leygardagur 1. juni 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 102 - 1. juli 2002
Handilslærlingur
Hevur tú hug at royna teg?
Vit søkja eftir fólki til handil okkara,
arbeiðsuppgávurnar koma at umfata samskifti við
viðskiftafólk, útkoyring, bílegging av vørum og seinni
egin ábyrgd av starvsøki, umframt aðrar uppgávur.
Er spurningur ella ivamál ringið til okkara á tlf. 315600
Umsókn ynskist til 1. juni 2002
Handilsfyritøkan Kaj Andreasen & Co. varð stovnað í Tórshavn í
1970. Fyritøkan útvegar maskinur og útgerð til byggivinnuna, og
útgerð til fiski- alivinnuna, skip og bátar
Heilsøla · Smásøla · Umboð
Postboks 1200 · 110 Tórshavn
Gravsteinar,
kantsteinar og blómubeð
Nú eisini úr Føroyskum gróti
Vit sóknast
eftir fólki at byrja skjótast gjørligt hjá Føroya Bjór í
Havn.
Viðkomandi má hava koyrikort til lastbil. Arbeiðið
umfatar m.a. søluarbeiði og útkoyring av vøru.
Løn eftir avtalu.
Føroya Bjór, avgreiðslan
Akranesgøta 10
Tlf. 313434 ella 214334
Norðskála/Oyrar
skúli
Søkt verður eftir lærara skúlaárið 2002/2003 fyri
lærara, sum hevur farloyvi.
Starvið, sum er fulltíðarstarv, er tíðaravmarkað til
skúlaárið 2002/2003, og verður lønt eftir sáttmála
millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í
lønarflokkunum 18.1 til 27.4.
Nærri fæst at vita hjá skúlaleiðaranum, tlf. 422245
ella 422208.
Umsóknir,við møguligum prógvum og viðmælum,
skulu vera Skúlastýrinum í Sunda kommunu í hendi
í seinasta lagi hósdagin 13. juni 2002.
Skúlastýrið í Sunda kommunu
v/ Nomi Jacobsen
450 Norðskáli
Fólk søkist
Søkt verður eftir einum hjálparfólki til køk okkara.
Arbeiðstíðin er uml.frá kl.10-14 mánad.-fríggjadag.
Keypmaðurin »úti í Grønlandi«
Johannes Andreasen P/F
Grønlandsvegur 16
100 Tórshavn
Tlf. 312087
Til sølu
SCANIA trekkjari R142M6X2 390hk árg. 86.
Km 2.285.000 v/skaml.
Kr. 70.000,-
Fa. Johs. Berg
Staravegur 1-3
100 Tórshavn
Tlf. 313535
Tórshavnar Kvøld- og
Ungdómsskúli
Maritim fyrireiking
(10. floks støði)
Um nóg nógv tekna seg, byrjar nýtt skeið í mari-
timari fyrireiking mánadagin 12. august 2002,
kl.10.00 og endar við próvtøku í desember 2002.
Lokið prógv gevur atgongd til víðari lestur á
maskinmeistaraskúla og Sjómansskúlanum. Til
ber at søkja útbúgvingarstuðul.
Kostnaður: kr. 1.200,–
Tilmelding:
Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli
Frúutrøð 1 • postboks 353 • 110 Tórshavn
Tlf. 317755 • Telefax 318250
Vit sóknast eftir
fólki til fast starv til handilin
Arbeiðstíðirnar eru hesar:
kl. 06.00 – 13.00
kl. 13.00 – 19.00
kl. 19.00 – 23.30
Allar dagar í vikuni
Løn eftir S&K
P/F Frants Restorff
Tórsgøta 13
Postsmoga 41
110 Tórshavn
Tlf. 311060
Bilur við frontskaða
til sølu
Merki: VW Golf 1.6 D – 3 hurðar
Árg.: 1987
Km: 167.238
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú.
Att.: Magni Petersen, sýnsmaður
tlf. 34 57 28
fax nr. 34 56 07
e-mail: mpe@trygging.fo
At hitta mánadag-hósdag millum kl. 08.30-10.00
og fríggjadag millum kl. 08.30-16.00.
frá útskiftingarnevndini
fyri Handastahaga í Sandavági
Næsti útskiftingarfundur verður mikudagin 12.
juni 2002 kl. 10 í Vakhúsi.
Nevndarlimir eru Jørleif Kúrberg,Tórshavn og Olaf
í Garði Joensen, Eiði.
N.v.0
MATRIKULSTOVAN
Øssur A. Midjord
útsk. form.
KUNNGERÐ
MAN 8.150
Lastvognur v. 3 vegis vippulast og
krana 3,5 tons, árg.‘91
Nýsýnaður til sølu fyri kr. 70.000 + MVG
ella hægsta boð yvir.
FFA.
A.GRA
RAVSTEINAR
VSTEINAR
Velbasta∂vegur 45
Box 336
110 Tórshavn
Tlf. 320370
Fax. 321470
Far. 214270
Opi∂: mánadag - fríggjadag 900-1700
annars sambært avtalu.
Sjónband - 31 77 74
Vøruskrá kann fáast!
Nr. 102 • leygardagur • 1. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Planting við einum endamáli
— Tað er neyðugt at fara strategiskt til verka, tá ein
fer undir at planta urtagarðin, sigur røktarleiðarin
hjá býráðnum í Havn, Michael Jacobæus
Lesið síðu 3
BRÚÐLEYP
Turið Kjølbro
Eins og allar komandi brúðrar,
keypti eisini Maureen Djurhuus,
sum er ættað úr Porkeri, brúðar-
bløð fyri at fáa góð hugskot til
brúðleyp sítt, sum var 21. juli í
fjør í Suður-onglandi.
- Í hesum bløðum kann ein
vinna brúðarferðir til Indiska
Havið, ókeypis make-up viðgerð
og annað. Eitt var, at ein kundi
senda myndir inn av "serligum"
brúðleypum. Vit hugsaðu, at
hetta kundi verða stuttligt, so vit
sendu okkara mynd inn í august
síðsta ár, greiðir Maureen frá.
Maureen hoyrdi tó einki aftur,
fyrr enn nú ein dagin.
- Knappliga nú ein dagin
kemur ein genta rennandi til mín
og sigur, at hon hevur sæð meg í
einum brúðarblaði. Eg skilti ikki
rættiliga, hvat hon meinti við,
men so fall fimm oyraði. Ein
brúðarmynd av mær og Christ-
opher var í størsta brúðarblaðn-
um her í Onglandi.
Blaðið eitur "You and Your
Wedding" og tað verður selt
kring heimin. Myndin er undir
yvirskriftini "The Viking
Queen". Í greinini stendur skriv-
að, at Maureen kemur úr Føroy-
um, og á myndini eru eisini
brúðargenturnar, OgSun úr
Korea, Christina úr Onglandi og
Elsa Durhuus úr Havn, allar í
føroyskum búna og brúðarsvein-
arnir í enskum og skotskum
búna. Eisini systkini hjá Maure-
en eru á myndini í føroyskum
klæðum.
Brúðleypið varð hildið í einum
stórum herskapshúsum. Til brúð-
leypsveitsluna vóru 142 fólk,
sum er ógvuliga nógv eftir
bretskum mátistokki. Úr Mið-
eystri vóru um tíggju gestir og úr
Føroyum nógv av skyldfólkum
og vinfólkum hjá Maureen. Úr
Jordan hevði ein vinkona Maure-
en smákøkur við í skjáttuni, sum
komu á borðið eftir dessertina.
- Danska brúðarvísan varð
kvødd, skipað av skyldmanni
mínum, Símuni Hansen, og allir
gestirnir tóku lut. Gestirnir úr
Miðeystri dansaðu arabiskan
dans, so tað var ógvuliga stutt-
ligt, sigur Maureen.
Í brúðleypum í Onglandi er
siðurin tann, at bert tríggjar røð-
ur eru. Siðvenja er eisini, hvør
heldur tær, og at fyrstan røðan er
álvarsom, meðan hinar, ið koma
aftaná, skulu verða stuttligari og
stuttligari. Seinasti røðarin er “
the bestman” og sum vera man
krevjast góðar taligávur av hon-
um. Hendan siðvenjan varð eis-
ini hildin í brúðleypinum hjá
Maureen og Christopher, tó vóru
fimm røður. Vinkona Maureen,
Elsa, helt eina røðu og sang ein
vakran sang, og systkinabarn
Maureen, Egil Olsen, segði
somuleiðis nøkur orð vegna fam-
iljuna, sum ikki kom í brúðleyp.
Maureen, hvørs eftirnavn nú
er Clarke, hevur ferðast stóran
part av sínum vaksna lívi. Í
longri tíð hevur hon arbeitt og
búð í Miðeystri. Har møtti hon
eisini manni sínum, Christopher,
á málskúla í Amman í Jordan,
har bæði lærdu arabiskt mál. Í
løtuni eru tey stødd í Onglandi,
har tey skulu verða í nakrar mán-
aðir. Í summar koma tey til Før-
oya at vitja. Síðani gongur leiðin
til Norður Afrika at arbeiða.
- Eg fari at arbeiða sum
sjúkrasystir innan kristilig væl-
gerandi arbeiði, meðan Christ-
opher vantandi fer at arbeiða
innan náttúruvísindi.
Føroyskt, enskt og arabiskt
brúðleyp
Føroysk, ensk og arabisk mentan eyðkendu brúðleypið hjá Maureen
Djurhuus úr Havn og Christopher Clarke úr Onglandi seinasta summar í
Suður-onglandi. Tí endaði brúðarmyndin í kenda blaðnum “You & your
wedding”, sum verður selt um allan heimin
Maureen og Christopher Clarke, avmyndað saman við brúðargentum og brúðarsveinum. Hendan myndin stendur í nýggjastu útgávuni av kenda blaðnum
You & your wedding
C
M
Y
K
23
22