mikudagur 5. juni 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 104 - 5. juni 2002
Nr. 104 - 5. juni 2002
9
Serfrøðingar hjá BP
hava seinastu seks
mánaðirnar gjøgn-
umgingið alt tilfarið
frá brunnunum bor-
aðir vóru báðumegin
markið í fjør. Teir fara
nú at brúka komandi
hálva árið til at gera
sítt kanningarbeiðið
liðugt og koma aftur
til Føroya á fund við
myndugleikarnar og
partnararnar her í
oktober.
OLJULEITING Á
ATLANTSMÓTINUM
Jan Müller
Hóast tað ikki eru tær stóru
hendingarnar, ið fara fram í
løtuni í sambandi við leit-
ing eftir olju á føroyska
landgrunninum, sum henda
broytingar av og á innan-
hýsis í feløgunum, ið arb-
eiða her. Eitt nú hevur BP
fingið ein nýggjan leiting-
arstjóra “Exploration Man-
ager”. Tað er Richard Holl-
ingsworth, sum hevur arb-
eitt nógva staðni úti í heimi
fyri BP, tey seinastu árini í
Norra. Richard arbeiður nú
í Aberdeen og hevur fingið
litið upp í hendi leiðsluna
av leitingini við eitt nú
Føroyar. Hann vitjaði her-
fyri í Føroyum og hevði
fund á skrivstovuni hjá BP
saman við fleiri av serfrøð-
ingunum hjá felagnum. Teir
gjørdu støðuna upp eftir
boringina í fjør og tað
kanningararbeiðið,
sum
hevur verið gjørt eftir tað.
Eisini var fundur við Olju-
málastýrið.
Vit spurdu Richard Holl-
ingsworth, hvussu tað kann
bera til, at eitt so roynt og
professionelt felag sum BP
heilar tvær ferðir, Svínoy
og Assynt, rakar skeivt ella
mistulkar seismikkin í ein-
um øki, har teir jú framm-
anundan hava funnið olju-
feltini Foinaven og Schie-
hallion.
-Vit mugu ikki gloyma,
at hóast her er talan um eitt
øki, Atlantsmótið, og Foi-
naven
og
Schiehallion
liggja í sama basengi, so
liggja hesi feltini í einum
heilt øðrum parti av bas-
enginum, har jarðfrøðin er
nógv øðrvísi. Vit mugu
heldur ikki gloyma, at bor-
ingarnar í Føroyum og nær
markinum eru á nógv
djúpri vatni. Vit kenna hetta
eisini aftur frá øðrum bas-
engum kring alla verðina, í
Norðsjónum og í Meksi-
kanska flógvanum, har tú
fer frá grunnum vatni og út
á djúpt vatn. Tá broytist
støðan eisini nógv. Tí haldi
eg ikki, at vit eiga at verða
so ovfarin kortini.
Richard Hollingsworth
sigur, at teir sjálvandi
høvdu ymisk prospekt tvs.
mál at fara eftir, tá teir settu
út í kortið. Teir mettu, at
Svínoy og Assynt vóru tey
frægastu málini at fara eftir
tá.
Hann sigur víðari, at teir
hava enn ikki gjørt upp,
hvar teir fara at bora næstu
og triðju ferð í føroyska lis-
ensinum. –Vit hava hesar
seinastu seks mánaðirnar
gjøgnumgingið alt tilfarið
frá brunnunum. Har vóru
nøkur yvirraskilsi, og tí
máttu vit endurskoða kann-
ingarnar og eisini gera okk-
ara sammetingar við hinar
brunnarnar, har fund eru
gjørd, av nýggjum.
Richard Hollingsworth
leggur aftrat, at teir fara nú
at brúka komandi hálva
árið til at gera sítt kanning-
arbeiði av nýggjum liðugt
og koma aftur til Føroya á
fund við myndugleikarnar
og partnararnar her í oktob-
er.
Uppá fyrispurning hvønn
týdning komandi metingar-
brunnurin hjá Amerada
Hess í bretskum øki hevur
fyri arbeiðið hjá BP og
Shell sigur Richard Holl-
ingsworth, at hetta er sjálv-
sagt ein áhugaverd boring,
men hon er ikki so týdning-
armikil fyri teir sum ref-
erancupunkt, tí hon liggur
so tætt við. Hon fer kanska
at geva nakað av data, sum
BP kann hava áhuga í men
neyvan tað heilt stóra.
Hann leggur so aftrat, at
tað er heldur ikki vist, at
teir fáa atgongd til teir upp-
lýsingar, sum komandi bor-
ing hjá Hess fer at geva.
Bora í 2004
Hann vísir annars á, at BP
hevur ongar ætlanir um at
bora kanningarbrunnar í
føroyskum ella bretskum
øki hvørki í ár ella næsta ár.
Men helst verður borað aft-
ur í 2004. Teir fara helst
bara at bora tann eina av
teimum báðum brunnun-
um, sum teir hava bundið
seg til. Men tað hevur so
eisini samband við tað ar-
beiði, sum verður gjørt nú
tíðliga næsta ár. -Vit vilja
sleppa undan at bora tveir
brunnar, sum er bundnir av
hvørjum
øðrum.
Triði
brunnurin verður so borað-
ur í 2005, sum er seinasta
loyvisárið í 1. útbjóðing.
Hvat er so fyribils úrslitið
av evalueringini av teimum
báðum boringunum, Svín-
oy á føroyskum øki og
Assynt á bretskum øki.
Richard
Hollingsworth
sigur: -Brunnarnir vísa
meira enn nakað annað, at
har er nógv meira av sandi í
skipanini enn mett. Tí er
tað rættiliga týdningarmik-
ið fyri okkum at kortleggja
sokallað “seals” í smálut-
um. BP fer at tulka seis-
mikkin umaftur og hava teir
eisini í kvittanum at útvega
sær nýggj data. Teir hava
m.a. fingið seismikktilfar
frá Agip, sum so hevur
fingið okkurt annað aftur-
fyri.
Vit spurdu Richard Holl-
ingsworth, um teir hava
hugt eftir øðrum pørtum av
tí útbjóðaða Føroyaøkinum,
nú teir einki funnið í fyrstu
boring síni. Hann sigur, at
áðrenn teir buðu í 1. út-
bjóðing, kannaðu teir stór-
an part av føroyaøkinum.
Síðani teir boraðu ein
brunn í oktober hava teir
bert hugt eftir sínum egna
lisensi. Har skal nógv arb-
eiði gerast aftrat.
Uppá fyrispurning um
BP hevur hugsað um at
koma sær uppí onkran ann-
an lisens í 1. útbjóðing sig-
ur Richard Hollingsworth,
at hetta er ikki nakað teir
hava tosað um, men hann
viðgongur, at hetta sjálv-
andi er ein møguleiki.
-Agip stendur enn fyri
meginpartinum av váða-
num í sínum loyvi. Kann
tað hugsast, at t.d. eitt felag
sum BP vil gerast partur av
tí lisensinum eisini?
-Eg gangi út frá, at tað er
ein møguleiki, sum tó má
verða
góðkendur
av
myndugleikunum. Men vit
hava ikki hugt at tí møgu-
leikanum. Vit hava heldur
ikki fingið nakran fyri-
spurning.
Vit spurdu Richard Holl-
ingsworth, hvørjar avleið-
ingar tað fær, nú Shell, sum
er partnari hjá BP, er við at
keypa upp Enterprise Oil,
sum er partur av Statoil-
lisensinum?
-Tað fær onga avleiðing
fyri BP men bara fyri Shell,
tí tað nú er í fleiri loyvum.
Tað mugu tit spyrja Shell
um. Men eg dugi ikki at
síggja, at tað skal hava
nakrar broytingar við sær
fyri okkara samstarv við
Shell, um teir eisini eru í
onkrum øðrum bólki.
Nýggi leitistjórin hjá BP:
-Vit bora aftur í 2004
Richard Hollingsworth,
nýggjur leitistjóri hjá BP her
saman við stjóranum hjá BP í
Føroyum, Hjarnar Djurhuus.
Mynd Jan Müller
-Hetta er í hvussu so
er ikki liðugt. Vit
funnu ikki tað vit
trúðu, men kortini
eru positiv tekin, so
tíðin er ikki komin til
at tosa um at rigga av
á føroyska land-
grunninum. Talan er
um eitt sera stórt øki,
har tað framvegis eru
møguleikar at finna
nógva olju sigur
nýggju leitingarstjór-
in hjá BP fyri Føroya-
økið, Richard Holl-
ingsworth
OLJULEITING Á
ATLANTSMÓTINUM
Jan Müller
Halda fram
Hvat heldur Richard Holl-
ingsworth um alt tað stóra
Atlantic Margin økið, sum
røkkur heilt úr Írlandi og
norð til Lofoten – hvørjar
framtíðar møguleikar sær
hann her, eftir at fleiri av
brunnunum hava verið turr-
ir?
-Uttan mun til tey vána-
ligu úrslit vit hava verið
fyri, so eru vit noyddir til at
halda fram við arbeiðinum.
Vit steðga ikki leiting í ein-
um øki bara tí, at ein ella
fleiri brunnar eru turrir.
Nógv arbeiði er at gera,
áðrenn vit fara at bora fleiri
brunnar. Hann viðgongur
tó, at teir hava ikki fingið
tað burtur úr, sum teir
høvdu roknað við. Tað
merkir sjálvandi, at økið er
»downgrated«,
raðfest
lægri, men teir hava so av-
gjørt ikki avskrivað tað.
-Nú vísti tað seg, at Hess
fann olju í nógv djúpari
løgum, enn nakar hevði
ímyndað sær. Kann hetta
fáa avleiðingar fyri tykkara
komandi boringar?
-Vit fara sjálvandi at
hyggja meira eftir djúpari-
liggjandi løgum eftir tað
úrslitið fyri at vita, um nak-
að er fara eftir har. Men um
vit verða førir fyri at finna
prospekt í teimum løgunum
í okkara loyvi ber ikki til at
siga. Richard Hollings-
worth sigur, at teir meta
ikki, at tað hevði givið nak-
að annað úrslit, um teir
høvdu borað djúpri í Svín-
oyarprospektinum.
Ikki liðugt
Hvussu svartskygdur held-
ur hann føroyingar eiga at
verða eftir fyrstu turru
brunnarnar?
-Hetta er í hvussu so er
ikki liðugt. Vit funnu ikki
tað vit trúðu, men kortini
eru positiv tekin, so tíðin er
ikki komin til at tosa um at
rigga av á føroyska land-
grunninum. Talan er um eitt
sera stórt øki, har tað fram-
vegis eru møguleikar at
finna nógva olju.
Uppá fyrispurning heldur
Richard Hollingsworth, at
tað hevði kanska verið
hóskandi av føroyskum
myndugleikum at umhugs-
að eina nýggja rundu eftir,
at Agip hevur borað næsta
ár, tí tá hava øll feløgini
borað brunnar.
Men bleiv hann kløkkur,
tá Agip útsetti sín brunn!
–Eg rokni ikki við at nakað
oljufelag vil bora ein brunn
í skundi á tí skeiva stað-
num.
Richard Hollingsworth
heldur framvegis, at tað eru
góðir møguleikar at gera
verulig fund í føroyskum
øki. Hann heldur eisini, at
tað hevur stóran týdning
fyri økið, at man nú fer
undir at menna tað stóra
Clairfeltið. Tað kann fáa
ringvirkningar fyri alt økið.
Tað er umráðandi at gera
sær sínar fyrstu royndir, tí
talan er um eitt rættiliga
torført reservoir. Tað verður
so út frá hesi fyrstu fram-
leiðsluni, at man fer at gera
sær tankar, um eisini aðrir
partar av hesum risastóra
oljufeltinum kunnu fara
undir framleiðslu.
Richard Hollingsworth er
sera fegin um skrivstovuna
hjá BP í Havn. –Høvdu vit
havt so góðar umstøður í
Aberdeen, hevði tað verið
óført.
BP fer so helst at bora
aftur í 2004. Um talan verð-
ur um eitt fund, so ganga
fýra ár, áðrenn fyrsta oljan
spríkir upp. Tvs. at vit
skriva 2008 ella 9, áðrenn
BP í fyrsta lagi kann fara
undir oljuframleiðslu í Før-
oyum.
BP trýr framvegis uppá Føroyaøkið
Jarðfrøðingar og aðrir serfrøðingar hjá BP viðgera úrslitini av
kanningunum frá turra brunninum á Føroyaøkinum á skrivstovuni í
Havn fyrr í mánaðinum.
Mynd Finnur Justinussen.
UPPSAGNIR
Jan Müller
Leiðslan í BP hevur kunn-
gjørt, at meira enn 800 fólk
verða uppsøgd. Her er fyrst
og fremst talan um kon-
traktarar tvs. fólk, sum arb-
eiða hjá fyritøkum, ið gera
arbeiðsuppgávur fyri BP.
Uppsagnir hava verið vænt-
andi, tí BP vil minka um
útreiðslurnar og annars
fremja
rationaliseringar.
Farið verður undir at brúka
sokallaða »flúgvandi arb-
eiðsbólkar«, sum fara frá
palli til pall at gera umm-
ælingaruppgávur
heldur
enn at hava fasta manning
til hesar uppgávur á hvørj-
um palli. Uppsøgnir verða í
fleiri býum í Skotlandi, úti
á pallunum og eisini á stóra
oljuterminalinum Sullom
Voe. Tað er annars stór mis-
nøgd millum oljufeløg eftir
at stjórnin hevur hækka
oljuskattin við 10%. Hin-
vegin vísa fakfeløg á, at
skatturin
oljufeløgini
gjalda í Onglandi er bert
helvtina av skattinum, sum
norska stjórnin krevur inn.
OLJUFRAMLEIÐSLAN
Á ATLANTSMÓTI
Jan Müller
Um sama mundið, sum
óvissa
enn
ræður
um
møguleikarnar
at
gera
nýggj oljufund á Atlants-
mótinum, fer bretska olju-
felagið BP nú undir eina
nýggja útbyggingarætlan
av øðrum av teimum báð-
um
stóru
oljufeltunum
skamt frá føroyska marki-
num. Talan er um at gera
eina íløgu uppá góðar 2
milliardir kr. í oljufeltið
Schiehallion. Hetta verður
so tann fjórða útbyggingin
av feltinum síðani tað varð
funnið í 1993 og fór undir
framleiðslu í 98. Talan er
um at bora fleiri nýggjar
brunnar og knýta hesar við
hátøkniútbúnaði á hav-
botninum til framleiðslu-
skipið á Schiehallion felti-
num. Útbyggingin krevur
so eisini ymsar ábøtur á
skipið og útbúnaðin har. BP
hevur søkt um loyvi til
útbyggingini hjá DTI og
bíðar nú eftir svari. Verður
tað nøktandi er ætlanin at
fara undir útbyggingina á
vári næsta ár. Fyrsta oljan
frá hesum nýggja partinum
av Schiehallionfeltinum er
væntandi í oktober næsta
ár.
Mett verður at oljufeltið
goymir nærum hálva milli-
ard tunnur av olju og telist
tað millum tey bestu feltini
hjá BP á landgrunninum.
Eitt skifti var framleiðslan
frá feltinum 115.000 tunnur
um dagin. BP og Shell eiga
hvør síni 33,35% av felti-
num, Amerada Hess eigur
15,669%, Murphy, OMV
og
Statoil
hvør
síni
5,877%.
Fyri Føroyar hevur tað
eisini týdning, at BP heldur
fram við at gera íløgur í síni
oljufelt skamt frá marki-
num.
Tað
er
við
at
virðisøkja økið og byggja
upp ein infrastruktur, sum
møgulig føroysk oljufelt í
framtíðini eisini kunnu fáa
brúk fyri og lut í. Annars
verður eisini í løtuni arbeitt
við at byggja út hitt stóra
oljufeltið í økinum, Clair.
BP nýggja risaíløgu við markið
BP stórar uppsagnir
í Skotlandi
C
M
Y
K
9
8