mikudagur 5. juni 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 • mikudagur • 5. juni 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Ólagaliga veðrið og
ólagaliga ferðasam-
bandið høvdu við sær,
at tað vóru nógv færri
áskoðarar til kapp-
róðurin í Klaksvík,
enn tað framman-
undan kundi roknast
við, at tað fóru at vera
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Veðrið skikkaði sær illa á
norðoyarstevnuni. Tað oys-
regnaði allan leygardagin,
og tað var nógvur vindur.
Hetta hevði við sær, at
áskoðararnir, sum møttu
upp á havnarøkinum vest-
anfyri og á Kósabrúnni og
Stongunum
eystanfyri,
vóru heilt fáir. Kanska
færri enn tvey hundrað,
frætta vit úr Klaksvík. Um-
framt at líkindini vóru so
vánalig, so halda teir í
Klaksvík, at tað heldur ikki
kann síggjast burtur frá, at
áhugin millum teirra, sum
fylgja væl við í kappróðri,
ikki var so stórur at koma
til Klaksvíkar, sum hann
onkuntíð
hevur
verið.
Smyril plagar at føra bátar
og fólk á norðoyarstevnu,
men hann var og er í dokk.
Í norðoyarstevnuvikuni var
tað eitt sindur ógreitt,
hvussu tað fór at verða við
ferðingini, og tað hevur iva-
leyst havt við sær, at tað eru
tey, sum eru setst aftur.
Kristian Eli Zachariasen
er formaður í Klaksvíkar
Róðrarfelag. Tá vit tosaðu
við hann mánadagin, høvdu
teir ikki gjørt stevnuna upp,
men hann helt tað ikki vera
nakran iva um, at teir sótu
eftir við einum undirskoti.
– Tað kostar eitt sindur at
vera vertur fyri kappróðrin-
um. Ein tann størsti post-
urin er, at kappróðrarfólkini
skulu hava eina máltíð.
Harafturat eru tað nógvir
smáir postar, sum tilsaman
bera eina hampuliga fitta
útreiðslu við sær. Trý tey
seinastu árini hevur veðrið
verið gott. Vit hava fingið
omanfyri hálvt hundrað
túsund krónur inn í at-
gongugjaldi. Tá vit hugsa
um, at áhugin fyri kapp-
róðri millum klaksvíkingar
og norðoyingar er størri nú,
enn hann hevur verið, so
høvdu vit í hvussu so er
roknað við at fingið tað
sama inn, sum vit hava
fingið undanfarnu árini,
men veðrið gjørdi, at tað
fullkomuliga kiksaði við
áskoðarum, sum møttu upp
innanfyri, har sum tað varð
krevt inn. Kanska møttu
tvey hundrað fólk upp – og
í hvussu so er ikki fleiri enn
so.
Fínar losjur
Í stóru fótbóltsfeløgunum
kring heimin verður nógv
gjørt burturúr, at áskoðar-
arnir, sum eru bestu stuðl-
arnir hjá feløgunum, skulu
kenna seg væl, tá teir møta
upp til dystirnar. Teir verða
vístir til og hýstir í serligum
losjum, har alt tað er at fáa,
sum hugsast kann í sam-
bandi við fótbólt.
Klaksvíkar Róðrarfelag
hevur ongar sovornar losjur
at vísa á og hýsa áskoðar-
unum í. Men kortini eru
umstøðurnar hjá áskoðar-
unum til at hyggja at kapp-
róðri
á
norðoyarstevnu
framúr góðar. Á Stoks-
oyrum og Myrkjaroyrum
eru fleiri hundrað hús í
traðunum, sum vórðu inn-
lagdar fyri hundrað árum
síðani og meiri enn tað og í
høgunum hjá bóndunum í
Vági og á Biskupsstøð. Í
fjálgu stovunum var nógv
fólk leygardagin. Tey sóu
og hoyrdu frá kappingun-
um, men sjálvandi gav
hetta ikki nógv í kassan hjá
Róðrarfelagnum. At fara
inn til privatfólk at krevja
pengar, tí tey og gestirnir
hyggja út ígjøgnum vind-
eygað hevði verið at gjørt
seg inn á frælsið hjá tí ein-
staka!
Onkur helt fyri at tað
hevði kanska verið vert at
umhugsað at sent nøkur
oyru til kappróðrarfelagið.
Tað stendur upp til hin ein-
staka, men hervið er hug-
skotið latið almenningin-
um.
Nøgdir við úrslitini
Í fjør vunnu klaksvíkingar
tríggjar róðrar á norðoyar-
stevnu. Tá vunnu genturnar
umborð á Fípuni Føgru,
kvinnurnar umborð á Páll
Fanga og menninir umborð
á Nevinum Reyða. Hesa
ferð vunnu tvær manningar
hjá Klaksvíkar Róðrarfelag
– dreingirnir umborð á
Fípuni Føgru og menninir
umborð á Páll Fanga.
Kortini sigur formaðurin
í Klaksvíkar Róðrarfelag,
at hann er væl nøgdur við
úrslitini á norðoyarstevnu:
Umframt at vinna tveir
róðrar, so vóru vit við til at
mynda allar hinar kapping-
arnar – burtursæð frá kapp-
ingini millum 8–mannafør,
har vit ikki tóku lut. Gent-
urnar og kvinnurnar vóru
næstfremstar, og 10-mann-
afarið hjá okkum gjørdist
nummar trý. Tað man vera
langt síðani, at klaksvíking-
ar var nummar trý á norð-
oyarstevnu.
Men hondina á hjarta.
Vóru tit ikki eitt sindur vón-
sviknir av, at tað ikki hiln-
aðist betri hjá 10–manna-
farinum hjá tykkum, enn
tað gjørdi?
– Vit høvdu sjálvandi
vónað, at tað skuldi eydnast
at vinna fyri fyrstu ferð í 32
ár, men vit vóru greiðir
yvir, at tað fór at verða sera
trupult. Hinar manningarn-
ar tykjast vera sera væl fyri,
og vit rokna við, at talan fer
at verða um eina sera tætta
kapping tær næstu ferðirn-
ar, heldur formaðurin í
Klaksvíkar
Róðrarfelag,
Kristian Eli Zachariasen.
Klaksvíkingar mistu
hálvt hundrað túsund
Vánaliga veðrið viðførdi, at óvanliga fáir norðoyastevnugestir vóru, og alt í alt kostaði hetta helst klaksvíkingum um 50.000 kr.
Mynd: Jens Kristian Vang
Kappróður – úrslit
5-mannfør dreingir
báturtíð
1
Fípan Fagra
5.58,10
2
Tjaldrið
6.01,04
3
Blikur
6.03,22
4
Sílið
6.05,25
5
Drekin
6.08,22
6
Havfrúgvin
6.16,17
7
Firvaldur
6.33,03
8
Ørnin
6.36,16
9
Junkarin
6.43,17
6-mannafør, kvinnur
1
Jarnbardur
6.27,03
2
Páll Fangi
6.35,20
3
Riddarin
6.37,21
4
Gongurólvur
7.07,17
5
Víkingur
7.16,19
6
Lómur
7.22,21
7
Hvessingur
7.31,19
5-mannafør, gentur
1
Sílið
6.09,09
2
Fípan Fagra
6.28,09
3
Ørnin
6.34,23
4
Blikur
6.38,07
5
Havfrúgvin
6.40,23
6
Drekin
6.41,07
7
Tjaldrið
6.46,09
8
Frúgvin
6.56,01
9
Junkarin
7.17,01
10 Tekla
7.17,14
11 Royndin Fríða
7.24,12
12 Dúgvan
7.40,16
13 Firvaldur
7.45,18
14 Broddur
8.06,12
6-mannafør, menn
1
Páll Fangi
2
Smyril
3
Hvessingur
4
Gongurólvur
5
Sølmundur
6
Strálan
7
Snopprikkur
8
Jarnbardur
9
Hósvíkingur
(Tíðirnar vóru ikki upplýstar)
8-mannafør
1
Argjabáturin
8.33,19
2
Kvívíkingur
8.36.00
3
Knørrur
8.45,15
4
Húsavíkingur
9.26,20
5
Kvívíksbáturin
9.28,24
10-mannafør
1
Eysturoyingur
7.57,21
2
Havnarbáturin
7.59,19
3
Klaksvíkingur
8.08,12
4
Vestmenningur
8.17,07
13
12
Nr. 104 - 5. juni 2002
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Ferðast
minni
Danir tykjast ikki hava
so góðan hug at ferðast
í ár. Feløgini, sum selja
uttanlandsferðir, siga,
at tey hava munandi
færri bíleggingar í ár
enn undanfarin ár, og
sum tað gongur nú, er
líkt til, at feløgini fara
at selja minni enn eina
millión uttanlandsferðir
í ár. So lítil hevur ferða-
hugurin hjá dønum ikki
verið síðani 1990. Bara
higartil í ár eru seldar
100.000
uttanlands-
ferðir færri enn um
somu tíð í fjør.
Tann minkandi ferða-
hugurin kemur flog-
havnunum
illa
við.
Bæði í Kastrup og Bil-
lund siga tey, at talið á
ferðafólkum, sum fara
av landinum at ferðast,
er millum 20 og 30 pro-
sent minni enn í fjør.
Hjá floghavnini í Bil-
lund er hetta ivaleyst
serliga óheppið, tí flog-
havnin er júst útbygd
fyri hundraðtals milli-
ónir krónur.
Vilja hava
upplýsingar
ES leggur nú stórt trýst
á myndugleikarnar í
Sveits fyri at fáa teir at
broyta galdandi skipan,
sum ger, at tað er at
kalla vónleyst at fáa
upplýsingar um, hvør
eigur pengar í teimum
sveitsisku bankunum.
Málið er komið upp á
hægsta politiska stig í
ES og var m. a. til við-
gerðar, tá fíggjarmála-
ráðharrarnir í ES-lond-
unum hittust í Luxen-
bourg í gjár. Higartil
hava sveitsisku mynd-
ugleikarnir ikki viljað
broytt galdandi skipan.
Stórt inn-
tøkufall
Tað gongst illa hjá don-
skum bøndrum, sum ala
svín, og alt bendir á, at
árið í ár verður tað ring-
asta í fleiri ár. Eitt yvirlit
hjá landbúnaðarfelagn-
um vísir, at rakstrarúr-
slitið hjá svínagørðun-
um fer at fella úr
720.000 krónum í fjør í
190.000 krónur í ár.
Taðer ein munandi størri
inntøkumissur, enn land-
búnaðarfelagið
hevði
roknað við. Sambært
landbúnaðarfelagnum er
prísurin á svínakjøti
fallin nógv orsakað av
harðari
kapping
úr
Kanada og Brasilia.
Úr Norðurlondum:
Grundlóg
lítlan áhuga
Tá danska grundlógin
fylti 150 ár í 1999,
samtykti Fólkatingið at
játta fýra milliónir krón-
ur til tiltøk, sum høvdu
til endamáls at umrøða
grundlógina. Á tann hátt
vónaðu politikararnir at
fáa eina ábending frá
fólki, um og hvat tey
møguliga vilja hava
broytt í lógini.
Men áhugin fyri at
umrøða
grundlógina
hevur verið so lítil, at
higartil eru bara 1,7
millión krónur nýttar til
endamálið. Tað hevur
víst seg, at fá fólk koma
á fundirnar, og at tað
almenna stundum hevur
goldið oman fyri 300
krónur í stuðuli fyri
hvønn fundarluttakaran.
Svend Auken, sum er
næstformaður í Fólka-
tinginum, sigur kortini,
at tað er umráðandi, at
fólk umrøða grundlóg-
ina. Sum so nógvir aðrir
politikarar heldur hann,
at tíðin er komin til at
gera ávísar broytingar í
teirri gomlu lógini.
Greenpeace
tók skip
Tólv limir í umhvørvis-
verndarfelagsskapinum
Grennpeace
steðgaðu
týsdagin
skipinum
»Fagervik« í havnini í
svenska býnum Norr-
køping. Skipið siglir
millum Svøríki og Bret-
land.
Greenpeace krevur, at
skipið fær forboð fyri at
sigla fyribils. »Fager-
vik« æt fyrr »Figaros«,
og skipið er fyrr ákært
fyri at hava latið nógva
olju í havið í Eystrasalti.
Skiparin og maskin-
meistarin vórðu í febru-
ar ákærdir fyri at hava
latið 1000 litrar av olju
út í Eystrasalt, men teir
vórðu frídømdir, tí tað
kundi ikki prógvast, at
teir høvdu latið oljuna í
havið vil vilja.
Greenpeace sigur, at
skipið eigur ikki at
sleppa úr Norrkøping,
fyrr enn reiðaríið hevur
váttað, at skipið fer ikki
at lata olju í havið aftur.
Frp. størstur
Ein veljarakanning vís-
ir, at Framburðsflokk-
urin er størsti flokkur í
Noregi. Kanningin gev-
ur flokkinum 25 pros-
ent av atkvøðunum. Ar-
beiðaraflokkurin fær 20
prosent, og Høgri er
triðstørstur við 19,5
prosentum.
Amerikansku og
bretsku hermenninir
í Afghanistan eru
ørkymlaðir, tí teir
finna ongan fígginda
AFGHANISTAN
Árni Joensen:
Amerikansku og bretsku
hermenninir, sum seinastu
vikurnar hava leitað eftir
monnum hjá al-Qaeda og
Taliban í fjøllunum har
eysturi í Afghanistan, eru
farnir at ivast í, um nakar er
eftir at berjast ímóti.
170 amerikanskir fall-
skíggjahermenn hava rann-
sakað níggju fjallaholur
seinastu vikurnar.
– Vit høvdu vónað at
finna í hvussu er okkurt,
annaðhvørt hermenn ella
vápn og aðra útgerð. Vit
funnu nøkur skjøl og onkur
vápn, men har var ikki
minsta tekin til, at nakað
menniskja hevur verið har
nýliga, segði ein talsmaður
hjá amerikansku hermonn-
unum í gjár.
Longur
suðuri
hava
bretskir hermenn leitað
eftir monnum úr Taliban og
al-Qaeda á leiðini við býin
Khost, men enn hava teir
ongan funnið.
– Vit komu higar at berj-
ast og at gera av við al-
Qaeda, men enn hava vit
ongan sæð, segði majorurin
Rick Stephens, sum stendur
á odda fyri teimum bretsku
hermonnunum, sum hava
støð við Khost. Sjálvur
heldur hann, at Taliban og
al-Qaeda eru rýmdir um
markið inn í Pakistan.
Sambært
amerikansku
herleiðsluni hava amerik-
anskir hermenn ikki verið í
bardaga í Afghanistan síð-
ani í mars. Hesa somu tíð-
ina hava bretskir hermenn
gjørt fýra herferðir í fjøll-
unum uttan at hava sæð ein
einasta fígginda.
Amerikanarar halda kort-
ini, at limir í Taliban og al-
Qaeda eru framvegis í
fjallalendinum har eysturi í
Afghanistan, men at tað er
sera trupult at finna teir, tí
teir kenna lendið til fulnar.
Samstundis heldur
orðastríðið fram
millum leiðararnar í
teimum báðum
londunum.
KASHMIR-STRÍÐIÐ
Árni Joensen:
Nú indiski forsætisráðharr-
in, Atal Behari Vajpayee, og
pakistanski forsetin, Pervez
Musharaf, eru á miðasiat-
iskum toppfundi í Kasakh-
stan, er russiski forsetin,
Vladimir Putin, farin undir
eina diplomatiska roynd at
fáa tey bæði londini til
samráðingarborðið
um
Kashmir-stríðið.
Russiska semingsroyndin
byrjaði í gjár, og framman-
undan hevði Putin fingið
stuðul frá ES og USA.
Eydnast tað ikki russiska
forsetanum at loysa krepp-
una,
skal
amerikanski
verjumálaráðharrin, Don-
ald Rumsfeld, taka við sum
semingsmaður.
Samstundis helt orða-
stríðið millum India og
Pakistan fram. Indiski for-
sætisráðharrin, Atal Behari
Vajpayee, segði í gjár, at
Pakistan hevur ikki tikið
eitt einasta stig til tess at
forða uppreistrarmonnum
at fara um markið í Kash-
mir at gera seg inn á indisk-
ar hermenn og sivilfólkið.
Indiski
stjórnarleiðarin
vildi vera við, at virksemið
hjá uppreistrarmonnunum
er vaksið seinastu tíðina
hóast lyfti úr Pakistan um
at forða tí.
Pakistanski forsetin, Pervez
Musharaf, segði í sínum
lagi, at India sýtir fyri
atgeva fólki tess lógliga
rætt til frælsi. Hann legði
afturat, at Pakistan vil ikki
hava kríggj, men at landið
fer at verja seg við øllum
miðlum, verður tað álopið.
Putin roynir semju millum
India og Pakistan
Finna ongan fígginda
í Afghanistan
Pakistanskir hermenn lurta eftir einum generali, sum vitjaði hermenninar, sum hava støð við indiska markið
C
M
Y
K
12