Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juni 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 • týsdagur • 4. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Vágbingar megnaðu at hava HB í tjóðri, og B36-stórsigurin á B68 hevði við sær, at tað nú eru fleiri, sum ætla sær at elta HB, sum nú er einasta liðið, ið ikki hevur tapt SAMANUM-5.UMFAR Jóannes Hansen HB plagar ikki at vinna í Vági. Tað hava teir ikki gjørt síðani 1991, og tað megnaðu teir heldur ikki hesaferð. VB trýsti fyri at fáa sigursmálið. Tað hava teir ofta fingið móti HB á Vágeiði. At teir ikki megn- aðu tað hesa ferð hevur við sær, at HB framvegis er ósigrað. Men HB misti tvey stig, um tað ber til at siga tað so- leiðis, nú teir spældu mál- leysan javnleik á útivølli. Hetta var fyrst ferðin, at HB spældi landskappingar- dyst uttan fyri Havnina í ár. Komandi vikuskifti skulu teir inn á Toftir. B68 hevur saman við HB verið ósigr- að, men í Gundadali ímóti B36 fingu teir ein ordiligan frammaná. 4-0 tap skalar ordiliga málmunin. Spurn- ingurin er, hvønn týdning eitt so stórt tap fer at hava fyri sjálvsálitið. Tað fæst at síggja næstu dagarnar, tá B68 eigur tveir heimadystir í landskappingini. Í annað kvøld skulu teir spæla móti NSÍ. Talan er um dyst, sum er framskundaður orsakað av Inter-Toto cup ferðini hjá B68 til Sveis um tríggj- ar vikur. Sunnudagin skal B68 aftur spæla á heimavølli. Tá fáa teir vitjan av HB. Talan verður um dystin, sum skuldi havt verið spældur í fyrsta umfari. Fyri B68 eru bæði dysturin sunnudagin og tann í annað kvøld lykla- dystir. Á Toftum vilja teir fegnir vera við, har tað gongur fyri seg, sum vit plaga at taka til. Um teir í B68 skulu vera við í kapp- ingini um tvey tey fremstu plássini, so er tað einki sum eitur. So skulu teir vinna allar heimadystirnar. B68 hevur longu tapt tvey stig á heimavølli. Tað gjørdu teir í fyrsta umfarinum, tá tað endaði 1-1 móti GÍ. Tí vita teir í B68, at tað verður al- neyðugt at fáa alt tvær tær næstu ferðirnar, men tað verður sera strevið - báðu ferðirnar. At siga at B68 eftir tapið fyri B36 hevur ryggin ímóti múrinum er kanska at taka munnin ov fullan, men støðan er ikki góð, tá havt verður í huga, hvat felagið vil og ætlar sær. B36 og NSÍ væl við Eftir at byrjanin var eitt sindur trilvandi, og teir eitt nú meira enn hálvkiksaðu á Skála, so tykjast teir í B36 at vera við at vaska tapið fyri HB av sær. Eftir missin av fleiri spælarum, sum vóru millum berandi kreft- irnar í fjør, tykist liðið at vera um at koma fyri seg. Á sama hátt sum teir á Toftum, so vilja teir í Runa- vík verða við, har tað gong- ur fyri seg. Um tað skal gerast veruleiki, so er ein av treytunum at NSÍ vinnur dystirnar, sum verða nevndir lættir. Hervið verð- ur hugsað um dystirnar móti teimum sokallaðu botnliðunum. Hervið verð- ur hugsað um dystirnar móti TB, EB/Streymi og Skála. NSÍ hevur tvær tær síðstu ferðirnar spælt móti EB/Streymi og Skála, og teir í Ruinavík hava staðið royndina. Teir hava fingið seks stig. Botnurin ikki sørur Við sigirnum á EB/Streymi komu klaksvíkingar rætti- liga burtur frá botnplássun- um. Í hvussu so er í fyrsta umfari. Komandi sunnudag fáa teir vitjan av Skála, sum nú er heilt einsamalt í botninum, og sum er ein- asta liðið, sum framvegis eigur fyrsta sigurin á. Dyst- urin millum KÍ og Skála verður sera spenandi. Skála hevur fyrr í ár vunnið tvær ferðir í bólkaspælinum í steypakappingini ímóit KÍ, sum sjálvandi fer at leggja nógv fyri at endurvinna ær- una og at fáa trý stig afturat í ikki serliga tunga stiga- posan. TB hevur staðið seg illa, síðani teir í fyrsta umfari- num vunnu 1-0 á heima- vølli móti VB. Hesa ferð megnaðu teir við nýggjum venjara at sleppa undan eyðmýking í Gøtu. 2-0 til GÍ mundu tey flestu rokna við. Spurningurin er nú, um TB er komið fyri seg, ella um tað er GÍ, sum ikki hev- ur tað styrkina, sum 90’ara søgan leggur upp til. Hóast EB/Streymur og Skála taptu hesaferð, so eru tað lutir í dystunum hjá teimum, sum benda á, at bæði liðini fara at fáa fleiri stig. Skála tykist at vera komið í ónda ringrás. Spurningurin er bara, nær teir fara at koma úr henni. EB/Streymur hevur áður víst tenn. Og tað fara teir skjótt at gera aftur. Órættvís viging Skoðsmálið fyri dystirnar í fyrstu og aðru deild er ikki altíð so gott. Sjálvandi er tað spennandi, tá bygdir og býir kappast um stigini og æruna. Men tað verður ikki altíð sagt at vera so polerað og vakurt. Metingin er ikki heilt lítið órímulig. Føroysku amatørarnir verða í hesum døgum lagdir á eina heilt órímiliga vekt. Dystirnir í landskappingini verða meira ella minni tilvitað sammmettir við tað, sum sæst í sjónvarpinum úr Suður Korea og Japan. Tað er ikki rímiligt, men tað er kotini væl skiljandi. Toppurin tódnaði eitt sindur Við stórsigrinum á B68 tók B36 eitt stórt fet móti avrikunum, sum liðið sýndi meistaraárið í fjør Mynd: Finnur Justinussen Gøtumenn vunnu væntaða sigurin á TB, men tølini vóru ikki sannførandi, sum onkur kanska hevði roknað við Mynd: Jens Kristian Vang Stór frásøgn frá kappróðrinum verður í blaðnum í morgin 13 12 Nr. 103 - 4. juni 2002 Tangabilurin hjá Stat- oil á Sandi er reglu- liga úti í Hesti við olju til húsarhaldini. Hann plaga at brúka ein dag hvørja ferð, greiðir bilførarin frá OLJUFLUTNINGUR Edvard Joensen Hesti: Tá hestfólk skulu hava fylt tangan, kemur tangabilur av Sandi út í Hest. Hann steðgar so á í oynni millum tveir túrar hjá Teistanum. Tað plagar van- liga at vera fyri dagin. Tá Teistin leggur at á Gomlurætt eru fleiri bilar umborð. Og teir fara, sum vanligt er, í land. Uttan ein. Tað er tangabilurin hjá Statoil á Sandi. Hann verð- ur standandi, tí hann skal víðari út í Hest. Siglt verður um eina løtu, og teir bilarnir, sum komnir eru í heilt góðari tíð á Gomlurætt og ætla sær til Skopunar, sleppa umorð, hóast farið verður út í Hest fyrst og so inn aftur á Gomlurætt, áðrenn farið verður til Skopunar. Eisini ein annar lastbilur er umborð, tá loyst verður. Tað er Strandferðslubilurin, sum skal út í Hest við farmi og so skal taka okkurt inn aftur við. Tórur Johannesen, sum koyrir tangabilin hjá Statoil á Sandi, greiðir frá, at hann plagar at vera soleiðis um- leið annanhvønn mánaða úti í Hesti við olju. Hann fer vanliga út, tá hann sleppur av við eina heila last, sigur hann. Og tað plagar at passa so, at tangarnir tømast samstund- is, tí áfyllingin er komin ii eina so mikið fasta legu, at alt hendir í senn. Hóast Hestbygd ikki er gjørd til bilar, er tað als ein- gin trupulleiki at sleppa til tangarnar við tangabilinum, sigur Tórur Johannesen. Øll húsini liggja fram við veg- num. Og hóast hann ikki er nøkur autostrada, so er sjálvandi heldur eingin ferðsla har, sum tarnar tangabilinum. So tað gong- ur upp á stás. – Og hestfólk eru sera fegin um hesa skipanina, sigur Tórur Johannesen. Tey eru sloppin undan tí øgiliga knossinum, sum tað var, tá oljan varð flutt út í tunnum, sum skuldu flytast niðan av bryggjuni og stoytast í tangan. Tað er ein øgiligur lætti at vera slopp- in undan tí. Men tað var eitt tíðar- skeið seinasta heyst, tá Teistin ikki sigldi út í Hest, tí arbeitt varð upp á ferju- leguna. Tá var tunnuvandin aftur. Men tann trupulleikan loysti oljumaðurin í felag við teimum, sum gjørdu ferjuleguna, greiðir Tórur Johannesen frá. Tá teir fóru út í Hest við betongbilu- num, slapp hann við. Tað var so, at Sam førdi betong- bilarnar út, so tað lá bara væl fyri. Nú verkfallið var í vár, var heldur eingin trupul- leiki við olju ði Hesti, hóast Teistin ikki fekk ført tanga- bilin út. Tórur Johannesen sigur, at hann hevði verið fyrivar- in og fylti á tangarnar, áðr- enn verkfallið byrjaði. Tað eru umleið 25 hús í Hesti, og tey fáa øll olju frá Statoil á Sandi. At so er, er kanska meira ella minni av tilvild, heldur Tórur Johan- nesen. Tað kundi tað sama verið ein bilur av Streym- oynni ella eitt heilt annað felag, sum hann tekur til, sum lat olju út í Hest. – Eg helt, at eg skuldi royna, um hetta bar til. Hestfólk tóku undir við ætlanini, og nú riggar skip- anin bara heilt væl, sigur hann. At hann skal úr Skopun inn á Gomlurætt á morgni og síðan verða úti í Hesti fyri dagin og so at enda sama túrin umaftur, er ein- gin trupuleiki, heldur Tórur Johannesen. Hann hevur onga neyð í Hesti, og eisini er tað komið fyri, um tað liggur væl fyri, at Teistin er komin út bara eftir honum. – Teir eru ógvuliga laga- ligir at heita á, sigur hann, og ber tað teimum til, tá eg heiti á teir, er tað meira enn so, at teir koma eftir mær. Eg leigi ikki skipið, men teir gera tað av vælvild. Teir eru ótrúliga galantir. Sjálv- andi ber ikki altíð til, og tað er so í lagi, tí eg kenni ferðaætlanina, sigur hann. Tórur er farin norður í bygdina við tangabilinum, og avgreiðslumaðurin hjá Strandferðsluni hevur tømt strandferðslubilin á bryggj- uni og fingið í aftur tað, sum flytast skal av oynni. Æðurnar uttan fyri garðin liggja og dovnast á helluni. Mest blikar, tí nú eru bøgurnar so smátt farnar at hugsa um komandi ættar- liðið. Strandferðslubilurin koyrir umborð á Teistan, og lúkan fer aftur. Vit eru á veg til Skopunar umvegis Gomlurætt, með- an Tórur Johannesen er í ferð við at fylla oljutangar- nar úti í Hesti. Hann vermir hestfólk Øll hús í Runavíkar Kommunu fáa nú nummar, eins og skrásett verður, hvar vatnleiðingar, kloakk- ir og aðrir kaðalar liggja á hvørjum ein- støkum grundstykki SKRÁSETING Edvard Joensen Runavík: Runavíkar Kom- muna skal skrásetast, øll sum hon er. Hvørt húsið í kommununi fær egið gøtu- nummar, eins og allar kloakkir, vatnleiðingar og aðrir kaðalar skulu skráset- ast hjá Teknisku Deild. Hetta arbeiðið verður gjørt fyri at lætta um ar- beiðið hjá teknisku fyrisit- ingini í framtíðini, sigur Rodmundur Nielsen, borg- arstjóri í Runavíkar Komm- unu. Hann vísir á, at hóast tann, sum í dag býr í einum rímiliga nýggjum húsum í kommununi, veit nágreini- liga, hvar vatnleiðingin liggur eftir grundstykki- num, er eingin sum sigur, at tann næsti, sum kanska flytir inn, veit tað. Er alt hinvegin skrásett hjá Teknisku Deild, er ein- gin trupuleiki at finna aftur, um brúk verður fyri tí, og til dømis ein vakur urta- garður kann sleppa undan nógvari oyðilegging, tá tann tíð kemur. Gøturnar í Runavíkar Kommunu hava leingi havt nøvn, men ikki fyrr enn nú verður nummar sett á hús- ini. Samstundis verður eisini heitt á fólk um at senda kommununi eitt nágreini- ligt yvirlit yvir øll, sum búgva í húsinum. Bæði fastbúgvandi og møguligar leigarar. Dentur verður lagdur á at fáa at vita, hvar í húsinum fólk búgva. Um til dømis einar høvuðsdyr venda út til ein veg, og einar aðrar dyr til eina møguliga út- leigaða íbúð í sama bygn- ingi venda út møti einum øðrum vegi. Tá er neyðugt at fáa at vita, hvar hurðin er, so tann, sum býr í íbúð- ini, kann verða skrásettur á røttum húsanummari. Tað hjálpir so eisini Postverki- num. Rodmundur Nielsen borgarstjóri, sigur, at hend- an skrásetingarskipanin hevur verið roynd í Æðu- vík, sum eisini hoyrir til Runavíkar Kommunu. Úrslitið haðani var sera gott. Fólk sendu væl inn aftur, og skilið í skráseting- arfráboðanunum var rætti- liga gott, sigur borgarstjór- in, sum hevur góðar vónir til, at restin av kommununi tekur líka væl undir við ætlanini, sum tey gjørdu í Æðuvík. Nummarmerking í Runavík Gøtunavnaskelti hava leingi verið at sæð í Runavíkar Kommunu. Nú fáa øll húsini eisini nummar Mynd: Edvard Joensen Tórur Johannesen, oljuavgreiðslumaður á Sandi, letur regluliga olju til hestfólk. Hann fer út við tangabilinum og fyllir so á millum túrarnar hjá Teistanum Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 12