týsdagur 4. juni 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 - 4. juni 2002
17
17
16
Nr. 103 - 4. juni 2002
Hóast avrikið hjá TB
hesuferð var nógv
betri enn í tveimum
teimum seinastu
dystunum, so rakk
tað ikki til stig í Gøtu
FÓTBÓLTUR
Bjartur Nolsøe
Bæði GÍ og TB høvdu nógv
at spæla fyri, tá tey hittust í
Gøtu sunnudagin. GÍ hevði
bert fingið ein sigur í fýra
teimum fyrstu dystunum,
meðan TB aftaná sigurin á
VB í fyrsta dystinum, ikki
hevði fingið stig.
Og TB stillaði haraftrat
upp við nýggjum venjara,
eftir at Zoran Mancic fekk
sekkin í síðstu viku.
GÍ trýsti
Og tað sást beinanvegin, at
bæði liðini høvdu nakað at
vísa. GÍ legði sum væntað
trýst á útiliðið. Spælið gekk
gott fyrstu løtuna, og komu
gøtumenn eisini fram til
onkrar hálvar málmøgu-
leikar.
Tvøramenn lógu aftar-
laga á vøllinum, og sjálvt
um teir sluppu at renna
nógv fyrstu løtuna, so
stríddust teir, allir sum ein,
fyri hvønn bólt. Og høvdu
teir ikki verið so ágrýtnir,
høvdu gøtumenn uttan iva
fingið okkurt máli fyrstu
løtuna.
Hvørja ferð GÍ kom fram
móti
brotsteiginum,
so
blivu teir steðgaðir og
komu teir longur inni í
brotsteiginum, fingu tvørá-
menn taklað, so skotroynd-
in bleiv av ongum. Komu
gøtumenn til skot, so bjarg-
aði Lars Mùller í málinum.
Hann stóð ein frálíkan dyst.
Heilt snikkaleysir sluppu
TB-arnir tó ikki. GÍ fekk
ein góðan møguleika tá
okkurt um korter var farið.
Zdzislaw Janik fangar ein
bólt uttan fyri brotsteigin
hjá TB. Hann spælir Súna
Fríða
Johannesen
púra
leysan, men hann skýtur
við síðuna av. Súni Fríði
virkaði ikki heilt upplagdur
henda dagin, og á einum av
sínum góðun døgum, hevði
hann skorað uppá henda
møguleikan.
TB meira við
Sum fyrri hálvleikur leið,
komu tvøramenn meiri við
í dystin. Teir fingu meiri
pláss, og fingu eisini flutt
liðið eini 20 metrar fram á
vøllin. Hetta gav teimum
eisini nakrar møguleikar.
Fyrst var tað Dan Morten-
sen sum skeyt beint yvir,
eftir eitt innlegg úr vinstru
síðu, og løtu seinni var tað
Oliver Abrahamsen sum
streyk ígjøgnum í høgru
síðu, men frammanfyri
málið var ongin tvørámað-
ur, tá innleggið kom inn-
fyri.
Gøtumenn vóru eitt sind-
ur skelkaðir hesa løtuna.
Nógvar skeivar avlevering-
ar, umframt at tvøramenn
stríddist
fyri
lívinum,
gjørdi at spælið ikki hekk
saman.
Tá 10 minuttir eru eftir
av fyrra hálvleiki, fingu
gøtumenn sítt fyrsta mál
burtur úr ongum. Bólturin
verður spældur inn í brots-
teigin, har Bartal Eliassen
er staddur. Verjan hjá TB er
ikki nóg avgjørd, og áðrenn
teir fáa sparka bóltin vekk,
hevur Bartal smekkað bólt-
in í málið.
Hetta varð eisini hálv-
leikstøðan, sjálvt um GÍ
fekk eini tvey góð tilboð
aftrat seint í hálvleikinum.
Spenningurin var tí varð-
veittur til seinna hálvleik.
Seinni hálvleikur gjørdist
javnur. Gøtumenn hugsaðu
meir um at varðveita leiðsl-
una, og lógu tí ikki so langt
frammi á vøllinum, men
bíðaðu eftir at TB skuldi
koma fram. Og tvøramenn
komu fram á vøllin, og
hetta gav sum verða man
mótálop til GÍ.
Súni Olsen fekk ein
góðan møguleika at økja,
men Lars Mùller bjargaði í
tveimum førum. Løtu
seinni spældi Magni Jarn-
skor Súna Fríða leysan,
men hann skeyt uppum
málið hjá TB.
Tvørámenn fingu eisini
nakrar góðar royndir. Dan
Mortensen sum arbeiddi
væl allan dystin, royndi seg
við skoti úti frá sum endaði
á stongini. Og miðskeiðis í
seinna
hálvleiki
fekk
Sascha, í eini knappari
vending, skoti beint yvir
GÍ-málinum.
Luftin úr
tvørámonnum
Tá TB ikki fekk úrtøku av
royndunum teir høvdu,
dovnaði spælið hjá teimum
síðsta partin av dystinum.
Gøtumenn kundu nú koyra
sigurin heim. Teir hildu
bóltin nógv á egnari hálvu,
og hetta fingu teir loyvi til,
tí luftin var við at fara úr
tvørámonnum.
Tá okkurt um 12 minuttir
eru eftir at leika, fellur so
avgerðin. Sámal Joensen
vinnur ein bólt nakað uttan-
fyri brotsteigin hjá TB.
Hann spælir Súna Fríða
leysan, men í staðin fyri at
skjóta sjálvur, spælir Súni
Fríði tvørturum aftur til
Sámal, sum lætt kann økja
til 2-0.
Nú hendi ikki meir, og GÍ
fekk sín næsta sigur í ár og
er komið uppá 7 stig. TB
hevur framvegis 3 stig, sum
teir fingu í fyrsta dystinum
móti VB.
Samanumtikið ein uppi-
borin sigur til GÍ. Teir
høvdu bóltin mest, og
høvdu eisini flestu mál-
møguleikarnar, men spælið
bleiv ongantíð tað heilt
stóra upplivilsi.
Tvørámenn
góvu
í
hvussu so er eina ábending
um, at teir ikki ætla at geva
skarvin yvir. Teir stríddust
væl, og kunnu teir halda
fram við tí teir vístu í
sunnudagin, skulu tað nokk
koma nøkur stig á konto-
ina.
Dysturin í tølum:
GÍ-TB 2-0 (1-0)
1-0: Bartal Eliassen
2-0: Sámal Joensen
Dómari: Eiler Rasmussen
GÍ: Hallur Hansen – Hans
Pauli Petersen, Bartal Elia-
sen, Pól Ennigarð, Leivur
Hansen – Magni Jarnskor,
Sámal Joensen, Zdzislaw
Janek, Súni Olsen – Súni
Fríði Johannesen, Magnus
Skoralíð
TB: Lars Müller - Nebosja
Urtajl, Vladimir Matijivic,
Jón Tórur Holm, Einar
Petersen, Dan Mortensen,
Bárður
Dimon,
Allan
Michelsen, Andras Nolsøe,
Olivur Abrahamsen, Alek-
sandar Radosavljevic
GÍ-TB 2-0 (1-0):
TB vísti vilja
Nógvi vindurin á
norðoyastevnu gjørdi
tað trupult hjá lið-
num báðum at fáa
glið á nakað fótbólts-
spæl
2. DEILD
Jákup Mørk
Sumbingar eru framvegis á
odda í aðru deild, men nú er
av álvara farið at sansa at.
Næsti javnleikurin upp í
slag varð veruleiki á norð-
oyastevnu, og munurin til
FSV á øðrum plássi er nú
eittans stig.
Truplar umstøður
Vánaligu
veðurlíkindini
gjørdu sítt til, at tað gjørdist
ein heldur linligur norðoya-
stevnudystur, tá Sumba
vitjaði í Klaksvík. Ilt var at
fáa nakað skipað fótbólts-
spæl í lag, og yvirhøvur
tóktist tað hjá leikarunum
at ráða meira um at sparka,
heldur enn at spæla eftir
jørð, sum aloftast er tað
skilabesta í slíkum veðrið.
Veðrið hevði eisini ein
fingur við í spælinum, tá
sumbingar í fyrra hálvleiki
løgdu seg á odda. Dánjal
Joensen kom ígjøgnum í
síðuni, men tá hann skuldi
senda innfyri, varð bólturin
tikin beina kós móti máli-
num, uttan at málverjin
hevði nakran møguleika at
verja fyri.
Sumbingar høvdu eisini
aðrar møguleikar í fyrra
hálvleiki, tá teir høvdu
vindin við sær, men meira
enn hetta eina málið fingu
teir ikki, og tað var ov lítið
at tryggja teimum sigurin.
Tað eydnaðist nevnliga
KÍ at javna, tá eitt útspark
frá Sumba-verjuni endaði í
vindinum. Marisu N. Han-
sen kom at standa púrasta
leysur, og hann takkaði fyri
við at smekka bóltin í
meskarnar. Altso eitt vind-
mál í part til liðini.
Næsta liðið kemur
Sum nevnt, so er Sumba
framvegis á odda í deildini,
og enn eru teir sum einasta
lið ósigraðir.
Men javnleikir eru ikki
nóg mikið í longdini. Kom-
andi vikuskifti kemur LÍF á
vitjan, og tá skal talan helst
verða um trý stig, um odda-
sessurin framvegis skal
varveitast. KÍ tekur ímóti
vágamonnum, og so er
spurningurin, hvørt teir eis-
ini megna at taka stig frá
teimum.
KÍ og Sumba býttu stig-
ini, tá tey leygardagin
spældu norðoyastevnudyst-
in
KÍ-Sumba 1-1 (0-1)
0-1: Dánjal Johan Joensen
1-1: Marius Nystrøm Han-
sen
KÍ-Sumba 1-1 (0-1):
Sumbingar mistu
puslispæl
C
M
Y
K
16
Runavíkingar snáv-
aðu ikki hesaferð, og
nú er liðið veruliga
partur av føroyska
fótbóltsoddinum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Undanfarin ár hava runa-
víkingar ofta hótt við at
koma upp í part, tá tosað
verður um føroyska fót-
bóltsoddin, men onkurs-
vegna hava teir hvørja ferð
kikslað, tá møguleikin hev-
ur verið til staðar.
Sum onkur hevur tikið
til, so hava teir spælt sum
heimsmeistarar í Gundadali
móti HB, fyri síðani at tveit
alt burtur móti onkrum av
lægri staddu liðunum, men
í ár tykist vera vent í hol-
uni.
Skála svaraði aftur
Runavíkingar spældu nevn-
liga sum alt annað enn
heimsmeistarar, tá teir í
fyrsta umfarinum fingu
bank frá HB í Gundadali,
men síðani hevur gingið
framá.
Ein
málleysum
javnleiki í Vági – sum held-
ur ikki man vera heilt av
leið - og tveir sigrar vóru
úrslitini síðani tað, og
sunnudagin øktu teir talið
av sigrum upp í trý, tá
Skála kom á vitjan.
Talan var um grannaupp-
gerð, og tó at ein slík ofta
inniber javnar og spennandi
dystir, har leikliga góðskan
kanska ikki er í hásætinum,
so megnaði NSÍ hesa ferð
at spæla seg til ein sannfør-
andi sigur, sum væl kundi
verið størri, um neyvleikin
í avgerandi løtunum hevði
verið størri.
Beint sum dysturin byrj-
aði løgdu teir á heimalið-
num stórt trýst oman móti
gestunum, og tað var eisini
skjótt, at hetta kastaði nakr-
ar málmøguleikar av sær.
Í einum tveimum førum
var Christian Høgni Jacob-
sen spældur mest sum púr-
asta leysur, men hann fekk
ikki umsett hetta til mál, og
heldur ikki var eydnan við
runavíkingunum, tá royndir
vóru gjørdar at skjóta
útifrá.
Tí mundi tað kennast
sum vátur vøttur, tá Skála
miðskeiðis í hálvleikinum
legði seg á odda. Pauli
Hansen, sum er sjálvsagdur
fúsur á miðvøllinum hjá
Skála sendi bóltin inn um
verjuna
til
Alexandur
Johansen, og einsamallur
við Jens Martini var skála-
maðurin ísakaldur og sendi
bóltin trygt í kassan.
NSÍ átti alt
Málið gjørdi sjálvandi, at
fortreytirnar hjá Skála at
dúva upp á verjufótbólt og
kontraálop gjørdust enn
betri, og teir tóku seg alt
longri aftur á vøllin í
royndunum at verja fyri.
Hetta hevði so eisini við
sær, at heimaliðið yvirtók
alt meira av spælinum, og
tað gekk heldur ikki long
tíð, áðrenn javnvág var
komin í roknskapin. Kviki
Jónstein
Petersen
varð
sendur avstað vinstrumeg-
in, og tá hann sendi bóltin
lágt inn fyri málið, var Óli
Hansen fyrstur á
Runavíkingar hildu á
fram at trýsta spælið oman
á Skála hálvuna, og tað
stóð leingi heilt nógv á hjá
Skála, áðrenn NSÍ fimm
minuttir fyri steðgin legði
seg á odda. Bólturin varð
sendur innfyri eftir horna-
spark, og har var Djóni N.
Joensen hægstur og stýrdi í
netið.
Beint sum seinni hálv-
leikur byrjaði øktu runa-
víkingar aftur, tá Helgi L.
Petersen varð feldur í brots-
teiginum. Sjúrður Jacobsen
var sum vant tryggur úr
ellivu metrum, og so hevði
NSÍ fingið fult tamarhald á
dystinum.
Hetta gjørdi, at restin av
dystinum gekk við heldur
lágari ferð. Runavíkingar
vóru nøgdir um tað, teir
høvdu vunnið, og tá Skála
ikki formáddi at leggja
trýst á vertirnar, so hendi
ikki stórt meira. NSÍ kundi
kanska økt um leiðsluna,
men hóast møguleikar, so
fingu teir ikki meira burtur-
úr.
Við sigrinum hildu runa-
víkingar fast í plássinum
millum liðini, sum elta
oddaliðið, HB. Hvørt hetta
skal verða teirra leiklutur í
ár fæst kanska ein ábending
um mikudagin, tá tær spæla
framskundaðu grannaupp-
gerðina móti B68.
Skála hevur higartil bert
fingið einsamalla stigið,
sum heimadysturin móti
B36 gav, men hinvegin
hava teir ofta verið nær við
at fáa úrtøku, og enn er alt
ov tíðliga at avskriva nakr-
an í stríðnum um at varð-
veita sessin í deildini.
Dysturin í tølum:
NSÍ-Skála 3-1 (2-1)
0-1: Alexandur Johansen
20
1-1: Óli Hansen 26
2-1: Djóni N. Joensen 40
3-1: Sjúrður Jacobsen (br.)
48
Dómari: Birgir Sondum
NSÍ: Jens Martin Knudsen
- Pól Thorsteinsson, Djóni
N. Joensen Arnfinn Lang-
gaard, Sjúrður Jacobsen -
Jónstein Petersen, Kári
Hansen, Helgi L. Petersen
Gert Langgaard – Óli Han-
sen,
Christian
Høgni
Jacobsen
Skála: Eugen Voda - Bent
Djurhuus, Ronni Hansen,
Rúni Rasmussen, Áki Pet-
ersen - Marius Joensen,
Kári Nielsen, Pauli G. Han-
sen, Arnold Berg - Alexan-
der Johansen, Dánjal Han-
sen
NSÍ-Skála 3-1 (2-1):
NSÍ heldur kósini
Hóast tað er Skála, sum er
fyrst á bóltinum, so hjálpti
tað lítið, tá samanum kom.
NSÍ vann ein tryggan sigur,
og halda teir sostatt
framvegis fast í oddaliðnum
Mynd: Jens Kristian Vang