mikudagur 5. juni 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 104 - 5. juni 2002
Nr. 104 - 5. juni 2002
3
Tá ið bestu tímarnir
av degnum eru farnir,
fara fleiri børn í fyr-
sta flokki í skúla í
Havn. Hølistrupul-
leikar eru orsøkin og
frá komandi skúlaári
má Kommunuskúlin í
Havn eisini taka til
takkar við hesa loysn-
ina. Tó ikki so leingi,
tí um eitt ár verður
nýggjur bygningur
tikin í nýtslu til 1., 2.
og 3. flokk
FÓLKASKÚLIN
Turið Kjølbro
Hølistrupulleikar á fleiri
skúlum í Havn gera, at
yngstu næmingarnir mugu
ganga í skúla seinnapart.
Soleiðis hevur verið á
Argjum og í Hoyvík í nógv
ár, og frá komandi skúlaári
mugu eisini børnini, sum
byrja í 1. flokki í Kommunu-
skúlanum, sláa seg til tols
við at skula í skúla seinna-
part. Í fleiri ár hevur hetta
ikki verið neyðugt í Kom-
munuskúlanum, men sein-
astu fimm árini er næm-
ingatalið vaksið við meiri
enn 200 børnum, úr 380 í
588 frá komandi skúlaári.
Karmarnir í Kommunu-
skúlanum verða kortini ikki
trongir so leingi afturat, tí
um eitt ár tekur skúlin í nýt-
slu
nýggjan
bygning.
Barakkin á skúlaøkinum,
sum
yngstu
flokkarnir
halda til í í dag, verður tikin
niður í summarsteðginum
og nýggjur skúli bygdur.
– Tá ið hesin bygningurin
er liðugur, verður pláss fyri
øllum næmingunum. At tað
verður ógvulig trongt eitt ár
afturat fara vit at klára við
vælvild frá øllum pørtum,
tí vit síggja fram til at taka
ein nýggjan bygning í nýt-
slu um ikki so langa tíð,
sigur
Hanus
Joensen,
skúlastjóri í Kommunu-
skúlanum.
Fyrsti flokkur, sum byrjar
í Kommunuskúlanum kom-
andi skúlaár, byrjar kl.
12.45 og verður liðugur
umleið kl. 16.00. Áðrenn
skúlatíð eru tey í frítíðar-
skúla.
– Skulu tey byrja fyrr á
degnum, mugu tey í frítíð-
arskúla aftur eftir skúlatíð,
og tað ber illa til, sigur
Hanus Joensen.
Nútímans
Nýggi bygningurin, sum
verður bygdur til Kommunu-
skúlan, verður í tveimum
hæddum. Har vera seks
skúlastovur og 1., 2. og 3.
flokkur fara at halda til har,
umframt vera aðrar stovur
til annað, sum hoyrir til
undirvísing í dag.
– Skúlin verður í allar
mátar nýtímans. Ein spenn-
andi ætlan við nútímans
skúlatankum, sigur Hanus
Joensen.
At nýggjur bygningur
verður bygdur afturat til
Kommunuskúlan, útloysir
ikki fleiri stovur á verandi
skúla.
– Allar stovur verða full-
ar kortini, tá ið alt er liðugt,
tí næmingatalið veksur
støðugt. Í 2003/4 verður ein
flokkurt afturat, sigur Han-
us Joensen.
Tað er misjavnt, hvussu
skúlastjórarnir lata at við-
víkjandi tí, at sjey ára
gomul børn byrja skúladag-
in, tá ið stórur partur av
degnum er farin.
– Børnini eru illa fyri og
móð, og hava ikki góð
bindini til at sita still, lurta
og læra. Bestu tímarnir av
degnum eru farnir, tá ið
hesi koma í skúla. Vit vita
jú, at betur tú ert fyri, meiri
lærir tú, sigur Marjun
Holm, skúlastjóri í Argja
skúla.
Børnini í 1. flokki í Argja
skúla byrja kl. 11.40 og eru
liðug uml. kl. 15.00.
– Foreldrini eru kedd av,
at soleiðis skal vera, men
har er einki at gera fyrr enn
vit fáa onnur og fleiri hølir,
sigur Marjun Holm.
Sambært skúlastjóranum
í Hoyvíkar skúla, Petur P.
Dahl, lata lærararnir væl at
børnunum í 1. flokki, sum
byrja í skúla kl. 11.50. Í
Hoyvíkar skúla eru nítjan
skúlaflokkar og skúlin ræð-
ur yvir seytjan skúlastov-
um.
– Børnini eru væl fyri.
Hugburðurin er broyttur
seinni árini. Nú duga fleiri
at síggja fyrimunirnar við
at ganga í skúla seinnapart í
og við, at skúlin er rúmlig-
ari tá. Høvdu børnini byrj-
að í skúla seinni, kanska
longri út á seinnapartin,
rokni eg avgjørt við, at tey
høvdu verið verri fyri, sigur
Petur P. Dahl.
At yngstu næmingarnir
so at siga hava skúlagarðin
fyri seg sjálvar, metir
Hanus Joensen eisini er ein
fyrimunur.
– Tað er trongt í skúla-
garðinum, um 600 næm-
ingar skulu vera har sam-
stundis og vit hava ikki
møguleika fyri at býta
garðin upp, sum tað verður
gjørt aðra staðni, sigur
hann.
Óheppið
Nógvar ætlanir eru í um-
búna á skúlaøkinum í Tórs-
havnar kommunu. Fremst
stendur umrødda nýbygg-
ing til Kommunuskúlan.
Eisini formaðurin í mentun-
arnevnd Tórshavnar bý-
ráðs, Heðin Mortensen,
heldur, at tað er óheppið, at
sjey ára gomul børn skulu
byrja í skúla so seint út á
dagin.
– Tað er ikki meiri enn
næst best. Børnini hava jú
verið virkin allan fyrrapart-
in og eru vorðin móð, tá ið
tey skulu í skúla. Eisini set-
ir tað nógv foreldur í eina
trupla støðu viðvíkjandi
ansing, tí skúlin er liðugur,
áðrenn foreldrini eru liðug
at arbeiða, sigur Heðin
Mortensen.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
tá kæra systir, fastir og mostur okkara
Dania Jacobina Nielsen
í Tvørgøtu,Tórshavn
andaðist og varð jarðað.
Ein serstøk tøkk til tykkum, sum vóru um hana
ta seinastu tíðina.
Tøkk til Bjarna Bæk, dómpróst, fyri góð
og troystarrík orð í heiminum, kapellinum
og í kirkjuni og tøkk til berarar,
kirkjutænarar, sangarar og gravarar.
Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og uppringingar
og tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Emma
Børn í skúla seinnapart
orsakað av hølistrupulleikum
Fleiri skúlar í Havn eru ov lítlir og tað gongur út yvir tey, ið fara í fyrsta flokk
Mynd: Finnur Justinussen
Páll á Reynatúgvu
verður landsstýris-
maður í almannamál-
um, og Høgni Hoydal
og Karsten Hansen
halda fram við sínum
málsøkjum.
LANDSSTýRISMENN
Heri á Rógvi
Tað er nú greitt, hvønn
Tjóðveldisflokkurin hevur
valt at umboða flokkin í
landsstýrinum. Høgni Hoy-
dal og Karsten Hansen
halda fram við ávíkavíst
fíggjarmálum og lógarmál-
um.
Annlist Bjarkhamar, sum
verður umrødd aðrastaðni í
blaðnum, verður lands-
stýrismaður í mentanar-
málum.
Í almannamálum verður
tað Páll á Reynatúgvu, sum
verður landsstýrismaður.
Páll á Reynatúgvu er 34
ára gamal. Hann er valdur á
ting fyri aðru ferð í Sand-
oyar valdømi, og hann hev-
ur eisini áður stillað upp.
Hann er útbúgving fysio-
terapeutur. Seinastu fýra
árini hevur hann verið for-
maður fyri trivnaðarnevnd-
ina í løgtinginum. Hann er
giftur Kristinu og tey eiga
tvey børn.
Páll á Reynatúgvu
fær almennamál
Páll á Reynatúgvu verður nú
landsstýrismaður í almanna-
málum
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæri
maður, pápi, verpápi og abbi okkara
John Dam
skipari, ættaður úr Vestmanna
doyði og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar og telefonuppringingar.
Tøkk til prest, kirkjutænarar og gravarar.Tøkk til
Vestmenn fyri vakran sang.Tøkk til tykkum øll,
sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina.
Tøkk øll tit, ið fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Oddvør, Hans Andreas, Marita,
Zacharias og abbabørn
Fyrsti landsstýris-
maður Miðfloksins
lovar, at tað nú fer at
merkjast, at teir hava
fingið ein mann í
landsstýri. Fyrst á
skránni verður at seta
eina skúlalæknaskip-
an í verk, sum Mið-
flokkurin hevur lovað
sínum veljarum. Eis-
ini er ætlanin at
menna eina hug-
burðsbroyting. Vit
hava hitt nýggja
landsstýrismannin
Bill Justinussen
SAMRØðA
Heri á Rógvi
Hann er kanska ikki so
kendur í politikki. Nýggi
landsstýrismaðurin,
Bill
Justinussen, hevur stillað
upp hvørja ferð síðani valið
í 1988. Fyrstu ferðirnar
stillaði hann upp fyri
Kristiliga
Fólkaflokkin.
Hann var ein av teimum,
sum stovnaðu Miðflokkin í
1991, og við valið í 1990
var hann um reppið at
røkka inn á ting í Suður-
streymoyar valdømi.
Hann er av Glyvrum, og
tað er eisini í Eysturoynni,
at hann hevur stillað upp
seinastu ferðirnar.
Hann varð frelstur, tá
hann var 13 ár. Hann er
sonur Gunnvu og Bjørn
Justinussen, og nú er hann
eisini landsstýrismaður –
38 ára gamli Bill Justinus-
sen.
– Tað er væl eitt tað hæg-
sta ella eitt av teimum
ynskjunum, tú kanst hava í
royndunum at fáa ávirkan,
at gerast tingmaður ella
landsstýrismaður, sigur Bill
Justinussen, tá spurt verður
eftir orsøkini til, at hann
hevur valt at átaka sær
hendan álitissess.
– Eg leyp tó ikki út í tað.
Eg havi hugsað meg væl
um, tí eg ynski ikki, at hetta
skal ganga útyvir familju-
na, sigur Bill
Familja og heilsa
Bill Justinussen verður lands-
stýrismaður í familju- og
trivnaðarmálum. Hetta er at
meta sum ynskistøða fyri
Miðflokkin, sum undan
valstríðnum bar fram ynski
um ein familjumálaráð-
harra.
Økið hjá Bill Justinussen
kemur at umfata alt sjúkra-
húsverkið og øll øki innan-
fyri heilsu. Eisini fara íbúð-
armál, dagstovnar og rús-
evnismál at hoyra undir
økið hjá Bill Justinussen.
Nýggi landsstýrismaðurin
av Glyvrum fer at halda til
saman
við
landsstýris-
manninum í almannamál-
um í Almanna- og heilsu-
málastýrinum. Fyribils hev-
ur ikki verið tosað um, at
víðkað stýrið.
Hesi
mál,
ið
Bill
Justinussen nú skal umsita,
eru tey somu, ið Miðflokk-
urin legði størstan dentin á í
valstríðnum.
– Mann vil við einum
landsstýrismanni í familju-
málum hyggja eitt sindur
frameftir. Vit vilja arbeiða
við fyribyrging og heilsu-
fremjan ístaðinfyri bara at
royna at sløkkja eldarnir,
sum tað ofta hevur verið
við verandi stýrum,serliga
tí arbeiðsbyrðan hevur ver-
ið so stór, sigur Bill
Justinussen.
Hugburðurin broytast
– Eg vil styrkja um upplýs-
ingina. Endamálið er at fáa
eina hugburðsbroyting, sig-
ur
ein
avgjørdur
Bill
Justinussen.
Rúsevnismál hoyra eisini
undir hansara málsøki, og
har ætlar nýggi landsstýris-
maðurin at leggja serliga
stóran dent á fyribyrging.
– Upplýsing fram um
forboð, ljóðar aðalsetning-
urin í politikkinum.
– Eg haldi, at vit skulu
læra fólk ikki at drekka,
heldur enn at læra tey at
drekka. sigur Bill Justinus-
sen.
Bill Justinussen og Mið-
flokkurin meta, at tað hevur
stóran týdning, at mann fer
væl við sálini, og teir rað-
festa eisini lívskvalitetin
ovarliga.
Ætlanin hjá Bill er at gera
kanningar fyri at finna útav
meira um lívskvalitetin hjá
tí einstaka, har støði verður
tikið í ynskjunum hjá tí ein-
staka.
– Familja skal vera kjarn-
in í samfelagnum.Hendan
samgongan er samd um, at
heilsu- og familjuøkið skal
raðfestast ovarliga, sigur
Bill Justinussen.
Skúlalæknin fyrst
Eitt av lyftunum í valstríð-
num frá Miðflokkinum var
at seta eina skúlalækna-
skipan í verk. Hesum ætlar
Bill Justinussen eisini at
virka fyri frá byrjan av sum
sítt fyrsta mál sum lands-
stýrismaður.
Eisini skal hann og stýri í
holt við at orðað ein fram-
tíðar familju- og heilsupoli-
tikk, og hetta verður heldur
ikki nøkur hissini uppgáva.
Ætlanirnar
hjá
Bill
Justinussen eru eisini at
halda fram við trimum
sjúkrahúsum í Føroyum, og
hann roknar eisini við, at tá
Norðoyatunnilin vil gera
tað møguligt at Eystur-
oynni kann gera sær meira
dælt av sjúkrahúsinum í
Klaksvík.
Bill metir eisini, at tað fer
at gera hansara uppgávu
munandi lættari í mun til
hansara undangongumann,
at eitt sjúkrahús í hesum
døgum verður bygt.
Eisini ætlar Bill Justinus-
sen at virka fyri lógum, ið
betra um trivnaðarstøðuna.
Kristindómur
Sum Miðflokkinum so líkt
leggur Bill Justinussen eis-
ini stóran dent á tað anda-
liga lívið – kristnu lívs-
áskoðanina.
– Eg varð frelstur, tá eg
var 13 ár. Tað hevur eisini
ávirkað meg nógv í politik-
ki, sigur Bill Justinussen.
– Tit koma at merkja tað,
at tað nú kemur ein lands-
stýrismaður úr Miðflokki-
num, sigur Bill Justinussen.
Hann heldur, at nú Mið-
flokkurin hevur fingið ein
landsstýrismann, so kann
vera við til at fáa flokkin at
veksa.
Tíðin fer at vísa, hvat Bill
Justinussen fer at fáa burt-
urúr, nú hann verður lands-
stýrismaður.
Bill Justinussen:
– Tað fer at merkjast
– Mann vil við einum landsstýrismanni í familjumálum
hyggja eitt sindur frameftir. Vit vilja arbeiða við fyribyrging
og heilsufremjan ístaðinfyri bara at royna at sløkkja eldarnir,
sum tað ofta hevur verið við verandi stýrum,serliga tí
arbeiðsbyrðan hevur verið so stór, sigur Bill Justinussen
FAKTA
Navn: Bill Justinussen
Aldur: 38 ár
Hjúnastøða: Giftur við Malenu (fødd Gregersen)
Børn: Trý, 13,8 og 6 ára gomul.
Útbúgving: Student-, Handilsskúla og HD fyrsta part.
Starv: Bókhaldari (landsstýrismaður)
28 ára gamla Annlis
Bjarkhamar verður
landsstýriskvinna í
mentamálum. Hon
sær tað sum ein for-
kunnugan møguleika,
og hon ætlar at vaska
talvuna reina. Kjakið
um fólkaskúlin skal
vendast til at gerast
positivt
LANDSTýRISKVINNA
Heri á Rógvi
Á miðjara nátt týsnáttina
ringdi telefonin hjá Annlis
Bjarkhamar. Tað var frá
Tjóðveldisflokkinum, og
boð vóru eftir henni at
koma oman á Gamla apo-
tek til eitt prát. Hon fekk
beinanvegin varhugan av, at
nú var okkurt á veg, og so
var eisini. Niðri á Gamla
apoteki fekk hon nevniliga
bjóðað at gerast lands-
stýriskvinna í mentanar-
málum.
– Tey høvdu ógvuliga
góðar grundgevingar, har
tey m.a. søgdu, at tað var
umráðandi at gera íløgur í
framtíðini.
Samstundis
varð tað mær gjørt greitt, at
hetta var eitt stórt og rúgv-
ismikið arbeiði. Eg hevði
ikki nakran hóming av, at
eg var í uppskoti til at ger-
ast landsstýrismaður, sigur
Annlis Bjarkhamar.
Hon valdi at taka av til-
boðnum, og um stutta tíð
kann hon alment kalla seg
fyri landsstýrismann.
– Eg vil vaska talvuna
reina. Eg haldi, at tað er
nógv vanahugsan, hvør eig-
ur at vera landsstýrisfólk.
Hevur tú hugsjónirnar, so
haldi eg avgjørt, at tú hevur
fortreytirnar, sigur Annlis
Bjarkhamar.
Hon sigur altíð havt verið
virkin innanfyri mentanar-
liga øki, og hetta kann
mestur roknast sum ein av
orsøkunum til, at tað gjørd-
ist hon, sum skal í lands-
stýrið.
Hon sær tað sum ein for-
kunnugan møguleika at
sleppa at royna sæti í lands-
stýrinum, ið eitt nú Tór-
bjørn Jacobsen hevði um
hendi eina tíð og fýra tjóð-
veldismenn
hava
roynt
seinastu fýra árini.
– Eg havi nøkur heilt
greið
mál. Tað
hevur
ongantíð ligið til mín at
stilla upp. Eg haldi eisini, at
tað kann gerast ein fyri-
munur, tá eg kanska ikki eri
so slípað, sigur Annlis
Bjarkhamar, sum ongantíð
hevur stillað til eitt løg-
tings- ella fólkatingsval.
Hon sigur seg hava greiðar
hugsanir, sum fara at
merkja hennara arbeiði sum
landsstýrismaður næstu ár-
ini.
–Sum læraraskúlanæm-
ingur liggur fólkaskúlin
sjálvandi mær rættiliga
nær. Eg ætli eisini, at fáa
vent tað nógva av kjakinum
um fólkaskúlan til at gerast
meira positivt, sigur Annlis
Bjarkhamar.
Eisini fær hon nógv at
síggja til í sambandi við
yvirtøkuna av fólkakirkju-
ni, ið fellir innanfyri henn-
ara málsøki.
Annlis Bjarkhamar held-
ur, at tað hevur stóran týdn-
ing, at mann ger seg greitt,
hvat tað er, mann vil.
– Eg haldi, at mentanar-
økið er grundleggjandi. Vit
skulu ikki leggjandi hond á
skapandi mentan. Listin og
mátturin má veksa, sigur
Annlis Bjarkhamar.
28 ár
Annlis Bjarkhamar er 28
ára gomul, og hon er ættað
úr Vági, men í løtuni búsit-
andi í Havn. Hon gongur á
Føroyar læraraskúla á síð-
sta ári. Hesa seinastu tíðina
hevur hon eisini starvast á
Eysturskúlanum í praktikk.
Hon hevur aktiv í Tjóðveld-
isflokkinum seinastu átta
árini. Ein stóran part av
hesari tíðini hevur hon ver-
ið formaður fyri Unga
Tjóðveldið, sum hon eisini
var við til at endurstovna í
1998. Hon hevur gingið á
háskúla tvær reisir, og hon
hevur eisini roynt seg sum
útvarpsfólk, og nú verður
hon altso landsstýrismaður
í mentanarmálum.
Hon verður yngsti lands-
stýrismaðurin nakrantíð, og
fyrsta tjóðveldiskvinna í
landsstýrinum síðani Jón-
gerð Purkhús.
Annlis Bjarkhamar landsstýriskvinna í mentamálum:
– Eg vil vaska talvuna reina
– Eg vil vaska talvuna reina. Eg haldi, at tað er nógv
vanahugsan, hvør eigur at vera landsstýrisfólk. Hevur tú
hugsjónirnar, so haldi eg avgjørt, at tú hevur fortreytirnar,
sigur Annlis Bjarkhamar
C
M
Y
K
3
2