Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juni 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 103 - 4. juni 2002 Nr. 103 - 4. juni 2002 5 Stórur partur av olju- heiminum bíðar við spenningi eftir, at The Faroes Partnership við Amerada Hess, Dong, British Gas og Atlants Kolvetni um góðan mánað fara at bora ein metingar- brunn í bretskum øki og sum skal koma svarinum nærri, um fundið gjørt varð á landgrunninum í fjør, er lønandi OLJULEITING Orð & Myndir: Jan Müller Nógv umrøddi og eygleiddi brunnurin hjá The Faroes Partnership samtakinum við Amerada Hess á odda, 204/16 1 í bretskum øki verður boraður ein av fyrstu døgunum í juli mánað tvs. um ein góðan mánað. Hetta er tann brunnurin, sum øll oljufeløgini, ið hava áhuga í Atlansmótinum, fylgja við stórum áhuga. Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess sigur, at teir rokna við, at bori- skipið West Navion verður liðugt við sína seinastu bor- ing fyri Marathon í kanad- iskum sjógvi einaferð í juni og heldur tað so beina leið til staðið, har tað skal bora ein metingar- og avmark- ingarbrunn stutt frá føroy- ska markinum. West Navion West Navion hevur verið fyri fleiri óhappum, og tí er boringin nakað seinkað. Hon var upprunaliga ætlað til í juni. Hetta fær tó ikki stórvegis avleiðingar fyri boringina, sum altjóða olju- verðin bíðar eftir í stórum spenningi. Orsøkin til stóra áhugan er tann, at henda boringin vónandi fer at geva nógv fleiri upplýsing- ar um tað fundið, sum Hess gjørdi á føroyskuim øki í fjør. Tá vórðu týðandi nøgdir av olju funnar, men rakk tann eina boringin ikki til at siga, um talan er um eitt lønandi fund. Nú tað verður hildið við rættiliga stórari vissu, at fundið eis- ini røkkur um markið inn á bretskt øki, har Hess og hini feløgini eru so heppin at hava loyvi, vænta og vóna oljuserfrøðingarnir hjá Amerada Hess at fáa nýggjar upplýsingar, sum í fyrsta lagi kunnu siga, hvussu stórt fundið í veru- leikanum er. Tað er tó ikki nóg mikið bara við hesum eina met- ingarbrunninum at gera av, um fundið er lønandi. Ben Arabo sigur, at tað skal helst borast ein brunnur aftrat fyri at koma til eina niðurstøðu. Tann brunnurin verður so møguliga í føroy- skum øki í næsta ár. Partnership samtakið skal eisini bora ein leiting- arbrunn í bretskum øki í ár. Tann brunnurin, sum ber navnið Campo og sum ligg- ur nakað norðan fyri Schie- hallion oljufeltið og stutt frá markinum, verður bor- aður einaferð í september av West Navion. Hesin brunnurin er í einum øki, sum vinnan annars hevur sett stórt álit á. Hann liggur ikki so langt frá oljufundi- num Suilven, sum BP gjørdi fyri nøkrum árum síðani. Eitt fund, sum tó eingin avgerð enn er tikin um at framleiða frá. BG Vit spurdu Ben Arabo, hvussu stætt er við British Gas, sum jú ikki vildi vera við til at bora tann niðasta partin av brunninum á land- grunninum í fjør, har olja varð funnin. Hann sigur, at hetta er nakað, sum vit mugu tosa við teir um men vísir á, at enn er støðan tí viðvíkjandi óbroytt. Tað eru bara Amarada Hess, Dong og Atlants Kolvetni, sum eru við í tí partinum av bor- ingini. BG hevur tó møgu- leika at koma uppí aftur. Greiðar reglur eru fyri slík- um. Hvat viðvíkur brunni- num í bretskum øki, sum borast skal í juli, so er tað alt samtakið, ið stendur fyri honum, tvs. eisini BG. Hugsandi er at felagið møguliga bíðar eftir úrsliti- num av hesum brunninum. Verður tað gott, so kann hugsast, at felagið verður partur av øllum brunninum á Føroyaøkinum eisini. Amerada Hess, Dong, BG og Atlants Kolvetni bora metingar- og avmarkingarbrunn í blokkinum 204/16 1 í juli. Hann (pílurin) liggur bert fáar kilometrar frá markinum og fundinum, (sirkulin) sum varð gjørt í fjør Hess borar við markið í juli Ben Arabo, stjóri hjá Amerada Hess: – Vit bora í juli Frá fyrstu boringini hjá Hess í Føroyum við Sovereign Explorer Um ein mánað fer borurin aftur niður í undirgrundina, skamt frá markinum. Tá verður tað West Navion, sum fer at bora Dómarin tók vitnis- frágreiðingarnar til eftirtektar heldur enn at lurta eftir frágreið- ingunum frá ákærda, tá hann fríggjadagin kunngjørdi dómin. Dómurin var eisini nógv nærri tilmæli- num hjá ákæruvaldi- num enn hjá verja- num NARKOMÁLIÐ Stefan í Skorini Dómarin Jørgen B. Peter- sen metti, at frágreiðingar- nar hjá nøkrum av vitnu- num vóru meira eftirfar- andi enn frágreiðingin hjá tí ákærda, tá hann segði tann harðasta dómin í stóra narkomálinum fríggjadag- in. Hetta sást aftur í úr- skurðinum, sum tann døm- di maðurin var so beina- samur at geva fjølmiðlu- num eitt fjølrit av, eftir at dómarin hevði lisið hann upp í rættinum. Dómarin sigur í fleiri før- um, at frágreiðingarnar frá vitnunum eru nóg góðar grundgevingar fyri at finna tann ákærda sekan, heldur enn at lurta eftir frágreið- ingini hjá tí ákærda, sum als ikki vildi kennast við fleiri av ákærunum. Ákærin kann tí vera væl nøgdur við úrskurðin hjá dómaranum, sum lá nógv nærri tilmælinum hjá ákæruvaldinum enn hjá Christiani Andreasen, sum var verji. – Vit eru rímiliga væl nøgd við dómin. Tann ákærdi var bara fríkendur í nøkrum fáum smærri ákær- um, men hann var funnin sekur í teimum meira álvar- somu, sigur Dorte Møller Andersen, sum umboðaði ákæruvaldið í rættinum. Nú málið endar í Lands- rættinum, fer ákæruvaldið at krevja eina herðing av dóminum, sum varð sagdur í Føroya Rætti. Fimm fingið dóm Av teimum tíggju monnu- num, sum vórðu handtiknir 16. januar í einum sera um- fatandi átaki hjá løgregluni, hava fimm teirra fingið dóm higartil. Bara ein teirra hevur fingið minni enn eitt ár handan rimar. Dómarnir hava verið ímill- um eitt og smá trý ár í fong- sli. Umframt hesar fimm dómarnar hava seks onnur mál, sum øll hava samband við tað stóra átakið 16. jan., verið roynd í rættinum. All- ir hesir menninir eru funnir sekir, men dómarnir hava ikki verið meira enn eitt ára fongsulsrevsing. Fleiri av teimum dømdu vóru nýttir sum vitni í rættinum móti tí 36 ára gamla dananum, sum fekk dóm fríggjadagin. Ætlanin hjá ákæruvaldinum hevur verið, at fáa felt dóm yvir hesar menninar, og síðani kallað teir inn sum vitni í øðrum málum. Av teimum tíggju, sum vóru handtiknir 16. januar, vórðu fimm teirra leyslat- nir beinanvegin, og fýra teirra hava enn ikki fingið dóm. Hesi málini eru ikki komin serliga langt áleiðis, og tí er ógreitt, hvussu hesi málini enda. Dómurin kann gerast nógv harðari Enn hevur rætturin ikki tik- ið støðu til 11,5 kilo av hassji, sum 36 ára gamli maðurin er ákærdur fyri at hava selt. Tvey vitni kundu ikki møta í rættinum til hetta rættarmálið, og tí verður nýtt rættarmál, tá hesi koma aftur av skipi. Talan er um tríggjar ákærur, har tann 36 ára gamli skal hava selt 11,5 kilo av hassji yvir eitt 13 ára tíðarskeið. Verður hann eisini funnin sekur í hesum verður dómurin væl strang- ari. Dómarin tók vitnini til eftirtektar Vitnirfrágreiðingarnar vóru í fleiri førum við til at fella tann høvuðsákærda í narkomálinum Mynd: Jens Kr. Vang ELDSBRUNI Stefan í Skorini Leygardagin á middegi fekk sløkkiliðið í Klaksvík fráboðan um ein eldsbruna í einum sethúsum, ið liggja nær við Sjómansheimið. Tá sløkkiliðsmenninir komu á staðið, stóð húsið í ljósum loga. Roykkavarar vórðu sendir inn, og teir bastu eldinum eftir tíggju minuttum. Tað gekk tískil sera væl at sløkkja eldin. Húsini hava tó fingið stóran skaða, og alt skal helst takast úr húsinum, um tey ikki verða rivin niður. Leiðarin á sløkkiliðstøðini sigur, at umráðandi er at lata allar hurðar aftur í einum húsum, ið brenna. Hetta forðar fyri, at roykurin fer um alt húsið, og tað kann eisini vera við til at kvala eldin. Hetta hevði húsfólkið í hesum húsunum ikki gjørt, men tað hevði avmarkað skaðan munandi. ÁLOP Stefan í Skorini Ein 42 ára gamal maður varð fríggjdagin varðhalds- fongslaður í 14 dagar eftir grundlógaravhoyring fríggjadagin. Hann er skuldsettur fyri grovt álop við knívi, har hann hevur stungið ein mann tvær ferðir við felliknívi. Maðurin sigur, at hann bert vardi seg sjálvan, og at hann ikki bara stakk einaferð. Maðurin, sum bleiv stungin, varð innlagdur við einum punkteraðum lunga. Skaðin var so álvarsamur, at um hann ikki kom undir læknahond, hevði hann verið í lívsvanda. Tann 42 ára gamli maðurin ásannar, at hann var fullur, tá tilburðurin fór fram. Fimm aðrir menn vóru eisini til staðar, men teir flestu vóru ávirkaðir av rús- drekka. Tann varðhaldsfongslaði maðurin er gamal kenn- ingur hjá løgregluni og hevur einar tíggju aðrar skuld- setingar á sær, og tær verða allar viðgjørdar í senn. Maðurin er m.a. skuldsettur fyri stuldur, innbrot og fyri at hótta annan persón eftir lívinum. INNBROT Stefan í Skorini Svongdin gjørdist so nívandi hjá nøkrum stevnugestum fríggjakvøldið, at teir gjørdu av at bróta inn í ein hjall, ið stóð við Klaksvíksvegin. Gerningsmaðurin hevur grulvað undir hjallin og er sloppin inn við at brota nakrar av gólvfjalunum. Spor- ini eftir innbrotstjóvin vísa, at hann hevur fingið sær ein bita inni í hjallinum. Tjóvurin hevur fingið væl burturúr hesum innbroti- num, tí hann tók heili seks turr tjógv við sær. Løgreglan veit ikki, hvør gerningsmaðurin er, men kannar málið nærri. Fýra tiknir Løgreglan í Klaksvík tók fýra bilførarar, sum koyrdu ávirkaðir. Teir eru allir skuldsettir fyri rúsdrekkakoyr- ing og kunnu væntað sær at missa koyrikortið treyta- leyst. Harumframt svóvu tríggir mans rúsin av sær á støð- ini, eftir at løgreglufólk høvdu tikið teir upp av gøtuni. Tveir mans vórðu handtiknir á hesi Norðoyarstevnu- ni. Onkur boðaði frá, at ein maður hevði sparkað ein bil í fyllskapi. Løgreglan tók mannin við á støðina, har hann varð avhoyrdur og skuldsettur fyri brot á politivið- tøkurnar. Hann svav rúsin av sær í klivanum. Ein annar ungur maður varð handtikin, tá hann gjørdi seg inn á eina flaggstong í miðbýnum. Av løgreglustøðini í Klaksvík verður annars sagt, at henda stevnan var stak friðarlig í mun til onnur ár. Ringa veðrið leygarkvøldið hevði eisini við sær, at tey flestu hildu seg mest innandura. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Sunnunáttina var eitt ferðsluóhapp við Kolbanar- gjógv. Ein bilur, ið koyrdi suðureftir, fór útav vegnum, men førarin boðaði ikki frá og rýmdi frá óhappinum. Løgreglan veit ikki enn, hvør sat við róðrið á bili- num, men viðkomandi kann vænta sær at verða skuldsettur fyri brot á ferðslulógina, tí hann ikki boð- aði frá einum óhappi. Bilurin hevur gjørt nakað av skaða á hegn og annað framvið vegnum. Løgreglan veit enn ikki, hvussu nógv fólk var í bili- num, men eingin kann hava fingið stórvegis mein av óhappinum. Rúsdrekkakoyring Fríggjakvøldið tók løgreglan í Eysturoynni ein mann, ið koyrdi ávirkaður av rúsdrekka. Løgreglan fekk frá- boðan um, at ein ávirkaður førari var á vegnum, og hann varð tikin millum Funning og Funningsfjørð. Tveir mans vóru í bilinum, og báðir vóru fullir. Før- arin, sum var komin úr Havn, verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Rýmdi frá óhappi Fongslaður fyri álop við knívi Eldsbruni í Klaksvík Kjøttjóvur á Norðoyarstevnu C M Y K 5 4