Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juni 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 - 4. juni 2002 15 Javnleikur var kanska rættasta úrslitið, men tað vóru ikki vænt- andi málmøguleikar, sum gjørdu, at talan varð um ein málleys- an av slagnum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk HB hevði ikki vunnið landskappingardyst í Vági í tíggju ár, tá teir um viku- skiftið fóru til Vágs, og hetta var longt til ellivu ár, tá teir sunnukvøldið sigldu norður aftur til Havnar. Í so máta var javnleikurin hjá HB kanska ikki av leið, men hóast hetta, so mundi onkur í HB-leguni tó iðra seg um, at tað ikki eydnað- ist at gera fulla nyttu burtur úr onkrum av teimum mál- møguleikum, sum liðið fekk sunnudagin, tó at vág- bingar helst eisini hildu tað sama. Málleyst og undirhaldandi Tað vóru nevnliga ikki mál- møguleikarnir, sum trutu, tá liðini bæði hittust sunnu- dagin. Serstakliga í fyrra hálv- leiki var vandi á ferð framman fyri bæði málini. Sum skilst, so hevði HB kanska eina lítkla yvirvág í spæli fyrstu trý korterini, men tó ikki meira enn so, at VB alla tíðina var væl við. Tað vóru eisini vágbing- arnir, sum áttu fyrsta møgu- leikan í dystinum, tá Robert Cieslewicz varð leiktur púrasta blankur. Einsamall- ur við Bárði Johannesen megnaði hann tó ikki annað enn at brenna beint í krovið á málverjanum, og nakað eftir var tað so HB, sum átti tørn framman fyri máli- num. Eftir at bóltur varð sendur inn í VB brotsteigin kom Jón Rói Jacobsen at standa leysur inni í mál- teiginum. Hann meddaði til, men bólturin støkk á tvørtræið, og træverkið var eisini fyri HB-álopum einar tvær aðrar ferðir í fyrra hálvleiki. VB trýsti HB hevur higartil í ár havt eitt løgið fyribrigdi við í spæli teirra. Sum dysturin líður fella teir alt meira aftur á vøllin, og soleiðis var eisini í Vági sunnudag- in. Hesa ferð komst tað helst eisini av, at heimaliðið longu frá byrjan av seinna hálvleiki royndi at leggja eitt ógvusligt trýst oman móti HB-málinum. Heilt tíðliga í dystinum kundi hetta givið mál, tá Robert brádliga stóð leysur við brotsteigarmarkið, meðan Bárður stóð langt úti úr málinum. Heldur enn at lobba, valdi hann tó at bíða, og so kundi HB verjan koma upp á pláss. Verður sæð burtur frá hesum heldur tilviljdarliga møguleika, so var tað so sum so við teimum opnu møguleikunum seinna um- farið. HB verjan hevði nú eisini meira djúpd í, soleið- is at illa bar til at stingu bóltarnar inn um verjuketu- na, og hóast nakrar royndir vórðu gjørdar, so var eydn- an heldur ikki við vágbing- um, tá roynt varð at skjóta útifrá. Sostatt var javnleikurin kanska eitt rættvíst úrslit. HB hevði kanska fleiri møguleikar fyrra umfarið, men trýstið hjá VB í seinna kundi meira enn so viðført onkran møguleikan, um teir hjá HB ikki vóru somikið nærlagdir í verjupartinum. Fer at líkjast Umframt at teir soleiðis gjørdust teir fyrstu, sum hava tikið stig frá HB hetta kappingarárið, so mundu vágbingarnir ikki minst frøast um, at liðið nú er um at taka tað skap, sum rokn- að varð við undan kapping- ini. Skaðar í rúgvuvís hava fram til nú forðað fyri, at venjarin hevur kunna sett sterkasta liðið, men sunu- dagin var tað sjónligt, at tá VB hevur allar mans tøkar, so teljast teir avgjørt mill- um sterkastu liðini í landi- num. Í verjuni vóru báðir Jacobsen-tvíburðarnir nú aftur tøkir, og framman fyri teir átók Marek sær sjálv- sagda leiklutin sum spæl- stýrari á miðvøllinum. Onkrar smávegis justering- ar eru kanska eftir at fremja, men við spælinum og hugburðinum, sum teir hesaferð sýndu, er als ikki óhugsandi, at eitt líkinda úrslit fer at spyrjast burtur- úr, tá teir um eina viku leggja leiðina til Gøtu. Sum nevnt omanfyri, so munu teir í HB hóast alt vera fegnir um at fáa stig í útidystinum, sum søguliga er hin torførasti hjá felag- num. Liðið er framvegis ósigrað í oddinum á stiga- talvuni, og tað er neyvan at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at eitt FM á ongan hátt verður mist vegna ein javnleik í Vági. Komandi vikuskifti stendur aftur ein torførur útidystur á skránni, tá HB vitjar á Toftum, og fæst eis- ini eitt gott úrslit í hesum, fer av álvara at líkjast hjá havnarliðnum, tó at tað enn helst er dekan ov tíðliga at hugsa um, hvussu enda- støðan verður. Dysturin í tølum VB-HB 0-0 Dómari: Niklas á Líðar- enda VB: Bjarni Johansen – Predrag Zivkovic, Slobo- dan Madzar, Eyðun Jacob- sen, Magni Jacobsen – Palli Augustinussen, Marek Vierzbicki, Mortan úr Hørg, Gilsi Sveinbjørnsson – Robert Cieslewicz, Nena Zivanovic HB: Bárður Johannesen – Tór-Ingar Akslelsen, Jan C. Dam, Jóhannis Joensen, Hans á Lag – Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen – Jón Rói Jacob- sen, Uni Arge, Andrew av Fløtum VB-HB 0-0: Bert málini restaðu Vágamenn vunnu væntaða sigurin á NSÍ, men leingi stóð nógv á heimaliðnum, sum ikki fekk bóltin framvið einum væl spælandi málverja 2. DEILD Jákup Mørk Vágamenn halda framvegis kósini móti bestu deildini, men tað var nær við, at teir mistu tvey óvæntað stig i heimadystinum móti NSÍ leygardagin. Tað vóru kanska vága- menn, sum áttu størsta part- in av spælinum, men runa- víkingarnir prógvaðu á ongan hátt, at teir eiga sjálvsagdan sess í botni- num, har teir annars hava hildið til higartil. Stinnir málverjar Møguleikarnir trutu ikki í dystinum skilst úr Vágu- num, men mest sum hvørja ferð annar av pørtunum hevði spælt seg fram til málið, so møttu teir einum væl spælandi málverja, og so kundi tað næstan gera tað sama, hvussu skotið varð. Einki mál kom fyri steðg- in, og sum runavíkingar áhaldandi ofraðu seg fyri sakini, so líktist tað als ikki nakrari avgerð, tá Ruslan Screlea loksins fekk lagt heimaliðið á odda. Framhaldandi stríddust gestirnir fyri at fáa málið, sum kundi geva teimum stig við heimaftur, men tá so Clayton Soares nakað seinni skeyt sítt sætta mál í fimm dystum var leyst og liðugt. Við sigrinum til heima- liðið minkaði munurin upp til Sumba niður í eitt stig, og ivaleyst ætla vágamenn eisini at betra enn meira um støðuna, tá teir komandi vikuskifti fara til Klaks- víkar at spæla. Runavíking- ar fara tá til Fuglafjarðar at spæla grannauppgerð, og megna teir framhaldandi at halda fast í sama spælinum, sum teir gjørdu leygardag- in, so er als ikki óhugsandi, at okkurt fer at spyrjast burturúr teirri ferðini. FS Vágar-NSÍ 2-0(0-0) 1-0: Ruslan Screlea1 2-0: Clayton Soares FS Vágar-NSÍ 2-0 (0-0): Málverjarnir í fokus Tað vóru serliga málverjarnir báðir, sum vóru í fokus leygardagin, og leingi sá út til, at teir einsamallir skuldu syrgja fyri einum málleysum javnleiki Mynd: Edvard Joensen Robert Cielslewicz, sum her sæst stríða seg framvið Hans á Lag og Anmdrew av Fløtum, hevði kanska teir báðar bestu møguleikarnar hjá VB, men mál spurdust kortini ikki burturúr hjá pólverjanum Mynd: Áki Bertholdsen 15 14 Nr. 103 - 4. juni 2002 Tað tók sína tíð, men tá stríðið var lokið í góðveðrinum á norð- oyastevnu, var eingin ivi um, at KÍ hevði sigurin uppibornan móti EB/Streymi FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Sólein skein rættiliga á klaksvíkingar og norðoy- ingar sunnudagin. Eftir nógva regnið sunnudagin lág heimstaðurin fyri norð- oyastevnuni og sólaði sær frá á miðdegi, og tað var nógv fólk til fótbóltsdystin. Eisini stuðlar hjá EB/Streymi. Tey vónaðu sjálvandi, at søgan frá stevnuni í Klaksvík í fjør skuldi endurtaka seg. Tá vann undirtippaða liðið við ikki minni enn 4-0. Men tað gjørdu teir ikki hesa- ferð. KÍ vann 3-1. Teir fingu harvið kærkomnu stigini, og teir fingu eitt steyp, sum tóktist at vera eins stórt og tað, sum bý- ráðsformaðurin fyri einum ári síðani handaði EB- /Streyma-monnunum. Men eina løtu vóru ábendingar um, at steypið kanska skuldi fara um Leir- víksfjør. Fyrstu løtuna gekk tað á báðar endar. Spælið var ikki serliga væl skipað, og uppløgdu málmøguleik- arnir vóru ikki nógvir. Í hvussu so er ikki hjá gest- unum, sum bara høvdu Teir Joensen á toppinum, meðan Sorin Anghel var hangandi álopsmaður, Ronnie Sam- uelsen og Jákup Martin Joensen royndu at vinna slagið um miðvøllin, og Andrzej Pacek og Knút Vesturtún knúlvaðust við Kurt Mørkøre, sum hevði Bárð á Lakjuni undir liðini. Men tá 28 minuttir vóru farnir, kom EB/Streymur so at siga burtur úr ongum. Teir skoraðu, og harvið komu eitt ára gomlu minn- ini bóltandi – bæði hjá heimaliðnum og hjá gest- unum. Ronnie Samuelsen var meistari fyri málinum. Hann kom ímillum, tá klaksvíkingar vóru skøtis- leysir í uppspælinum í vinstru, hann spældi 1-2 við Sorin Anghel, kom leysur á brotsteigarmarki- num, og tá KÍ málverjin leyp langt út úr máliinum (ov tíðliga tóktist tað) var liðformaðurin hjá EB- /Streymi kaldur í summar- veðrinum. Hann lyfti hegnisliga upp um málverj- an, bólturin stiklaði eina- ferð, áðrenn hann fór um málstrikuna. Teir á heima- linum stóðu sum kánus, og gestirnir stórfegnaðust. Eis- ini teir uttan fyri vøllin, sum fyri tað mesta hildu til í skugganum í skýlinum. Tað var stígur í hjá KÍ, men teir knýttu knúgvarnar, stríddust og kempaðu, tá tað ikki gekst so væl leik- liga at fóta sær, og hetta bar sigurin við sær. Útjavnandi so at siga hekk í luftini eina løtu. Marni Djurhuus hevði bjargað á stirkuni eftir KÍ- horna úr høgru, og so var tað, at Allan Mørkøre skor- aði. Harley Bertholdsen, sum heldur ikki hesa ferð tóktist trívast serliga væl í vinstra borði, legði innfyri, og eftir eitt sindur av aftur og fram fekk Allan Mørk- øre bóltin um strikuna. Tyngdin avgerandi Fyrra partin av seinna um- farinum hekk tað einki ser- liga saman, men tað vóru greiðar ábendingar um, hvønn vegin tað fór at bera, um spælbýtið skuldi verða avgerandi fyri, hvør fór at fáa mál. Men sum kunnugt, so er tað ikki altíð soleiðis, at tað eru rættvísi og tað, sum er rímiligt, sum gera av, hvør fær mál, og hvør vinnur fótbóltsdystir. Tí kendist ein ávís strongd yvir bæði KÍ spælarunum og viðhaldsfólkunum hjá teimum. Sjálvt um KÍ fekk alt størri yvirvág, og tað einar tríggjar ella fýra ferð- ir var tætt við, at bólturin fór í málið. EB/Streymur hevði ong- an rættiligan málmøgu- leika, og Ove Nysted og serliga Alexander Djordje- vic vóru avgjørdir í mið- verjuni. Men tað tóktist ikki at bila hjá EB/Streymi so leingi, at KÍ einki mál hevði fingið. Møguleikin fyri kontra gjørdist størri, jú meira tíðin arbeiddi ímóti heimaliðnum. So var tað, at forloysandi málið kom. Allan Mørkøre sendi fríspark úr stórari fjarstøðu í høgru, Rúni Elt- tør, sum stutt framman und- an var innskiftur, smekkaði úr spískum í vinstru og ímóti málinum, Gunnar á Steig, sum var var tryggur aftasti skansi, hevði ikki møguleika at halda bólti- num, og Kurt Mørkøre var fyrstur á returinum. Tá restaði tað eitt korter, og síðstu løtuna var rættulig spæligleði yvir eldru klaks- víkingunum. Í fyrra um- farinum hevði tað serliga verið Hjalgrím Elttør, sum hevði sett ferð á og rnan longu teinarnar. Nú var All- an Mørkøre í gamla lag- num, og tað kundu staðist fleiri mál burturúr. Men tað kom bara eitt. Eftir horna úr høgru var Ove Nysted – í sama stíli sum Campbell hjá Onglandi fyrr á degnum – hægstur og drønstútaði mitt í málið. Norðoyastevnan var bjargað, og hjá EB/Streymi tóktust spælararnir ikki so ógvuliga harmir. Í ein tíma stóðu teir mát við heimalið- ið. So tók at dragna. Blað- ungu menninir góvu seg í eftiransingunum og nær- dystunum ímóti veteran- unum við størri tyngd. Men avrikið hjá EB/STreymi boðaði frá, at teir fara heilt víst at fáa nógv fleiri stig í summar. Dysturin í tølum KÍ-EB/Streymur 3-1 (1-1) 0-1: Ronnie Samuelsen 29 1-1: Allan Mørkøre 43 2-1: Kurt Mørkøre 75 3-1: Ove Nysted 78 Dómari: Suni Johansen KÍ: Meinhardt Joensen – Jan Andreasen, Ove Ny- sted, Alexander Djordje- vic, Harley Bertholdsen – Atli Danielsen, Jan Joen- sen, Hjalgrím Elttør – Allan Mørkøre, Kurt Mørkøre, Bárður á Lakjuni EB/Streymur: Gunnar á Steig – Eyðfinn Joensen, Knút Vesturtún, Andrzej Pacek, Esmar Eiðsgarð - Marni Djurhuus, Jákup Martin Joensen, Ronnie Samuelsen, Hans Pauli Samuelsen – Sorin Anghel, Teitur Joensen KÍ-EB/Streymur 3-1 (1-1): Hesa ferð eydnaðist tað á norðoyastevnu Tað var tyngdin og royndirnar hjá klaksvíkingum, sum at enda gjørdu munin í dystinum móti EB/Streymi, soleiðis at talan ikki gjørdist um endurtøku av dystinum millum liðini í fjør Mynd: SáH Eftir dystin fekk KÍ-liðskiparin, Jan Joensen, norðoyastevnusteypið, sum varð handað av borgarstjóranum, Steinbjørn Jacobsen Mynd: SáH C M Y K 14