leygardagur 15. apríl 1972síða 2
‹ fyrra síða allar 4 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Blaðstjórn:
Vilhelm Johannesen,
Fyribils ábyrgdarstjóri,
tif. 5 5873 Klaksvík
Prentstaður:
Prentsmiðjan á Heygsbreyt
tlf. 1 1820
Tórshavn
Fiskimarksspurningurin
HÓAST vit fleiri ferðir fyrr á hesum stað hava sagt okk-
ara hugsan um fiskimarksspurninginum og um uppskotið frá
tjóðveldisflokkinum um at flyta fiskimarkid út á 70 fjórð-
ingar, so loyva vit okkum at gera tað eina ferð enn. Hetta
tu, at tingið í hesi vikuni hevur havt uppskotið til 2. við-
gerð.
VIT hava víst á, at allur hin føroyski landgrunnurin verd-
ur innan fyri eitt møguligt 24 fjórðinga fiskimark og somu-
leiðis hava vit ført fram, at vit eiga ikki at taka undir við,
víðari fiskimarki, tá tað ikki er okkum at gagni, men tvørt-
urímóti til stóran skaða. Eitt fiskimark, sum gongur víðari
vil føra við sær, at vit missa risastór veiðugkir á fjarleið-
um og bett vinna eitt ógvuliga lítið øki aftur her heima
hjá okkum sjálvum Br...
MEIRILUTIN í marknadarnevndini, sum hevur havt málið
til viðgerðar, kann ikki taka undir við einari einvísari út-
flytan; men heldur røttu leiðina vera í fyrstu syftu at royna
at vinna á mál við samráðingum, har fiskimarksspurningar
á altjóða fundum verða vidgjørdir, og heitir á landsstýrið
um á slíkum fundum ógvuliga sterkt at framhalda próg-
va, hvussu lívsneyðugt tað er fyri okkum at vinna einkar-
rætt til hetta lítla veiðigkið um oyggjar okkara
og
UNDIR viðgerðini á tingi førdi tjóðveldisflokkurin fram, at
tað snúði seg ikki um at seta 70 fjórðinga fiskimark um
Ísland, Grønland, Canada, Noreg o. s. fr., men um Føroyar.
Eisini verður ført fram, at vit eiga bert at flyta út, tí hini
londini gera tað álíkavæl, við øðrum orðum verður her tik-
ið undir við, at tað er ein vánalig loysn, men hini londini
gera íað álíkavæl... Vit duga bert ikki at skilja, hví vit
skulu vera fyrstir at flyta út og yvirbjóða á hesum øki,
hetta er tað sama sum at troka seg fram eftir hinum
skerda lutinum, sum verður okkara, tá hesin politikkur er
verunleiki.
AT veidiøki undir Føroyum er sera trongt, er tað sum
tjóðveldismenn á tingi hava ført fram í hesi tingsetuni besta
prógvi um. Vit hugsa um, tá nakrir tjóðveldismenn á tingi
fyrr í tingsetuni vístu á, at um skip, sum veiða við toska-
gørnum ikki sleppa inn uml2 fjórðinga markið, so fara
tey á húsagang.
TAÐ kundi eisini verið vert at mint á, at fyri stuttum
hevði Steinbjørn B. Jacobsen lesarabræv í bløðunum, hvar
hann visti at siga frå, at á føroyska landgrunninum eru
200.000 tons, og at 100.000 tons kundu føda nøkur og triati
túsund fólk. við øðrum orðum kunnu hesi 200.000 tonsini
føda 60-70.000 fólk; men hvatum vit ein dag verða 80.000
sálir í Føroyum?
TAÐ má verða skeivt hjá einum lítlum landi sum okkara,
ið bert hevur fiskivinnu at líta á, at avmarka okkara egnu
veidumøguleikar til at bert at umfata eitt ógvuliga lítið oki
UM Foroya løgting samtykti tjóðveldisuppskotið, so vildi
her verið talan um eina prinsipp avgerð, hvar eftir vit
oll fiskimark sum teimum lyst-
t
lond seta
megu góðtaka, at
ir. Gera tey tað álíkavæl. so hava vit einki í at velja, men
vit eiga ikki at ganga á odda ti hetta tænir ikki okkara
Grunnurin fyri visinda-
ligar fiskivinnukanning
| ar í Foroyum
Ur erunninum verður veittur studningur til visinda-
ligar kanningar innan føroyska fiskivinnu, bæði
biologiskar, tekniskar og handilsligar kanningar.
Oydiblød til: umsókn fåast við at venda sær til
skrivstovuna hjá Tryggingarsambandinum Føroyar á
Kongabrúnni í Tórshavn. Umsóknir verða at senda
inn til Tryggingarsambandið Føroyar áðrenn 1. juni
1972
NEVNDIN
|
|
|
|
I (talvan
SOSIALURIN
Dagbókin
Í dag er 15. apríl. 106. dagur
í árinum. Olympia. Fødingar-
dagur Kristian V kongs. Tær
ljósu næturnar byrja. Sólarris
kl. 05,06. Sólsetur kl. 19.50.
Vit eru í 1. viku á sumri.
Margretha drotning. Í morgin
16. apríl er fødingardagur Mar
grethu drotnings.
Gudstænastur. Í morgin præ-
dikar í Havnar Johan Weihe,
konfirmation — Axel Tórgarð
í Kollafirði, altargongd Bi-
skupur á Nesi — Torkil Beder
Óluva Laksá í Fuglafirði
gongur til frama fyri
Santalmissiónina) - Rytuvík
J. Magnussen, altargongd —
Glyvrar J. Follend - Niels
Pauli Danielsen í Klaksvík kl.
11 og á Vidareidi kl. 19 —
Tummas Jacobsen í Mikladali,
altargongd — Høgni Poulsen i
Sørvågi — Viderø i Vågi.
Frá komandi sunnudegi verð
ur kirkjugangurin kl. 11 í øll-
um Vága kirkjum. |
og
Altargangur. Mánakvoldið kl.
7 verdur altargangur i Havnar
kirkju.
Felagsfundur. Sunnukvøldid
kl. 20.30 verdur felagsfundur
i KFUM. Evni: Jesus Christ
Superstar pro et contra v/
Johan Weihe, presti.
Brúdleyp. I dag verða vigd í
Christianskirkjuni Kristianna
|
}
|
Í
Olsen, sjukrasystranæmingur,
Klaksvík, og stýrimannanæm-
lingur Ebbe Michelsen, Tvør-
oyri.
Polyester Jersey
100 "4, strygefri
í sidste nye
mønstre og farver.
Direkte fra væv
til Dem fra 24,
kr. pr. m+ moms
og porto. Bredde
140-150 cm
NR. 29. — 15. APRÍL 1972
Telefon
1225
Telex
21
Úr Úr Úr Úr Í
Skip København Aalborg Halmstad Leith Feroyum
LÓMUR 14.4. 11.4. 17.4.
HEYKUR 18.4. 194. 24.4.
BLIKUR 21.4. 24.4.
RAVNUR 24 4. 27,4.
LOMUR 28.4 25.4. 15.
BLIKUR 5.5. 3.5. 85.
HEYKUR 8.5. 8.5
HEYKUR fermir í Drammen, Os lofjórðinum, 17. apríl
RAVNUR fermir í Antwerpen, 19. apríl
RAYNUR fermir í Delfzijl 21. apríl
HEYKUR fermir í Drammen 17. mei
PF SKIPAFELAGIÐ FØROYAR
Fyri skrivstovumanni
við handilsútbúgving og sum kann arbeiða sjálv-
stødugt, er starv leyst at søkja á Telefonverkinum.
Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum verður at
senda Telefonverkinum innan 26.4.-72.
Løn sambært sáttmála milllum Føroya Landsstýri og
Starvsmannafelagið.
TELEFONNERKIÐ
-—
Tryggingarsambandið
FØROYAR
Føroya Kriggstrygging .......... Tlf. 1090
Føroya Sjóvátrygging ........... - 1090
Føroya Brúnaúrygging .......... - 1098
Foroya Vanlukkutrygging ....... - 1466
Vit tryggja:
Bátar, skip, verur, hús, innbúgv, akfør o. a.
Feroyingar eiga at tryggja í landsins egnu trygging.
Ídnaðaráðgevari
Sum eitt lið í arbeidinum at skapa betri fyritreytir
fyri vaksandi idnadarvirksemi í Føroyum er ætlanin
at seta á stovn eina ráðgevandi ídnaðarstovu. Til |
lutvísa rindan av hesum stovni hava løgting og
landsstýri játtað pening.
Ætlanin við stovninum er at hann skal hjálpa til
at samskipa ídnaðarframleiðsluna og meta um møgu
leikar fyri nýggjum tiltókum. Harafturat skal stovn-
urin ganga ídndarvirkum til handa bæði í produk-
tións-, administratións- og søluvidurskiftum.
Til at leiða ídnaðarstovuna søkja vit eftir manni,
sum hevur áhuga fyri hesum tiltaki og tí endamáli,
sum stovnurin er ætlaður til. Vit hava brúk fyri ein-
um manni við praktiskum kunnleika til virkisleiðslu
og mannagongd í idnadarvirkjum, og sum við ini-
tiativi, nýggjum hugmyndum og praktiskum arbeiði
vil virka til frama fyri ídnaðarframburði í Feroy-
oyum.
Fyri at uppfylla hesi krøv rokna vit eisini vid eini
teoretiskari útbúgving, sum antin er økonomisk.
teknisk ella møguliga juridisk.
Lønin verður eftir nærri avtalu,
Umsóknir verða at senda til formannin fyri Føroya
fdnadarfelag: Ólavur Gregersen, 3815 Gøtu, i sein-
asta lagi hin 1. juni 1972. |
Føroya Ídnaðarfelag