týsdagur 4. juni 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 103 - 4. juni 2002
Nr. 103 - 4. juni 2002
9
– Hví skulu vit fiska
fiskin sjálvi? Hví gera
vit ikki sum við
oljuni og lata aðrar
taka fiskin upp fyri
okkum og fáa pengar
afturfyri, spyr hval-
víkingurin, Jákup W.
Hansen, sum lesur til
bachelor í Danmark
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
– Vit plaga at siga, at føroy-
ingar liva av fiski, og sam-
bært hagtølun er hetta rætt.
Men hvussu ofta hoyra vit
ikki, at fiskivinnan er eitt
ótrygt grundarlag at byggja
tjóðina á, tí eingin veit,
hvussu fiskiskapurin verð-
ur í framtíðini?
Soleiðis sigur Jákup W.
Hansen, sum býr í Esbjerg.
Hann hevur lisið til data-
matikara og lesur nú til
bachelor of science á lærd-
um háskúla.
– Hava vit í huga, hvussu
stórt alt okkara havøki er,
og hvussu nógv ríkidømi
svimur her, kundi eg hugs-
að mær, at her var ríkiligt til
allar føroyingar.
Hví lata vit ikki aðrar
fiska?
Jákup, sum hevur sent Sosi-
alinum eitt e-bræv, ivast í,
um tað er rætt av okkum
føroyingum at satsa uppá at
fiska sjálvi. Hann heldur, at
fiskimenninir kundu gjørt
okkurt annað, sum var
tryggari og kanska betri
enn at »bekymra« seg um
fiskiskapin. Men neyðugt
er at skipa okkum ógvuliga
væl, skulu vit selja fiski-
rættindini til aðrar.
– Og sjálvandi kundu vit
fiskað nakað sjálvi, men
her eigur at vera so nógv
ríkidømi, at vit kundu selt
ein stóran part til aðrar.
Hin møguleikin er, held-
ur Jákup, at vit føroyingar
slett ikki fiska, men lata
aðrar taka fiskin upp fyri
okkum, samstundis sum vit
fáa pengar fyri fiskirættind-
ini afturfyri.
– Minkar burtur av einum
fiskaslagi, mugu tað vera
onnur fiskasløg, sum vit
kunnu selja øðrum, soleiðis
at vit altíð hava eina inn-
tøku av at selja hesi rætt-
indi.
Hvat halda tit um
prinsippið?
Jákup spyr, hvat føroyingar
halda um hetta prinsippið.
Hann vísir á, at verður
olja útvunnin úr føroysku
undirgrundini, fara vit ikki
at taka hana upp sjálvi, men
fara líkasum at selja hana
til oljufeløgini og fáa
pengar afturfyri.
– Eg haldi, at soleiðis
kundu vit eisini gjørt við
fiskin í føroyskum sjógvi.
Tað hevði givið okkum eitt
breiðari lívsgrundarlag, um
teir fiskimenn, sum í dag
stríðast á havinum, í staðin
vóru í aðrari vinnu, sum var
tryggari.
Jákup W. Hansen heldur,
at soleiðis kundu vit lagt
okkum eftir onkrum, sum
vit ikki hava í dag – ella
hava minni av.
Vit kunnu leggja aftrat, at
Jákup eina tíð gekk á Fiski-
vinnuskúla í Vestmanna,
men gjørdi seg ikki lidnan.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Nógv fólk eru ófør, bæði
kvinnur og menn – hvør í
sínum lagi og hvør á sínum
staði.
Vit geva okkum ikki altíð
far um, hvat hvør einstakur
ger. Summi fólk hoyra og
síggja vit lítið og einki til,
hóast tey eru ógvuliga virk-
in. Onnur, sum takast við
lítið, meyla við hvørt høvi,
og tey hoyrast og síggjast
alla tíðina.
Magnus stjórnar
trimum virkjum
Ein maður, sum lítið hoyrist
til og ikki ger nógv burtur
úr sær sjálvum, er Magnus
Jerspersen á Tvøroyri, sum
hevur starvast í fram-
leiðsluvinnuni í mong ár.
Men Magnus er sera vir-
kin maður, mugu vit siga.
Hann er stjóri og stjórnar
trimum fiskavirkjum – báð-
um virkjunum hjá Sandoy
Seafood og Delta Seafood á
Tvøroyri.
Spurdur, um hetta ikki er
strævið og torført, sigur
Magnus lítillátin, at hann
hevur gott fólk undir sær,
og tí letur tað seg gera.
Hann sigur annars, at árið
í ár hevur verið tyngri og
strævnari enn árið í fjør, og
orsøkin er í fyrsta lagi
lækkaði marknaðarprísurin
á saltfiski.
Bæði á virkinum á Sandi
og á Delta Seafood á Tvør-
oyri arbeiða tey næstan
bara saltfisk, og tá ið
marknaðurin
er
trekur,
gongur ikki so væl.
Minni fiskur
Magnus Jespersen sigur, at
nú er eisini minni fiskur at
fáa hendur á.
– Lækkaðu marknaðar-
prísirnir hava ført til lækk-
andi avreiðingarprís, og tí
fer nógvur fiskur av landin-
um, sigur hann.
Á báðum virkjunum í
Sandoynni arbeiða eini 80
fólk og eini 30 fólk á Delta
Seafood á Tvøroyri.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Partrolararnir, Kolumbus
og Nornagestur, landaðu
tilsamans 160.000 pund á
Sandi mánadagin. Megin-
parturin av veiðini var upsi.
Á seinasta túri hjá skip-
unum var upsin rættiliga
góður; tað nógva var 2 og
3’arar og ein minni nøgd av
4’arum, ið er tað, sum
nógvir trolarar hava fingið í
vár.
Magnus Jespersen, stjóri
á Sandoy Seafood, visti ikki
at siga, hvussu upsin hjá
trolarunum var hendan
túrin.
–
Men
seinasta
túr
royndu teir eystanfyri, og
har var upsin ógvuliga
góður.
Snellufiskur
Snelluskipið,
Antares,
landar á Sandi í dag; teir
hava 50.000 pund av upsa,
og
hjá
snelluskipunum
plagar fiskurin at vera
meira smáttfallandi.
Í síðstu viku landaði
lemmatrolarin, Vesturskin á
Sandi. Teir høvdu roynt
bæði eystanfyri og sunnan-
fyri, og tí høvdu teir bæði
góðan upsa og smáan upsa.
Tann betri upsin var at fáa
eystanfyri.
Vesturskin
hevði 175.000 pund.
Magnus Jespersen sigur,
at fiskurin hjá Kolumbusi,
Nornagesti
og Antares
skuldi verið nóg mikið til
hesa vikuna hjá báðum
virkjunum í oynni, tí miku-
dagurin er hálvur frídagur.
Latið aðrar fiska fyri okkum
Magnus stjórnar trimum virkjum
Skulu vit fiska fiskin sjálvi, ella skulu vit lata aðrar gera tað
fyri okkum eins og við oljuni, spyr Jákup W. Hansen, sum býr
í Esbjerg
– Árið í ár er ikki so gott sum
í fjør, sigur Magnus
Jespersen, sum er stjóri á
trimum fiskavirkjum
Kolumbus og Nornagestur
landað á Sandi
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Vesturtúgvan, sum trolar
saman við Grønanesi,
landaði 40.000 pund av
upsa í Miðvági mána-
dagin. Grønanes, sum
landaði í Vestmanna,
hevði á leið somu nøgd.
Sum skilst, gekst ikki
so væl hjá Vesturtúgvuni
og Grønanesi hendan
túrin, tí alt riggaði ikki,
sum tað skuldi.
Frí mikudagin
Tey vóru til arbeiðis á
Fiskavirking í Miðvági
mánadagin, og tey fara
eisini til arbeiðis á virk
inum í dag.
Mikudagurin er hálv-
ur frídagur, men í Mið-
vági taka tey vanliga frí
slíkar dagar; so hendan
dagin verður einki fiska-
fólk til arbeiðis.
Í Miðvági vóna tey, at
onkur landing verður
seinni í vikuni, so tey
sleppa aftur til arbeiðis
hósdagin og fríggjadag-
in.
Vesturtúgvan og
Grønanes minni túr
Snelluskipið, Antares, landar 50.000 pund á Sandi í dag
Mynd: Skipalistin
»Tað er vakurt í
Klaksvík á sumri«,
sigur sangurin. Ser-
liga summarlig var
Norðoyastevnan nú
ikki við oysandi
regnið meginpartin
av stevnuni, men
vakurleikin kom tó
onkuntíð til sjóndar
NORÐOYASTEVNAN
2002
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Í oysandi regnið
varð stevnan sett fríggja-
kvøldið. Lítið av fólki var
samankomið til setanina,
og Vágstúnið var eftir lítlari
løtu tómt aftur.
Fleiri av framsýningun-
um lótu dyrnar upp eftir
setanina, og mundi hetta
koma væl við hjá teimum,
sum ætlaðu sær út úr fjálgu
stovunum longu fríggja-
kvøldið, tí uttandura var
bæði regn og vindur.
Í fimleikarhøllini hevði
Stuðulsfelagið Dragin skip-
að fyri eini hugnaløtu í
samband við framsýning-
ina, sum felagið hevði skip-
að fyri.
Ímeðan hugnaløtan var á
skránni, hoyrdist buldur og
brak frá frá skúlagarðinum
beint við. Her vóru ljóð-
royndir til uttandura kon-
sertina, sum skuldi verða
seinni um kvøldið, farnar í
gongd.
Hetta var tó ikki einasti
tónleikurin, sum skuldi
ljóða hetta kvøldið.
Í Christianskirkjuni lut-
tók kórið United Voices á
ungdómsguðstænastuni, og
nýttu heilt fitt av fólki
møguleikan til at hugna sær
við eitt sindur av andaligari
føði.
Við fótbólstvøllin hevði
NFÍ sett eitt tivoli upp, sum
serliga børnini fingu gleði
av. Men fríggjakvøldið
gekk eisini stillisliga fyri
seg á tivolinum, her kom
ikki rættiligt lív í fyrr enn
seinni á stevnuni.
Seinni út á kvøldið var
skipað fyri dansi ymsa-
staðni í býnum, samstundis
sum uttandura konsertin
hjá
tónleikafelagnum
Sjey00 fór í gongd.
Men úti var ikki nógv at
síggja. Um nakað lív var í
býnum hetta kvøldið, so
var tað innandura, meðan
vindurin og regnið høvdu
frítt um at fara eftir gøtun-
um.
Vátur róður
Hæddarpunktið leygardag-
in var óivað kappróðurin,
sum fleiri høvdu sæð fram
til.
Klaksvíkar Róðrarfelag
hevur eftir væl eydnaða
kappingarárið í fjør ein
tungan arv at lyfta, og vóru
klaksvíkingar sum vera
man sera spentir eftir at
vita, hvussu nú mundi fara
at ganga.
Leygarmorgunin var vát-
ur, allur sum hann var, og
hóast
veðurfrøðingarnir
høvdu lovað turrari veður
út á seinnapartin, so tóktist
ikki, sum um nakar hevði
hug at steðga øllum hesum
floyminum av regnið, sum
oysti yvir býin.
Rennifelagið
Treysti
hevði skipað fyri renni-
kappingum, áðrenn kapp-
róðurin fór í gongd, og
eisini onkrar súkklukapp-
ingar vóru á skránni.
Hesi tiltøk plaga vanliga
at draga nógv fólk til sín,
men hesi ferð gekk alt
meiri friðarligt fyri seg.
Eftir middagsleitið byrj-
aði norðoyastevnugestirnir
av álvara at síggjast í býn-
um.
Tey flestu høvdu lagt
leiðina beinleiðis inn í
onkra kiosk, sum seldi gul
regnklæði, so ikki var tor-
ført at síggja, hvørjir gest-
irnir vóru.
Leiðin gekk móti vestaru
kei, har fólkið plagar at
savnast til kappróðurin.
Men vánaligu veðurlík-
indini settu eisini sín dám á
kappróðurin. Vanliga er
keiin full av fólki, tá kapp-
róðurin fer í gongd, men
leygardagin var ov mikið av
plássi til øll.
Um 200 fólk høvdu hætt-
að sær út í regnið, og er
hetta lítið samanborið við
tey mongu túsund, sum
vanliga plaga at hittast til
kappróðurin.
Eftir kappróðurin var
aftur tómt í býnum, og
vardi hetta við, líka til mid-
náttarsamkoman
var
á
skránni.
Og
meðan
skótarnir
komu
gangandi
niðan
Vágstún við brennandi
faklum í hond, sleyt hann
brádliga í og vindurin legði
seg. Í øllum førum eina
løtu.
Eini 700 fólk vóru savn-
aði saman hesa løtuna, og
kom rætti norðoyastevnu-
hýrurin nú spakuliga sníkj-
andi.
Eftir
midnáttarrøðuna
hevði Klaksvíkar Býráð
skipað fyri stórum fýr-
verkaríi og felagssangi.
Góða veðrið helt sær eisini,
meðan fýrverkaíi var á
skránni, men tá sangurin
fór at runga, byrjaðu fyrstu
droparnir spakuliga at detta
niður av himni.
Men líka løgdu fólk í, tey
vóru standandi við sang-
hefti í hond og sungu av all-
ari orku. Onkur stóð enntá
og sang alt sanghefti á
tamb, so hetta var norðoya-
stevnuhýrur, sum vildi nak-
að.
Eftir løtuna á Vágstúni
var aftur dansur ymsastaðni
í býnum, og fólk fóru í hvør
sína ætt.
Sunnudagurin
bjargaði øllum
Spakuliga kom sunnumorg-
unin sníkjandi inn um
gluggarnar hjá fólki. Uttan-
fyri var nú blikalogn, og
hevði sólin eisini hug at
kaga fram.
Hetta var rættuligt norð-
oyastevnuveður, og nýttu
fólk møguleikan til endi-
liga at sleppa út at halda
Norðoyastevnu. Fleiri fóru
eftir føroyska búnanum, og
framsýningarnar í býnum
fingu tær vitjanir, ið tær
høvdu uppiborið.
Frálíka veðrið helt sær
allan sunnudagin á tamb,
og bjargaði hann hervið
allari Norðoyastevnuni.
So var tað bara keðiligt,
at teir flestu norðoya-
stevnugestirnir longu tá
høvdu leitað sær heimaftur,
og tískil ikki vóru staddir í
Klaksvík,
meðan
góða
veðrið var á vitjan.
Ein oysandi Norðoyastevna
Tríggjar ferjur hjá
Strandferðsluni lógu
við bryggju í Klaksvík
Norðoyastevnuaftan,
meðan kappróðurin
fór fram í oysandi
regni og nógvum
vindi
NORÐOYASTEVNAN
2002
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Strandferðslan
hevði ilt við at avgera, hvør
bátur skuldi sigla úr Havn-
ini til Klaksvíkar á Norð-
oyastevnu, men tað endaði
so við at verða Scania. Hon
kom til Klaksvíkar leygar-
morgunin um ellivutíðina
við øllum róðrarfólkunum,
bátunum og stevnugestum
annars.
Samstundis sigldu bæði
Dúgvan og Ternan um Leir-
víksfjørð, so ikki kann ann-
að sigast enn, at Strand-
ferðslan rættiliga spílaði
seg út til at syrgja fyri, at
flutningsmøguleikarnir til
Klaksvíkar vóru góðir.
Men Dúgvan sigldi ikki
fullfermd um vikuskiftið, tí
helmingurin av bjargingar-
útgerðini var umborð á
Scaniu. Hetta hevði so við
sær, at fríggjadagin, meðan
Dúgvan einsamøll røkti
flutningin um Leirvíks-
fjørð, var rættiligt kaos á
Leirvíkskei. Nógvar bilar
sluppu ikki við, hóast bil-
dekkið ikki var fult, tí
hægsta mark fyri ferðafólki
var nátt.
Men kortini, so megnaði
Strandferðslan enn einaferð
at gera seg ópopulera. Eftir
kappróðurin er vanligt at
steypahandan fer fram, og
so var eisini hesu ferð. Tað
dróg eitt sindur út, og
klokkan mundi líða móti
hálvgum sjey, áðrenn hon
byrjaði.
So meðan róðrarfólkið
bíðaði, fóru tey at koyra
kappróðrarbátarnar umborð
á Scaniu, og onnur stóðu og
krokaðu umborð, meðan
tey bíðaðu eftir at steypa-
handanin skuldi fara í
gongd. Og uppaftur onnur
stóðu bara á keiini í øllum
regninum og bíðaðu. Men
so brádliga kom panikkur í
tey, sum stóðu á keiini.
»Hey!!
Bíða«
hoyrdist
onkur rópa. Tá sóu fólk, at
rampin á Scaniu var veg
upp, og tey, ið stóðu á
keiini blivu sjálvsagt kløkk,
tí tey skuldu við ferjuni.
Onkur sást enntá leypa upp
á rampan fyri at sleppa
umborð.
Eyðfinn Reyðberg, stjóri
í Norðoya Sparikassa, sum
skuldi
handa
steypini,
gjørdi skjótt av og segði, at
orsakað av, at Scania skuldi
skunda sær avstað, so leyp
hann bara røðuna um og fór
beinleiðis í gongd við at
handa steyp og heiðurs-
merkir. Og tað gekk bara
heilt skjótt fyri seg. Men av
tí at onkur av róðrarfólkun-
um vóru í holt við at koyra
teirra bát umborð á Scaniu,
tá rampin fór upp, og tí ikki
sluppu í land aftur, vóru tey
ikki til staðar og kundu
sostatt ikki taka ímóti teirra
steypum ella heiðursmerkj-
um sjálvi, tí rampin á
Scaniu fór ikki niðuraftur.
Steypahandanin mundi
taka umleið tjúgu minuttir,
so klokkan mundi vera far-
in beint av sjey, tá Eyðfinn
Reyðberg hevði handað tey
seinastu steypini og heið-
ursmerkini. Og Scania lá
framvegis. Tá so steypa-
handanin var av, fór rampin
á Scaniu niður aftur, og
fólkið, sum var eftir á keiini
slapp umborð.
Men ikki fyrr enn klokk-
an tíggju minuttir í átta fór
Scania, sum, tí at hon
skuldi skunda sær avstað,
var orsøkin til, at steypa-
handanin í Klaksvík leygar-
dagin fór fram í miklum
skundi.
Strandferðslan og Norðoyastevnan
Tvey fitt børn í føroyskum búnum. Myndin er tikin í dýrdar-
veðrinum sunnudagin
Mynd: Blitz foto
Lesið viðmerkingina frá
Strandferðsluni á síðu 30
C
M
Y
K
9
8
Bilarnir finnast eisini á:
www.nissan.fo
v/ oyggjarvegin • Postsmoga 3171
110 Tórshavn • Tel. 31 61 61
Sosialurin
Nissan Almera 1,5 Comfort
reyður, 5 hurðar,
árg. 2000, 37.000 km.
112.000
Nissan Micra 1,0
grønur, 3 hurðar,
árg. 2000, 27.000 km.
88.000
Nissan Primera 1,6 LX
gráur, 4 hurðar,
árg. 1995, 126.000 km.
69.000
Nissan Primera 2,0 SLX
hvítur, 4 hurðar,
árg. 1997, 45.000 km.
105.000
Nissan Primera 2,0
reyður, 4 hurðar,
árg. 1991, 121.000 km.
47.000
Nissan King Cab 4x4 Diesel
gráur, 2 hurðar,
árg. 1996.
78.000
Nissan King Cab 4x4 Diesel Turbo
blágráur, 2 hurðar,
árg. 1998, 55.000 km.
130.000
Peugeot 605 SRDT 2,1 Aut.
bláur, 4 hurðar,
árg. 1994, 230.000 km.
120.000
Peugeot 306 DT 1,9
bláur, 4 hurðar,
árg. 1997, 150.000 km.
90.000
Peugeot 206 XR 1,4
svartur, 3 hurðar,
árg. 1999, 88.000 km.
100.000
Peugeot 106 Diesel
gráur, 3 hurðar,
árg. 1996, 110.000 km.
72.000
Opel Astra 1,7 Wagon
bláur, 5 hurðar,
árg. 1995, 142.000 km.
55.000
Opel Vectra 1,8
bláur, 4 hurðar,
árg. 1998, 29.000 km.
129.000
Opel Vectra 2,0 Di
bláur, 4 hurðar,
árg. 1998, 96.000 km.
130.000
Opel Vectra 1,4
hvítur, 4 hurðar,
26.000
Opel Astra 1,6
svartur, 5 hurðar,
árg. 1998, 55.000 km.
105.000
Opel Astra 1,6
reyður, 5 hurðar,
árg. 1999, 52.000 km.
119.000
Opel Astra 1,6 Club
grønur, 4 hurðar,
árg. 2000.
119.000
Opel Astra 1,7dt Van
grønur, 5 hurðar,
árg. 1995, 106.000 km.
50.000
Opel Astra 1,7Dtl
grønur, 4 hurðar,
árg. 1997, 108.000 km.
99.000
Gevi gætur: Bilarnir á
listanum kunnu ver a seldir