leygardagur 1. juni 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 102 - 1. juni 2002
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Er hin kristna játtanin altíð
røtt? Er hin evangelisk-
lutherska játtanin altíð røtt?
Neyvan, um ein skal trúgva
einari samrøðu í Sosialin-
um 18/5-2002. Ein prædika
yvir høvuðsprestabøn Jesu
elvdi nevniliga til tær stóru
yvirskiftirnar, og fingu vit
at vita, at ”tað er skeivt al-
tíð at halda seg hava rætt”.
Men um vit sum kristin og
sum evangelisk-luthersk
ikki halda, at vit hava rætt
— og harvið tala satt —, tá
ið vit koma við játtan okk-
ara, so mugu vit annað-
hvørt broyta støðu ella tví-
halda um, at spurningurin
um sannleika og lygn ikki
longur hevur hin stóra týdn-
ingin. Tað er kanska júst
henda relativisma, sum er
sjúkdómur fólkakirkjunnar.
Tað er ein sjúkdómur til
deyðan. Ikki neyðturviliga
fyri fólkakirkjuna sum
stovn, men sum kristin
kirkja. Hin kristna játtanin
doyr nevniliga av hesum
sjúkdómi. Tað er munur á
at vera sannførdur um, at
tað, ein lærir, er rætt, og so
tann sanna, rætta og neyð-
uga ásannanin av, at vit
menniskju kunnu fara skeiv.
Um kirkjusamfeløg ikki
longur mugu halda, at alt,
hvat ið tey læra, er rætt, so
kann eisini hin evangelisk-
lutherska kirkjan (og harvið
prestar fólkakirkjunnar)
bara boða ein relativan t.e.
lutfalsligan sannleika. Men
ein lutfalsligur sannleiki er
ein lívslygn. Ein lutfalsligur
sannleiki er ein avnoktan av
tí gudgivnu opinberingini í
Hini heilagu Skriftini og
harvið av absoluttunum t.e.
teimum treytaleysu sann-
leikunum. Men tað er
kanska tí, at teir treytaleysu
sannleikarnir eru við at
hvørva út úr fólkakirkjuni.
Tað ræður ikki longur um
eitt stríð fyri sannleikan
ímóti lygnini, men um ym-
iskar lutfalsligar hugsanir.
Valdstríð, hugnaður og
tekkingarhugur koma í
staðin fyri stríðið um at
standa í sannleikanum og
tala satt.(Men vei tó honum
ella henni, sum loyvir sær
at finnast at tí ráðandi lut-
falsligu hugsanini. Tá
gongst tað sum á døgum
Luthers, tá ið Luther skriv-
aði ímóti Erasmusi: ”Ta
einu løtuna vilt tú ikki hava,
at tað skal vera nakað, sum
við fastleika sannføringar-
innar verður boðað at vera
sannleiki, og ta næstu løt-
una vilt tú tó taka teg út
sum tann, ið við myndug-
leika sigur, hvat ið sann-
leikin er.”)
Tað ljóðar frómt, men er
tað aloftast ikki, tá ið sagt
verður, at kristin skulu vera
eitt, men ikki eins.
Var tað um eygna- ella
hárlit, hædd ella vekt, so
sigur tað seg sjálvt, at held-
ur ikki kristin hvørki kunnu
ella skulu vera eins. Men
tað er vanliga ikki tílíkar
náttúrugivnar munir, ið
talað verður um.
Var tað um, at nøkur
kristin betur kunnu dáma
Kingo-sang og onnur rytm-
iskan tónleik, nøkur vilja
fegin lova Guði við hevjað-
um hondum, meðan ið onn-
ur dáma betur ikki at hevja
tær, nøkur vilja fegin
klappa til ein sang upp-
ímillum, onnur helst ikki,
nøkur taka eina urgu fram-
um, onnur ein gittara, íðan,
so loysti og loysir tað tá at
fáa sagt, at heldur ikki her
skulu kristin vera eins. Vit
hava ongan myndugleika til
at krevja tað at vera eins-
háttað í kristinheiminum, tá
ið talan er um ”smag og be-
hag”. Her er tað rúm fyri
mongum, mongum ymisk-
leikum. Kærleikin gevur
frælsi og hevur fyrilit (1.
Kor. 8-10). Men tað er van-
liga heldur ikki henda mun,
ið talað verður um.
Tað er um tað, at tað
verður lært ymiskt, og so
verður sagt, at vit skulu
vera eitt, men ikki eins.
Hvar stendur tó tað í Hini
heilagu Skrift? Tað stendur
sjálvandi ongar staðir. Tann
einleiki, sum talað verður
um í høvuðsprestabøn Jesu,
hevur fyrimynd sína í ein-
leikanum millum Faðirin og
Sonin, og er tað ein einleiki
í sannleika og ikki í lygn.
Faðirin og Sonurin læra í
roynd og veru tað sama.
Lat okkum bara avdúka
tað: Tað finst í veruleikan-
um bara ein kristin kirkja.
Øll kristin hoyra til Jesu
Kristi kirkju. Eitt er, at hin
Tá ið sannleikin
verður lutfalsligur
Peter O. K. Olofson skrivar
framhald á síðu 8
KONSERT
Tekst og myndir:
Fríi Eidesgaard Mikkelsen
Sjúrður Rein
Eirikur Jákupsson
Aqua. »I am a Barbie Girl
in a Barbie world, its
fantastic, its fantastic«......
Snjøllu tónarnir frá
undantónleikinum, áðrenn
Brandur Enni kemur á
pallin hoyrast langt út í
regnið. Øll eru líka spent
og tað eru eisini tríggir
dreingir Innan av Gøtu í
Havn, sum eru á veg til
konsert við Branduri Enni
í Badmintonhøllini
fríggjakvøldið í seinastu
viku. Teir ganga í sjeynda
flokki. Og teir skriva
soleiðis til Sosialin um
konsertina:
Beint áðrenn man slapp
inn í høllina har í Brandur
Enni skuldi synga, stóðu
tveir menn inni í eitt lítlum
rúmi og tóku ímóti
billettum. Tá ið man kom
inn í ta stóra høllina hoyrdi
man tónleik hjá Aqua úr
stórum hátalarum og
einum stórum sterioanleggi
sum var í mittuni. Har
vóru eisini proppetandi
fult av fólki, sum vóru
pent ílatin. Fleiri dreingir
vóru í víðum buksum og
flottum T-shirtum og
almindiligum jakka og
onkrar gentur í trompet-
buksum, niðurdeili um
miðjuna og eisini í T-shirt.
Inni í høllini var eisini eitt
ógvuliga stórt ljos-show
við øllunum møguligun
litum og har var eisini eitt
lit roykshow. Har var eisini
ein lítil handil í hjørninum
sum seldi forskellig klæðir
við navninum hjá Brandi
Enni á, har vóru húgvur, t-
shirt, keppar og fløgur og
mangt annað. Man kundi
koma klokkan kvart yvir
átta og Brandur skuldu
byrja klokkan níggju. Fyrst
komu nakrir dansarar á
pallin og dansaðu fyri
publegum, og so kom
massar av royki, og so
kom Brandur inn á pallin
og byrjaði at syngja "I will
be waiting in the
moonlight." Og tá hoyrdi
man væl, at tað vóru uml.
600 fólk í høllini. Tá ið
konsertin var liðug, fór
Brandur Enni niður av
senuni, og hann fekk
næstan ikki gingið, tí har
vóru so nógv fólk, og allar
genturnar søgdu: »Tú ert
ordiliga fittur og lekkur.«
Hann fór síðan til eitt
borð og fór at skriva
avtugraffar og har stóð
hann leingi, meðan øll
vildu hava hann at skriva
navnið. Onkur á armin,
onkur á pappír. Í meðan
dansaðu dansararnir og
kórið sang. Og so fóru tey
at rudda og øll fóru eisini
heim tá.
"I will be waiting
in the moonlight"
Sosialurin Nr. 102 - 1. juni 2002
3
VÁRIÐ
Stefan í Skorini
Áhugin fyri urtagarðinum og
plantum økist nógv júst hesa
tíðina á árinum, tá fólk aftur fáa
hug at fara út í urtagarðin at
dálka fingrarnar.
– Eg haldi, at tað er sera um-
ráðandi, at fólk leggja eina ætlan
frammanundan, hvussu tey ætla
sær, at urtagarðurin skal síggja
út, sigur royndi urtagarðsmað-
urin Michael Jacobæus. Hann er
útlærdur landslagsarkitektur ella
urtagarðsfrøðingur.
Michael Kjøller Jacobæus
hevur urtagarðarnar hjá komm-
ununi í Havn um hendi. Nógvar
vakrar blettir í Havn hevur hann
saman við arbeiðsmonnum hjá
kommununi gjørt, og tað er
mangan ein frægd fyri eygað hjá
okkum, ið ganga framvið ella
njóta góðveðrið í einum urta-
garði. Hansara uppgáva er at
skipa fyri røktini av urtagørðum
í býnum, og hann stendur eisini
fyri nýggjari planting.
Í hesum døgum fáa fólk størri
áhuga fyri urtagarðinum og fyri
at plantum sum heild, nú land-
slagið grønkast og blómur
spretta. Í hesum sambandi hava
vit fingið Michael at geva okk-
um nøkur góð ráð.
Trøini skulu plantast tætt
At planta trø hevur fleiri góð
endamál. Eitt er, at trøini hjálpa
móti vakstrarhúsárininum, sum
hitar jarðarklótuna upp. Annað
er, at trø eru vøkur at síggja í
landslagnum. Tað triðja er, at tey
geva góða lívd fyri tí nógva
vindinum, sum vit hava í
Føroyum.
— Trøini taka broddin av tí
ringasta, tá nógvur vindur er, og
tað kann hava stóran týdning fyri
restina av urtagarðinum, sigur
Michael, sum vísir á, at tá farið
verður undir at planta urtagarð,
so skal fyrst hugsast um at geva
garðinum lívd fyri vindi.
Hetta gerst best við at planta
nógv trø tætt saman. Hetta hevur
við sær, at restin av urtagarðin-
um fær frið, og umstøður av
vaksa betrast munandi. Tað er
umráðandi, at trøini standa tætt
saman, tí annars fæst ikki tann
rætta lívdin. Trø og buskar skulu
plantast tætt í fleiri røðum við
harðbalnum plantum.
Eitt mistak, sum nógv fólk
hava lyndi til at gera, er, at trøini
standa spjadd runt, og tí sleppur
vindurin ov lættliga ígjøgnum.
Fólk hava ofta hug at planta eitt
træ í senn og síðani fylgja við,
hvussu tað gongur tí, áðrenn tey
planta fleiri, men hetta er skeiv
mannagongd.
Um man býr í einum øki við
nógvum vindi, skal man fyrst
leggja seg eftir skapa lívd við at
planta trø og bíða við at planta
tær veikaru planturnar. Saman
við einum góðum hegni fæst góð
lívd eftir 5-7 ár.
Fleiri urtagarðar í Havnini
liggja í lívd fyri vindinum, og
Michael vísir okkum nakrar, sum
liggja í lívd aftanfyri trø, sum
eru sett í jørðina við júst tí fyri
eygað.
— Tað ber altíð til at finna tey
røttu træsløgini, sum hóska til
júst tín urtagarð, tí sløgini eru so
nógv, og vit hava tey flestu her í
Føroyum, sigur Michael.
Hann vísir á, at ein skúlagarð-
ur, sum áður lá sera ábart, nú er
vorðin ein blettur við stilli, eftir
at trø eru plantað framvið garð-
inum.
Broytir veðurlagið
Michael vísir eisini á, at føroy-
ingar ikki skulu apa sær eftir
urtagørðum, sum teir hava sæð í
útlondum, har vøksturin er heilt
øðrvísi. Hetta ber ikki til í Før-
oyum vegna serliga veðurlagið.
Heldur skal man leggja seg eftir
at hava harðførar plantur og trø,
sum klára seg í føroyska veður-
lagnum.
– At planta nógv trø kann
broyta veðurlagið á einum lítlum
bletti. Hetta hava vit fleiri dømi
um. Vit síggja til dømis í økjum
við nógvum nýggjum húsum, at
vindurin fær fríari ræsur, tí fólk
enn ikki hava havt tíð at planta
trø. Í økjum, har fólk hava plant-
að nógv trø, er hinvegin fjálgari,
tí trøini kunnu beinleiðis broyta
mikroveðurlagið á einum lítlum
bletti.
Fólk bíta sjáldan merki í ta ov-
urstóru ávirkan, sum trø kunnu
hava á nærumhvørvið og urta-
garðin.
Í hesum sambandi nevnir
gartnarin ta lítlu viðarlundina við
Vesturkirkjuna. Har eru grønur
bøur við trøum rundan um. Har
leita fólk sær mangan ein góðan
summardag, tí trøini geva góða
lívd, og tí er næstan altíð stilli á
einum slíkum stað.
Michael Jacobæus gevur fólki
tey ráð, at tað er umráðandi at
ráðføra seg við onkran, sum hev-
ur kunnleika til urtagarðar og
plantur, um man er í iva, áðrenn
farið verður undir at planta trø.
Hetta gevur altíð besta úrslitið.
Ein svensk kanning vísir, at
hús við tøttum vøkstri rundanum
spara nógvan hita. Sparingin
kann vera so stór sum 30 pros-
ent, so peningur er eisini at spara
í plantingini.
Lítið arbeiði
Fólk eru ofta bangin fyri, at trø-
ini krevja størri orku at røkja enn
ein grasvøllur. Hesum vísir hann
tó aftur, tí tá trøini einaferð hava
fingið eina ávísa hædd, passa tey
seg sjálv. Ein grasvøllur skal hin-
vegin sláast minst einaferð um
vikuna í summarhálvuni alt lívið.
Trøini krevja eitt sindur tey
fyrstu árini, men krevja síðani
ikki tað stóra.
Røktarleiðarin heldur, at tað er
umráðandi, at fólk verða upplýst
um, hvussu tey skulu fara fram í
urtagarðinum, og tí er hetta sera
aktuelt at tosa um hesa árstíðina.
Hann vísir harumframt á, at
trøini áttu at verið gagnnýtt nógv
meira á stovnum, sum hevði givið
børnum betri møguleikar at vera
uttandura, og kring ítróttarøki í
Føroyum. Stovnar eru farnir undir
hetta, men hann nevnir vøllin í
Gøtu, sum eitt dømi, har trø
kundu givið nógva lívd fyri vindi.
Hann minnist afturá, at fyri 20-
30 árum síðani vóru fleiri, ið
hildu, at trø als ikki vóru hósk-
andi í Føroyum, men hetta sjónar-
miðið hoyrist ikki nógv til longur.
— Tað ber til at leggja
nágreiniligar ætlanir fyri, hvussu
urtagarðurin skal vera, áðrenn
farið verður at planta, og at
planta trøini tøtt er sera
umráðandi, sigur Michael
Jacobæus at enda.
– Um urtagarðuin verður
væleydnaður er tengt at, at tú
velur tær røttu planturnar til júst
hetta endamálið, at tú fyrireikar
moldina, sum tú plantar í, og at
tú hjálpir plantunum ávegis við
at lúka og taða, sigur Michael
Jacobæus.
Planting við einum endamáli
— Tað er neyðugt at fara strategiskt til verka, tá ein fer undir at planta
urtagarðin, sigur røktarleiðarin hjá býráðnum í Havn, Michael Jacobæus,
sum í mong ár hevur fingist við urtagarðar. Hann veit, hvussu umráðandi
tað er at planta trø, sum geva lívd fyri tí nógva vindinum í Føroyum
Michael Jacobæus, sum er býargartnari, sigur, at tað er sera umráðandi at planta trøini tætt, so at tey geva lívd fyri vindinum. Ein slík roynd er gjørd við bygningin hjá SEV í Havn.
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
25
24