Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juni 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

puslispæl Eftir at tað ikki hevur gingið so væl í tvey ár hjá Eysturoyinginum, eru teir aftur har, sum teir vóru, tá teir í tvey ár vunnu allar róðrar- nar við nýggjum báti 10-MANNAFØR Jóannes Hansen Tað er nógv, sum bendir á, at kappingin millum 10- mannaførini fer at vera meiri spennandi í 2002, enn hon hevur verið undanfarnu árini. Í fjør vann Havnar- báturin allar FM róðrarnar. Tað er longu greitt, at tað fara havnarmenninir ikki at gera í ár. Eysturoyingurin vann á norðoyarstevnuni. Spurningurin er so, um hann verður førur fyri at endurtaka bragdið hjá Havnarbátinum í fjør og sama bragdið, sum teir um- borð á Eysturoyinginum framdu í 1998 og í 1999. Tá var báturin hjá teimum nýggjur, og teir vunnu allar róðrarnar – bæði árini. Merkisvert var tað á norðoyarstevnuni, at Vest- menningur, sum vann á stevnuni á Skála – tá var talan kortini ikki um FM róður – hesa ferð endaði á fjórða plássinum. Og tað er uppaftur meiri merkisvert, at munurin frá Vestmann- inginum og fram til Eystur- oyingin var tjúgu sekund. Á stevnuni á Skála luttók Havnarbáturin ikki. Mun- urin millum tríggjar teir fremstu bátarnar ta ferðina – Vestmenningin, Eystur- oyingin og Klaksvíkingin – var bara eitt hálvt sekund. Tá var róðrarteinurin eitt túsund metrar. Hesa ferð var hann fimtan hundrað metrar. Í Klaksvík hevur síðani leygardagin verið nógv tos- að um, hví tað gekk, sum tað gjørdi. Eingin ivi er um, at líkindini vóru vánalit. Tað var ikki so óslætt, men tað var heilt frískur vindur ímóti, og vindurin kendist serliga meinskur uttarlaga á, har sum 6–mannaførini við monnum, 8–mannafør- ini og 10–mannaførini startaðu. Klaksvíkingar halda seg síggja tað mynstrið í kapp- ingini, at tað vóru bátarnir, sum lógu næst landinum – bæði vestaru og eystsaru megin – sum høvdu minst ampa av nógva vindinum, sum var norður ímóti ali- ringunum, men tað verður undirstrikað, at soleiðis eru karmarnir um kappróðurin og serliga á norðoyar- stevnu, har bestu bátarnir ikki eru í miðjuni, men har teir verða plaseraðir í felti- num eftir lutakast. Nýggj manning Eysturoyingurin vísi mest sannførandi avrikið. Flagg- skipið í kappróðrinum hjá teimum í Kappróðrarfelag- num NSÍ legði upp til eina sera spennandi kapping á Skálafjørðínum annað vikuskifti. Bátsformaður umborð á Eysturoyinginum er Rúni Lamhauge. Hann situr á toftini í bakborði. Har hevur hann ikki sitið so leingi. Millum ítróttaráhug- aðar føroyingar munnu tað ivaleyst vera fleiri, sum komast við navnið á báts- formanninum umborð á Eysturoyingi. Hann hevur í fleiri ár verið ímillum bestu fimleikararnar í landinum. –Hetta er fyrsta ferðin, at vit hava roynt at vunnið við 10–mannafarinum. Vit mannaðu bátin í fjør. Í ár hava vit fingið tríggjar nýggjar umborð. Eingin av teimum, sum vóru við til at vinna so nógv í 1998 og í 1999 eru við longur, veit bátsformaðurin at siga. Men tit eru ikki óroyndir í kappróðri? – Tá vit í fjør fóru um- borð á Eysturoyingin hevði eingin okkara áður roynt seg umborð á 10–manna- farinum. Men vit høvdu róð við øðrum bátum í felag- num hjá okkum. Vit eru fleir, sum vóru við til at manna Toftabátin í 2000. Tað gekk so mikið væl, at vit endaðu næstfremstir í FM kappingini. Onkrir hava áður róð við Søl- mundi, og so eru tað onkrir aðrir, sum hava verið við til at manna Heiðabátin, greiðir Rúni Lamhauge frá. Elsti maðurin umborð á Eysturoyingi er føddur í 1965, og tann yngsti er føddur í 1981. Men teir flestu eru umleið 22–23 ára gamlir. Høvdu vónina Klaksvíkingurin og Havn- arbáturin fingu góðan start, meðan Vestmenningurin, sum hekk eftir fyrstu ferð, tá dómarin loysti skotið av, beinanvegin datt ein skut afturum og ongantíð rættu- liga kom fyri seg. Vest- menningar plaga ikki altíð at fáa so góðar start. Men teir plaga ofta at megna at koma afturíaftur. Tað megnaðu teir avgjørt ikki hesa ferð. Eysturoyingurin var beinanvegin væl við. Hann lá vestastur og hevði Klaks- víkingin undir liðini. Havnarbáturin, sum lá eyst- astur, tóktist beinanvegin at vera væl við, men tað var eitt sindur torført at síggja nágreiniliga, hvussu hann lá fyri í kappingini millum teir báðar vestastu. Eysturoyingurin kom upp á síðuna á Klaksvíkingi, tá teir fóru um túsund metra málið, men Klaksvíkingur- in megnaði tvær ferðir at svara aftur, áðrenn hann misti meiri enn eina báts- longd, og so tóktist sinni- liga yvirskotið hjá teimum í heimasjógvi at minka. Á 1000 metra málinum tóktist Havnarbáturin at vera væl fremstur, men tá bátarnir fóru framvið Kósabrúnni var tað skjótt, at Eysturoy- ingurin tók tað aftur, sum hann kanska hevði mist til Havnarbátin, og á málinum var munurin ein hálv báts- longd. -Vit stóðu okkum væl á Skála, og tí høvdu vit vón- að, at tað fór at bera til hjá okkum at vinna. Men vit vistu, at tað fór at verða tor- ført. Havnarbáturin var ikki við á Skála, og vit roknaðu við, at teir fóru at standa seg væl. Eisini roknaðu vit við stórari mótstøðu frá Klaksvíkingi og Vestmenn- ingi. Tíbetur vísti tað seg, at tað vóru vit, sum komu fyrstir á mál, og tú kanst ætla, at vit kenna tað huga- ligt, nú vit fyrireika okkum til stevnuna, sum verður her hjá okkum annað viku- skifti, sigur Rúni Lam- hauge, bátsformaður á Eysturoyinginum. Hildu tit tykkum hava tak á støðuni allan vegin? –Stýrimaðurin segði okk- um, at vit vóru væl við. Hann metti okkum alla tíð- ina at vera frammanfyri Havnarbátin. Vit sóu teir umborð á Klaksvíkingi- num. Tá hann fór aftur við borðinum kendist tað sum um, at vit fingu eyka styrki. Nýggj manning sendi Eysturoyingin aftur á toppin Tað er ikki sørt hugaligt hjá Eysturoyingi at liggja á odda, nú teir fyrireika seg til stevnuna á heimasjógvi Mynd: Jens Kristian Vang Nr. 104 - 5. juni 2002 15 w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o úr bara 750,- Mini Cruise Mini Cruise SMYRIL LINE Tel 34 59 00 til Bergens 750,- e-mail: booking@smyril-line.fo Á ferðini verður skipað fyri bingo! Í sølubúðunum umborð eru ! nógv góð tilboð team85 Fráferð av Havnini mánamorgun kl. 8.30 við komu á Havnina mikudag kl. 15.00 15 14 Nr. 104 - 5. juni 2002 Eftir at tær í fjør vóru í skugganum av Páll Fanga, eru fleirfaldu meistararnir, sum nú hava nýggjan bát komnar afturíaftur 6-MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Jarnbardur er aftur fremst í FM kappingini. At tær eru fremstar í kappingini, og at tær vinna FM er ikki nakað nýtt fyri teimum umborð á Jarnbardi. Í fjør máttu tær lata sær lynda, at tað var Páll Fanga manningin, sum vann allar róðrarnar. Har- við struku kvinnurnar úr Klaksvík avstað við FM heitinum, sum Jarnbardur hevði átt í 1997, í 1999 og í 2000. Síðani í fjør er nýggjur Jarnbardur flotaður, og fyrsta royndin gekk upp á stás. Jarnbardur lá hvørki vestastur ella eystastur, men hann kom nógv fyrstur á mál. Munurin aftur til Páll Fanga var meiri enn tvær bátslongdir. Tá Páll Fangi í fjør vann allar róðrarnar, noyddust tær rættuliga at stríðast fyri sigrunum. Serliga var tað startinum, at tað bilti við. Ferð eftir ferð mistu tær á Páll Fanga í mun til kapp- ingarneytarnar, men tær komu hvørja ferð afturí- aftur og vunnu. Leygardagin var gongdin hin øvugta av tí, sum hon plagdi at vera í fjør. Páll Fangi leyp avstað, tær fingu beinanvegin skutin framum Jarnbard, sum royndi at fylgja við. Tá hálvur teinur- in var rógvin, og bátarnir komu á ytra endan á Kósa- brúnni, bjóðaði Jarnbardur rættuliga av. Tær tóku Páll Fanga, og tá bátarnir vóru komnir inn um Kósavirkið, var Jarnbardur leysur av Páll Fanga, sum eina løtu eisini varð hóttur av Riddaranum. Miðvágs- kvinnur endaðu kortini aftanfyri tær úr Klaksvík, men munurin var ikki meiri enn ein hálv bátslongd. Fleiri fara at kappast Tá vit tosa við bátsfor- mannin umborð á Jarnbardi hoyrist tað, at hon er róðursmaður. Tað er mill- um lítið og einki mál eftir hjá Jannie Dam Jacobsen, sum er umborð á Jarnbardi á sjeynda ári. –Umstøðurnar vóru so- leiðis, at tað meiri var ein spurningur um styrki enn um tempo. Tað var ikki so óslætt, men tað vóru nógv- ar og títtar hvirlur. Vit hildu okkum til tað, sum vit høvdu avrátt. Frá teimum, sum fylgdu við á landi, fingu vit aftaná at vita, at vit skuldu hava verið ov títtar við árini, men tað hildu vit ikki sjálvar, og tað eydnaðist sera væl. Umframt Jannie Dam Jacobsen eru tað fleiri aðrar umborð á Jarnbardi, sum hava drúgvar royndir í kappróðri. Tá Jarnbardur vann FM bæði í 1999 og í 2000 vóru fýra av mann- ingini í ár við. Í ár rør ein við, sum ongantíð áður hevur luttikið í kappróðri. – Í fjør skiftu vit fólk fleiri ferðir. Tí vóru vit ikki førar fyri at kappast við Páll Fanga, sum stóð seg væl. Nú hava vit eina fasta manning. Vit fóru í bátin 10. apríl. 4. mai fingu vit henda nýggja bátin. Tað hevur gingið væl við venj- ingunum, og sigurin hesa ferð ger tað ikki minni spennandi at venja og kappast. Roknar tú við, at tit fara at vinna allar róðrarnar í ár? – Vit fara at royna at vinna hvørja ferð, vit fara at kappast, men eg rokni við, at tað fara at verða fleiri bátar, sum fara at kappast. Páll Fangi fer heilt víst at bjóða okkum av, og so rokni eg við, at Gongu- rólvur fer at gera meiri um seg, enn hann gjørdi á norð- oyarstevnu. Tað er so stutt síðani, at tær fóru í nýggja bátin. Tá tær hava vant seg meiri við hann, so fara tær ivaleyst at vera við í kapp- ingini um fremsta plássið, og tað kann væl vera, at onkur annar bátur eisini fer at bjóða seg til. So tað verð- ur heilt spennandi, heldur Jannie Dam Jacobsen. Jarnbardur aftur í essinum Klaksvíksdreingir kendu seg noyddar at seta føtur í bekk, tá Blikur av Argjum hevði hug at arga teir 5–MANNAFØR DREINGIR Jóannes Hansen Klaksvíkingar royna at spenna seg út í kappróðri. Í fjør tóktist tað eitt sindur tunnligt á mannfólkasíðuni. Men dreingirnir á Fípuni Føgru tóku seg alt longri fram, og úrslitið á norð- oyarstevnuni hesa ferð boð- ar frá, at teir ungu rættuliga hava fingið um endan. Fyri fyrstu ferð í mong ár komu dreingirnir í Fípuni Føgru fyrstir á mál. Men teir høvdu ikki tann besta startspurtin. –Vit fóru rættuliga skjótt eitt sindur afturum Blik av Argjum. Tí spurtaðu vit eitt sindur longur, enn hinir gjørdu, og tá vunnu vit tað aftur, sum vit høvdu mist. Tá vit so at siga komu afturíaftur, og vit vistu, at vit vóru fremstir, kendist tað eitt sindur lættari, og tað kendist, sum um vit høvdu fingið eyka orku. Vit fóru fyrri enn hinir undir endaspurtin. Tað ráddi um at halda okkum framman- fyri hinar, og tíbetur eydn- aðist tað. Men eg haldi ikki, at vit vóru nakað serligt frammanfyri hinar, tá vit fóru undir endaspurtin. Tað er John Mortensen, sum vit hava á tráðnum. Hann situr á lærinum í bak- borði umborð á Fípuni Føgru, og hann er sjálvandi sera væl nøgdur við, at tað eydnaðist teimum at vinna í heimasjógvi. Fimm av teimum, sum nú eru um- borð á Fípuni Føgru, vóru eisini við í fjør, tá báturin var spildurnýggjur. Teir báðir á toftini eru komnir umborð í ár. Yngsti drong- urin gongur í 9. flokki. Hin- ir eru í 10., og onkur er far- in úr skúlanum. Martin Venned er venjari hjá øllum manningunum í Klaksvík, og í hvussu so er hjá dreingjunum tykist tað hava hilnast rættuliga væl: -Vit hava eina ætlan frá Martini at venja eftir. Hann plagar at vera umborð hjá okkum eina ferð um vik- una. Vit halda, at vit hava fingið nógv burturúr at hava vant og venja undir hansara leiðslu, heldur John Mortensen. Aftur á jørðina Mánakvøldið vóru teir um- borð á Fípuni Føgru í báti- num aftur. Nú ræður tað um kappingina á Skálafjørði- num annan leygardag. Tá skulu teir hava Tjaldrið undir aðrari liðini, meðan Blikur verður í hinum borðinum. Munurin frá Fípuni og aftur til Tjaldrið var leygardagin ein báts- longd. Frá Tjaldrinum og aftur til Blik var ein knøpp bátslongd, og so var Sílið aftur eina lítla bátslongd aftanfyri Blik. Tjaldrið hevur verið FM vinnari tvey tey seinastu ár- ini. Hesa ferð høvdu teir trupulleikar við startinum. Teir duttu eitt sindur burt- urímillum, men teir komu seg skjótt aftur. Teir vunnu silvur, men tað er neyvan nóg mikið hjá teimum, sum eru vanir at vinna gull. -Tað verður ein stór og spennandi avbjóðing at kappast við Tjaldrið og hinar bátarnar. Vit gleðast um, at tað eydnaðist at vinna á norðoyarstevnu, men samstundis royna vit at koma aftur á jørðina. Umstøðurnar leygardagin vóru serligar. Vit vistu, at okkara bátur gekk væl ímóti vindinum, tá vit bekkaðu. Tí gjørdu vit tað. Á Skálafjarðarstevnuni verða umstøðurnar vónandi hópin frægari, enn tær vóru á norðoyarstevnu. Tí mugu vit leggja nýggjan taktikk. Hóast vit vunnu hesa ferð, so haldi eg ikki, at vit eru størri favorittar næstu ferð enn teir, sum hava vunnið so nógv og so ofta, heldur bátsformaðurin á Fípuni Føgru, John Mortensen. Spurtaðu stóran part av teininum Nýggi Jarnbardur vann ein sannførandi sigur á fyrstu FM-stevnuni, men bátsformaðurin á bátinum roknar tó við harðari kapping komandi róðrarnar Mynd: Jens Kristian Vang Fípan Fagra vann ein hóast alt tryggan sigur. Her stutt undan málinum eru teir tað mesta av eini bátslongd undan næstu bátunum Mynd Jens Kristian Vang C M Y K 14