mikudagur 5. juni 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 104 - 5. juni 2002
Nr. 104 - 5. juni 2002
7
ELDUR
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Í farnu vikuni
fóru menn á ComData
undir at ríva allan tann
gamla bygningin niður.
Byrjað var tíðliga um
morgunin, og um nátturða-
tíð lógu allir veggir knústir
á gólvinum.
Ætlanin er, at hesin gamli
bygningur skal setast upp
av nýggjum, soleiðis at
fyritøkan aftur tað pláss, ið
hon hevur fyri neyðini.
Síðan eldin hava fólk á
fyritøkuni húsast í heimara
bygninginum, sum liggur
við síðuna av tí gamla
bygninginum.
Hesin
bygningur var eisini áðrenn
eldin
ein
partur
av
ComData.
Hetta hevur tarnað virk-
seminum hjá fyritøkuni eitt
sindur, tá minni pláss hevur
verið til øll starvsfólkini.
– Í løtuni sita 3 mans
saman, har tann eini sat
fyrr, so sjálvsagt er minni
av plássi til hvønn, sigur
Olivur Thomsen, stjóri á
ComData.
Hann leggur tó afturat, at
starvsfólkið sum oftast
hava fleiri uppgávur at gera
uttanfyri húsini, og hava tí
ikki merkt stórvegis til
nakrar trupulleikar av ov
lítlum plássi
Ætlanin er at seta upp ein
nýggjan byggning, har tann
gamli stóð, og kemur hesin
nýggi bygningur at minna
um tann heimara partin av
fyritøkuni.
Byggja í heyst
Olivur Thomsen, stjóri í
ComData, greiðir frá, at í
løtuni eru menn farnir í holt
við fyrireikingarnar til tann
nýggja bygningin, sum skal
setast upp.
– Tá alt so er gjørt byggi-
búgvið, fara vit at heinta
tilboð inn um at gera sjálvi
húsini. Væntandi verður so
farið
undir
at
sjálva
byggingina einaferð í heyst,
sigur Olivur í stuttari
viðtalu við Sosialin.
Nýggi bygningurin kem-
ur at standa á sama staðið,
har tann nú niðurbrendi
bygningurin stóð. Hann
verður tó eina hædd lægri
enn
tann
gamli,
men
harafturímóti kemur hann
at verða størri til víddar.
Ætlanin er, at ein sølubúð
skal verða í ovastu hæddini,
meðan forritarnir koma at
húsast í tí niðari hæddini.
Harafturat skal ein hædd
leigast
út
til
annað
virksemi.
Mánadagin í farnu
viku lat 25 ára gamla
Tina Rasmussen upp
eina vakurleika-
klinikk í hølinum, har
Salong Afrodite held-
ur til, so nú letur tað
seg gera at fáa bæði
hár og húðrøkt á
sama staði í Klaksvík.
Sosialurin hevur ver-
ið til eitt lítið prát, nú
góð vika er farin, síð-
ani hon lat upp
VAKURLEIKI
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Tá Sosialurin
kemur á gátt hendan kalda
og gráa morgunin, verði eg
víst inn í eitt ljóst og
hugnaligt høli. Mitt á gólvi-
num stendur ein stólur og
eitt tað fyrsta, ein hugsar
um, er tann fríski lukturin,
sum er inni. Hølið er ikki
stórt, men tað er sera
hugnaligt og ein kennir seg
beinanvegin væl til passar.
Á eini hyll standa nógv
ymisk produktir av merki-
num Living Dimension.
Hetta er eitt merki, sum
kemur úr Eysturríki.
Tina Rasmussen er í læru
sum medesinskur kosmeto-
logur. Hetta er ein útbúgv-
ing, sum hon tekur um
internetið
og
gjøgnum
brævskeið. Tina greiðir frá,
at útbúgvingin tekur um-
leið trý ár, og at hon eisini
fer niður onkur vikuskifti á
skeið, sum liður í útbúgv-
ingini.
– Tá hittast vit, sum byrj-
aðu í senn, sigur Tina.
– Vit eru seks, sum byrj-
aðu. Tað er bara eg úr Før-
oyum, greiðir hon frá.
Hetta at kunna taka hesa út-
búgvingina um internetið
er ein nýggjur møguleiki,
so tey fimm og Tina eru tey
fyrstu, sum eru farin í holt
við hetta.
Tina heldur, at hon hevði
hug at undirmeta hesa út-
búgvingina.
– Eg veit ikki, men eg
hugsaði bara kosmetolog,
tú veitst, akkurát sum um
tað ikki er so ræðuliga
nógv, men har fór eg sanni-
liga skeiv. Tað er sera
strævið at arbeiða og lesa
samstundis, sum ein skal
taka sær av familjulívinum,
heldur hon. Og leggur dent
á at í øllum førum hetta
slagið av kosmetologi, sum
hon nú er farin at útbúgva
seg til, er strævið.
– Tað er nógv evnafrøði
at lesa, og ikki tær at siga,
so er tað ræðuliga turrur
lesnaður til tíðir, sigur Tina
og flennir so hjartaliga.
Tina kann bjóða kundum
sínum fleiri ymiskar við-
gerðir.
Andlitsviðgerð,
voksviðgerð, aknuviðgerð,
rygg- og bringuviðgerð og
eisini er ein viðgerð til
menn. Tina bjóðar eisini
eina
tannáringaviðgerð,
sum er tillaga ungu húðini.
Hetta tryggjar, at húðin
verður verandi elastisk.
Hár og húðrøkt
Tað var Joan Baldvinsson,
eigari av Salong Afrodite,
sum av fyrstan tíð fekk
hugskotið.
– Eg hugsaði um at fáa
okkurt annað aftur at inn í
salongina, tí eg helt, at tað
kundi vera gott at kunna
bjóða aðrar tænastur til
kundan eisini, greiðir Joan
frá.
– Eg hugsaði fyrst um at
fáa mær solarium, men tað
hevði bundið meg til at havt
salongina opna aftan á tær
vanligu opningstíðirnar, so
tað droppaði eg, sigur Joan,
sum leggur afturat, at hon
har afturat ikki heldur, at
lukturin frá einum solarium
hóskar seg væl inni í eini
frisørsalong.
So var tað, at hon kom at
hugsa um húðrøkt. Hon
kennir Tinu væl, og visti, at
hon er í læru til medesinsk-
an kosmetolog.
– So eg setti meg í sam-
band við Tinu og hon var
við upp á hetta her. Og so
fór alt í gongd, og nú sita
vit her, sigur Joan.
– Tað er púra vanligt, at
ein arbeiðir, meðan ein er
undir útbúgvingini. Øll
hini, sum eg byrjaði saman
við arbeiða eisini, so eg eri
glað fyri at hava fingið
henda møguleikan, skoytir
Tina uppí.
Klinikkin hjá Tinu verður
opin um dagarnar, meðan
Salong Afrodite er opin.
Hon hevur egið telefon
nummar, men eisini letur
tað seg gera at bíleggja sær
tíð hjá Afrodite.
Leygardagin tann 1.
juni skifti kioskin
umborð á Dúgvuni
leigara. Tað er smá-
partafelagið á
Høvdanum, sum nú
skal standa fyri at
fylla kioskina við
alskyns vørum til
tey ferðandi
DÚGVAN
Ragnhild Ellingsgaard
Smápartafelagið
á
Høvdanum hevur í eina
tíð rikið kioskina við
fótbóltsvøllin, og ætla
tey reka kioskina umborð
á Dúgvuni á sama hátt,
sum tann fyrra kioskin
verður rikin.
Broytingar á veg
Símun
á
Høvdanum,
nevndarlimur í smáparta-
felagnum á Høvdanum,
greiðir frá, at enn er so
stutt tíð fráliðin, síðan
felagið yvirtók kioskina,
og tí eru ongar stórvegis
broytingar komnar longu
nú.
– Men innan stutta tíð
skuldi ein helst sæð, at
tað nú eru vit, sum reka
kioskina, sigur hann.
Her sipar hann til, at
onkrar
smávegis
broytingar longu eru í
umbúna, og kunnu tey
ferðandi gleða seg til eitt
størri úrvæl umborð.
Í eina tíð hava eingi
bløð verið at fingið
umborð á Dúgvuni, og
úrvælið í kioskini hevur
verið so sum so. Men
sum Sosialurin skilur á
Símuni, so verður alt
hetta broytt.
– Fyrimunurin við at
reka eina kiosk umborð á
Dúgvuni er, at har ferðast
millum 50 og 100 fólk
við hvørjum túri. Um tú
hevur okkurt at bjóða
øllum hesum fólkum, so
fært tú tey eisini at keypa
frá tær, heldur hann.
Harafturat hevur felagið
ætlanir um at breiðka úr-
vælið umborð, soleiðis at
kioskin eisini kemur at
selja breyð og annað
gott. Eins og Smyril ger.
– Tað mest umráðani er
at hava okkurt til øll, og
at
veita
eina
góða
tænastu, sigur Símun í
stuttari
viðtalu
við
Sosialin.
Kioskin umborð á
Dúgvuni skift leigara
Innan stutta tíð skuldi ein helst sæð, at tað eru vit, sum
reka kioskina, sigur Símun á Høvdanum
Hárviðgerð og húðrøkt
á sama staði
Heilt fitt av kundum hava verið inni í teim hugnaligu
hølunum hjá Tinu og fingið onkra av teim mongu
viðgerðunum, sum hon bjóðar
ComData í Klaksvík:
Seta húsini upp av nýggjum
Flestu klaksvíkingar munnu minnast
kvøldið fyri góðum tveimum árum
síðani, tá teldufyritøkan ComData
nærum brendi í grund. Síðan eldin
hevur fyritøkan húsast í tí partinum av
húsinum, sum ikki brendi, men nú
verður farið undir at byggja alt upp av
nýggjum
Nýggi bygnurin kemur at standa á sama staðið, har tann nú
niðurbrendi bygningurin stóð. Í farnu vikuni fóru menn undir
at ríva allan tann gamla bygningin niður
– Mong fáa ágóðan av
tí virksemi, sum
vinnan fremur, sigur
formaðurin í Føroya
Reiðarafelag, Jákup
Sólstein.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Á aðalfundi Føroya Reið-
arafelagsins herfyri vísti
Jákup Sólstein í síni for-
mansfrágreiðing á, at limir
felagsins høvdu eitt gott ár í
fjør. Hetta merktist eisini
aftur í samfelagnum ann-
ars.
– Gongur væl hjá høvuðs-
vinnuni, gongur eisini væl
hjá landinum.
Hann segði, at avreiðing-
arvirði fór yvir tær tvær
miljardirnar, og at bara lim-
irnir í
Reiðarafelagnum høvdu
hýruútreiðslur uppá 740
milj. krónur.
– Taka vit umsitingarløn-
ir og avlop við, man okkara
beinleiðis ískoyti bara í
skatti liggja væl yvir 300
milj. krónur. Hetta svarar til
66 oyru fyri kg., sum reið-
arar og fiskimenn lata al-
mennu kassunum, segði
Jákup.
Fellir á mong
Hann vísti á, at torørt er at
siga, hvat beinleiðis av-
reidda virði av hesum virk-
semi er, men helt, at talan
man vera um hundraðtals
miljónir, ið árliga verða
vunnar av bankum, trygg-
ingarfeløgum, oljufeløgum,
skipasmiðjum, reiðskaps-
framleiðarum, heilsølum,
flutningsfeløgum og aðrari
tænastuvinnu.
– Tað eru heldur ikki so
fá almenn arbeiðspláss, ið
eru ein beinleiðis avleiðing
av tí virksemi, sum vinnan
fremur.
Jákup helt, at hetta eigur
at geva teimum okkurt at
hugsa um, sum í tíð og ótíð
eru úti um seg við ymiskum
pástandum um fiskivinn-
una.
– Tí, tað eru tey, sum
halda, at fiskivinnan einans
er eitt fyribrigdi, sum á
meira ella minni ólógligan
hátt hevur tiltuskað sær
rættin til »ogn Føroya
fólks« uttan at gjalda nakað
fyri tað, segði formaðurin í
reiðarafelagnum.
Gongur væl hjá høvuðsvinnuni,
gongur eisini væl hjá landinum
– Fiskivinnan er ikki
eitt fyribrigdi, sum á
meira ella minni
ólógligan hátt tiltuskar
sær rættin til »ogn
Føroya fólks« uttan at
gjalda nakað fyri hetta,
sigur Jákup Sólstein
– Í ringasta føri kann
samfelagið missa
einar 300 milj. krón-
ur, um rækjuflotin
verður mistur, sigur
formaðurin í reiðara-
felagnum.
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Á aðalfundi reiðarafelag-
sins vísti Jákup Sólstein á,
at botnfiskaveiðan undir
Føroyum hevur verið rætti-
liga støðug seinastu 20 ár-
ini burtursæð frá tíðar-
skeiðinum, 1991-1994.
– Miðalveiðan liggur um
100.000 tons, og tað er tað,
sum fiskað verður undir
núverandi
dagaskipan,
segði hann.
Jákup segði, at ofta verða
samanburðir gjørdir við
gomul hagtøl – alt eftir,
hvat hesir samanburðir
skulu nýtast til, men ansast
má eftir, at allar fyritreytir
verða tiknar við.
– Tað er ein sannroynd, at
tey øki, sum í dag eru opin
fyri veiði, eru sera nógv
skerd í mun til áður. Veru-
leikin er eisini, at í dag eru
tað færri skip, sum fiska ár-
ligu nøgdirnar.
Hann helt, at vit saman-
umtikið kunnu siga, at
trýstið á fiskastovnarnar í
dag er nógv minni, enn tað
var í teimum tíðarskeiðum ,
vit plaga at samanbera við.
Um heimaflotan, segði
Jákup Sólstein, at hann
hevði eitt gott ár í fjør.
Nótaskipini og verk-
smiðjutrolarar gott ár
Bæði í nøgd og virði var
seinasta ár hjá nótaskip-
unum sera gott, og hetta
kemst serliga av, at prísurin
á sildini var so góður.
– At bæði nøgd og prísur
á makreli vóru so optimal,
sum ongantíð áður, gjørdi
støðuna uppaftur betri.
Aftrat hesum kundu skipini
fiska óavmarkaðar nøgdir
av svartkjafti í 2001, og
fiskiskapurin var sera góð-
ur.
Jákup segði seg ikki
vænta, at svartkjaftanøgdir-
nar í ár verða í nánd av tí,
tær hava verið.
Formaðurin í reiðara-
felagnum segði, at verk-
smiðjutrolararnir
høvdu
eisini eitt gott ár í fjør.
– Nøgdirnar vuksu, og
kemst hetta av fiskiskapi-
num í Irmingarhavinum.
Veiðivirði í 2001 var tó tað
sama sum í 2000.
Hann segði, at úrslitið hjá
verksmiðjutrolarunum er
tengt at teimum sáttmálum,
vit fáa við Russland og
Noreg eins og útlitunum
fyri
fiskastovnunum
í
Barentshavinum.
– Noregssáttmálin er
somuleiðis nær tengdur at
teimum møguleikum, sum
norsk línuskip fáa á djúpum
vatni undir Føroyum, og
russarasáttmálin er tengdur
at svartkjafti og makreli í
føroyskum sjógvi.
Jákup segði, at hetta kann
koma
at
geva
okkum
trupulleikar í framtíðini.
Rækjuskipini
sera illa fyri
Meðan formaðurin í reið-
arafelagnum kundi fegnast
um gongdina hjá heimaflota-
num, nótaskipunum og verk-
smiðjutrolarunum, harmað-
ist hann um støðuna hjá
rækjuflotanum.
– Rækjuflotin er sera illa
fyri. Hetta kemst av teim-
um sera lágu rækjuprís-
unum og teimum til tíðir
høgu oljuprísunum, sam-
stundis sum rækjufiski-
skapur er ein sera orku-
krevjandi vinna.
Hann segði, at fleiri upp-
skot hava verið frammi um,
hvussu trupulleikarnir hjá
rækjuskipunum
kunnu
loysast.
– Bæði felagið Rækju-
skip og Føroya Reiðara-
felag hava vent sær til
myndugleikarnar, men tað
er einki, sum bendir á, at
nøkur stig verða umhugsað
og enn minni tikin fyri at
finna leiðir burtur úr krepp-
uni.
Jákup vísti á, at hóast
veiðimøguleikarnir
hjá
rækjuflotanum eru rímiliga
góðir, er tað ikki møguligt
hjá flotanum í verandi
støðu at framleiða seg burt-
ur úr kreppuni, sjálvt um
nøgdirnar í 2001 munnu
vera tær størstu nakrantíð,
nevniliga góð 19.000 tons.
– Eg beri tí ótta fyri, at
fleiri
rækjuskip
verða
noydd at gevast, um ikki
vend kemur í.
Jákup Sólstein segði, at í
ringasta føri kann sam-
felagið missa einar 300
milj. krónur, um rækjuflot-
in verður mistur.
Vandi er fyri, at fleiri
rækjuskip noyðast at gevast
Heimaflotin,
nótaflotin og verk-
smiðjuflotin høvdu eitt
gott ár í fjør, men hjá
rækjuflotanum stendur
illa til, hóast rækju-
nøgdirnar vóru størri
enn nakrantíð
C
M
Y
K
7
6
Brúktir bilar til sølu
Sosialurin - 311820
www.ivan.fo
www.ivan.fo
Mazda 323
1,5 4h
km. 130.000, árg. apr. 1997
75.000,-
Mazda Demio 1,3
5h
km. 50.000, árg. feb. 1999
99.000,-
Citroen Xsara
2,0 HDi Stc. 5H
km. 83.000, árg. juni 1999
140.000,-
Citroen Xsara
2,0 HDi 5H
km. 90.000, árg. nov. 1999
152.000,-
Citroen Jumper CH.
v/last
km. 120.000, árg. aug. 1998
130.000,-
Citroen Xantia 1,9TD
5h
km. 60.000, árg. feb. 1998
118.000,-
Citroen Xantia 1,8i
16V 5h
km. 63.000, árg. okt. 1996
112.000,-
Citroen Jumpy 1,9TD
8 ferðandi
km. 28.200, árg. mars 2000
190.000,-
Citroen Xsara
1,6i 5h
km. 30.000, árg. feb. 1998
107.000,-
Mitsubishi L300
2,5D
km. 161.000, árg. juni 1994
70.000,-
Ford Sierra 2,0i CLX
4h
km. 110.000, árg. nov. 1991
45.000,-
Peugeot 306
1,9D 4H
km. 161.000, árg. mai 1995
84.000,-
Seat Cordoba 1,9SDi
STC. 5h
km. 35.500, árg. aug. 1999
115.000,-
Ford Escort 1,6i STC.
VAN
km. 95.500, árg. mars 1997
53.000,-
Toyota Camry 2,0 GLi
4h
km. 138.000, árg. aug. 1987
24.000,-