týsdagur 4. juni 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 103 - 4. juni 2002
Nr. 103 - 4. juni 2002
11
Føroya Arbeiðarafelag
Stjórnin
Verkfallið hjá Føroya Skip-
ara- og Navigatørfelag,
sum endaði herfyri tykist
ikki bert at hava loypt øði í
ávísar
politikarar,
men
hetta verkfall hevur eisini
avdúkað hvussu lítla virð-
ing verandi samgonga hev-
ur
fyri
grundleggjandi
rættinum hjá fakfeløgum,
at stríðast fyri sømuligum
arbeiðs- og lønarkorum.
Rætturin at
lýsa verkfall
Líka frá tí at løntakarar
tóku seg saman í fakfelag
hevur verið alment viður-
kent, at feløgini høvdu ein
demokratiskan rætt at seta í
verk arbeiðssteðg t.v.s.
verkfall, tá sáttmálaloysi
var.
Hetta er eisini heilt
náttúrligt, tí hetta er einasta
amboð sum verkamanna-
fjøldin hevur tá hon skal
royna at vinna limum sín-
um rímulig arbeiðs- og
lønarkor.
Áður hava sjálvt teir mest
afturhaldssinnaðu politik-
arar bæði í Føroyum og í
grannalondum okkara virt
henda verkfalssrætt hjá
fakfeløgunum, men nú eru
aðrir tónar at hoyra.
Í sambandi við tað øsing
móti føroysku fakfelags-
rørsluni, sum ikki minst
verandi samgonga við Kar-
sten Hansen, landsstýris-
manni á odda, roynir at
skapa millum manna, er tað
sera týdningarmikið fyri
vanliga føroyingin at hava í
huga, at tað er samanhaldið
millum føroysku løntakar-
arnar,
sum
er
einasta
grundin til, at arbeiðs- og
lønarviðurskiftini hjá van-
liga løntakaranum í dag eru
so fræg sum tey eru.
Arbeiðsgevaraparturin og
makthavararnir hava í øldir
roynt at billa fólki inn, at
tey ikki hava tørv á tí
samanhaldi, sum skipanin í
fakfelag er besta trygdin
fyri.
Tey sum hava roynt at
sita yvir av privatu og al-
mennu arbeiðsgevarunum
við samráðingarborðið vita
av royndum, at uttan slit og
bit fæst ikki ein króna
afturat lønini ella eftirløn-
ini, og tí er tað einki annað
enn kávalótir, tá t.d. fíggj-
armálaráð-harri okkara al-
ment tosar um at vísa vilja
at geva alment løntu starvs-
fólkunum sømulig arbeiðs-
og lønarkor.
Hvør hevði ábyrgdina av
at verkfallið vardi so
leingi?
Øll fakfelagsfólk munnu
vera á einum máli um, at
eitt verkfall skal raka hart,
tí bert á henda hátt kann ar-
beiðsgevaraparturin tving-
ast aftur til samráðingar-
borðið og avleiðingarnar av
verkfallinum gerast minst
møguligar.
Á hendan hátt gerst verk-
fallið ikki longur enn neyð-
ugt, og kemur harvið í min-
st møguligan mun at raka
vanliga føroyingin, sum jú í
nógvum førum ikki er part-
ur í ósemjuni millum sam-
ráðingarpartarnar.
Ónøgdin hjá vanliga før-
oyinginum er vælskiljandi,
tá hann verður raktur av av-
leiðingunum
av
einum
verkfalli, men flest allir
føroyingar munnu skilja, at
tað er ein demokratiksur
rættur hjá fakfeløgunum, at
lýsa verkfall, tá arbeiðsgev-
araparturin ikki vísir vilja
at gera semju um nýggjan
sáttmála.
Høvuðsorsøkin til, at
verkfallið hjá Føroya Skip-
ara- og Navigatørfelag dróg
út var tann, at tað við einari
merkisverdari ódámligari
framferð eydnaðist lønar-
deildini hjá Fíggjarmála-
stýrinum við Karsten Han-
sen á odda, at fáa vent før-
oysku fólkafatanini móti
Føroya Skipara- og Naviga-
tørfelag og hinum føroysku
fakfeløgunum.
Okkara fíggjarmálaráð-
harri førdi undir verkfalli-
num fram, at Føroya Skip-
ara-
og
Navigatørfelag
kravdi 75% í lønarhækk-
ing,
hóast
hann
var
vælvitandi um, at hetta í
besta føri bert var ein
hálvur sannleiki.
Veruleikin er tann, at
limirnir í Føroya Skipara-
og
Navigatørfelag
í
ólukkumát
eru
afturútsigldir í mun til
starvsfelagar í grannalond-
um okkara, og eisini í mun
til starvsfelagar í privatu
sjóvinnuni.
Tað verður tagt burtur, at
lønardeildin í øllum farna
valskeiði hevur víst eitt
sera vánaligt handalag, tá
talan var um at samráðast
við fakfeløgini.
Okkara fíggjarmálaráð-
harri tykist hava lítið skil
fyri samráðingartaktikki, tá
hann soleiðis tilvitað fer út
í fjølmiðlarnar við bein-
leiðis niðurgerandi við-
merkingum um samráðing-
armótpart sín. Tað skal ikki
nógv skil til fyri at duga at
síggja, at slík framferð ikki
kann annað enn gera tað
meira torført at fáa í lag eitt
skilagott samskifti millum
samráðingarpartarnar.
Vit kunnu enn tann dag í
dag fara inn á heimasíðuna
hjá lønardeildini, har so-
kallaða
kunningin
enn
stendur svart upp á hvítt.
Verkfallsbrótararnir
Áhaldandi ágangurin móti
fult lógliga verkfallinum
hjá Føroya Skipara- og
Navigatørfelag hevur uttan
iva beinleiðis birt upp
undir, at tíggjutals bátar
tóku upp fólka- og farma-
flutningin, sum raktur varð
at verkfallinum hjá Føroya
Skipara- og Navigatørfelag.
Tað er átaluvert, at fólk
gera sær dælt av einari
verkfallsstøðu, og soleiðis
tilvitað ella ótilvitað hava
medvirkað til at verkfallið
gjørdist longur enn neyð-
ugt.
Lønardeildin hevur helst
gníggjað sær í lógvarnar av
frøði um at tað eydnaðist
teimum at fáa fólk at bróta
verkfallið, tí hetta var liður
í politikkinum hjá lønar-
deildini og fíggjarmálaráð-
harra okkara, nevniliga at
royna at draga verkfallið út,
soleiðis at teir enn einaferð
kunnu fara í fjølmiðlarnar
við lygusøgum sínum um,
at fakfeløgini ikki eru at
samráðst við.
Vit ætla ikki at leggja
verkfallsbrótararnar undir,
at teir sleppa sær undan
skattaskyldu sínum, men
tað hevði verið forvitnisligt
at frætt hvat Toll- og Skatt-
stova Føroya, sum lands-
stýrismaðurin í fíggjarmál-
um eisini hevur ábyrgdina
av, hevur gjørt fyri at kanna
um inntøkurnar, sum vunn-
ar eru í sambandi við verk-
fallsrakta arbeiði, er givnar
upp til skattingar, onki er í
hvussu so er frætt hvat Toll-
og Skattstova Føroya ætlar
at gera við hetta mál.
Ágangurin frá
Fíggjarmálastýrinum.
Vanligt verður sagt, at tá
semja er fingin í lag og
nýggjur sáttmáli er skrivað-
ur undir, so er friður og ikki
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Stórur munur er á nýggja samgonguskjalinum og tí gamla.
Fullveldi er ikki nevnt við einum orði, og tosað verður nú
um »at Føroyar gerast sjálvbjargnar, so Føroya fólk uttan
fíggjarligar og umsitingarligar bindingar kann gera av
framtíðarstøðu sína«. Henda orðing eru ivaleyst fá, ið
kunnu verða ósamd í. Hvør vil ikki arbeiða móti
sjálvbjargni? Hvør kann hava nakað ímóti at gera tað
undir heimastýrislógini? Hetta má sigast at verða eitt
heimastýrissamgonguskjal. Áhugavert er at síggja at
samtyktin um sjálvstýri Føroya fólks ikki verður fylgd, tá
tað kemur til yvirtøkuárstøl, tí eftir øllum at døma skal
løgregla og rættarskipan ikki yvirtakast í hesum valskeið-
num, hóast arbeiðið at fyrireika hesar yvirtøkur skal halda
fram. Tá henda samgongan ikki vil fylgja samtyktini, so
verður trupult av henni at krevja av framtíðar samgongum,
at tær gera tað.
Útyvir at verða eitt heimastýrissamgonguskjal, so eru
nøkur skilagóð átøk at síggja. Gleðiligt er at síggja, at
Heimarøktin skal víðkast til at umfata samdøgursrøkt og
at rætturin til barnsburðarfarloyvi skal víðkast til 52 vikur,
hóast teir ikki vilja gjalda fyri 52 vikur beinanvegin.
Áhugavert verður eisini at síggja, hvussu almennu
tænasturnar skulu betrast fyri borgaran við endurskoðan
av almenna bygnaðinum.
Miðflokkurin hevur fingið nakrar orðingar í samgongu-
skjalið. Eitt nú leysu orðingarnar um at fjálga um
familjuna og, at arbeitt verður fyri at avmarka talið av
fosturtøkum. Tað er neyvan nakar, ið hevði sagt tað
øvugta.
Sjálvstýrisflokkurin fær oljumál, og har heldur núverandi
politikkur
fram.
Vónandi
fara
breiðar
semjur
framhaldandi at merkja politikkin á hesum øki. Hóvliga
heimastýrisorðingin í samgonguskjalinum má eisini hóva
hesum flokki væl.
Tjóðveldisflokkurin eigur okkurt fingramerki í sam-
gonguskjalinum, men sigast má, at tey borgarligu fingra-
mekrini eru tey, ið síggjast best. Av fingramerkjum, ið
kunnu hava uppruna í Tjóðveldisflokkinum kunnu nevnast
brotying í lóg um Húsalánsgrunnin, og at fyrireikingar til
Tjóðleikpall Føroya skulu byrja. Onkrar góðar intentiónir
hava
helst
sín
uppruna
í
vinstravonginum
í
Tjóðveldisflokkinum, men tíverri eru orðingarnar sera
leysar sum t.d. tá mál skulu loysast »við raðfestari
íløguætlan«.
Privatisering og landbúnaðarlóggáva er nakað sum Fólka-
flokkurin hevur staðið á odda fyri, so har krevst, at man
verður á varðhaldi, so at landins fyritøkur og dalar og fjøll
ikki verða latin teim fáu fyri lítið og lætt. Eisini vil man
stovnseta virðisbrævamarknað Føroya. Tað eru tey, ið
halda, at størri fyritøkur høvdu staðið seg betur at skrásett
seg á størri børsum, eisini tá hugsað verður »insidara« og
gegnistrupulleikar. Um dupultmoralska orðingin um »í
fríari altjóða kapping«, ið Fólkaflokkinum dámar so væl,
merkti nakað, so hevði ein Føroyskur partabrævamarkn-
aður neyvan komið uppá tal, uttan so at tað skuldi staðið
einum og hvørjum frítt at handla har – eisini útlendskan
kapital. Vilja vit føroyingar tað?
Alt í alt eitt heimastýrissamgonguskjal við borgarligari
slagsíðu. Vónandi fáa vit eitt sakligt og breitt orðaskifti
um samgonguskjalið komandi tíð, nú hetta er
grundarlagið undir komandi politikkin hjá samgonguni.
Sum blað vilja vit fegin geva okkara íkast til hetta tjak og
bjóða lesarum og viðmerkjarum vælkomnar at vera við í
orðaskiftinum um landsins og tína og mína framtið.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Heimastýrissamgonguskjal
VIÐMERKINGAR
Skeivur Páll
Í blaðnum hósdagin prentaðu vit eitt lesarabræv hjá
Páll Poulsen. VIð greinina stóð mynd av Páll Poulsen
í Kollafirði. Tað var tó ikki hann, ið skrivað hevði
brævið, men Páll Poulsen í Havn. Vit biðja orsaka
mistakið!
blaðstj.
VERKFALLSRÆTTURIN
Álop á grundleggjandi rættindi hjá fakfeløgum
VIÐMERKINGAR
er vanligt at almennur
myndugleiki, aftan á at
semja er fingin í lag, fer í
fjølmiðlarnar við útspill-
ingarherferð móti samráð-
ingarmótparti sínum.
Hesa siðvenju hevur Kar-
sten Hansen ikki ætlanir
um at fylgja, tí hann fær
nærum eina heila síðu í
málgagni Tjóðveldisflok-
sins Fregnum nr. 19, har
hann, væl hjálptur av
einum av blaðfólkunum,
oysir gor og gall út yvir
Føroya
Skipara-
og
Navigatør-felag og m.a.
skuldsetir hetta felag fyri at
vera tiltikið fyri at hava
nógv gerðarættar-mál og at
royna at mjólka skipanini.
Hesin politikarin, sum
mótvegis almenninginum
altíð tykist royna at standa
sum tann peni og rættvísi,
vísir her veruliga hógvar
sínar.
Hví skal Karsten Hansen
draga fram mál sum als
einki hava við farnu sam-
ráðingarnar og verkfall at
gera?
Hevur Karsten Hansen
gloymt, at tað er hann sum
av fyrstan tíð avgjørdi at
senda fútarættin eftir fak-
feløgunum? Hevur hann
eisini gloymt, at tað var
hann sum tók stig til at
leggja málið um Brimil fyri
Løgtingið?
Tað er bæði láturligt og
grátuligt, tá Karsten Han-
sen í fjølmiðlunum rósar
sær av, at »bert« 6 verkføll
hava verið í hansara tíð
sum fíggjarmálaráðharri.
Tað er ein royndur lutur,
at arbeiðsgevarapartur sum
ikki hava evni ella vilja at
fáa í lag sáttmálar við fak-
feløgini, snildisliga royna
at snara veruleikanum so-
leiðis at tað skal síggja út
sum at fakfeløgini og fak-
felagsleiðararnir eru teir
sum hava alla ábyrgdina av
støðuni, tá semja ikki fæst í
lag um nýggjan sáttmála.
Tað er tó ein sannroynd,
at tað neyvan hava verið so
nógvar ósemjur á arbeiðs-
marknaðinum sum júst
undanfarna valskeið, og
hetta hevur Karsten Hansen
og
lønardeild
hansara
høvuðsábyrgdina av.
Endamálið við hesari út-
spilling er tó lætt at avdúka,
tí hóast fíggjarmálaráð-
harrin ikki vil siga tað
beinleiðis, so er eingin ivi
um, at hann, á sama hátt
sum Føroya Arbeiðsgevara-
felag hevur meldað út, vil
skerja verkfalssrætt okkara.
Hvat siga hinir
politisku flokkarnir?
Nú bæði Fíggjarmálastýrið
og Føroya Arbeiðsgevara-
felag tykjast at vilja royna
at skerja verkfallsrættin hjá
føroysku fakfeløgunum, so
halda vit at tað er skyldan
hjá politisku flokkunum al-
ment at boða frá, um hesir
flokkar taka undir við hes-
ari herferð móti føroysku
fakfelagsrørsluni, ella um
hesir flokkar eru sinnaðir at
verja demokrat-iska rættin
hjá fakfeløgunum at lýsa
verkfall, tá sáttmálaloysi er.
Læran av verkfallinum
hjá Føroya Skipara- og
Navigatørfelag
Verkfallið sum endaði
fyri nøkrum døgum síðani
hevur enn einaferð víst
okkum, at tað er alneyðugt,
at føroyska fakfelagsrørsl-
an stendur saman, tí bert á
henda hátt kunnu vit forða
fyri, at Lønardeildin, væl
hjálpt av privatu arbeiðs-
gevarunum, fer at skerja
verkfallssrætt okkara.
Eisini er neyðugt, at van-
ligi løntakarin dugir at
síggja kávalóturnar hjá
fíggjarmálaráðharranum,
og snildisligu royndir hans-
ara at venda almenningi-
num móti fakfelagsrørslu-
ni, tá hann sjálvur og stýrið
hansara ikki hava vilja ella
evni at fáa í lag semjur við
fakfeløgini.
Vit skulu avgjørt ikki
undirmeta tær kreftir í sam-
felag okkara, sum vilja
stríðast fyri at taka frá okk-
um grundleggjandi rætt
okkara at lýsa verkfall og
onnur
grundleggj-andi
rættindi okkara.
Fíggjarmálaráðharrin
hevur víst, at tað sum hann
ikki kann fáa framt við
samráðingum, tað vil hann
royna at vinna sær á annan
hátt, og fútarætturin er
helst bert byrjanin. Her
hava
privatu
ar-
beiðsgevararnir
greitt
meldað út, at teir fara at
brúka
dómsstólsskipan
okkara á sama ódámliga
hátt sum fíggjarmálaráð-
harri okkara hevur lagt
lunnar undir.
Fakfeløgini og vanligi
løntakarin hava alla grund
til at taka hesar hóttanir frá
arbeiðsgevarasíðuni í stór-
sta álvara.
Á Stjórnarfundi 31. mai
2002.
Ingeborg Vinther
Fyri stuttum varð gor og
gall oyst útyvir Skipara- og
Navigatørfelagið, teir vóru
í verkfalli tí ongin sáttmáli
fekst við Fíggjarmálastýr-
ið. Sjálvandi var hetta ringt
fyri okkum øll ið búgva í
Suðuroy, men tað bleiv
gloymt at tað vóru tveir
partar í sakini nevnliga
Fíggjarmálastýrið ið var
partur
av
samgonguni,
somu samgongu, ið enn tví-
heldur um maktina. Nú er
verkfalli av, men støðan er
verri nú, tí undir verkfalli-
num visti vit at ongin
Smyril sigldi, nú veit man
ikki nær sleppast kann um
Suðuroyarfjørð, tí fyrst
kom Scandia ið skuldi
verða leiga til sigling tá
Smyril fór í dokk, hetta
segði stjórin fyri Strand-
ferðsluna, men gakk ein túr
kláraði hendan rullubukkan
til Suðuroynna og norð
aftur um fjørðin. Eg var
sjálv við hendan túrin norð
í fínasta veðri, komin á
Drelnes standa trailarir og
bilar hjá IRF ið skuldi norð
við Scandiu, men teir fingu
at vita at hetta ber ikki til tí
onki var at surra fast á
dekkinum og Scandia rull-
aði ov illa, bert persónbilar
sluppu við, men nær og
hvussu vit skuldi fáa bilar-
nar suður aftur, meðan
Smyril er í dokk og farmur
verður tikin fram um, tá
nøkur sigling er, segði
søgan onki um.
Er Suðuroyggin
partur av Føroyum ?
Ja, sum skattaborgarar í
landinum má man spyrja -
eru vit ið búgva á Suður-
oynni partur av hesum
landi ? tað sær ikki soleiðis
út, sum fólkið og oyggin
verða viðfarin av politiska
valdinum, hesa viðferð fáa
vit í búgva har suðuri
hvørja fer Smyril fer í
dokk.
Vinnumálastýrið
hevur SL undir sær t.v.s.
Vinnumálastýrið
hevur
politisku ábyrgdina ella
hvar skal ábyrgdin fyri
hetta óskil leggjast ? SL og
teir ið hava ábyrgdina har,
vistu áðrenn teir settu
Scandiu í sigling, at onki
kundi surrast fast á dekki-
num, so skipið kundi ikki
taka farm. Ella varð hetta
gjørt fyri at lumpa Dúgvu-
na inn í Suðuroyarsigling-
ina, eitt skip sum er líka
óbrúkligt til hesa sigling
sum Scandia og tað veit
bæði Strandferðslu stjórin
og teir ið eru á Strand-
ferðsluni.
Landstýrismaðurin
í
Vinnumálum Bjarni Djur-
holm, segði í Degi og Viku
hóskvøldið 23. mai, at
trupulleikin var ikki peng-
ar, tí SL hevði fingið neyð-
uga
peningin
játtaðan,
meðan stjórin á SL Reidar
Nónfjall sigur, at tað er tí at
peningurin var ikki játtaður
til tíðina, og tí var ikki
møguligt at leiga hóskandi
skip. Ja, hvør skyldar uppá
hvønn annan, men onkur
man hava ábyrgdina og
tann ið ábyrgd hevur eigur
at fáa avleiðingar um tað so
er stjórin ella landsstýris-
maðurin.
Betur um Suðuroyarsigl-
ingin verður løgd á ein al-
mennan stovn í Suðuroy.
Tað er nokk besta loysnin
sum hevur verið frammi nú
um dagarnar, at øll umsit-
ingin av Suðuroyarsigling-
ini bleiv løgd á ein almenn-
an stovn í Suðuroy, so bleiv
betur skil á, tí hetta óskil ið
nú er kann ongin av okkum
liva við. Hvørja fer Smyril
fer í dokk verða vit sett eini
50 ár aftur í tíðina, skip
verða sett til Suðuroyarsigl-
ingina í als ikki kunnu nýt-
ast til hesa sigling, Dúgvan
er bart út sagt vandamikil
bara tað er eitt sindur av
vindi og óslatt er í sjónum.
Ein undrast
Fólk spyr seg sjálvan og
undrast yvir hvussu leingi
skal hetta óskil halda fram?
hvør hevur ábyrgdina? fær
hetta avleiðingar?
Umberingar kunnu ikki
góðtakast, tí SL veit, at
hetta endurtekur seg á
hvørjum árið, at vit sum
búgva í Suðuroy ikki hava
nakran ordiligan fart um
Suðuroyarfjørð tá Smyril
fer í dokk. Hvørt ár er sama
umbering, at onki skip fæst
til leigu ið er brúkligt.
Um hetta gekk soleiðis
fyri seg í einum av granna-
londum okkara ella kanska
bara hetta hendi við sigl-
ingini til norðuroyggjar,
høvdu teir ið sótu við
ábyrgd av hesum óskili
langt síðani fingið sekkin
frá sínum arbeiðsgevara,
men tíverri, her á landi
gongur næstan alt og sum
nú er gongur hetta útyvir
okkum – enn einaferð – ið
skulu ferðast aftur og fram
til arbeiðis hvørja viku og
útyvir tey sum hava onnur
ørindi til Havnar og ikki
minst vinnulívi ið nú má
gjalda dýrt tí ongin kann
stóla uppá regluliga sigling
og farmaflutning nú onki
brúkligt avloysara skip er.
Nú mátti verið tí uppá, at
teir ella tey ið hava ábyrgd
av hesum, eisini fáa avleið-
ingar av at ein heil oyggj
verður hildin soleiðis fyri
gjøldur á hvørjum árið.
Eisini skal ein áheitan
vera til teir politikkarar ið
valdir eru har suðuri, nú
mugu tit støðga hesari van-
virðing av okkum ið skuldu
eitast at vera borgarar í hes-
um landi, tað eru vit í
hvussu so er roknaði fyri at
verða tá vit skulu gjalda
okkara landsskatt.
Eitt orðatak sigur »ger
tínar skyldu og krev tín
rætt«, vit í Suðuroy gera
okkara skyldir, men tá tað
kemur til at fáa sín rætt,
gongur tað ikki so væl.
Siglingin um Suðuroyar-
fjørð er okkara koyrivegur
til meginøki, vit hava sama
rætt sum aðrir føroyingar til
at krevja at hesin vegur
verður hildin farbarur av
landsins myndugleikum.
Tí mugu tit, ið sita á Før-
oya Løgtingið og valdir av
okkum í Suðuroy, gera
tykkara skyldur og fáa skil
á hesi viðurskifti og krevja
at hetta ið nú aftur hendi
við Suðuroyarsiglingini fær
tær avleiðingar tað eigur at
fáa, har ábyrgdin liggur.
Tórshavn, tann 24. mai
2002
PS: Hoyri nú í morgum, at
SL boðar frá at nú verður
skift aftur í Suðuroyarsigl-
ingini, so ein rullubukka
avloysir eina aðra av til
Smyril kemur aftur – stór
skomm
fyri
landsins
myndugleikar.
Suðuroyarsiglingin einaferð enn
Føroya Fróðskapar-
felag hevur givið út
bókina Dialog i
Babelstårnet. Ana-
lyse af Regin í Líðs
fiktive prosafor-
fatterskab eftir Kir-
sten Brix. Henda bók
er ritgerð, ið er góð-
kend til verju á ph.d.-
stigi á Fróðskapar-
setri Føroya. Bókin
er nr. 34 í Supple-
menta-røðini hjá
felagnum
BÓKMENTIR
Tíðindaskriv
Hetta er triðju ferð, at
ph.d.-verja er við Fróð-
skaparsetur Føroya. Tann
fyrsti var Jóannes Dals-
gaard, sum í 1997 vardi
ph.d.-ritgerð við heitinum
Fylking, ið var ein rann-
sókn av verkamannarør-
sluni á Tvøroyri. Tann
næsti var Andras Morten-
sen, sum í 2000 vardi rit-
gerð við heitinum Hin før-
oyski róðrarbáturin. Sjó-
mentir føroyinga í eldri
tíð. Henda ritgerð var nr.
26 í Supplementa-røðini.
Ritgerð Kirsten Brix er
um prosuskaldskap Ras-
mus Rasmussens. Rasmus
Rasmussen var undan-
gongumaður av teimum
sjáldsomu. Saman við
Símuni av Skarði setti
hann Føroya Fólkaháskúla
á stovn í 1899. Hesin skúl-
in varð ein av hornasteinu-
num í arbeiðinum hjá tjóð-
skaparrørsluni. Hann undir-
vísti og skrivaði lærubøk-
ur, var skrivari í Føroya
Fiskimannafelag, limur í
Løgtinginum og skrivaði
ein hóp av greinum um
m.a. politiskar og mentan-
arligar spurningar. Um
somu tíð arbeiddi hann
vísindaliga við plantu-
frøðiligum evnum og gav í
1936 út meginverkið Før-
oya Floru.
Undir
dulnevninum
Regin í Líð skrivaði og
týddi hann bókmentir, eitt
nú norrønar klassikarar
sum Vøluspá og Hávamál.
Eisini sum fagurbók-
mentaligur
rithøvundur
skrivaði Regin í Líð slóð-
brótandi verk. Stuttsøgur
hansara eru byrjanin til nú-
tímans prosuskaldskap í
føroyskum bókmentum.
Hann skrivaði ta fyrstu
skaldsøguna, Bábelstorn-
ið,
eina
naturalistiska
skaldsøgu um tað tjóð-
skaparliga stríðið fram til
1906. Sum tann fyrsti før-
oyski rithøvundurin lýsir
hann, við støði í einum
føroyskum samtíðarveru-
leika, nútíðarmenniskjað
sálarfrøðiliga. Í Dialog i
Babelstårnet verður tann
bókmentaligi hugaheimur-
in hjá høvundinum gran-
skaður, hann verður settur
í
samband
við
virki
høvundsins í tjóðskapar-
rørsluni og við samtíðar-
bókmentalig rák í norður-
lendskum og evropiskum
bókmentum.
Týðingin av skaldsøguni
til danskt, sum høvundurin
sjálvur greiddi úr hondum,
og sum fólk hava hildið
vera horvna, er komin
undan kavi. Í einum sjálv-
støðugum kapitli verða
upprunaskaldsøgan
og
týðingin samanbornar og
mettar.
Í einum uppískoyti aftast
í bókini eru stuttsøgurnar í
danskari týðing.
Kirsten Brix skrivað Ph. d-ritgerð
um prosuskaldskapin eftir Regin í Líð
C
M
Y
K
11
10