týsdagur 4. juni 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 103 - 4. juni 2002
Nr. 103 - 4. juni 2002
7
– Samgonguskjalið er
staðfestingin av, at
løgmaður ongantíð
ætlaði at taka okkum
upp í eina samgongu.
Í høvuðsheitum kun-
du vit tikið undir við
tí mesta av sam-
gonguskjalinum, sig-
ur Lisbeth L. Peter-
sen, forkvinna í Sam-
bandsflokkinum
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Sambandsflokkurin gjørd-
ist stóri sigursharrin við
valið 30. apríl, men kortini
endaði flokkurin aftur í
andstøðu.
Hetta er Lisbeth L. Peter-
sen, forkvinna fyri Sam-
bandsflokkin, als ikki nøgd
við.
– Vit eru kedd um, at vit
ikki komu í samgongu,
men veljararnir hjá okkum
hava ávirkað samgonguna,
og hetta fegnast vit um, sig-
ur Lisbeth L. Petersen, tá
vit ringdu hana upp eftir
viðmerkingum til sam-
gonguskjalið, sum varð
undirskrivað í dag, týsdag-
in.
Hon vísir við hesum á, at
samgongan við hesum sam-
gonguskjalinum hevur lagt
á annan bógv í fullveldis-
málinum.
– Fullveldi er lagt á ís
næstu fýra árini, sigur Lis-
beth L. Petersen.
Hon heldur, at tað ongan-
tíð var ætlanin, at Sam-
bandsflokkurin skuldi ger-
ast partur av einari kom-
andi samgongu.
– Samgonguskjalið er
staðfestingin av, at løg-
maður ongantíð ætlaði at
taka okkum upp í eina sam-
gongu, sigur Lisbeth L.
Petersen, sum ikki heldur,
at nakrar av umberingunum
hjá løgmanni kunnu góð-
takast.
Hon vísir eisini á, at tað í
valstríðnum varð gjørt til
eina fólkaatkvøðu um full-
veldi, men hetta verður sett
til síðis nú.
– Teir venda og snara øll-
um, sigur Lisbeth.
Samd, ósamd
– Í høvuðsheitum kundu vit
tikið undir við tí mesta av
samgonguskjalinum, sigur
Lisbeth L. Petersen.
Hon sigur, at samgongu-
skjalið
nógvastaðni
er
merkt av leysum orðingum.
Eisini eru fleirir orðingar,
ið øll kunnu taka undir.
– Teir hava fingið ein
hvøkk. Teir hava steðgað
førda politikkinum. Hetta
hava veljararnir hjá okkum
víst teimum á, sigur Lis-
beth.
Fleiri orðingar í sam-
gonguskjalinum kennir hon
eisini aftur frá teirra fund-
um við løgmann og frá val-
stríðnum. Hon heldur eis-
ini, at tað er ógvuliga lítið
konkret skrivað nógvastað-
ni.
Hóast Sambandsflokkur-
in í høvuðsheitum kundi
tikið undir við samgongu-
skjalinum, so merkir hetta
ikki, at flokkurin er samdur
við øllum.
Lisbeth L. Petersen sigur,
at flokkur hennara ikki
vildi ganga við til, at ar-
beiðið við at yvirtaka løg-
reglu og rættarskipan skul-
di halda fram, ið nú stendur
í samgongskjalinum. Held-
ur ikki gekk Sambands-
flokkurin við til, at blokk-
urin skuldi fastfrystast, so-
leiðis sum tað nú er stungið
út í kortið.
Lisbeth L. Petersen held-
ur ikki, at tað rennur væl
saman, tá samgongan ynsk-
ir at gera almennu umsit-
ingina ódýrari og at eitt
stýri verður sett afturat.
Fólka- og
Miðflokkurin
Tá vit spyrja hana eftir,
hvør flokkur serliga merkir
hetta nýggja samgongu-
skjalið, so heldur Lisbeth
L. Petersen, at tað sæst lítið
til Tjóðveldisflokkin, men
kanska meira til Fólka-
flokkin og Miðflokkin.
Í
samgonguskjalinum
setir samgongan sær sum
mál at yvirtaka eina longri
røð av sokallaum smærri
málsøkjum. Hetta roknar
Lisbeth tó ikki við, at teir
fara at klára.
– Tað er eitt risastórt ar-
beiði í hesum. Teir hava eis-
ini sett sær nógv og stór
mál áður, men tað hevur
ikki borið til, og tað fer tað
heldur ikki hesaferð, sigur
Lisbeth L. Petersen.
Hóast fullveldi nú er lagt
á ís, so roknar forkvinna
Sambandsfloksins við, at
Tjóðveldisflokkurin eigur
okkurt annað í skjáttuni.
– Vit hava eina sterka
andstøðu, sum fer at ar-
beiða væl saman, sigur Lis-
beth L. Petersen at enda, nú
líkt er til, at fara at verða
fýra ár í andstøðu í parti við
Javnaðarflokkinum.
Á tingfundi fríggjadagin valdi Føroya
Løgting nýggjar løgtingsnevndir eftir
valið 30. apríl. Tað tók drúgva tíð hjá
landsins kosnu at telva allar sessirnar
upp á pláss. Eisini var trupult at seta
nøvn á.
Endin gjørdist, at andstøðan fekk
formanssessirnar í vinnu- og trivnað-
arnevndini. Hinar nevndirnar eigur
ein úr samgongu sum formann.
Endaliga býtið gjørdist hetta.
Nýggjar
løgtingsnevndir
Fíggjarnevndin
Fastir limir:
Óli Breckmann (form.)
Kári P. Højgaard
Kristina Háfoss
Tórbjørn Jacobsen
Lisbeth L. Petersen
Johan Dahl
Vilhelm Johannesen
varalimir:
Jógvan við Keldu
Poul Michelsen
Jógvan Arge
Páll á Reynatúgvu
Alfred Olsen
Kaj Leo Johannesen
Henrik Old
Uttanlandsnevndin
Fastir limir:
Hergeir Nielsen (form.)
Jógvan við Keldu
Jógvan á Lakjuni
Jenis av Rana
Johan Dahl
Jóannes Eidesgaard
Katrin Dahl Jakobsen
Varalimir:
Niklái Petersen
Jóanis Nielsen
Heðin Zachariasen
Heini O: Heinesen
Heðin Mortensen
Andrias Petersen
Henrik Old
Landsstýrismálanevndin
Fastir limir:
Heini O. Heinesen (form.)
Jákup Mikkelsen
Kaj Leo Johannesen
Varalimir:
Niklái Petersen
Heðin Zachariasen
Lisbeth L. Petersen
Vinnunevndin
Fastir limir:
Henrik Old (form.)
Heini O. Heinesen
Tórbjørn Jacobsen
Heðin Zachariasen
Alfred Olsen
Kaj Leo Johannesen
Gerhard Lognberg
Varalimir:
Annita á Fríðriksmørk
Niklái Petersen
Poul Michelsen
Johan Dahl
Bárður Nielsen
Katrin Dahl Jakobsen
Vilhelm Johannesen
Trivnaðarnevndin
Fastir limir:
Alfred Olsen (form.)
Jóanis Nielsen
Jenis av Rana
Páll á Reynatúgvu
Marjus Dam
Kristian Magnussen
Andrias Petersen
Varalimir:
Óli Breckmann
Heini O. Heinesen
Jógvan Arge
Kaj Leo Johannesen
Heðin Mortensen
Katrin Dahl Jakobsen
Gerhard Lognberg
Mentanarnevndin
Fastir limir:
Annita á Fríðriksmørk
(form.)
Jógvan Arge
Jákup Mikkelsen
Kári P. Højgaard
Heðin Mortensen
Katrin Dahl Jakobsen
Andrias Petersen
Varalimir:
Tórbjørn Jacobsen
Kristina Háfoss
Jógvan á Lakjuni
Jóanis Nielsen
Marjus Dam
Gerhard Lognberg
Kristian Magnussen
Rættarnevndin
Fastir limir:
Jógvan á Lakjuni (form.)
Poul Michelsen
Jógvan Arge
Niklái Petersen
Bárður Nielsen
Johan Dahl
Kristian Magnussen
Varalimir:
Jóanis Nielsen
Jógvan við Keldu
Heini O. Heinesen
Páll á Reynatúgvu
Alfred Olsen
Heðin Mortensen
Jóannes Eidesgaard
Óli Breckmann er nú
formaður fyri hina størstu
løgtingsnevndina,
fíggjarnevndin
Hergeir: Hergeir Nielsen
gjørdist ikki løgtingsfor-
maður. Ístaðin gjørdist
hann formaður fyri
uttanlandsnevndina
Heini O. Heinesen er ikki
longur formaður fyri
vinnunevndina, men tað
rakk til ein formanssess í
landsstýrismálanevndini
Henrik Old kann næstu
tvey árini kalla seg for-
mann fyri vinnunevndina.
Eftir tvey ár tekur ein
sambandsmaður við
Alfred Olsen situr somu-
leiðis sum formaður í tvey
ár, áðrenn ein javnaðar-
tingmaður kemur ístaðin
Næstu fýra árini kann
Annita á Fríðriksmørk
kalla seg formann fyri
mentanarnevndini hjá
løgtinginum
Jógvan á Lakjuni hevur
skift formanssessin í
mentanarnevndini út við
formanssessin í
rættarnevndini
Lisbeth L. Petersen:
Fullveldi fastfryst
– Tað kann ikki vera
av politiskum orsøk-
um, at javnaðarflokk-
urin varð útihýstur
frá at koma í sam-
gongu, sigur Jóannes
Eidesgaard
SAMGONGU-
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
– Tá ið Annfinn Kallsberg
skipaði nýggja samgongu,
leyp hann uppum, har garð-
urin var lægstur.
Tað sigur Jóannes Eides-
gaard um tað nýggju sam-
gonguna, sum nú er skipað.
Eftir at hava lisið sam-
gonguskjalið,
staðfestir
hann at hóast nógv ivamál
eru, kann ikki vera av polit-
iskum orsøkum, at javnað-
arflokkurin ikki fekk høvi
at gerast ein partur av sam-
gonguni.
Sum hann vísir á í aðrari
grein, kann javnaðarflokk-
urin taka undir við stórum
parti av samgonguskjalin-
um, var tað umskrivað og
polerað eitt sindur á summ-
um økjum.
– Tað er áhugavert at
staðfesta, at tær forðingar
sum lógu í vegin fyri eini
samgongu við javnaðar-
flokkin, ikki longur liggja í
vegin fyri eini samgongu
við miðflokkin, sigur floks-
formaðurin.
Var bara lótir
Er orsøkin til, at tit ikki eru
við í samgonguni í botn og
grund ikki tann, at javnað-
arflokkurin er vorðin so
sambandssinnaður, at ber
ikki til at koma nakran veg
á sjálvstýrisleið?
– Nei, tað haldi eg ikki, tí
poltiskt er tað ikki so nógv
sum skilir, at tað ikki kundi
borið til, bara viljin var til
staðar. Men tað, sum er far-
ið fram, er hinvegin prógv
um, at Anfinn Kallsberg
ongantíð hevur meint nak-
að við tað, sum hann ferð
eftir ferð hevur ført fram,
um, at hann vildi hava eina
breiða samgongu.
– Nú eru 33 dagar farnir
síðani valið, men av allari
hesari tíðini, hevur hann
bara brúkt fýra dagar upp á
samráðingar við javnaðar-
flokkin um eina breiða
samgongu, hann sigur seg
hava sóknast eftir alla tíð-
ina.
– Sostatt mugu vit stað-
festa, at maktin er blivin
eitt endamál í sær sjálvum
og tað er eitt afturstig fyri
fólkaræðið.
– Hann hevur eisini bein-
leiðis sagt, at hansara upp-
gáva er at seta fólkaflokkin
í eina so góða støðu sum
gjørligt.
– Hetta vísir, at løgmaður
misskilir, ella mistulkar,
embætið sum løgmaður.
Hinvegin heldur formað-
ur javnaðarfloksins kortini,
at tað er ikki meiri enn
rímiligt, at somu flokkar,
sum skóru 366 millíónir av
ríkisveitingini úr Danmark,
sleppa at halda fram, so at
teir eisini sleppa at merkja
sviðan av minkandi inntøk-
uni, ístaðin fyri at turka
upptakið upp í onkran ann-
an.
Valdu lættastu
loysnina
Formaður javnaðarfloksins
heldur eisini, at við at taka
miðflokkin upp í samgong-
una, hevur løgmaður heilt
einfalt lopið upp um, har
garðurin varð lægstur.
– Tað hevur verið lættari
hjá samgonguni at adoptera
miðflokkin og so bara lata
hann yvirtaka onkur av
teimum málsøkjum, sum
sjálvstýrisflokkurin natúr-
liga misti, heldur enn at
samráðast seg til eina heilt
aðra samgongu við ein
sterkan flokk, sum javnað-
arflokkin, ið fór at seta
krøv og sum eisini hevði
kravt, at málsøkini blivu
býtt sundur ímillum flokk-
arnar heilt av nýggjum.
– Tað er týðiligt, at ein
samgonga við javnaðar-
flokkin hevur ongantíð
verið tað, sum fólkaflokk-
urin og tjóðveldisflokkurin
vildi hava.
– Sostatt er tað ikki javn-
aðarflokkurin sum hevur
telvað so illa, at hann úti-
hýsti seg sjálvan. Tað var
ongantíð meiningin, at vit
skuldu uppí.
Lítið hugaligt
Jóannes Eidesgaard dylir
ikki fyri, at tað verður lítið
hugaligt at fara aftur í
andstøðu.
– Men tíverrigjørdi løg-
maður heldur av at halda
fram við tí sama politikkin-
um, ið hevur kloyvt landið í
tveir partar, ístaðin fyri at
brúka tann søguliga møgu-
leikan hann hevði at ein
stóran part av løgtinginum
og føroya fólki um ein og
sama politikk.
– Nú javnaðarflokkurin
fer í andstøðu, er tað so ikki
vandi fyri, at hann smeltar
saman við sambandsflokk-
in og at sambandsflokkurin
fer at eta burturav javnaðar-
flokkinum.
– Jú, tað er altíð ein
vandi. Men okkara fremsta
uppgávan verður at føra
andstøðupolitikk sum ein
sjálvstøðugur flokkur, tí
hóast vit eru í andstøðu við
sambandsflokkinum, merk-
ir tað ikki, at vit altíð skulu
hava somu støðu, verri enn
so. Vit fara altíð at vera
okkara egni í andstøðu- og
vit eru framvegis einasti
flokkur í Føroyum vinstru-
megin miðjuna og tað støð-
una fara vit at varðveita, tí
tað hevur føroyski veljarin
sanniliga brúk fyri.
Heldur hendan samgong-
an alt valskeiðið, hevur
javnaðarflokkurin verið í
andstøðu í samfull 10 ár út
í eitt og tað er ikki hent fyrr
síðani heimastýrislógina.
Men tað fer ikki for-
mannin í javnaðarflokkin-
um at umhugsa sína støðu í
flokkinum.
– Eg haldi ikki, at vit, ella
eg sjálvur, kundi gjørt so
nógv við støðuna, tí tað,
sum hendi, var, at Anfinn
Kallsberg gjørdi av at tví-
halda um maktina og úti-
hýsti øllum øðrum.
– Men tað er greitt, at
hetta gevur orsøki til sjálv-
rannsakan fyri at vita,
hvussu vit kunnu styrkja
flokkin til at brynja segt út
til framtíðar avbjóðingar,
sigur Jóannes Eidesgaard.
– Men vit mugu eisini
taka okkara stýrisskipanar-
lógina til eftirmetingar, tí
tað, vit hava upplivað síð-
ani valið er, at vit hava ikki
kunna fingið fríar samráð-
ingar í lagm, tí Anfinn
Kallsberg kundi seta seg á
valdið og seta allar treytirn-
ar og tað eigur ikki at henda
aftur, leggur Jòannes Eides-
gaard afturat.
– Samgonguskjalið
liggur á nógvum
økjum innanfyri tað,
sum javnaðarflokkur-
in kundi góðtikið,
eisini á ríkisrættarliga
økinum, sigur
Jóannes Eidesgaard
SAMGONGUSKJALIÐ
Áki Bertholdsen
– Samgonguskjalið, sum nú
er gjørt ímillum fólkaflokk-
in, sjálvstýrisflokkin, tjóð-
veldisflokkin og miðflokk-
in, liggur á fleiri økjum,
innanfyri tað, sum javnað-
arflokkurin kundi góðtikið.
Jóannes Eidesgaard, for-
maður
javnaðarfloksins,
sigur, at tað er ikki sam-
gonguskjalið, sum forðaði
javnaðarflokkinum at vera
við í eini breiðari sam-
gongu, sum Anfinn Kalls-
berg ferð eftir ferð sigur, at
hann hevur sóknast eftir.
– Við ávísum umskriv-
ingum
og
poleringum,
kundi
javnaðarflokkurin
góðtikið ein stóran part av
samgonguskjalinum . Og
vit mugu eisini staðfesta, at
ein partur av samgongu-
skjalinum er meiri og minni
skrivað av eftir valskránni
hjá javnaðarflokkinum, eitt
nú ætlaninar hjá samgong-
uni á eldraøkinum, heilsu-
økinum, fiskivinnuøkinum
og eisini hvat økismenning
viðvíkur.
– Somuleiðis kunnu vit
staðfesta, at eisini á ríkis-
rættarliga økinum, liggur
samgonguskjalið innanfyri
tað, sum javnaðarflokkurin
stórt sæð kundi góðtikið.
Leysar orðingar
Hóast
javnaðarflokkurin
kundi tikið við stórum pørt-
um av samgonguskjalinum,
leggur formaðurin dent á,
at nógvar orðingar eru so
leysar, at tað ber ikki til at
fáa at vita, hvat liggur
aftanfyri.
Fyri suðuroyingar hevur
tað áhuga, at tunnilin ímill-
um Øravík og Hov er ikki
nevndur,
men
nýggjur
studentaskúli í Havn er
nevndur. Samferðsluhavn á
Tvøroyri er ikki nevnd,
men nýggur tekniskur skúli
í Havn er nevndur, sam-
stundis sum hølistrupul-
leikarnir hjá HT útbygg-
ingini í Klaksvík verða um-
røddar.
– Men, hvat merkir tað,
at landbúnaðarpolitikkurin
skal endurskoðast? er tað
sama privatiseringsætlan,
sum hevur verið frammi?
– Hvat merkir tað, at
kommunulæknaskipanin
skal endurnýggjast við
atliti at læknatrotið?
– Og hvat merkir tað at
arbeiðast skal fyri at gera
eina skipan, sum kann
loysa trætur á arbeiðs-
marknaðinum so skjótt, tær
koma í. Merkir tað, at okk-
urt slag av arbeiðsrætti skal
skipast, spyr javnaðarflokk-
urin.
Hann spyr eisini, hvat tað
er fyri ein eftirlønarskipan,
sum ætlanin er at seta í
verk? er tað tann ósolidar-
iska skipan, sum arbeitt
hevur verið við? Samstun-
dis tykist um um ætlanin er
at sleppa øllum almennum
virksemi í oljuvinnuni.
Men
hann
leggur
áherðslu á, at fyrrenn
greiða er fingin á, hvat
liggur aftanfyri tær leysu
orðingarnar, ber ikki til at
siga við vissu, í hvønn mun
javnaðarflokkurin
hevði
kunnað tikið undir við
samgonguskjalinum.
Snaring til høgru
Samstundis vísir formaður
javnaðarfloksins, at eftir
samgonguskjalinum, fara
Føroyar at snara til høgru
tey komandu árini, tí í sam-
gonguskjalinum er eisini
ein røð av borgarligum til-
tøkum.
– Tosað verður nógv um
privatiseringar og at selja
almennar ognir til hægst-
bjóðandi og tað merkir væl,
at tær eisini skulu bjóðast
út uttanlands.
Samstundis skulu tænast-
ur hjá Strandferðsluni bjóð-
ast út.
– Harafturat má staðfest-
ast korini hjá teimum tíma-
løntu vera valla tikin upp á
tunguna í nýggja sam-
gonguskjalinum.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at tað hóvar ikki javnað-
arflokkinum at geva ov
leysar teymar á hesum øki.
Og hann leggur eisini dent
á, at øll ivamálini, sum eru
í
samgonguskjalinum,
gera, at enn er ov tíðliga at
siga, hvussu javnaðarflokk-
urin fer at fyrihalda sær í
Løgtinginum.
– Men vit fara at føra ein
konstruktivan
andstøðu-
politikk, har vit fara at geva
samgonguni eitt munadygt
mótspæl og har vit fara at
taka undir við teimum mál-
um, vit halda vera skilagóð,
men har vit fara at átala,
har ið tað gongur skeiva
vegin, eftir okkara tykki,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður leyp upp um
har garðurin var lægstur
Óneyðugt at vit skiltust upp á hetta
Annfinn Kallsberg
læt hurðina aftur
fyri javnaðarflokk-
inum og valdi held-
ur tað loysnina tá
ið hann skipaði
nýggja samgongu,
sigur Jóannes
Eidesgaard
– Á ríkisrættarliga
økinum, liggur
samgonguskjalið
innanfyri tað, sum
javnaðarflokkurin
stórt sæð kundi
góðtikið, so polit-
ikkur er ikki or-
søkin til, at flokk-
urin varð útihýst-
ur frá samgong-
uni, sigur Jóannes
Eidesgaard
C
M
Y
K
7
6