Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juni 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 - 1. juli 2002 15 Anna Hentze, sum er út- búgvin lærari og ikki hevur arbeitt saman við nunnu- num, sigur, at av tí, at nógv- ir nýggir lærarar eru kom- nir inn á skúlan og fólka- skúlalógin er nýggj, henda broytingar alla tíðina. – Tað er púra natúrligt, at okkurt hongur eftir frá tíð- ini, nunnurnar vóru her, men vit endurnýggja okk- um eisini alla tíðina, sigur hon. Kanningar, sum eru gjørdar uttanlands, hava víst, at børn, sum ganga í forskúla, er meiri skúla- búgvin enn tey, ið ikki fáa hendan møguleikan. – Lærarar her siga, at børn, sum hava gingið í for- skúla, eru meiri klár til skúlan, og duga betur at bera seg at í skúlanum og saman við øðrum. Tað er sjálvsagt ymiskt, hvussu børn eru fyri, og tí kunnu vit ikki siga sum heild, at forskúlabørn læra betur og skjótari, enn tey, sum ikki ganga í forskúla. – Vit ivast ikki í, at for- skúlin er ein góð skúlabyrj- an, sigur Unn Mohr, sum arbeiðir sum avloysari í for- skúlanum. Gloymdur partur Forskúlin í Sankta Frans skúla hevur umleið hálvt hundrað ár á baki. Skúlin heldur til í kjallarahølum á skúlanum, og sum skilst er ætlanin at útvega forskúla- num meiri tíðarhóskandi høli. Tveir flokkar eru á hvørjum ári við umleið 20- 24 børnum. Fyri nøkrum árum síðani var gravgang- urin eftir at sleppa í for- skúla ógvuliga stórur, bíði- listin langur, men síðani fleiri barnagarðar eru kom- nir og hesir hava skúlabólk- ar fyri børn beint undir skúlaaldur, er áhugin fyri forskúlanum minkaður nakað. Tilgongdin er í øll- um førum ikki so stór, sum hon hevur verið. – At forskúlin og frítíðar- skúlin fylgja við skúlanum og hava frí, tá ið skúlin hev- ur frí, setir nógv foreldur í eina tvístøðu vegna vant- andi ansing. Ikki øll for- skúlabørnini hava frítíðar- skúlapláss heldur og skúla- dagurin er stuttur. Tískil rokni eg við, at nógv for- eldur aftra seg við at lata børnini fara í forskúla av hesum ávum, sigur Gunvør á Lava. – Barnagarðarnir gera meiri í dag saman við børn- unum, eisini teimum, sum eru beint undir skúlaaldur, og tað er heilt vist ein orsøk til minkandi tilgongdina. Harvið ikki sagt, at forskúl- in verður óneyðugur, sigur Anna Hentze. Upprunaliga er forskúlin ætlaður til børn, sum skulu ganga í Sankta Frans skúla. Hesum er farið burtur frá, og tí fara nógv av forskúla- børnunum út í øll heraðs- horn í býnum og kommun- uni. Hetta er eitt sindur óheppið, halda lærararnir. – Vit kundu sjálvandi hugsað okkum, at børnini halda fram í Sankta Frans skúla, sigur Jóna Vang. Framsýning Í hesum døgum er framsýn- ing á skúlanum, har børnini sýna fram, hvat tey hava gjørt í árinum, bæði í evn- ing og øðrum. Lutir, bøkur, upphang og mangt, mangt annað, sum er gjørt farna árið, verða víst fram fyri foreldrum, avvarðandi og næmingum á skúlanum. At sita still og lurta, er eitt av endamálunum við forskúlanum Sunnur matur er eisini á skránni hvørt ár Matpakkin verður etin 15 14 Nr. 102 - 1. juli 2002 SKÚLIN Turið Kjølbro Myndir: Jens Kristian Vang At menna børnini til skúl- an, er endamálið við for- skúlanum í Sankta Frans skúla. At læra børnini at sita still, at lurta, at bera boð heim og at vera saman við øðrum børnum. Dagur- in er ikki so knívskorin, sum í einum vanligum skúla, tó har eru greiðar ætlanir frá skúlaársbyrjan um, hvat skal lærast og ger- ast alt árið. – Eingin dagur er líka, sigur Jóna Vang, sum hevur arbeitt í forskúlanum í sekstan ár. Dagurin byrjar við morgunsangi og bøn, eins og í Sankta Frans skúla. Í høvuðsheitum miðar frá- læran í forskúlanum ímóti grundleggjandi førleika, at kenna klokkuna, dagarnar, bókstavirnar, tølini, árstíð- irnar og so framvegis. – Spølini, vit hava, ar- beiða við tølum og mongd- um, og tí læra tey smá roknistykki, sigur Jóna Vang. – Kenna børnini bókstav- irnar sum seks-sjey ára gomul, læra tey at seta teir saman til orð, men annars læra vit tey ikki at lesa. Tey eru ógvuliga forvitin eftir at læra og tá ið tey hava lært bókstavirnar, vilja tey bara arbeiða við teimum og leggja annað til viks. Seinna hálva árið síggja vit ógvuliga væl, hvørji børn eru skúlabúgvin. Barna- garðarnir gera í dag eitt stórt arbeiði, hava skúla- bólkar og annað, men nógv børn tíma ikki so væl at fara í barnagarð seinasta ár- ið áðrenn skúla. Tá er for- skúlin eitt gott tilboð, sigur Gunvør á Lava, ið hevur verið á skúlanum í 22 ár. – Tá ið børn verða seks ár vilja tey ógvuliga fegin læra. Tey hungra eftir at sleppa at skriva tøl og bók- stavir, sigur Anna Hentze, sum hevur verið lærari í forskúlanum í seks ár. Ferðslulæran er týðandi partur av frálæruni, og av tí, at einki frálærutilfar er til á føroyskum til hetta aldurs- stigið, skipa lærararnir sjálvir fyri, hvussu undir- víst verður í ferðslu. – Vit hava okkurt tilfar, men høvuðsparturin er at vera úti í ferðsluni. Har læra tey best, hvussu tey eiga at bera seg at, sigur Gunvør á Lava. Farið verður eisini ná- greiniliga ígjøgnum onnur evni, so sum bíbliusøgu, náttúru, sunnan mat, sunnar tenn og almenna vitan ann- ars. Stuttur dagur Forskúlin er bert tríggjar tímar um dagin, frá klokk- an átta á morgni, og tað er heldur lítið, heldur Gunvør á Lava. – Av tí, at fyrsti flokkur bert er í skúla tríggjar tímar um dagin, kunnu forskúla- børnini ikki verða longur, sigur hon. Forskúlabørnini hava skúlagarð saman við 1. og 2. flokki, og eru annars saman um øll tiltøk, sum fara fram á skúlanum. – Á tann hátt læra børnini at vera saman við nógvum børnum og at koma at kenna fleiri børn. Skúlin er stórur, børnini og lærarar- nir nógvir. At gera børnini trygg við skúlan, skúlaum- ráðið og lærararnar, er ógvuliga umráðandi, sigur Anna Hentze. Av tí, at forskúlin í Sankta Frans skúla er ein- asti forskúlin í landinum, mugu lærararnir á skúla- num sjálvir skipa og evna tilfarið. Gjøgnumgangandi verður nógv brúkt aftur, men teir kaga eisini eftir, hvat verður brúkt í Dan- mark. – Vit hava gjørt okkara egna leist, og gjørt broyt- ingar so hvørt, tað hevur verið neyðugt. Men tað hevði verið ógvuliga gott og mennandi, um onkur annar forskúli var, sum vit kunnu samanbera okkum við og samstarva við, sigur Gunvør á Lava. Betur fyri Nunnurnar hava sum vera man ávirkað skúlan nógv, eisini forskúlan, men av tí, at eingin teirra longur ar- beiðir í forskúlanum, eru vanarnir og siðvenjan frá teimum við at glíða út. Tó okkurt er, sum er eftir. – Tað mesta av tí katól- ska, sum eyðkendi skúlan fyrr, er burtur í dag. Vit halda tó enn Sankta Frans dagin 4. oktober, og di- siplinin, sum altíð hevur eyðkent skúlan, halda vit fast við, sigur tær allar, og eru samdar um, at soleiðis eigur at vera. – Okkara skúli verður væl virdur av næmingu- num, hann verður aldri maksaður, sum aðrir skúlar, børnini fara úr skónum inni og tílíkt. Á henda hátt er disiplinin enn sum áður, sigur Jóna Vang. – Vit hava valt at hildið fast við disiplinina, tí hon er góð fyri børnini. Hesi ár- ini, eg havi arbeitt á skúla- num, eru børnini broytt nógv. Í dag eru tey nógv meiri opin og vita nógv meiri. Av tí sama krevja tey nógv meiri av okkum, sigur Gunvør á Lava, sum hevur arbeitt saman við fleiri nunnum. Forskúlin ein góð skúlabyrjan At menna børnini til skúlan, er endamálið við forskúlanum í Sankta Frans skúla. Og teir fýra lærararnir, sum arbeiða í forskúlanum, eru ikki eina løtu í iva um, at forskúlin er ein góð skúlabyrjan, sum fleiri enn 40 børn í Føroyum á hvørjum ári áttu at fingið møguleika at byrja í. – Tá ið børn verða seks ár, vilja tey ógvuliga fegin læra. Tey hungra eftir at sleppa at skriva tøl og bókstavir, sigur Anna Hentze, lærari Forskúlaflokkur Forskúlabørnini hava skúlagarð saman við 1. og 2. flokki Forskúlin roynir seg fyri fyrstu ferð við framsýning av lutum og øðrum, børnini hava gjørt ígjøgnum árið C M Y K 14