týsdagur 4. juni 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 - 4. juni 2002
19
18
Nr. 103 - 4. juni 2002
Hóast talan als ikki
var um nakra niður-
spæling av B68, so
vann B36 ein knús-
andi tryggan sigur á
B68, og syrgdi
harvið fyri, at teir
framhaldandi
hanga við í
oddinum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað varð sagt undan
dystinum millum B36
og B68, at her hevði
hvørgin parturin ráð at
tapa. Bæði liðini eru
nevnliga
partur
av
bólkinum, sum eltir
oddaliðið úr HB, og tí
var tað av avgerandi
týdningi, at trý stig
vórðu fingin til vega,
soleiðis at munurin í
øllum
førum
ikki
øktist.
Fróði misnýttur
Sum tølini siga, so
var tað B36, sum
eftir dystin stóð
við teimum
trimum stigunum, og tað í
sjálvum sær var kanska ikki
so óuppiborið. Men hóast
talan í tølum gjørdist um
ein knúsandi sigur, so
munnu toftamenn kortini
iðra seg um, at teir ikki í
størri mun megnaðu at gera
sær dælt, tá teir høvdu
møguleikan.
Tað var B36, sum kom
best frá byrjan, og tó at
spælið fyrstu løtuna var
hampuliga javnt, so hómaði
tú skjótt eina yvir-
vág.
Ikki
minst
komst yvirvágin av,
at
B68-venjarin,
Frank Skytte, hevði
valt ein heldur merkis-
verdan variant í byrjunar-
uppstilling sínari.
Heldur enn at lata Ma-
rcello Marcelinho byrja í
álopinum fyri skadda An-
ders Nygaard, valdi hann
venliga at nýta Fróða Ben-
jaminsen sum center-for-
ward. Ikki tí. Fróði er ein
somikið frægur fótbólts-
leikari, at hann megnar at
spæla á mest sum øllum
plássum, men við at nýta
hann í álopinum mistu
toftamenn drívmegina á
miðvøllinum,
og
hetta
dugdi B36 at gera sær dælt
av, soleiðis at B68 álopið
hevði sera lítið at arbeiða
við fyrstu løtuna.
Tað var eisini B36, sum
hevði fyrstu málmøguleik-
arnar, men brádliga fingu
teir ein skelk. Í royndunum
at fanga bóltin aftur í
gjøgnumbrotsroynd
var
Fróði somikið áhaldsin, at
hann tveitti seg inn ímóti
B36 málverjanum, Tróndi
Vatnhamar. Somikið ógvu-
sligur var stoyturin, at báðir
leikarar vórðu liggjandi.
Fróði kom tó langt um
leingi á føtur aftur, men fyri
B36 málverjan var dysturin
liðugur.
Dýr mistøk
Skelkurin, sum hetta átti at
borið við sær, var tó ikki
størri enn so, at tað fram-
vegis var B36, sum sat á
dystinum. Móti einum B68
miðvølli, sum uttan Fróða í
alt stóran mun restaði
tyngd, kundi B36 ferð eftir
ferð byrja álop oman móti
B68-málinum, og tó at
nakrir møguleikar vórðu
skaptir, so skuldi eitt stórt
verjumistak til, áðrenn
heimaliðið fekk lagt seg á
odda.
B68 v erjan var langt síð-
ani komin upp á pláss, og
lítil vandi tóktist tí vera á
ferð, tá Egil Zachariasen úr
verjuni sendi ein langan
bólt oman móti høgra
horni. Messias Perreira,
sum fyri tað mesta tók sær
av Jákupi á Borg, seldi seg
tó fullkomuliga, tá hann
royndi at koma fram um
álopsleikaran eftir bólti-
num. uttan nakran mótleik-
ara at stríðast við helt Jákup
móti
málinum,
og
tá
Michael Kokoszanek kom
ímóti, rullaði hann tvørtur
um til John Petersen, sum
hevði lætt við at senda
bóltin í kassan.
Sum so ofta, so bar málið
við sær, at B36 tók seg eitt
vet aftur á vøllin, og so
hevði B68 sína helst bestu
løtu í dystinum. Hóast teir
nú lógu longri afturi á
vøllinum, so hevði B36
sera ilt við at verja fyri í
síðunum, og hetta kundu
serliga Arnold Joensen og
Øssur Hansen gera sær
dælt
av.
Tað
var
tó
framvegis sera sjáldan, at
bóltarnir, sum vórðu sendir
inn, veruliga hóttu B36
málið, og tá einir tíggju
minuttir
restaðu
av
hálvleikinum, fingu teir
aftur ein frammaná.
Upptaktin til málið var
ikki sørt ólík fyrra máli-
num. Hesa ferð var talan
um eitt langt skift móti
høgru. B68 verjan var als
ikki vakin, men í fyrsta um-
fari spurdist bert horna
burturúr. Julian Florescu
sendi hetta innfyri, og tá
Machael í málinum kom
skeivt út eftir bóltinum,
kundi John við høvdinum
stýra bóltin inn til 2-0.
René stórbjargaði
Í hálvleikinum hevði Frank
Skytte tikið fylgjurnar av
tunna miðvøllinum. Mar-
cello kom á vøllin fyri
Oleif Joensen, og meðan
brasiliumaðurin nú fór í
B36-B68 4-0 (2-0)
Mistøkini vórðu revsað
Við sigrinum á HB
hildu leirvíkingar
stutt tjóður í
oddaliðnum, og
komandi vikuskifti
skulu teir spæla
toppdyst í Sumba
2. DEILD
Jákuip Mørk
Seinnu árini hevur LÍF
fyri tað mesta stríðst fyri
at halda sætið í aðru deild,
men eftr fyrstu fimm dyst-
irnar er líkt til, at hetta
ikki skal verða leikluturin
í ár.
Leygardagin góvu teir
enn eitt dømi um, at í ár
ætla teir sær at vera við í
oddinum, tá teir vitjaðu
hjá HB, sum hevur sýnt
sera óstøðugt spæl hetta
kappingarárið, og hvørs
einasti sigur kom til høld-
ar, tá vágamenn vitjaðu í
Havn.
Dysturin endaði við
tvey máls sigri til leirvík-
ingarnar, og sum heilt
mundi úrslitið eisini vera á
góðari leið. Fyrst og
fermst tí gestirnir í nógv
størri mun enn heimaliðið
dugdi at nýta høvdið,
meðan spælt var.
Í allar mátar var nógv
størri umhugsni aftan fyri
spælið hjá LÍF, og tí var
tað eisini fult uppiborið, at
teir fóru til steðgin við
leiðsluni,
sum
Petur
Sjúrðarberg
tryggjaði
teimum.
Í seinna hálvleiki var
tað framvegis LÍf, sum
stýrdi dystinum, og tá To-
mek Resel gjørdi sær dælt
av brotssparki, var setn-
ingurin at kalla greiddur
hjá leirvíkingunum.
Oddadystur
Sigurin bar við sær, at
munurin upp til Sumba
tódnaði í tvey stig, og nú
er veruliga lagt upp til
oddadyst, tá leirvíkingar-
nir komandi vikuskifti
fara til Sumbiar, har ósigr-
aða oddaliðið tekur ímóti.
HB skal tá eisini ferðast
suður um fjørðin, men hjá
teimum verður talan um
botnuppgerð. Mótstøðu-
liðið er nevnliga VB, sum
higartil bert hevur fingið
trý stig.
Dytsurin í tølum
HB-LÍF 0-2 (0-1)
0-1: Petur Sjúrðarberg
0-2: Tomek Rezel
HB-LÍF 0-2 (0-1):
Leirvíkingar bíta seg fastar
ÍF vann trý týðandi
stig móti B71, og enn
hava fuglfirðingar-
nir ikki púrasta mist
sambandið við odd-
in
2. DEILD
Jákup Mørk
Við fýra stigum fyri eins
nógvar dystir var einki at
siga til, at trýstið var á
fuglfirðingum,
tá
teir
leygardagin tóku ímóti
einum av kappingarneyt-
unum til eitt pláss í oddi-
num, B71.
ÍF hevur longu tvær
ferðir í ár upplivað tvey
stór vónbrot, og ráð vóru
ikki til enn eitt av slag-
num, um so var, at vónin
um eitt pláss í oddinum
framvegis skuldi haldast á
lívi.
Rætti hugburðurin
Tað var eisin iÍF, sum
sýndi nógv betra hugburð-
in móti sandoyingunum
leygardagin. Fuglfirðing-
ar nir stríddust manniliga
um bóltarnar á miðvølli-
num, og tað eydnaðist
teimum eisini at koma á
odda, við einum máli sum
Høgni Zachariasen skeyt.
Í seinna hálvleiki helt
góða gongdin hjá ÍF fram.
B71 royndi kanska at
svara eitt sindur aftur, men
har vildi einki bera til, og
tá Høgni á Lakjuni skor-
aði næsta heimamálið, var
dysturin í roynd og veru
avgjørdur.
Nærkast oddinum
Við sigrinum togaðu fugl-
firðingar seg ájavnt B71 á
stigatalvuni, har teir nú
eru fýra stig aftan fyri
oddaliðið
úr
Sumba.
Komandi vikuskifti fáa
teir vitjan av NSÍ, og tó at
runavíkingarnir nú tykjast
hava fingið eitt sindur av
ferð á, so átti hetta at verið
ein góður møguleiki hjá
liðnum at ogna sær tvey
stig afturat.
B71 skal tá á vitjan hjá
B36, sum hevur verið sera
svingandi í ár, so tað nýtist
als ikki at gerast nakar
lættur dystur, tó at sandoy-
ingarnir eiga at metast
sum favorittar til uppgerð-
ina.
Dysturin í tølum:
ÍF-B71 2-0(1-0)
1-0: Høgni Zachariasen
2-0: Høgni á Lakjuni
ÍF-B71 2-0 (1-0):
Fuglfirðingar eru við
álopi, kom Fróði Benja-
minsen aftur á miðvøllin.
Kanska restar Marcello enn
nakrar dystir, áðrenn venj-
ingarstøðan er, sum hon
skal vera, men broytingin
viðførdi so, at B68 byrjaði
at vinna nakrar bóltar á
miðvøllinum, soleiðis at
teir í størri mun vóru við til
at skapa dystin.
Tað vóru tó framvegis
tveir lutir, sum toftamenn
ikki megnaðu. Heimaliðið,
sum nú hevði vunnið sær
eina hampuliga leiðslu, var
als ikki áhuga í at seta ta
nógvu ferðina á spælið, og
hetta megnaðu toftamenn á
ongan hátt at broyta. Og so
megnaðu teir heldur ikki at
skjóta mál.
Tí hóast leikferðin var út
av lagi lág, so fekk B68 í
tveimum førum heilt góðar
málmøguleikar. Fyrru ferð-
ina stórbjargaði innskifti
René Tórgarð, tá Jan Pet-
ersen royndi seg úr stuttari
fjarstøðu, og bjargingin var
ikki minni góð, tá Fróði
Benjaminsen nakað seinni
royndi seg, eftir at Øssur
Hansen hevði rullað bóltin
útfrá.
Líkasæla
Hevði B68 fingið mál í
øðrum av hesum førunum,
hevði talan kanska verið
um heilt annan dyst, men
ístaðin gjørdist talan um
ein
dyst,
har
avrikið
seinasta korterið var merkt
av líkasælu, tí leikararnir
mest sum ásannaðu, at her
var tap í hendi.
B36 fekk soleiðis alt
betri pláss at spæla kontra,
og eftir at hava hótt nakrar
ferðir avgjørdu teir dystin
fullkomuliga. Hornaspark
varð sent innfyri, og eftir
eitt sindur av aftur og fram
kundi Tórálvur Poulsen
skora sítt fyrsta mál fyri í
bestu deildini.
Og tá Arnold Joensen
stutt eftir reytt kort fyri
fullkomuliga vitleyst at
sparka Arnbjørn Danielsen
niður, var syndarligi dagur-
in hjá B68 mest sum full
komin. Seinastu løtuna
hevði B36 møguleikar at
gera enn fleiri mál, men tað
gjørdist ikki meira enn tað,
sum Báður Mortansson
skeyt, eftir at John Petersen
hevði lyft bóltin inn um
verjuna.
Avgerandi mánaður
Sum nevnt omanfyri, so var
dysturin í nógvar mátar ein
uppgerð um, hvat lið í
fyrsta umfari skal elta
oddaliðið, og grundað á
hendan einstakan dystin, so
verður tað B36. Fryst og
fremst tí teir tóktust hvass-
ari í avgerandi løtunum,
men eisini tí teir í løtum
fingu ferðina á spælinum
upp á tað støðið, sum hon
skal vera á, um nóg nógv
stig skulu fáast til høldar.
Hartil hevur B36 framvegis
tríggjar dystir á rað á
heimavølli, og úrtøkan í
hesum fer helst at vísa,
hvussu álvarsliga teir ætla
tað, tá teir siga seg vilja
verja heitið.
B68 heví tó betri ráðini at
tapa dystin. Teir hava fram-
vegis eins nógv stig sum
hitt árstalsfelagið, men
strævna skráin í juni fer at
avgera nógv fyri teirra við-
komandi. Við tveimum
dystum hvørja viku allan
mánaðin kann verða meira
enn trupult at halda dampi-
num alla tíðina. Hvussu
væl B68 megnar hetta fæst
helst at vita longu komandi
vikuna. Tá spæla teir fyrst á
heimavølli móti NSÍ, fyri
síðani at taka móti HB.
Dysturin í tølum:
B36-B68
4-0 (2-0)
1-0: John Petersen 23
2-0: John Petersen 36
3-0: Tórálvur Poulsen 82
4-0: Bárður Mortansson 86
Dómari: Dagfinn Olsen:
Tað merktist ikki á nakran
hátt, at talan her var um ein
av meira óroyndu dóm-
arunum í deildini. Hevði
alla tíðina gott tak á
dystinum,
og
tóktist
somuleiðis at hava gott
samband við leikararnar,
soleiðis at teir vistu, hvat
varð góðtikið og ikki.
B36: Tróndur Vatnhamar –
Fróði Clementsen, Egil
Zachariasen,
Arnbjørn
Danielsen – Kenneth Jac-
obsen, Julian Florescu,
Jens Kristian Hansen, Din
Sandu, Magni á Lakjuni –
Jákup á Borg, John Peter-
sen
B68: Michael Kokoszanek
- Jan Petersen, Hans Fróði
Hansen, Messias Perreira,
John Heri Dam – Jann Ingi
PEtersen, Fríðin Ziskason,
Oleif Joensen – Arnold
Joensen, Fróði Benjamin-
sen, Øssur Hansen
Seinasta
partin av seinna hálvleiki
var spælið í mangar mátar merkt
av líkasælu, og tá Tórálvur Pouilsen
skeyt sítt fyrsta mál í bestu deildini hevði
B36 køvt alla vón hjá gestunum um at
fáa nakað burtur úr dystinum
Mynd: Finnur Justinussen
B36 fekk tíðliga í dystinum ein skelt, tá Tróndur
Vatnhamar varð skaddur. Skaðin tóktist tó ikki so
álvarsligur, men við spælinum sum avloysarin, René
Tórgarð, verður tað alt annað enn lætt hjá Tróndi at
vinna plássið millum stengurnar aftur
Mynd: Finnur Justinussen
Tað líktist einum taktiskum mistaki hjá B68, at Fróði Benjaminsen allan
fyrra hálvleik spældi í álopinum. Við hesum mistu toftamenn nógva
tyngd á miðvøllinum, soleiðis at B36 í fyrra hálvleiki fekk alt ov lætt spæl
Mynd: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
18