravilja. Teir eru ikki uppgevandi sum danskir spælarar ofta kunnu vera. Føroyingar stríðast 100
prosent hvørja ferð, og tað er eitt gott grundarlag at byggja á, sigur Henrik Larsen, nýggjur føroyskur landsliðsvenj-
ari í fótbólti.
Mynd: Álvur Haraldsen
Sosialurin Nr. 102 - 1. juni 2002
5
Johansen varð kosin sum nýggjur
venjari. Hetta endaði tó við, at
FSF ikki helt seg hava ráð til
fulltíðarsáttmála við hendan
venjaran.
FSF vendi sær seinni til Hen-
rik Larsen fyri at frætta, um hann
var áhugaður at taka við starvin-
um undir teimum treytum, sum
FSF kundi bjóða einum lands-
liðsvenjara.
— Tá FSF ringdi til mín,
hugsaði eg alt fyri eitt, at hetta
ljóðaði sum ein spennandi av-
bjóðing. Hetta var nakað heilt
annað enn tað, sum eg hevði
roynt frammanundan. Eg havi
verið hjálparvenjari, høvuðsvenj-
ari, men ongantíð landsliðsvenj-
ari, og tú veist ikki, hvussu ofta
tú fært eitt slíkt tilboð, greiðir
Henrik Larsen frá.
— Eg tosaði við Allan Simon-
sen, eftir at FSF hevði vent sær
til mín, og hann hevði bara gott
at bera føroyskum fótbólti. Hann
segði, at føroyskur fótbóltur var
væl skipaður, og at tað eru
dugnalig fólk uttan um lands-
liðið. Hann ráddi mær til at taka
við starvinum, og tað gjørdi eg.
Faxe stjól tey kendu orðini
Teir, sum kenna nýggja føroyska
landsliðsvenjaran, halda, at hann
passar væl til uppgávuna í Før-
oyum.
Venjarin hjá danska felagnum
Herfølge, John Faxe Jensen, er
ein av vinmonnunum hjá Henrik
Larsen. Teir høvdu hvør í sínum
lagi stóran týdning fyri danska
landsliðið, sum í 1992 vann
europameistaraskapin í fótbólti.
Henrik Larsen var topskjútti við
trimum málum, meðan Faxe
gjørdi annað av donsku málunum
í minniligu finaluni.
Tað var eisini eftir hetta málið,
at Faxe segði tey tiltiknu orðini
um, at hann rakti bóltin beint í
reyvina. Hetta segðist vera orð,
sum komandi føroyski landslið-
venjarin hevði brúkt framman-
undan, men sum Faxe tók frá
honum og gjørdi kend.
— Sum spælari var hann ofta
lagdur undir at vera ein trumla,
men hann kundi bæði spæla og
kempa. Hann smæddist ongantíð
fyri at taka eitt tak, men hann
kundi sannliga eisini gera mál og
spæla góðan fótbólt.
John Faxe Jensen heldur, at
uppgávan sum føroyskur lands-
liðvenjarin er júst tann rætta til
stóra danan.
— Eg veit, at Henrik hevur
bíðað eftir júst einum slíkum
møguleika. Hetta er ein nógv
størri avbjóðing enn at verða
hjálparvenjari í FCK ella at
venja eitt danskt 2. deildarlið.
Hetta er júst nakað, sum hann
hevur brúk fyri.
Faxe heldur, at føroyingar fáa
ein lívsglaðan venjara.
— Hann er ein lívsnjótari og er
sera hugnaligur at vera saman
við, sigur Herfølge-venjarin.
Hesum er Henrik Larsen ikki
ósamdur í.
— Tað er nakað um tað. Mær
dámar væl at vera saman við
fólki og hava tað stuttligt, men
eg dugi at skilja ímillum, nær
talan er um hugna, og nær talan
er um álvara. Føroyingar koma
eisini at ásanna, at tá tað veruliga
ræður um, so gangi eg á odda,
sigur Henrik Larsen.
Sinnalagið
Ein av monnunum, sum bæði
hevur spælt saman við Henrik
Larsen og hevur vant undir hon-
um, er fyrrverandi liðskiparin hjá
FC Keypmannahavn, Michael
Mio Nielsen.
— Í FCK var Henrik hjálpar-
venjari, og tað er ein annar leik-
lutur enn at verða høvuðsvenjari.
Hann dugdi í øllum førum væl at
røkja leiklutin sum hjálparvenj-
ari, sigur hann.
Michael Mio Nielsen heldur,
at ein av sterku síðunum hjá
Henrik Larsen er, at hann hevur
roynt alt sjálvur.
— Hann hevur verið yrkisspæl-
ari bæði í Danmark og í útlond-
um, hann hevur vunnið danska
meistaraheitið, hann hevur vunnið
europameistaraskapin í fótbólti,
og seinastu árini hevur hann eisini
verið venjari. Tað er ein stór
styrki fyri ein venjara, at hann
hevur verið ígjøgnum alt hetta.
— Henrik er ikki so illsintur
nú, sum tá hann var spælari. Eg
havi sæð onkrar dystir hjá Øl-
stykke í hesum kappingarárinum,
og tá hevur Henrik verið rímiliga
róligur og konstruktivur. Hann er
ein glaður persónur, og hann vil
hava síni lið at spæla positivan
fótbólt, sigur Michael Mio Niel-
sen, sum heldur, at persónligu eg-
inleikarnir hjá Henrik Larsen
passa væl til nýggju uppgávuna í
Føroyum.
— Sum persónur er hann posit-
ivur og fittligur. Hann dugir væl
at skapa eitt hugnaligt umhvørvi
uttan um seg, og tann eginleikin
er góður at hava, tá tú ert lands-
liðsvenjari. Tá sært tú ikki spæl-
ararnar so ofta, sum tá tú venur
eitt felag, og tí er umráðandi, at
tú brúkar ta tíðina, tú hevur sam-
an við spælarunum, á rættan hátt,
sigur fyrrverandi FCK-liðskip-
arin.
Henrik Larsen ivast eitt sindur
í pástandinum um, at tað gongur
betur at stýra sinnalagnum, síð-
ani hann er vorðin venjari.
— Við hvørt haldi eg ikki, at tað
gongur so væl við tí, men tað
passar, at eg royni at halda høvd-
ið kalt, tí ein venjari má allatíð-
ina hava yvirblikk yvir støðuna á
vøllinum, sigur føroyski lands-
liðsvenjarin.
Væl dámdur í Ølstykke
Síðani 2000 hevur Henrik Larsen
verið høvuðsvenjari í Ølstykke,
og har hevur tað gingið væl hjá
honum.
— Henrik er væl dámdur í fel-
agnum, og eg hevði ynskt, at
hann helt fram her í minst eitt ár
afturat. Men eg skilji sjálvandi,
at hann tekur av starvinum í Før-
oyum, tí tað verður ein nýggj og
stór avbjóðing hjá honum, sigur
Michael Madsen, sum er liðskip-
ari hjá Ølstykke.
— Vit hava fingið ein góðan
stemning í felagnum, síðani
Henrik gjørdist venjari. Hann er
ein dámligur persónur, sum ikki
heldur tann avstand til spælarar-
nar, sum nógvir aðrir venjarar
gera. Hann skiftir saman við
okkum, og honum dámar væl at
tosa um fótbólt. Men tað er held-
ur ongantíð ivi um, hvør tað er,
sum er venjari.
Áðrenn Henrik Larsen sleppur
leysur úr Ølstykke, er tað sann-
líkt, at hann hevur fingið felagið
upp aftur í næstbestu deildina, og
tað er úrslit av miðvísum arbeiði
í næstan tvey ár.
— Henrik hevur ikki nógvar
royndir sum venjari, men av tí at
hann næstan kemur beinleiðis av
fótbóltsvøllinum sjálvur, so veit
hann, hvat spælararar helst vilja,
og tað er at spæla fótbólt. Tí
brúka vit nógv bóltspæl undir
venjingini, sigur Michael
Madsen.
— Undir dystum livir hann
nógv við, og hann krevur nógv
av sínum spælarum. Hann er ró-
ligur undir venjing, men tá tað so
kemur til dyst, so hendir nakað.
Michael Madsen heldur, at
føroyingar hava fingið ein góðan
venjara.
— Allan Simonsen gjørdi eitt
gott arbeiði í Føroyum, og tí hev-
ur Henrik nakað at liva upp til,
men eg eri sannførdur um, at tit
verða glað fyri nýggja venjaran,
heldur liðskiparin í Ølstykke.
Ov langt burturi
Henrik Larsen hevur ikki havt
nógv samband við Føroyar áður.
Hann var í Føroyum fyrstu ferð
fyri 20 árum síðani. Næstu ferð
var, tá hann varð vístur fram sum
nýggjur landsliðsvenjari herfyri.
Hann hevur tó spælt bæði við
og ímóti føroyingum. Í Lyngby
og í FCK spældi hann saman við
Toda Jónsson, og fyrst í nítiárun-
um var hann í Landskrona og
spældi ímóti føroyska landsliðn-
um.
— Hetta verður nakað heilt
nýtt fyri meg, og eg eri fegin um
uppgávuna sum landsliðsvenjari í
Føroyum. Vit fara at arbeiða hart
fyri at menna landsliðsfótbóltin,
og mín fatan av føroyskum spæl-
arum er, at teir hava veruligan
vinnaravilja. Teir eru ikki uppgev-
andi sum danskir spælarar ofta
kunnu vera. Føroyingar stríðast
100 prosent hvørja ferð, og tað er
eitt gott grundarlag at byggja á,
sigur Henrik Larsen.
Tá danskir fjølmiðlar fyri
trimum árum síðani bóru eina
søgu um, at Henrik Larsen
møguliga skuldi verða hjálpar-
venjari í Herfølge, var føroyski
landsliðsvenjarin, sum býr í Ved-
bæk, endurgivin fyri at siga, at
Herfølge var ov langt burturi frá
bústaðnum hjá honum, og tí kom
tað ikki upp á tal.
Nú skal hann vera venjari í
Føroyum.
— Tað er slíkt, sum verður
sagt í einari ávísari støðu. Tað
hevur ikki so nógv at siga. Øl-
stykke er eisini rímiliga langt
burtur frá mínum heimi, og eg
havi heldur ikki dult fyri, at eg
eri opin fyri møguleikanum at
vera venjari í útlandinum, sigur
Henrik Larsen.
Venja seg við nýtt samstarv
Allan Simonsen var væl dámdur
sum landsliðsvenjari í Føroyum,
men hann varð ofta lagdur undir
at sýna føroyskum fótbólti ov
lítlan áhuga, tí hann var ov sjáld-
an í Føroyum.
Hvat heldur nýggi landsliðs-
venjarin um hetta.
— Tað kann væl vera, at eg
komi at uppliva somu atfinning-
arnar, men eg fari at gera tað, eg
kann, fyri at fylgja við í føroysk-
um fótbólti.
Er tað nakað, sum tú stúrir fyri
í nýggja arbeiðnum?
— Nei, tað er tað ikki í løtuni.
Eg skal tó venja meg við, at eg
komi ikki at arbeiða so tætt sam-
an við spælarunum, sum eg havi
gjørt í Ølstykke, har vit eru sam-
an hvønn dag. Í Føroyum verða
tað ávís tíðarskeið, har vit fara at
venja og spæla, og tá ræður um
at fáa sum mest burturúr, sigur
Henrik Larsen.
Og so er tað stóri spurning-
urin.
Kanst tú nevna nøvnini á
trimum føroyskum landsliðs-
spælarum?
— Ja, tað haldi eg, at eg kann.
Jákup Mikkelsen, Óli Johanne-
sen, Todi Jónsson, hann mugu vit
fáa at spæla aftur, og Johan Byr-
ial Hansen. Og so minnist eg eis-
ini Jens Martin Knudsen, men
annars kenni eg ikki so nógvar
av spælarunum.
Hetta ætlar Henrik Larsen at
broyta komandi tíðina. Hann skal
seta seg inn í føroyskan fótbólt,
hyggja eftir spælarum í Føroyum
og í útlandinum, og hann roknar
við at fáa góða hjálp frá hjálpar-
venjara sínum.
Kósin skal setast, og málið er
at fáa seks stig í EM-undankapp-
ingini.
Hesaferð verður tað tó ikki
Henrik Larsen, sum fer at gera
málini fyri liðið hjá sær.
Ísak Mikladal, Jens Erik Magnussen, Henrik Larsen og Dánjal Andreasen. Mynd: Álvur Haraldsen
Henrik Larsen »In Action«.
C
M
Y
K
27
26