Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juni 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 104 - 5. juni 2002 Nr. 104 - 5. juni 2002 5 Føroya Tele í Suðuroy er flutt í nýggj høli við høvuðsvegin á Tvøroyri HANDILSVINNA Áki Bertholdsen Føroya Tele í Suðuroy er nú farið at gera um seg. Frá at hava ligið illa fyri í einum húsið, sum lá fjalt aftanfyri klubban á Tvøroyri, er tele- fyritøkan nú flutt rættiliga fram í ljósið. Fríggjadagin flutti Før- oya Tele í nýggj høli við høvuðsvegin á Tvøroyri, har Uttari Handil var fyrr í tíðini. Nú er sostatt bæði Tele- búðin og øll umsiting og avgreiðsla í nýggju hølun- um. Fróði Mortensen, sum er leiðari hjá Føroya Tele í Suðuroy, sigur, at tað er stórur munur á at vera flutt- ur í nýggj, ljós høli beint við høvuðsvegin, sum eru innrættað í nýmótans sniði við góðum møguleikum at vísa úrvalið fram. Tað sæst eisini aftur í tal- inum av viðskiftafólki. Tá ið nýggja Telebúðin á Tvør- oyri læt upp fríggjadagin, vóru eini 500 fólk inni á gólvinum. Samstundis, sum Tele- búðin er flutt, er eisini ætl- anin at hava longri opið, nú verður opið vanligar handilstíðir frá kl. 9 á morgni til kl. 17.30 og eis- ini leygarmorgun frá kl. 10 til kl. 13. Eftir í gomlu hølunum, verður nú bara goymsla og verkstað. Hetta verður alt gjørt fyri at gera tað lættari hjá við- skiftafólkum okkara at koma inn á gólvið. Tá ið Føroya Tele flutti fríggjadagin, var samstun- dis móttøka fyri Terja Jacobsen, sum nú gevst fyri aldur, eftir at hava verið telefonmaður í Suðuroy í 33 ár. – Tey komandu fýra árini verður ein dýr søga fyri føroyingar, heldur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins NÝGGJ SAMGONGA Áki Bertholdsen Tey næstu fýra árini verða dýr fyri føroyingar. Jóannes Eidesgaard, for- maður javnaðarfloksins, ivast stórliga í, um tað fer at eydnast nýggju samgong- uni at seta allar tær stóru ætlanirnar í verk, sum eru feldar niður í samgongu- skjalið. Hann heldur at tær polit- isku ætlanirnar í sam- gonguskjalinum eru so mótstríðandi, at tað er ein stórur spurningur, hvussu samgongan ætlar at bera seg at fyri at seta sínar ætl- anir í verk. Hann vísir á, at øðrumeg- in er ætlanin at skerja inn- tøkurnar til føroyska sam- felagið munandi, men hin- vegin er ætlanin at økja útreiðslurnar hundraðtals milliónir. Hann sigur, at hesi kom- andi fýra árini hevur nýggja samgongan sett sær fyri at yvirtaka málsøki fyri einar 80-90 milliónir. Harafturat skal ríkisveitingin læsast føst og tað kostar aðrar 50 milliónir. Somuleiðis skal skatturin lækkast. – Samgongan hevur ikki sagt, hvussu stórur hesin skattalættin skal vera, men eg havi hoyrt samgongu- fólk tosa um einar 100 milliónir tey bæði næstu árini. Sostatt fer ársinntøkan hjá føroyska samfelagnum hesi næstu árini at lækka væl yvir 200 milliónir tey næstu árini. Hetta kemur omaná tær 366 milliónirnar, sum blokkurin er minkaður í ár, so tilsamans er inntøku- grundarlagið minkað yvir eina hálva milliard. Hinvegin hevur sam- gongan boðað frá eyka út- reiðslum fyri hundraðtals milliónir. – Arbeiðið at byggja nýggjan Smyril er byrjað, men hann er ikki goldin. Somuleiðis undirsjóvar- tunnilin til Vágar. Sam- stundis skal flogvøllurin byggjast út, nýggjur tekn- iskur skúli og studentakúli skulu byggjast í Havn, tjóð- leikhús skal byggjast, barnsburðarfarloyvi skal longjast, sjúkrahúsini byggjast út, bøtast skal um fleiri tænastur á eldra økin- um og almannaøkinum yvirhøvur. Samstundis skal ein verklagsætlan gerast fyri tey næstu árini Afturat tí skal avlopið á fíggjarlógini økjast. Jóannes Eidesgaard hel- dur, at samgongan eigur at greiða fólkið frá, hvussu hon ætlar at fáa ráð til at fremja ætlar ætlanirnar, sum eru feldar niður í sam- gonguskjalið. – Í valstríðnum vóru tað mong, ið fýltist á, at val- skráin hjá javnaðarflokkin- um var alt ov dýr. Men nú mugu vit staðfesta, at hon er fyri onki at rokna aftur- ímóti tí, sum hendan sam- gongan ætlar sær tey næstu árini, sigur formaður javn- aðarfloksins. Hann sigur, at tað skal nógv henda, skal tað eydn- ast samgonguni at gjøgn- umføra bara ein part av tí, hon hevur sett sær fyri. Hann vísir m.a. á, at tá ið árið í ár er gjørt upp og landskassin hevur goldið, tað, hann hevur bundið seg at gjalda, verður avlopið á fíggjarlógini einar 50 milli- ónir og tað kemur sam- gongan ikki langt við. – Tí er tað avgjørt rætt at seta sær spurningin, hvussu langt samgongan yvirhøvur fer at koma við øllum tí, hon hevur sett sær fyri. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at sostatt dugir hann ikki at síggja, hvussu tað skal eydnast samgonguni at seta alt tað í verk, hon hevur sett sær fyri, uttan so, at hon útvegar sær inntøkur aðra- staðni frá. Hann sipar í hesum sam- bandi til ætlanirnar at selja almennar ognir. Tí Jóannes Eidesgaard vísir samstundis á, at lítil og ongi tekn eru at síggja til sparingar. – Tað er ikki so langt síð- ani, at tað vóru seks lands- stýrismenn. So blivu tað sjey, so átta og nú ætlar hendan samgongan at tað skulu vera níggju fólk í landsstýrinum. – Tað er vert at leggja sær í geyma, at samstundis sum fólkaflokkurin ferð eftir ferð gremur seg um at al- menna umsitingin er so dýr, má staðfestast, at umsiting- in ongantíð er vaksin so nógv sum júst hesi árini, fólkaflokkurin hevur sitið í samgongu og hevur havt løgmann, sigur Jóannes Eidesgaard. Eru blivin sjónligari Skerdar inntøkur og øktar útreiðslur Samstundis, sum Føroya Tele á Tvøroyri er flutti í nýggju hølini fríggjadagin, var móttøka fyri Terja Jacobsen v.m. sum nú gevst fyri aldur. Hann hevur arbeitt hjá Føroya Tele í 33 ár. Her er hann í práti við Don Petersen Føroya Telei Suðuroy er flutt í nýmótans høli mitt á Tvøroyri. Fyrstadagin, opið var, vóru eini 500 fólk inni á gólvinum. – Ætlanirnar í samgonguskjalinum eru so mótstríðandi, at tað er ein stórur spurningur, hvussu samgongan ætlar at bera seg at fyri at seta sínar ætlanir í verk, sigur Jóannes Eidesgaard Av tí vit onki fongsul hava í Føroyum, sita tey, ið eru dømd, og tey, ið ikki eru dømd á sama stað. Hetta heldur leiðarin í arrestini, Bent Jákup Hansen, ikki vera hóskandi. Hann held- ur, at tað einasta rætta hevði verið at bygt eitt rættiligt fongsul, soleiðis at hesi bæði kundu ver- ið hildin hvør sær FONGSUL Ingrid Bjarnastein Í Føroyum ber tað til, at sita byrgdur inni í eini arrest í upp til hálvt annað ár. Tey, ið verða revsað harðari, og skulu sita longri enn hálvt annað ár, verða send niður til Danmarkar. – Tað er onki at ivast í, at vit áttu at havt okkara egnu sitandi heima hjá okkum, sigur Bent Jákup Hansen, leiðari á arrestini í Havn. Umframt, at onki fongsul er í Føroyum, so sita tey, ið eru dømd, og tey, sum ikki eru dømd á sama staði. Arr- estin er gjørd til fólk, ið verða varðhaldsfongslað, og tí eiga tey bert at sita har í eitt styttri tíðarskeið. Onki gjørt Í arrestini í Havn sita bæði tey, ið eru dømd, og tey, ið eru varðhaldsfongslað. Hetta eigur at verða hildið hvør sær, heldur Bent Ják- up Hansen. – Í arresthúsinum er alt blandað saman. Í Danmark hava tey fyri tað fyrsta eitt arresthús, umframt fongsul. Og fongslini eru so aftur býtt upp í tvey. Ein opin deild og ein stongd deild, og er tað hetta modellið vit ynskja okkum at fáa til Føroya, greiðir arrestleiðar- in frá. – Hetta er eins nógv ein moralskur spurningur. Um vit hava somu rættsuppfat- an, sum grannalond okkara, og tað er jú tað vit siga okk- um hava. Vit noyðast tí at síggja í eyguni, at dráp og stór harðskapsmál og annað kemur fyri inn í millum, og so er tað ein spurningur um, vit eiga at halda áfram við at senda okkara egnu til Danmarkar. Í løtuni situr ongin inni fyri dráp í arrestini, men onkur var fyri nøkrum heilt fáum árum síðani. Arbeiðsfólkið í arrestini hevur leingi ynskt sær eitt fongsul, og varð hetta tikið upp tá landbúnaðarskúlin kom í Kollafirði. – Seinastu fýra árini hev- ur onki verið gjørt á hesum økinum. Tosað verður nógv um, at vit skulu yvirtaka løgreglu og rættarskipan, men um hetta skal henda, so eiga vit eisini at verða klár, og tað eru vit ikki nú, tá vit onki fongsul hava. Lógarverkið er ikki ein- gongd a-jour-ført, og tað kann ikki vera rætt at senda fangarnar til Danmarkar um vit ætla at yvirtaka, sig- ur Bent Jákup. Møguleikar Tá fangar í Danmark skulu inn at sita í longri tíðar- skeið, hava teir eina rúgvu av hentleikum og møgu- leikum, sum teir kunnu brúka. Her er talan um skúlastovur, verkstøð, ítróttarrúm o.s.fr. Soleiðis ber til at bjóða teimum, ið inni sita eina útbúgving, tí fyrr ella seinni skulu tey jú út aftur í samfelagið. Í arrestini í Havn er eitt kondirúm, bókasavn, um- framt eitt sindur av frítíðar aktivitetum. – Her heima í Føroyum eru umstøðurnar tó so mik- ið øðrvísi enn í Danmark. Forholdini eru so lítil, og tá tú arbeiðir her, kemur tú at kenna tann, ið inni situr væl. Men vit eiga at hjálpa til, at fáa okkara egnu at sita í Føroyum. Einasta loysnin er at byggja eitt fongsul, sigur Bent Jákup Hansen. Turið Debess Hentze, advokatur, er samd við arrestleiðaranum. Hon heldur eisini, at vit áttu at havt eitt fongsul til okkara egnu fangar. – Arrestin er ikki gjørd til fongsul, og soleiðis fáa langtíðarfangarnir ikki betri sømdir enn teir, ið eru varðhaldsfongslaðir. Vit áttu at bygt eitt fongsul í Føroyum. Fólkini skulu út aftur í samfelagið at virka, og tí átti tað í seinasta enda at spart seg innaftur. Arbeiðsfólkini í arrestini: Ynskja sær eitt fongsul Bent Jákup Hansen, leiðari á arrestini í Havn, heldur, at føroyskir fangar eiga sjálvsagt at sleppa at sita í Føroyum, og tí átti eitt fongsul at verið bygt her heima Savnsmynd Í Føroyum hava vit onki fongsul, tí verða teir fangarnir, ið fáa ein dóm, sum er longri enn 1,5 ár sendir til Danmarkar Mynd: Finnur Justinussen C M Y K 5 4