mikudagur 5. juni 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 104 - 5. juni 2002
17
Nýggi Argjabáturin
vann í harðari kapp-
ing við nýggja Kvívík-
ingin, meðan vinnar-
arnir á Skála endaðu
væl aftanfyri tveir teir
fremstu
8-MANNAFØR
Jóannes Hansen
Í fjør var tað Nevið Reyða.
Klaksvíkingar áttu nýggjan
bát, og hann var sera sann-
førandi og vann FM heitið.
Teir kiksaðu bara eina ferð.
Tað var í Fuglafirði.
Á norðoyarstevnu leygar-
dagin var Nevið Reyða ikki
við í kappingini. Teir flestu
av manningini eru farnir
umborð á 10-mannafarið
hjá
klaksvíkingum.
8–mannafarið
er
ikki
mannað í Klaksvík. Tað
ljóðar, at tað møguliga skal
mannast á Skálafjørðinum.
Men hetta var ikki komið
upp á pláss undan fyrstu
FM kappingini.
Ein av manningini um-
borð á Nevinum Reyða í
fjør luttekur eisini í ár í
kappingini
millum
8–mannafør. Høgni Jacob-
sen er fluttur í høvuðsstað-
in, og hann er nú umborð á
Argjabátinum.
Teir á Argjum plaga at
standa seg væl í tí kapping-
ini. Teir vunnu FM í 2000,
og teir vóru eisini meistarar
í 1998. Nú hava teir nýggj-
an bát, og fyrsta FM kapp-
ingin boðaði frá, at Argja-
báturin fer at vera millum
bestu boðini upp á FM heit-
ið.
Ein annar nýggjur bátur,
Kvívíkingurin, legði bragd-
liga fyri. Teir høvdu besta
startin, teir fingu skutin
framum Argjabátin, men
tað var skjótt, at Argjabát-
urin tók Kvívíking, og tá
bátarnir komu á 1000 metra
málið var munurin vorðin
ein hálv bátslongd. Men
frástøðan
gjørdist
ikki
størri enn tað. Fram við
Kósabrúnni var talan um
stóra kapping. Kvívíkingar
bjóðaðu av, og teir settu
onkra ferðina stavnin fram-
um Argjabátin.
Men tá bátarnir komu á
mál, var munurin tann
sami, sum hann hevði verið
á 1000 metra málinum.
Argjabáturin
vann
við
einari stórari hálvari báts-
longd.
Knørrur, sum næstsíðsta
vikuskifti var fremstur á
Skála, endaði á triðja
plássinum í Klaksvík. Hann
var kanska hálva triðju
bátslongd aftanfyri Kvívík-
ingin.
Nýggi
Húsavíkingurin
var næstaftastur, og gamli
Kvívíkingurin ella Kví-
víksbáturin var væl aftast-
ur. Teir báðir aftastu bátar-
nir vóru so nógv aftanfyri
hinar, at talan næstan var
um róður í fleiri deildum.
Munurin frá Argjabátinum
og aftur til Kvívíksbatin var
55 sekund.
Gott tak á tí
Rúni Johannesen hevur í
fleiri ár verið formaður um-
borð á Argjabátinum. Hann
er ein av fleiri sera roynd-
um rógvarum. Tveir av
teimum, sum vunnu FM í
1998, eru framvegis um-
borð, og uppaftur fleiri eru
við av teimum, sum í 2000
vunnu FM.
– Vit lógu eystastir. Í øll-
um vindinum høvdu vit tru-
pulleikar at fáa fatur á fasta
startinum. Men tá startskot-
ið var latið av, kendu vit
okkum hava gott tak á
róðrinum. Tað var eitt sind-
ur torført at meta um støð-
una, tí teir, sum vit kappað-
ust við, vóru so langt burt-
ur. Tá vit vóru komnir á
mál, vóru vit kortini ikki
heilt vísir í, at vit høvdu
vunnið. Tí lætnaði tað, tá
vit frá landi av fingu at vita,
at vit vóru teir fyrstu um
málið, sigur Rúni Johanne-
sen.
Royndist nýggi báturin
væl?
-Sámal Hansen hevur
smíðað okkum ein sera
góðan bát, sum vit eru stak
væl nøgdir við. Tað ere
nakað serligt at kappast í
nýggjum báti. Men gamla
bátin hjá okkum vóru vit
væl nøgdir við. Tað er ikki
óhugsandi, at vit kundu
havt vunnið við honum í
Klaksvík, men tað fáa vit
ongantíð at vita.
Nýggir bátar í fremstu røð
Mánamorgunin fóru
nakrir ungir svimjar-
ar til Hetlands við
Norrønu, har teir
skulu luttaka í eini
kapping
SVIMJING
Stefan í Skorini
Tilsamans tólv svimjarar
eru við í ferðalagnum, og
teir skulu luttaka í eini
kapping í Hetlandi, sum
nevnist OSFS.
Hetta er ein kapping fyri
svimjarar í aldrinum 12-15
ár, og svimjararnir eru úr
Orknoyggjunum, Hetlandi
og Føroyum.
Kappingin verður hildin
annaðhvørt ár, og kapping-
arnar eru á 50 metra tein-
um. Kappingin er týsdagin
og mikudagin, og svimjar-
arnir
koma
heimaftur
mikudagin.
Luttakandi svimjararnir
eru allir á landsliðnum,
sum hevur verið á venjing-
arlegu í Havn alt undan-
farna vikuskiftið. Petur
Heðin á Fløtti er við sum
venjari.
Svimjararnir eru
hesir:
Jón Absalonsen
HS
Per S. Hansen
Flot
Hanus Eysturdal
HS
Jákup Mohr
FS
Aksal Norðfoss
HS
Rúni K. Hansen
HS
Elisabeth Rasmussen HS
Helga Djurhuus
HS
Lisbeth Joensen
HS
Karin K. Eysturberg
TS
Elida Bjarnadóttir
HS
Sunrid Kærbech
VS
Komandi sunnudag
skipar Føroya Triath-
lon Felag - FTF - fyri
næstu triathlon kapp-
ing í ár. Kappast
verður í sokallaða
OL-teininum
Tíðindaskriv:
Kappingin sunnudagin er
fjórða kappingin, ið FTF
skipar fyri í ár, og er hetta
samstundis fjórða kapping-
in í Grand Prix 2002 kapp-
ingini.
Kappast hevur verið tvær
ferðir í Duathlon (svimjing
og renning), og eina ferð í
Sprint Triathlon. Hesuferð
er so aftur triathlon á
skránni, men nú verður
teinurin væl longri.
Kappast verður í OL-
teininum, og tá skal luttak-
arin svimja 1500 metrar,
súkkla 40 kilometrar og at
enda renna 10 kilometrar.
Svomið verður í Svimji-
høllini í Gundadali. Súkkl-
að verður frá svimjihyli-
num, oman eftir Eystara
Ringvegi, til Kaldbak, inn
aftur til Kaldbaksbotn, aft-
ur til Kaldbak og so allan
vegin aftur til Havnar, har
skift verður í renniskógvar
við Plantusøluna.
Runnið verður síðan yvir
til Føroya Sparikassa Yviri
við Strond og niðan aftur til
Plantusøluna. Teinurin skal
rennast tvær ferðir. Málið
er við Plantusøluna.
Hetta er fjórða umfar av
Grand Prix 2002 kapping-
ini. Hjá monnum liggur Eli
Christiansen á odda, og hjá
kvinnum Katrin Sørensen.
Eli hevur vunnið sær eitt
fjórðapláss og tvey triðja-
pláss, og hevur sostatt sam-
anlagt 90 stig.
Katrin luttók ikki í fyrstu
kappingini, men hevur
síðan vunnið tí næstu og
triðju kappingina. Katrin
hevur samanlagt 80 stig.
Kappingin byrjar kl. 13
sunnudagin, og luttakarar
skulu møta kl. 12.
Tilmelding fer fram hjá
Evald Rasmussen á tlf. 31
65 52.
Menninir á Argjabátinum
vóru sum vera man fegnir
eftir sigurin á
Norðoyarstevnu, og onkur
leyp á bláman
MYND: Jens Kr. Vang
Svimjilandsliðið til Hetlands
Triathlon aftur á skránni
Hesir svimjararnir fóru mánadagin til Hetlands, har teir skulu luttaka í eini kapping millum
Hetland, Orknoyggjarnar og Føroyar
17
16
Nr. 104 - 5. juni 2002
Havnargentur í
nýggjum báti vunnu
mest sannførandi
sigurin av øllum í
norðoyarstevnu
kappróðrinum
5–MANNAFØR
GENTUR
Jóannes Hansen
Í fjør sótu klaksvíksgentur í
nýggjum báti. Tá var eingin
ivi í øllum róðrinum uttan á
ólavsøku. Genturnar um-
borð á Fípuni Føgru vóru
nógv tær stinnastu.
Á norðoyarstevnu í ár
sótu havnargentur í nýggj-
um báti. Og tað var eingin
ivi. Tær umborð á Sílinum
vundu burturúr kappingar-
neytunum. Talan var um
størsta róðurin av øllum.
Og eingin stóð Sílinum
kurl. Tær fingu besta start-
in, tær løgdu seg beinan-
vegin framum allar hinar
bátarnar, og munurin aftur
til Fípuna Føgru og hinar
kappingarneytarnar
bara
øktist. Tá Sílið kom á mál,
høvdu tær umborð á Fípuni
Føgru einar sjey bátslongd-
ir eftir at rógva, og frá tí at
Sílið kom á mál, og inntil
tær umborð á Broddi úr
Sumba komu á mál gingu
næstan tveir minuttir! Ei
undur í at onkur helt fyri, at
tað kundi næstan sæð so-
leiðis út, sum um Broddur
hevði róð úr Sumba og
norður til Klaksvíkar.
Goymdu seg ikki
Tá fyrsti kappróðurin á ári-
num var á Skála næstsíðsta
vikuskifti, var einki at
síggja til Sílið. Men báts-
formaðurin Inga Thorkilds-
høj avsannar, at tað var av
taktiskum áðum, at tær
goymdu seg fyri kappingar-
neytunum:
– Nei, tað gjørdu vit ikki.
Tað lá ikki fyri hjá onkrari
av okkum at rógva á Skála,
og so gjørdu vit av ikki at
taka lut. Vit vónaðu, at vit
fóru at hava møguleika at
vera við í kappingini um
fremsta plássið í Klaksvík,
men vit høvdu sjálvandi
ikki roknað við, at munurin
fór at verða so stórur aftur
til hinar bátarnar, sum hann
vísti seg at vera. Vit vóna at
vinna fleiri róðrar, men vit
rokna ikki við, at tað fer at
verða eins lætt, og tað var
hesa ferð, heldur Inga
Thorkilshøj, sum situr á
lærinum í bakborði umborð
á Sílinum.
Sammett við manningina
á Sílinum í fjør so eru
tríggjar nýggjar við í ár –
róðursmaðurin og so tvær
aðrar. Men talan er fyri tað
mesta um roynt fólk. Bara
ein av manningini á Síli-
num hevur ikki róð kapp
áður. Í miðal hava hinar róð
eini trý ella fýra ár.
– Hóast tær flestu okkara
hava róð rættuliga nógv, so
hava vit ongantíð áður
roynt at vinna. Tí vilja vit
vinna, og eg haldi, at tað
hevur eitt sindur at siga,
heldur bátsformaðurin.
Nýggja Sílið varð flotað
25. apríl. Tað er vanligt, at
bátarnir hjá Havnar Róðrar-
felag verða flotaðir henda
dagin. Manningarnar hava
oftast vant nakað framman-
undan, at bátarnir verða
drignir úr neystinum, og tað
tykist sum um tað hevur
hilnast væl hjá Sílinum.
Hvussu væl tað fer at
hilnast á Skálafjarðarstevn-
uni fæst at síggja annan
leygardag. Tað eru nógvar
manningar, sum vilja bjóða
Sílinum av. Hesa ferð var
talan ikki um serliga kapp-
ing. Fípan Fagra var klárt
nummar tvey, Ørnin var
klárt nummar trý, og Blik-
ur, sum vann ólavsøkuróð-
urin í fjør, var klárt numm-
ar fýra.
Einki er at ivast í, at
onkrar av hesum manning-
unum ætla at bjóða Sílinum
av, men tað skal nógv til,
áðrenn tað fer at eydnast.
Sjey bátslongdir frá tí frem-
sta og til tann næstfremsta
er næstan óhoyrt. Men
næstu ferð fara bátarnir
aftur at liggja stavn um
stavn, tá startskotið fer at
ljóða á Skálafjørðinum.
Sílið 20 sekund undan øllum hinum
Gentumanningin á Sílinum vant burtur úr øllum hinum, og fagnaðurin var sjálvandi øgiligur,
tá tær vóru greiðar um úrslitið
Mynd: Jens Kristian Vang
Hesa ferð vóru tað
menninir í Klaksvík,
ið lyftu tunga arvin,
sum bátsnavnið legg-
ur á tey, sum manna
bátin
6-MANNAFØR
MENN
Jóannes Hansen
Fáur man hava verið sum
Páll Fangi í kappróðri.
Søgnin sigur, at hann
megnaði at rógva ímóti ein-
ari heilari manning. Men so
skal leggjast afturat, at teir,
sum róðu ímóti honum,
ikki høvdu serligan vilja at
fáa hann aftur.
Í fjør var nýggi Páll Fangi
hjá Klaksvíkar Róðrarfelag
ofta í fremstu røð. Tá vóru
tað kvinnurnar, sum stóðu
fyri góðu avrikunum og
vístu viljan at vinna.
Leygardagin vann Páll
Fangi aftur. Men hesa ferð
vóru tað menninir, sum
stóðu fyri avrikinum og vís-
tu serliga viljan, sum skal
til.
– Vit hava ikki loyvi at
skeita til síðuna. Men eg
skal siga akkurát sum er.
Eg lúrdi, og eg dugdi at
síggja, at vit vóru væl við.
Men eg dugdi ikki at síggja,
um vit vóru fremstir. Í mín-
um eygum fingu vit góða
kapping frá Gongurólvi, og
Smyril hótti okkum av
álvara, tá vit nærkaðust
málinum. Aftanaá hava vit
skilt á lagnum, at hann kan-
ska var frammanfyri okk-
um eina løtu. Men vit
vunnu, og tað er sera huga-
ligt. Vit vóru í hvussu so er
eina hálva bátslongd fram-
manfyri Smyril, tá vit komu
á mál.
Hetta sigur Símun M.
Kerlok í Klaksvík. Hann
situr á toftini í stýriborði á
Páll Fanga, og hann er báts-
formaður.
– Vit roknaðu við, at
Smyril fór at vinna. Hann lá
vestastur. Tað vísti seg, at
bátarnir undir Norðborg
gingu so væl síðsta teinin,
men vit kneykaðu teimum,
og tað eru vit sera fegnir
um, sigur bátsformaðurin.
At Páll Fangi hevði
møguleika at vinna kom
ikki púra óvart á manning-
ina. Á Skála var Páll Fagni
við monnum fremstur:
– Tað setti mót í okkum.
Ta ferðina vóru vit fremstir
beinanvegin. Hesa ferð
gekk tað ikki so væl við
teimum fyrstu tøkunum,
men í síðsta enda gekk tað
nóg væl, tíbetur.
Í fjør gekk tað ikki væl
hjá Páll Fanga í fyrstu
róðrunum, men tað batnaði,
og bæði á vestanstevnu og á
ólavsøku vóru teir næst-
fremstir.
Sammett við í fjør er
manningin
eitt
sindur
broytt í ár. Fýra av teimum,
sum vóru við í fjør, eru
aftur í ár umborð á Páll
Fanga. Tveir hava ongantíð
róð áður, og so er ein komin
umborð, sum í fjør róði við
Fípuni Føgru. Ein av teim-
um, sum róði við seinna-
partin av kappingarárinum í
fjør, er í ár farin umborð á
Klaksvíkingin.
Tøtt kapping
Tað komu ongar almennar
tíðir frá kappingini millum
6-mannafør við monnum.
Teir høvdu trupulleikar við
klokkuni. Men talan var um
eina tætta og spennandi
kapping, sum kundi boða
frá, at tað fer at verða
spennandi á Skálafjørði-
num annan leygardag.
Smyril og Hvessingur
vóru báðir heilt frammi og
bjóðaðu av. Gongurólvur er
nýggjur, og tað kann rokn-
ast við, at hann fer at standa
seg uppaftur betur, og so
plaga Sølmundur og Strál-
an oftast at standa seg væl í
hesi kappingini. Strálan var
FM vinnari bæði í fjør og í
fyrraárið.
Páll Fangi var sær sjálvum líkur
Talan var um ein sera harðan endaspurt, har bæði Smyril og Gongurólvur góvu vinnarunum av Páll Fanga harða kapping
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
16