leygardagur 5. februar 1972síða 4
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SÍÐA 4
50 ára dagurin hjá
Fiskepigernes Fagforening
Fiskepigernes Fagforening
hevði eina megnar Vveitslu
leygarkvøldid 29. januar í
samband við 50 ára siovningr
dag teirra. Har vóru nógvar
róður og heilsur bornar
fram
Løgmaður Atli Dam bar
heilsu frá landsstýrinum, og
talaði hann um samarbeiðið,
ein sera góð røda.
Thomas Thomsen bar heilsu
fram fyri arbeiðsgevarnar, og
visti hann á, at ósemjurnar
høvdu ikki verið so stórar, at
tær ikki høvdu verið loystar í
sátt og semju.
Niels Niclasen (K) bar
heilsu frå Fylking og mintist
aftur á teir góðu gomlu dag-
ar.
Felagsskrivarin Ásla Jesper-|
sen bar heilsu fram fyri for-
mannin, Ellu Midjord, sum
tíverri var sjúk.
Heilsan frá Ellu ljóðaði so-
leiðis:
Við tað, at eg vegna sjúku|
ikki kann verða við til veitslu
okkara í kvold, vil eg senda
tykkum fiskagentunum og fel-|
agnum heilsu mína og ynskja
alt gott við stóra degi okkara.
Mangar beiskar løtur hava ver
ið, mangur beiskur dagur er
runnin, men tó, glottar hava
verið, og í dag kunnu vit
feira okkara 50 ára stovning-
ardag, mong nøvn eru sum
kundu verið nevnd, men vit
vilja minnast tey sum Stovn-
aðu felagið við virðing og
tøkk, og við minnið um tey,
vilja vit líta framyvir og vísa,
at samanhaldið, sum verið
hevur eyðkenni felagsins, fram
vegis verður tað sama, sum
framyvir = verður stavnshald
okkara, og við ti fyri eyga
fara vit at arbeiða fyri somu
lón fyri kvinnur sum menn,
fyri sama arbeiðið. Hjarta-
liga tillukku.
som i ror DE
Ella.”
Sum einasti eftirlivandi stjórn-
arlimur í fyrstu stjórn felags-
ins bleiv Paulina Einarsson
gjórd heiðurslimur felagsins.
Sverre Midjord bar eina
persónliga heilsu til felagið.
Ein megnar veitsla sum
sømdi seg einum megnar fel-
ag.
Hesir sangir vóru gjóørdir
til veitsluna:
Ebbe Skammelsen.
Oyggin hin væna eitt
førandi fólk, —
í kvold vit minnast og feira,
fimti ár eru liðin í dag,
vit skulu hetta felag heiðra.
Niðurlag: Í Suðri stóð vøggan,
har aldust teir upp, teir
bestu í Føroyum!
Tær megnar kvinnur, ið ruddu slóð,
í kvold vit ei mugu gloyma,
ið fingu hetta felag í lag,
vit minnið um tær skulu goyma.
Tit stovnsettu fyrsta fakfelag her,
og slóðaðu ødrum gølur,
aldu menskar synir upp,
so virkisfúsar døtur.
Berið høvur hátt út Suðria døtur,
tit tóku mangt ódnartakið,
fremstar tit stóðu á odda í strid,
í Føroyum tit ei fingu
maka.
Tit ungu sum eiga ta komandi tid:
tit takið av teimum læru,
lat tað síggjast tit bregða til teir,
tit fedrarnar gomlu æra.
Her komu úr Føroyum frå bygdum flest
at taka av teimum læru,
vit síggja tað standa
um landið alt
stovnseti sum lýsandi varði.
Sjómansskúlin tann fyrsti var her,
vit lærdu siglandi synir,
21 úr Suðri vóru,
bert 3 vóru hinir.
Skal søgan skrivast tit leitið her,
hon hevur eitt mennandi virði,
her búðu frælslyntir framburðsmenn,
tit leitið hjá teimum
lærið.
Takið lógvatak saman og standið sum menn,
tå ber móti ljósari táð,
tá kunnu -vit fedrana arv lyfia,
og frøast við mikið stríð.
Eitt veitslulag gott tykkum ynski eg,
alt gott fyri komandi
tíðir,
Frodbiar sókn tit reisi av ný,
sum í forðum var Føroyalands prýði.
Heilsan frá einum vini
M.4.T.
SOSTALURIN
Frodbiar sóknar
Sjúkrakassi
sigur frá, at rokningar fyri árið 1971 megu verða
sjúkrakassanum í hendi seinast 15. februar 1972.
Eisini verður sagt frá, at fyri at umganga
verða fluttur til C-lim, vid ongari sjúkrakassa-
verða
hjálp, má limagjaldseftirtóða fyri 1971
goldin beinanveg.
Tvøroyri, 31. januar 1972
STJÓRNIN
Foreldur ella verjar
sum ætla at lata børn síni i 1. flokk í Adventista-
skúlan, verða biðin at siga frá mánadagin 7.
bruar til mikudagin 9. februar kl. 14-16 á skúla-
num.
Gerið so væl at hava koppaseðil við.
ADVENTISTASKOULIN
tlf. 13260
Lag: Fiskepigens sang.
Á Tvøroyri eitt felag her bleiv stovnað,
og mangt eitt takið tíkið hevur tað,
í fimti ár og ikki er tað sovnað,
vit heiðra Fiskepigerne í dag.
Um vit nú vilja aftur um oss venda
og líta fimti ár aftur um bak,
í dag vit skilja hví, ið tað hendi
fyri fiskipigerne tað var eitt tak.
Í teirri tid ei gott tað var at liva
og arbeiðast mátti bæði dag og nátt,
um løn ei tala, her er ongin ivan,
men fiskepigerne broytt hetta skjótt.
Tær høvdu bert sínar hendur fram at bjóða
til arbeiðis tær fóru hvønn ein dag,
tá klokkan ringdi, sirenan fór at ljóða,
tær titadu avstað í góðum lag.
Í kulda og í stormi mangan dagin,
tær brutu ís. í karinum hann var,
har úti stóðu hesar væla gentur
og sungu glaðar, virkisfúsar har.
Tær væl sítt arbeiði úr hondum greiddu,
hvor genta kendi skyldur sínar væl,
hon hugsaði um hann, sum fiskin veiddi,
hvor stertur væl úr hondum leggjast skal.
Sum tíðin leið, so skiltu hesar gentur,
at lívið ikki bara galt um breyð,
ti stovnaðu tær sær hetta felag,
fyri at koma sær úr hesi neyð.
Tær skiltu tað, at arbeiðsmegi teirra
í gulli meiast kundi, ja fyri teir,
tí gjørdu tær sær eina >Fagforeninge
í lønarliga kravdi batar meir.
At byrja við, var tað heldur stríggi,
og Slóðarin hevði tað mangan hart,
men tó »Fiskepigerne«, tær vunnu kríggið,
tí arbeiðsgevarin, hann gav seg bart.
Í kvold vit ikki skulu syngja meira,
men minnast tær sum løgdu steinin gott,
og takkarljóð skal hátt her hoyrast
frá »Fsikepigernes fagforening« hátt.
Við bestu kvødum
Sverre.
»GESTURx.
NR. 10. 5. FEBRUAR 1972
— KLAKKSVÍKAR
MBURHANDIL“
J.F. KJØL
[+
ec
F