Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juni 2002síða 10

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 102 - 1. juli 2002 Nr. 102 - 1. juli 2002 19 Samgonguskjal dagfest 29. mei 2002 millum Fólka- flokkin, Sjálv-stýrisflokk- in, Tjóðveldisflokkin og Miðflokkin. SAMGONGUSKJALIÐ 2002 Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokk- urin, Tjóðveldisflokkurin og Mið- flokkurin eru samdir um at skipa landsstýri og politiska samgongu á løgtingi. Samgongan hev-ur sum mál at skipa breitt samstarv við allar flokkar á løgtingi. Ríkisrættarliga støðan Endamál samgongunnar er, at Føroyar gerast sjálvbjargnar, so Føroya fólk uttan fíggjarligar og umsitingarligar bindingar kann gera av framtíðarstøðu sína. Samgongan hevur sum grund- arlag, at Føroya fólk er tjóð við ó- missandi og framhaldandi sjálv- avgerðarrætti og er samd um í eini tryggari sjálvstýristilgongd í valskeiðnum 2002 – 2006 at virka fyri: • at tað verður Føroya Løgting, sum ger av, at øll málsøki, undan- tikið tey, sum eru knýtt at suvere- nitetinum, kunnu yvirtakast sum sermál • at har vit valda, skulu vit gjalda Samgongan ætlar í hesum val- skeiði at yvirtaka hesi málsøki undir føroyskt málsræði: Familju- rættarmál, havumhvørvi, kort- legging, upphavsrætt, vinnulóg- gávu, tilbúgving, veðurtænastu, vitaverk, uppmerking, fjølmiðlaá- byrgdarlóg og arbeiðs- og uppi- haldsloyvi. Umsitingin av ting- lýsingini verður yvirtikin. Fólkakirkjan verður í samstarvi við allar partar í føroysku kirkjuni yvirtikin, so hon kann halda fram í verandi bygnaði, og meirút- reiðslur í samband við yvirtøku verða goldnar av landskassanum. Útbyggingarætlan fyri Vága Floghavn verður gjørd, og tryggj- aður verður sunnur rakstrarbygn- aður saman við fíggingarætlan, so floghavnin kann útbyggjast og yvirtakast. Arbeiðið at yvirtaka loftferðsl- umyndugleikan heldur fram. Arbeiðið at yvirtaka løgreglu og rættarskipan heldur fram í neyvum samskifti við allar partar á økinum. Allar yvirtøkur verða neyvt fyr- ireikaðar í samskifti við allar av- varðandi partar og neyvar umsit- ingar- og fíggjarætlanir gjørdar og lagdar fyri løgtingið, áðrenn yvirtøkan verður framd. Arbeiðið í grundlógarnevndini heldur fram. Uttanríkismál Samgongan hevur sum mál at vinna Føroyum veruliga uttanrík- ispolitiska ávirkan og at fyrireika egnan uttanríkispolitikk. Føroyskir myndugleikar skulu eftir greiðum reglum tryggja sær fult innlit í og avgerðarrætt á øll uttanríkis- og verjupolitisk mál, ið kunnu hugsast at hava týdning fyri Føroyar og føroyingar. Umboðan Føroya í fleirtjóða og altjóða felagsskapum verður styrkt. Arbeitt verður fyri sjálvstøðug- um limaskapi í Norðurlandaráð- num. Útnorðursamstarvið verður styrkt. Samstarvið við granna- tjóðir og grannaøkir kring alt Norðuratlantshav verður ment. Hermálsliga og trygdarpolit- iska støða Føroya verður fram- haldandi útgreinað. Ein politikkur við greiðum málsetningum fyri menningar- og neyðhjálp verður orðaður og rað- festingar á fíggjarlógini gjørdar samsvarandi. Búskapar- og fíggjarmál Førdur verður ein varin og á- byrgdarfullur búskaparpolitikkur. Grundstøðið undir búskapinum er framleiðsluvirðið í landinum. Politiska endamálið vid fíggjar- politikkinum er at laga føroyska búskapin til ein sjálvberandi bú- skap, har: • allir borgarar hava javnbjóðis møguleikar, • vælferðin hjá føroyingum verð- ur ment, • samfelagnum verður tryggjað eitt sunt støði fyri sjálvsmenning og búskaparligum sjálvbjargni, • javnvág verður millum privat og alment fyritaksemi og íløgur. Búskaparliga skal munurin mill- um inntøkur og útreiðslur á fíggj- arlógini vaksa positivt á hvørjum ári. Miðað verður eftir at gjalda niður skuld skjótari enn ætlað. Blokkstuðulin verður fastfryst- ur. Búskapargrunnur verður settur á stovn. Virðisbrævamarknaður verður stovnsettur. Almennar langtíðar íløgu- ætlanir skulu gerast og fylgjast í verki. Lóg um útistandandi áogn landskassans verður gjørd. Til at nøkta hølistørvin á yms- um økjum í samfelagnum eiga møguleikarnir fyri nýggjum regl- um og ognar- og fíggingarhættum at verða royndir. Skatta- og tollmál Skatta- og avgjaldspolitikkurin skal eggja til, at tað loysir seg at arbeiða, framleiða, spara saman og gera íløgur. Samgongan er samd um, at neyðugt er at linka skattin til at lætta um hjá familjum og einstak- lingum, til at lækka kostnaðar- støðið og til at bøta realønina og styrkja kappingarførið. Tí verður botnfrádrátturin hækkaður og allir prosentsatsir á skattaskala- num stigvíst lækkaðir, serliga hjá lág- og meðalinntøkum. Marginalskattamarkið verður stigvíst hækkað til at liggja oman fyri sáttmálalønina hjá verka- fólki. Sum eitt serstakt mál verður samstarv tikið upp við partarnar á arbeiðsmarknaðinum til at leggja fram ætlan fyri skattapolitikkin og at fáa samstarv um framtíðar skattapolitisku ætlanirnar og uppskot til nýggja eftirlønarskip- an. Meirvirðisgjaldsskipanin og punktgjøldini verða endurskoðað. Almenna fyrisitingin Nevnd verður sett at endurskoða almenna bygnaðin við tí endamáli at gera uppskot til ódýrari og ein- faldari rakstur og betra tænastuna til borgaran. Herundir verður eis- ini hugt at fyrisitingarlógini og lógini um alment innlit. Kommunumál Kommunala sjálvstýrið og á- byrgdin skulu styrkjast við greið- ari skilnaði millum lands- og kommunuuppgávur. Við støði í álitinum um greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur verður neyv ætlan gjørd fyri at leggja størri á- byrgdarøkir til komunurnar, og semja verður gjørd um íløgu- og skattabýtið. Økismenning Besta grundarlagið undir samfel- agnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum. Økismenning og útoyggjapoli- tikkur verða skipað undir ávísum landsstýrismanni. Við støði í álitinum um økis- menning og útoyggjapolitikk verður ætlan løgd fyri, hvussu til- mælini kunnu verða fylgd. Miðað verður ímóti, at allir borgarar landsins fáa nøktandi tænastustig innan vinnu, telesam- skifti, samferðslu, heilsu-, al- manna- og menta- og skúlamál. Miðað verður eftir, at møguligir nýggir almennir stovnar verða lagdir kring landið. Í samstarvi við partarnar á ar- beiðsmarknaðin verður skipað fyri, at ferðslan um firðir og sund gerst óheft av ósemjum á arbeiðs- marknaðinum. Flutningskostnaður skal sum minst darva kappingarførinum hjá vinnulívinum í útjaðaranum. Trivnaðarmál Familjumál Familjan er kjarnin í samfelag- num, og tí eiga lógir, sum ikki samsvara við hesa grundreglu, framhaldandi at verða broyttar, so tær eru við til at fjálga um fam- iljuna, eisini tey, sum hava mist part av familjuni. Skatta- og almannalógir eiga at vera so familjuvinarligar sum gjørligt. Lóggávan má stuðla virkjum og stovnum til at føra ein familjuvin- arligan starvsfólka-politikk. Barnafrádrátturin verður hækk- aður. Arbeitt verður fyri at avmarka talið á fosturtøkum. Neyðug ráð- geving, leiðbeining og hjálp eigur at verða veitt mammum/foreldr- um í sambandi við barnsburð. Rikin verður ein rúsevnapoli- tikkur, sum hevur til endamáls at fyribyrgja og minka um rúsevna- misnýtsluna. Fyribygjandi tiltøk móti og miðvís upplýsing um skaðaárin av rúsdrekka- og rúsevnamis- nýtslu eigur at verða styrkt í skúla og fjølmiðlum. Heilsumál Heilsuverkið skal mennast, til tað er á hægst møguligum altjóða støði í góðum samstarvi við út- lendsk heilsuverk. Ein heilsupolitikkur verður orðaður, ið setur greið mál fyri heilsutænastuna og sum ásetur uppgávu- og ábyrgdarbýtið mill- um sjúkrahúsini og millum sjúkr- ahús og primeru heilsutænastuna. Kommunulæknaskipanin skal endurskoðast við atliti til lækna- trotið. Nýggj skúlalæknaskipan verður gjørd. Sjálvstýri, sosial trygd og framburður Samgonguskjalið 2002 - 2006 Hergeir Nielsen úr Tjóðveldis- flokkinum hevði verið tingformaður, um nýggja samgongan hevði verði samd fyri tingfundin 15. mai. Her er hann í ferð við at sortera eitt av út- kastunum til samgonguskjalið undir samráðingunum seinastu samdøgrini Miðast skal ímóti at fylgja til- mælunum í álitinum um heildar- psykiatri. Skipast skal venjingarmiðstøð fyri langtíðarsjúklingar. Sjúkrakassaskipanin verður endurskoðað og møguliga um- skipað. Lóggevast skal um ílegu- og bi- otøknigransking í Føroyum. Sjúkrahúsini verða um- og út- bygd sambært langtíðarætlanum. Almannamál Almannaverkið verður gjørt einfaldari og betri. Fólk, ið gerast heft at almannaverkinum, skulu í størst møguligan mun stuðlast at koma úr aftur skipanini. Nýggj sosiallóggáva skal gera sosialu trygdarskipanina einfald- ari og nærri brúkarunum. Almannaverkið skal – saman við pørtunum á arbeiðsmarknaði- num – tryggja fólki við skerdum arbeiðsevnum og sosialum tørvi atgongd til útbúgvingar og/ella arbeiðsmarknaðin. Íbúðartørvurin hjá fólki við serligum áneyðum verður loystur við raðfestari íløguætlan. Samdøgurstovnar til evnaveik, menningartarnað, fjølbrekað og sálarsjúk skulu byggjast, og dag- stovnatilboð eftirmetast. Skipanin við hjálpartólum verður endurskoðað. Tøkniligu tilboðini til fjølbrekað verða rað- fest ovarliga. Eldraøkið Eldraøkið skal – í semju við kommunurnar – skjótast gjørligt leggjast til kommunurnar, og skattalykilin broytast sam- svarandi øktu fíggjarbyrðini. Bráneyðugi tørvurin á eldrabú- støðum, ellis- og røktarheims- plássum skal – í samstarvi við kommunurnar – nøktast eftir galdandi skipan. Hóskandi upp- hædd verður sett av til endamálið. Kommunurnar taka stig til bygg- ing. Heimarøktin skal beinan vegin víðkast til at umfata samdøgurs- røkt. Bústaðarpolitikkur Land og kommunur ganga saman um at orða ein bústaðarpolitikk. Fyri at økja útboðið av bíligari leigubústøðum verður kannað, hvussu inntøka frá útleigu av parti av egnum bústaði kann verða skattað lagaligari. Nýggja leigulógin skal tryggja leigara og útleigara rættindi og skyldur. Alternativ bústaðarbygging verður framd við tøkum vinnulig- um og almennum fíggingarmøgu- leikum. Lógin um Húsaláns- grunnin verður broytt, so hann eisini kann taka lut í hesum. Fiskivinnupolitikkur Høvuðsendamálið við fiskivinnu- politikkinum er, at ríkidømið í havinum verður umsitið sum var- andi grundarlag undir búskapi- num. Fiskivinnan skal standa á egn- um beinum uttan almennan stuð- ul, og fiskastovnarnir skulu gagn- nýtast á sunnum vinnuligum og lívfrøðiligum grundarlagi. Framtøk skulu gerast innan út- búgving og gransking í samstarvi við vinnuna til at økja um úrtøk- una og at eggja ungfólki at star- vast í hesi vinnu í menning. Hildið verður fast við fiski- dagaskipanina, og økis- og gýt- ingarfriðingarnar verða varð- veittar. Miðað verður eftir at gera skip- anina fyri útróður einfaldari við tí endamáli, at útróðurin sum vinna og fólkamentan kann mennast kring landið. Fult gjøgnumskygni skal vera við fiskirættindunum, har brúks- skyldur fylgja við brúksrætti til fiskatilfeingi. Tiltøk til at forða “spekulatión” við fiskirættindum verða støðugt ment og sett í verk. Fiskivinnuni á landi skulu skapast fríir og javnbjóðis kapp- ingarmøguleikar. Samstarvið við okkara granna- lond um sínámillum fiskirættind- asáttmálar á høgum støði skal halda fram, so at vánaligur fiskiskapur á einum øki ávirkar búskapin sum minst. Kunngerð um arbeiðsumhvørvi umborð á skipum verður gjørd í samráð við vinnuna og sett í verk. Føroyska altjóða skipaskráset- ingin skal styrkjast, so hon kann gerast ein inntøkukelda aftrat hjá landshúsarhaldinum. Vinnupolitikkur Virkað verður fyri einum sjálv- berandi búskapi, har vinnur av ymsum slagi geva avkast, framburð og vælferð í fríari, al- tjóða kapping, og har trivnaður og umhvørvi verða raðfest ovarlaga. Nýggjar vinnur Miðast skal eftir, at kunningar- tøkni, bio- og gengransking verða hornasteinar í bú-skapinum, har samanrenning millum vitan, sam- skifti og kunningartøkni verður ásin, sum framburðurin á økinum melur um. Kreativar vinnur skulu menn- ast. Byggjast skal starvsstova, har sjúkrahús, apotek, Heilsufrøðis- liga Starvstovan, Elek-tron, aðrar teldu-fyritøkur og privatir í- leggjarar samstarva á felags palli innan gen-gransk-ing, lívfrøði og evnafrøði. Til at fáa fleiri útlendsk vitjandi higar, eigur ferðavinnan at stimbrast, so hon gerst kapp-ing- arfør við ferðavinnuna í granna- londunum. Landbúnaðarlóggávan verður endurskoðað. Aðrar vinnur Tá virðisbrævamarknaður er sett- ur á stovn, verður farið undir var- liga og gjøgn-um-skygda einskilj- ing av vinnuligu fyritøkunum hjá landinum. Partabrøv í fyritøkunum kunnu eftir greiðum reglum og fullum gjøgnumskygni verða boðin til sølu. Møgulig søla av partabrøv- um eigur at órógva virksemið í fyritøkunum minst møguligt. Søl- an skal geva fullan vinning og fult endur-gjald fyri kreppuloysn-ir- nar. Almennar fyritøkur kunnu, um løgtingið samtykkir tað, selja ella skipa fyri ný-tekning av parta- brøvum, sum verða boðin út – lut- víst sum starvsfólka-partabrøv, til almenningin og/ella til strategisk- ar íleggjarar. Málið er, at landskassin fær sum mest burturúr, og at selt verður til hægstbjóðandi. Peningurin kann nýtast at gjalda niður almennu skuldina. Alivinnan Alivinnan skal vera búskapar- og umhvørvisliga sjálvberandi, skal hvíla í sær sjálvari og vera grund- arlag undir víðari menning av dygdarvørum, sum skapa inntøk- ur í al-tjóða kapping. Alivinnan skipar seg sjálv, frá smoltaling til marknaðarføring. Skattliga skal føroyska alivinn- an ikki vera verri fyri enn út- lendsku kappingarneytarnir. Hildið verður fast við, at út- lendski eigaraparturin í alivinn- uni ikki verður víð-kaður. Kynsbót, eftirlit og sjúkufyri- byrging verður stuðlað í sama mun sum hjá okkara kapp-ingar- neytum. Virkast skal fyri at menna gransking og aling av øðr- um fiska-sløgum. Sandoyggin er lívfiskaøki, og verður virkað fyri at menna oynna sum slíka. Samferðslu- og samskiftismál Landsstýrið hevur skyldu at tryggja hóskandi ferða- og flutn- Anfinn Kallsberg heldur fram í fremstu røð, nú nýggj samgonga er komin undir land. Bjarni Djurholm og Jørgen Niclasen halda uttan iva eisni fram sum landsstýrismenn við ávikavist fiskivinnu- og vinnumálum Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 19 18