Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juni 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 102 - 1. juli 2002 Nr. 102 - 1. juli 2002 21 ingssamband millum tey ymsu plássini í Føroyum. Samgongan ásannar, at ferða- og flutnings- samband hevur týdning fyri vinn- umøguleikar og trivna í landi- num. Raðfesting av íløgum á sam- ferðsluøkinum verður framd sam- bært fíggjar- og búskap-ar--orku landsins. Umstøður teirra rørslutarnaðu verða raðfestar høgt, tá ið nýíløg- ur/ábøtur í samferðslu-skip-anini verða gjørdar. Kannað verður, um rationali- seringar kunnu gerast í samferðsl- ukervinum. Uppgávur kunnu bjóðast út til privatar at røkja, har hetta gevur fíggjarligan og tænastuligan fyri- mun. Landsverkfrøðingurin ger kanningar um framtíðar sambind- ingar oyggjanna millum. Játtaður verður framhaldandi stuðul til infrakervið á útoyggju- num. Kannað verður um Postverkið og Strandferðslan kunnu sam- skipa post- og farma-flutningin. Skaptar verða javnbjóðis for- treytir fyri frælsari kapping á fja- rskiftisøkinum. Miðað verður eftir at menna netsamfelagið Før- oyar. Tað almenna eigur at ganga á odda at nýta kunningartøkni frá føroyskum fyritøkum. Møguleikarnir fyri loftvegis samferðslu millum oyggjarnar verða kannaðir. Orkumál Orðaður verður almennur orku- politikkur. Stórur partur av landsins inn- tøkum verður nýttur til orku á sjógvi og landi. Tí er umráðandi, at ein langsiktaður orkupolitikkur verður førdur, sum í mest møgu- ligan mun ger okkum óheft av termiskari orku - t.v.s. olju. Kanningar verða framhaldandi gjørdar í vatn-, vind-, aldu- o.a. náttúrugivnar orkukeldur. Arbeiðsmarknaðarmál Saman við pørtunum á arbeiðs- marknaðinum verður arbeitt við at gera skipan, sum kann loysa trætur á arbeiðsmarknaðinum so skjótt, tær koma í. Nýggj eftirlønarskipan fyri øll skal avgreiðast beinanvegin. Rætturin til barnsburðarfar- loyvi verður longdur til 52 vikur, og endurgjald fyri mista inntøku stigvíst víðkað at galda alt tíð- arskeiðið. Møguleikar fyri, at almennir stovnar skipa fyri barnaansing, verða kannaðir. Arbeiðsskaðatryggingarlógin verður løgd fyri tingið av nýggj- um. Saman við pørtunum á arbeiðs- marknaðinum verður ALS-skip- anin eftirmett og dagførd. Oljuvinna Kolvetnispolitikkurin verður framhaldandi grundaður á greið- an skilnað millum almennar og privatar uppgávur. Ojufeløgini gera íløgur í leiting og møguliga framleiðslu, men virka eftir skipaðum karmum, ið tað almenna hevur sett. Myndug- leikarnir hava neyvt eftirlit við virksem-inum hjá oljufeløgum, ið eru virkin á føroyska landgrunni- num. Um kolvetni í rakstrarverdum nøgdum eru í havbotninum, verð- ur dentur lagdur á at tryggja eina varliga og skynsema framleiðslu- tilgongd, har atlit verða tikin at búskapi, umhvørvi og mentan. Dentur verður lagdur á, at før- oyskar fyritøkur eru við í leitivirkseminum á landgrunn- inum, so at kolvetnisleiting stimbrar teirra førleika at gera seg galdandi í oljuvinnu uttanlands. Trivnaðar-, mentanar- og um- hvørvisatlit verða raðfest ovar- laga. Almennar inntøkur frá kolvetn- iskatti fara í serligan grunn. Útbúgving og gransking Miðvísar íløgur í vitan, kunnleika og skapandi evnir eru neyðugar í føroyska samfelagnum komandi árini. Fólkaskúlin Fólkaskúlin byggir á kristna siðalæru og føroyska mentan. Fólkaskúlalógin skal eftirmet- ast, og læraraútbúgvingin endur- skoðast og samskipast við hægri lesnað. Eftirútbúgvingin av fólka- skúlalærarunum skal fjøltáttast. Foreldragjaldið til frískúlar skal lækka. Eftirmetingin av frálæruni í fólkaskúlanum skal styrkjast. Serundirvísingin og virksemið á Sernámsdeplinum skal endur- skoðast. Miðnám Vinnuskúlarnir skulu styrkjast til nýggjar avbjóðingar á tekniska økinum á arbeiðsmarknaðinum og til lærugreinir, sum eru neyð- ugar í eini komandi oljuvinnu. Íløgur verða gjørdar í mið- námsskúlarnar, so hesir lúka tey krøv, sum nútíðarsam-felagið setur. Møguleikarnir at skipa miðnámsskúlarnar til breyta- skipan verða kannaðir. Kannað verður, um møguligt er at veita stuðul til útbúgvingar utt- an fyri Føroyar, sum í dag ikki verða stuðlaðir av Stuðulsstovni- num ella SU. Nýggjur tekniskur skúli og studentaskúli verða bygdir í Tórs- havn Hølistrupulleikarnir hjá HT-út- búgvingini í Klaksvík verða loystir sambært útbyggingarætl- anini. Hægri lestur Fróðskaparsetrið skal hava hósk- andi karmar og hava møguleikar at geva fleiri útbúgvingartilboð. Útbyggingarætlan fyri Fróð- skaparsetrið verður kannað. Útbúgvingarnar, sum liggja millum miðnám og hægri lesnað, verða umskipaðar til hægru út- búgving-arnar. Virkað verður fyri, at útbúgv- ingarmøguleikarnir hjá føroysk- um lesandi úti í heimi verða støð- ugt styrktir Mentan Mentan og list eru týðandi fyri trivnað og samfelagsliga men- ning. Samgongan vil í mest møgu- ligan mun stuðla tí týðandi sjálv- bodna arbeiði, sum ítróttarfeløg, skótar, einstaklingar o.o. ítrivs- feløg gera til at menna okkara børn og ungdóm. Miðað verður eftir at fremja til- mælini í mentanarálitinum. Møguleikarnir fyri at seta á stovn mentanarhús kring landið verða bøttir. Bókasavnsskipanin eigur at verða ment um alt landð, so hon kann veita øllum borgarum holla og dygga tænastu. Fyrireikingar til Tjóðleikpall Føroya byrja. Greiður fornminnapolitikkur verður orðaður og settur í verk. Orðabókaútgáva úr og í fremm- and mál verður stuðlað, harundir teldutøkar orðabøkur. Í loftmiðlunum verður føroyska tilfarið styrkt, og tilboð til deyv og tunghoyrd økt. Byrgt eigur at verða upp fyri harðskapi og sið- spillu. Útgáva av føroyskum teldutøk- um blindamáli verður framd. Sjónvarpið og Útvarpið skulu skipast sum sjálvstøðugir al- mennir stovnar. Upphavsrættindi hjá listarfólki skulu fáast í rættlag. Samsýningar fyri orð og løg í sambandi við nýggjar útgávur skulu umsitast av føroyskum stovni. Tað ræður um at stuðla øllum tí, sum fremur føroyskan sam- leika á mentunarliga økinum, eitt nú yrkislist, fólkamentan, virk- semi í kvøldskúlum, kirkjum og samkomum og frítíðarfelags- skapum. Umhvørvismál Umhvørvispolitikkurin og -fyri- sitingin verða styrkt. Hetta skal m.a. gerast við at samskipa fyri- sitingina av umhvørvisvernd, náttúruvernd og lendisnýtslu. Meginreglan skal vera, at burt- urbeining og umhvørvisvernd á- liggur tí dálkandi partinum. Umhvørvis-, náttúru- og plan- leggingarlóggávan verður endurskoðað og dagførd. Skipanin við umhvørvisgóðkenn- ingum av virkjum og fyritøkum verður gjørd einfaldari, soleiðis at tað almenna setir umhvørvismál, men einstaka fyritøkan fær frælsi at velja, hvussu málini verða nádd. Upplýsing og tiltøk til náttúru- og umhvørvisvernd verða stuðl- að. Føroyar skulu taka lut í altjóða samstarvi við atliti at felags átøk- um, ið minka um dálkingina, menna umhvørvisverndina og økja um burðardygdina. Óli Breckmann smílist – hinir á myndini eru allir landsstýriskandi- dátar: Jørgen Niclasen og Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum. Bill Justinussen er upplagt boð hjá Miðflokkinum til landsstýrismann í heilsumálum Mynd: Finnur Justinussen UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Úr Norðurlondum: Uttan fyri hjúnarlag Fyri fyrstu ferð nakran- tíð verða flestu børn í Noregi nú fødd uttan fyri hjúnarlag, vísa tøl hjá norsku hagstovuni. Hagtølini vísa, at 42 prosent av teimum føddu børnunum høvdu foreldur, sum búðu sam- an uttan at vera gift. Einligar mammur fingu átta prosent av børn- unum. Hagtølini vísa eisini, at av teimum kvinnunum, sum fingu sítt fyrsta barn, vóru bara 35 prosent giftar. Kravmiklir læknar Læknarnir á sjúkrahúsu- num í Århus hótta nú við at beina fyri ætlanini hjá stjórnini um at fáa fleiri sjúklingar við- gjørdar á donsku sjúkra- húsunum. Eftir ætlanini skulu læknarnir arbeiða meiri enn nú, men í År- hus krevja læknarnir at fáa 1500 krónur um tím- an, skulu teir arbeiða eyka. Tað er meiri, enn myndugleikarnir vilja lata. Myndugleikarnir siga seg vera til reiðar at lata læknunum 100 pro- sent oman á ta vanligu lønina. Sjúkrasystrarnar hava kravt at fáa 420 krónur um tíman, skulu tær ar- beiða eyka, men myndugleikarnir vilja ikki lata teimum meiri enn 360 krónur. Heilsumálaráðharrin harmast støðuna hjá læknunum og sjúkra- systrunum. Hann sigur, at hendir einki, noyðast fólk at fara á tey privatu sjúkrahúsini ella av landinum at fáa viðgerð. Stjórnin hevur annars játtað sjúkrahúsunum hálva aðru milliard krónur eyka fyri at stytta bíðilistarnar í sjúkrahús- verkinum, men við løn- arkravinum hjá læknu- num og sjúkrasystru- num er vandi fyri, at ætlanin miseydnast. Í august Danska stjórnin hevur nú boðað frá, at danir sleppa at keypa øl og sodavatn í dunkum frá 24. august. ES-reglur hava gjørt, at dunkarnir eru seinkaðir tveir mán- aðir. Fleiri mugu til arbeiðis Vandi er fyri, at Dan- mark fær lítið og einki burtur úr framburðinum í altjóða búskapinum. Tað heldur í hvussu er tjóðbankin. Í einari frágreiðing frá tjóðbankanum verður víst á, at arbeiðsloysið í Danmark er umleið fimm prosent, og at tað verður sera trupult at økja arbeiðsmegina, tá framburðurin í búskapi- num fer at vísa seg. – Arbeiðsloysið er ikki broytt í ár, og tí er lítið út at geva. Tí er vandi fyri, at Danmark fær ikki ágóða av bú- skaparliga framburði- num, uttan so at tað eydnast at økja arbeiðs- megina. Hetta síðsta eigur tí at verða tann av- gerandi málsetningurin í komandi árum, stendur í frágreiðingini hjá tjóð- bankanum. Tjóðbankin mælir tí til tiltøk, sum kunnu fáa ein part av teimum ar- beiðsleysu út á arbeiðs- marknaðin. Men tað er ikki nóg mikið, og tí verður eisini neyðugt at bera so í bandi, at fólk arbeiða longur enn nú. Her verður bæði hugsað um tann einstaka ar- beiðsdagin og um ar- beiðslívið hjá tí ein- staka. Í frágreiðingini nemur tjóðbankin eisini við lønarlagið í Danmark. Sagt verður, at lønar- vøksturin í Danmark var 4,4 prosent í fjør, og at tað er oman fyri vøkst- urin í hinum vesturevro- peisku londunum. Minni eftirlit Kanningar í Noregi vísa, at tey, sum lata sjálvuppgávuna inn ígjøgnum internetið, eru í minni vanda fyri at verða avdúkað, hava tey gjørt okkurt skeivt. Tað vísir seg, at skattavaldið ger minni burtur úr at kanna hesar sjálvupp- gávurnar enn tær van- ligu á pappíri. Amerikanski forsetin, George W. Bush, ávar- ar nú Pakistan og krevur, at landið ger sítt til at steðga muslimsku uppreist- rarmonnunum í Kashmir. KASHMIR-STRÍÐIÐ Árni Joensen Amerikanska stjórnin kunn- gjørdi hósdagin, at hon fer at senda Donald Rumsfeld, verjumálaráðharra til India og Pakistan, har hann skal royna at linna spenningin millum tey bæði londini. Tað var George W. Bush, forseti, sum boðaði frá, at verjumálaráðharrin skal royna seg sum semings- mann. Samstundis gjørdi Bush greitt, at pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, sum hevur verið ein av trúgvastu stuðlunum hjá USA í krígnum í Afghani- stan, eigur at leggja størri dent á at loysa kreppuna um Kashmir. – Hann skal steðga álop- unum. Tað eigur hann at gera, tí hann hevur lovað at gera tað, segði Bush. Áheitanin hjá Bush kom, stutt eftir at pakistanski for- setin hevði boðað frá, at herurin er farin undir at flyta hermenn frá afghan- ska markinum eystur til indiska markið. Samstund- is frættist, at vápnaðir upp- reistrarmenn høvdu beint fyri trimum indiskum løg- reglumonnum. Eygleiðarar halda, at av- gerðin hjá Pakistan at flyta hermenn frá afghanska markinum kemur ameri- kanarum illa við, tí júst teir pakistansku hermenninir hava forðað monnum hjá Taliban og al-Qaeda at ferðast aftur og fram um markið. Amerikanska uttanríkis- ráðið hevur boðað frá, at tað er farið undir at fyri- reika eina sokallaða luft- brúgv, soteir umleið 60.000 amerikansku ríkisborgarar- nir í India og Pakistan kunnu flytast burtur haðani, skuldi tað verið neyðugt. Bush ávarar Pakistan Einkjan eftir tann myrda amerikanska tíðindamannin Daniel Pearl hevur fingið ein son. PEARL-MÁLIÐ Árni Joensen Amerikanski tíðinda- maðurin Daniel Pearl, sum varð myrdur í Pakistan í januar, er vorðin pápi – post mortem. Einkjan, sum eitur Mariana, hevur nú fingið ein son. Daniel Pearl hvarv í paki- stanska býnum Karachi tann 23. januar. Hann var komin hagar sum tíðinda- maður hjá amerikanska blaðnum Wall Street Journal og skuldi royna at fáa samband við umboð hjá yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda hjá Osama bin Laden. Seinni fekk amerikanska sendistovan í Karachi eitt sjónband, sum vísti, at Daniel Pearl varð tikin av døgum. Skyldfólk hjá Pearl siga, at tann lítli drongurin skal eita Adam. Pearl fekk ein son Mariana og sonurin avmyndað á einari føðideild í París Mynd: Reuter C M Y K 21 20