Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juni 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 102 - 1. juli 2002 Nr. 102 - 1. juli 2002 17 Á fyrstu søluni á marknaðinum í Skagen fingu teir í miðal 3 krónur meira fyri kilo av toski, enn trolararnir fingu. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Ein ungur føroyingur, 33 ára gamli Helgi David- sen, sum er ættaður úr Runavík, eigur einasta línubátin í norðurjútska fiskivinnubýnum, Skag- en. Herfyri keypti hann Hvalnes frá føroyingi- num, Óla Nattestad, sum býr í Hirtshals. Skipið er bygt sum trolari í Skagen í 1977. Helgi og hinir tríggir føroyingarnir, sum eru við honum, eru nú á øðr- um túrinum. Teir royna eftir toski. Tá ið toska- kvotan er uppi, er ætlanin at fiska onnur fiskasløg, eitt nú hýsu og kalva. Seldu væl Vit hittu konu Helga, Tóru, í telefonini úr Skagen hósdagin. Hon sigur, at Helgi og hansara menn vóru væl nøgdir við seinasta túr. Teir fiskaðu væl og seldu toskin fyri í miðal 3 krónur meira fyri kilo í Skagen enn trolararnir. – Tey kenna einki til línufisk her, men vóru ovfarnir av, hvussu góður fiskurin var, sigur Tóra. Hon hevur skilt á monnum, at línufiskurin helst fer at fáa uppaftur betri prís, tá ið tað frætt- ist, hvussu góður hesin fiskurin er. Siglt síðan hann var 14 Tóra sigur, at Helgi hev- ur siglt, síðan hann var 14 ára gamal. Seinastu árini, áðrenn hann fór á Skagen Skipperskole, sigldi hann við norskum línubátum. Helgi gjørdist fiskiskipari á jólum, og eftir at útbúgvingin var komin í hús, fór hann aftur umborð á norskan línubát. Nú hevur hann so keypt Hvalnes og er skip- ari á egnari skútu. – Enn eitur línubáturin Hvalnes, tí stundir hava ikki verið til dóp, sigur Tóra. Hon vísir á, at hópur av skjølum skuldu avgreið- ast, men navnið verður broytt, tá ið stundir verða til tess. Einasti línubáturin í Skagen fer at eita Jóhan Emiel eftir elsta og yng- sta soni teirra. Jóhan er 12 ára gamal; Emiel fyllir 2 í septemb- er. 13 tilsamans Sosialurin hevur ikki fingið tað váttað, men sagt verður, at 13 línubát- ar eru í Danmark tilsam- ans. Í Skagen er so bara tann eini, og hann eigur 33 ára gamli føroyingur- in, Helgi Davidsen, ið hevur staðið á skips- dekki, síðan hann var 14 ára gamal. FERÐSLA Vilmund Jacobsen Løgreglan í Eysturoy hevur saman við løgregluni í Havn gjørt ferðslukanning- ar ymsastaðni í Eystur- oynni. Hetta vóru tær so- kallaðu grein 13 kanningar- nar, sum løgreglan hevur ymsastaðni kring landið. Í hesum førinum vóru eisini bilsýnismenn, sum starvast hjá Bileftirliti Føroya, til hjálpar hjá løgregluni. Teir hjálptu serliga til at kanna lastbilar og tunga ferðslu. Sýslumaðurin í Eysturoy, Kristjan M. Joensen, vísir á, at endamálið við átaki- num var serliga at fáa ferð- andi í bili at brúka trygdar- belti, at ansa eftir, at bilar ikki koyra við píkum, nú tað ikki er loyvt, at førarar ikki eru ávirkaðir av rús- drekka, og at bilførarar hava koyrikortið uppi á sær. – Vit gjørdu eisini ferð- mátingar, og vit kannaðu eftir, um akførini vóru í lógligum standi, sigur Kristjan M. Joensen. Sýslumaðurin sigur, at tilsamans 442 akfør vórðu kannaði í tíðarskeiðinum, 6– 19. mai. – Av 442 kannaðum bil- um, skrivaðu vit 165 frá- greiðingar fyri ymisk lóg- arbrot, sigur Kristjan M. Joensen. Stórur áhugi er fyri beinleiðis ferðum úr Føroyum til hvítu sólstrendurnar sunnanfyri. FERÐING Vilmund Jacobsen Í nøkur ár herfyri skipaði eingin fyri charter-ferðum beinleiðis úr Føroyum og suðureftir, og hóast tíðirnar í Føroyum vóru vánaligar í fyrru helvt av nítiárunum, mundi tó vera onkur, sum saknaði sólferðirnar hesi árini. Kreppuárini hevði van- ligi føroyingurin ikki ráð at ferðast, og tí hevði tað neyvan heldur loyst seg hjá føroysku ferðaskrivstovu- num at skipað fyri beinleið- is ferðum suðureftir, eins og gjørt hevði verið nøkur ár frammanundan. Men sum nítiárini gingu, og tíð- irnar gjørdust betur, sá Flogfelag Føroya, at nú vóru aftur møguleikar at taka hesar ferðir uppaftur. Og beinanvegin beit á; útferðarlongsul var aftur komin á føroyingar, og nú hildu fólk seg hava ráð at ferðast aftur. Trý ár í Salou Trý summar á rað hevur Flogfelag Føroya skipað fyri beinleiðis ferðum niður til Salou í Spaniu, og trý flogfør hjá Atlantsflogi eru farin fullsett avstað hvørt summar. Allar hesar ferðir eru gjørdar til Salou, sum liggur nakað sunnanfyri Barcelona, har flogfarið lendir. Síðan verður farið í bussi víðari til eitt nú La Penida, sum liggur norðast, Salou í miðjuni og Cam- brills, sum er syðsta plássið av hesum. Onkur helt, tað vera undarligt, at Flogfelag Før- oya ikki fleyg til fleiri støð í Spaniu ella aðrastaðni hesi árini, men líkamikið; flogførini vóru fullsett hvørja ferð, og tey mundu ikki vera so fá, sum vitjaðu Salou meira enn ta einu ferðina hesi árini. »Kærleiksoyggin« Í summar er so ferðamálið broytt. Nú verða tríggjar ferðir gjørdar til Mallorka ella »kærleiksoynna«, sum hon vanliga verður rópt í faldarum. Mallorka er ein av kend- astu frítíðaroyggjum, og vanliga eru ferðirnar til oynna eitt sindur dýrari enn tær, sum eru minni kendar. Lítil munur er tó á hesi ferðini, sum Flogfelag Før- oya ger og hinum, sum felagið hevur gjørt árini frammanundan. Tríggjar fráferðir verða úr Føroyum til Mallorka í summar; tann fyrsta verður 6. juli. Síðan verður farið úr Føroyum við 14 daga millumbili, til seinasta ferðin hevur verið í august. Bíðilisti Uni Danielsen á Flogfelag Føroya sigur, at allir ferða- seðlarnir til Mallorka-ferð- irnar eru langt síðan seldir og ikki so fá fólk standa á bíðilista, um onkrum skuldi borist frá at farið. Hann sigur, at flogið verður úr Føroyum til Palma, størsta bý á Mal- lorka, og møguliga verður millumlent í Skotlandi, sum Atlantic Airways plag- ar at gera á so longum ferð- um. Í Spaniu hevði Flogfelag Føroya fólk á staðnum at hjálpa sær, og soleiðis verður eisini, nú farið verð- ur til Mallorka. – Aftrat hesum eru fólk hjá okkum við á øllum hes- um ferðunum, sigur Uni Danielsen. Føroyingur eigur einasta línubátin í Skagen Trý fullsett flogfør til »kærleiksoynna« Í seinnu helvt av nítiárunum kom útferðarlongsul aftur á føroyingar, tí fíggjarligu vánirnar gjørdust betur aftur. Í trý fylgjandi ár hevur Flogfelag Føroya skipað fyri beinleiðis ferðum til Spaniu; í summar er ferðamálið Mallorka, og tað halda fólk ikki vera minni spennandi Savnsmynd 165 av 442 bilførarum framdu lógarbrot Løgreglan í Eysturoy hevur saman við løgregluni í Havn og bilsýnismonnum hjá Bileftirliti Føroya kannað 442 bilar í Eysturoynni Sunnudagin var Anker Jørgensen á vitjan í Sandoynni Jákup Lindenskov Tá Teistin kom til Skopun- ar, var Anker Jørgensen boðin vælkomin av Ger- hardi Lognberg, løgtings- manni og Jógvan Adolf Jo- hannesen, fyrrverandi løg- tingsmanni, og so varð far- ið inn á gólvið hjá Jógvan Adolfi, sum bjóðaði til vældúkað morgunmatar- borð. Har gekk prátið av tí besta. Síðani var í bussið farið eftir oynni, og sjálvur Jógv- an Adolf hevði fult vald á mikrofonini og greiddi fróðliga frá øllum, sum var at síggja á ferðini, og tað var ikki smávegis, hann tók fram úr vitsku síni. Koyrt varð til Sands, Skálavíkar og til Húsavíkar, steðgað varð av og á, m. a. framvið minnisvarðanum av Heðini Brú og oman fyri bátahylin í Húsavík. Allastaðni har komið varð framvið vóru fólk, sum vildu hitta Anker Jørg- ensen, tey heilsaðu honum, stórtfingið at síggja, at fólk fegin vildu heilsa hesum fræga framherja í donskum politikki, og sum eisini hevur havt stóran gagnligan týdning fyri Føroyar. Í Dali var hugnaligt døg- urðaborðhald í Eiriksgarði. Farið varð upp á gólv eina løtu, og brot úr »Ved Krist- iand« og »Brestiskvæði« vóru kvøðin hugaliga. Ikki sørt, at Anker Jørgensen gjørdist rættuliga álvuligur at vera uppi í ringinum. Mánamorgunin fóru tey avstaðaftur við flogfari- num, strævin hevði ferðin verið, púra ovfarin var hann av móttøkuni, allastaðni, hann var, ikki minni var hann fegin aftur at vitja Norðurlandahúsið. Anker Jørgensen í Sandoynni Anker Jørgensen hyggur áhugaður at føroyska dansinum í Dali, sum hann so fegin vildi uppliva Mynd: Oskar Oskarson Anker Jørgensen uppi í dansinum… Mynd: Oskar Oskarson Heima hjá Jógvan Adolfi Johannesen í Skopun varð boðið til morgunmat Mynd: Oskar Oskarson Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, Vivy og Anker Jørgensen lýða á Jógvan Adolf Johannesen Mynd: Oskar Oskarson Anker Jørgensen og vinkonan, Vivy Niemand, v.m., til búgvið døgurðaborð í Eiriksgarði í Dali Mynd: Oskar Oskarson C M Y K 17 16