týsdagur 4. juni 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 103 - 4. juni 2002
Nr. 103 - 4. juni 2002
3
Filadelfia var leygar-
dagin karmur um
fyrsta rættiliga brúd-
leypið ein samkoma í
Føroyum nakrantíð
hevur havt. Kirkjan
hevur verið einasti
vígslumyndugleiki í
Føroyum, men nú
hava samkomur kring
landið eisini fingið
henda myndugleika
BRÚÐARVÍGSLA
Orð: Ingrid Bjarnastein
Myndir: Finnur Justinussen
Fyrsta rættiliga brúdleypið
vil siga, at hetta er fyrsta
ferðin, at ein samkoma
hevur kunnað givið brúðar-
parinum meira enn sítt væl-
signilsi. Áður hevur tað
verið soleiðis, at um brúð-
arparið ynskti ikki at giftast
í kirkju, varð parið vígt á
fútaskrivstovuni, fyri at fáa
tað løgfrøðisliga frá hond,
og síðani varð vælsignilsi
givið í samkomuni.
Men fyri stuttari tíð síðan
hava nakrar samkomur í
Føroyum fingið vígslu-
myndugleika, sum kirkjan
áðrenn hevði einarætt uppá.
Og leygardagin var Filadel-
fia karmur um fyrsta brúd-
leypið, har tað løgfrøðisliga
og tað »vanliga« var gjørt í
samkomuni.
Kavakríggj
Alt byrjaði við einum kava-
kríggi fyri átta árum síðani.
Tór Arni og Sóley hava
bæði altíð gingið í Filadel-
fia.
– Tór Arni flutti til Havn-
ar í 1994, men tá legði eg
ikki rættiliga merkis til
hann. Vit hava altíð gingið í
Filadelfia, men tað var ikki
fyrr enn aftaná eitt kava-
kríggj í 1996, at vit komu at
kennast. Vit vórðu rættiliga
góðir vinir, men vit komu
ikki saman fyrr enn í
desember
1999,
greiðir
brúðurin, Sóley, nú Samuel-
sen, frá.
Tann 2. juni í 2001 tóku
tey bæðið ring uppá, og nú
eitt ár seinni eru tey gift.
Vígslan gekk fyri seg á
tann hátt, at pápi brúðrina
leiddi hana inn til brúð-
gómin. Síðani varð boðið
vælkomið, og síðani var
sangur. Eftir eina talu, og
Amazing Graze á fagott og
gittar varð sjálv vígslan.
Tummas Jacobsen, sam-
komuleiðari í Filadelfia,
gifti tey bæði, Sóley, 22 ár,
og Tór Arna, 29 ár.
Í Filadelfia var rættiliga
nógv fólk samankomið.
– Tað kendist meira ordi-
ligt, at vit kundu orna alt á
einum staði, sigur Sóley.
– Soleiðis hevði ein kan-
ska betri stýr á tí sjálvur, og
tað var eisini nakað serligt
við at kunna orna alt í Fila-
delfia. Sjálv haldi eg, at tað
riggaði ógvuliga væl.
Ístaðin fyri tað, sum
prestur ella annar almennur
myndugleiki,
vanliga
brúka, vóru orðini, ið
Tummas Jacobsen brúkti
umsett úr enskum.
Aftaná vígsluna í Filadel-
fia var reseptión, og brúð-
arparið fór at taka brúðar-
myndir. Um kvøldið var
veitsla fyri innbodnum í
Pálsstovu.
Sosialurin ynskir brúðar-
parinum hjartaliga tillukku.
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum,
at okkara kæra dóttir, systir og mostur
Marita Jacobsen
Tórshavn, f. 19.03.1951
andaðist leygardagin 1. juni 2002.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
mikudagin 5. juni kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Håkon, Marja, Elin og Rúna
Byrjaði við einum kavakríggi
Sóley J. Klementsen, nú Samuelsen, og Tór Arni Samuelsen vóru fyrsta brúðarparið, ið kundi fáa annað enn bara vælsignilsi frá samkomuni Filadelfia við
Landavegin. Hetta var fyrsta ferðin, at tað løgfrøðisliga eisini varð ornað í Filadelfia
Filadelfia var leygardagin karmur um fyrsta
samkomubrúdleypið, har samkoman sjálv var
vígslumyndugleiki. Tummas Jacobsen, samkomuleiðari, vígdi
tey bæði, Sóley J. Klementsen og Tór Arna Samuelsen
Mamma brúðrina, Vígdis Johannesen, hjálpir dóttrini við
brúðarbukettini. Pápin, Marius Klementsen í bakgrundini.
Í føðingardegi hjá
Pedagodfelagnum
Frá vinstru. Varaleiðarin á Dagstovninum í Hoyvík Johanna Olsen og leiðarin á sama stovni Ingun H. Pedersen her saman við
Jógvan Petersen, sum síðan einaferð í sekstiárunum hevur starvast sum pedagogur og leiðari, men nú er farin frá við pensión.
Áðrenn arbeiddi Jógvan sum timburmaður og hann er ættaður úr Oyndarfirði
MÓTTØKA
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Finnus Justinussen, myndir
Leygardagin seinnapartin í øllum regninum var móttøka í
felagshúsinum hjá Pedagogfelagnum í Tungugøtu í Havn
í samband við at felagið fylti 20 ár. Felagið var stovnað í
1982, men akkurát hvussu søgan hjá felagnum er tvey tey
fyrstu árini er ilt at siga, tí onki skrivligt tilfar er tókt frá
hesum tíðarskeiði. Í fyrstuni vóru 80 limir í felagnum og
í dag eru teir 1100. Pedagogfelgið er vorðið eitt stórt felag
og formaðurin Carita Bjrøklund, er væl umtóktur millum
limirnar.
Í samband við dagin fingu allir limirnir eina gávu.
Bárður Jákupsson hevur gjørt 16 ymisk steinprent og
grafiski verkstaðurin í Listaskálanum hevur prentað 100
eintøk av hvørjum. Hesi eru send til limirnar.
Carita Bjørklund, formaður og Anna Elisabeth Joensen,
næstformaður
Katrin Thomassen, umsitingarleiðari hjá Pedagogfelagnum og
formaðurin tosa við Gunnleiv Dalsgaard, formann í
Starvsmannafelagnum
Hesar fingu vit ikki navnið á, men tær eru pedagogar og
vitjaðu felagið leygardagin
C
M
Y
K
3
2