mikudagur 5. juni 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 104 - 5. juni 2002
VB hevur góðar vónir
undan fyrru hálv-
finaluni móti HB í
Vági í dag. Meðan
kravið hjá vágbingum
er ein sigur, fara
havnarmenn eftir ein-
um javnleiki. Bæði
liðini eru fullmannað
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Kappingin um Løgmans-
steypið er farin at halla, og
í dag, grundlógardagin,
bresta VB og HB saman í
fyrru hálvfinaluni.
Hetta er aðru ferð innan
fýra dagar, at júst hesi bæði
liðini møtast. Landskapp-
ingardysturin sunnudagin
endaði við javnleiki 0-0,
men bæði liðini høvdu
nógvar góðar málmøgu-
leikar, og dysturin var sera
góður.
Nú er tað so steypakapp-
ingin. HB má metast sum
favorittur at koma víðari til
finaluna, sum verður á
ólavsøku móti NSÍ ella
B68, sum spæla í hinari
hálvfinaluni. Orsøkin til at
havnarliðið
verður
út-
nevndur sum favorittur
undan dystinum er, at HB
hevur spælt framúr væl
higartil í landskappingini,
og enn er liðið ósigrað.
Dysturin í dag er sera opin,
men roknast kann við, at
VB fær tað sera torført í
Havn.
Kravið er sigur
Um VB skal gera sær nakr-
ar vónir um at koma í final-
una, so er kravið í dag ein
sigur.
– Eingi ivi er um, at krav-
ið hjá okkum er ein sigur,
men vit hava góðar vónir til
dystin í dag, sigur Eyðun
Jacobsen, liðformaður hjá
VB.
Hann sigur um dystin í
landskappingini sunnudag-
in, at tað avrikið vóru teir
sjálvir væl nøgdir við. Í
seinna hálvleiki hevði VB
eitt áhaldandi trýst á HB-
málið og kundi eins væl
fingið eitt mál. Tí trúgva
vágbingar uppá, at tað ber
til at koppa HB í hálvfinal-
uni.
VB liðið er fullmannað
til hálvfinaluna. Eingin
hevur leikbann, og eingin
hevur skaða at dragast við.
Tí er lagt upp til ein spenn-
andi dyst millum VB og
HB í dag.
Nóg mikið
við javnleiki
Liðformaðurin
hjá
HB
heldur, at hansara menn
kunnu vera nøgdir við javn-
leik móti VB í Vági.
– Vit fara eftir javnleiki-
num, og tað eru vit væl
nøgdir við, sigur Rúni
Nolsøe, liðformaður.
Hann leggur dent á, at tað
altíð er torført at spæla í
Vági. Vøllurin er út av lagi
vánaligur, og leikararnir
hava mangan ilt við at fóta
sær á hála undirlagnum.
Um HB fær ein javnleik í
hús, so rokna teir við at av-
gera hálvfinaluna á heima-
vølli.
HB hevur heldur ikki
nakað leikbann ella nakran
skaða at hugsa um. Jóhann-
is Joensen fekk gult kort
móti VB sunnudagin, og
tað hevur við sær, at hann
fær leikbann sunnudagin
móti B68 í landskapping-
ini, men hann er tøkur í
steypakappingini.
VB – HB, 1. hálvfinala:
Kravið hjá VB er ein sigur
B68 skal reisa seg
Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ,
heldur, at B68 er favorittur til dystin
móti NSÍ. Hann møtir nú aftur B68,
har hann sjálvur hevur spælt í trettan ár
B68 tekur í dag,
mikudagin, ímóti NSÍ
í einum framskund-
aðum landskapping-
ardysti. B68 hevur
sera tætta skrá fram
til summarfrítíðina
og skal reisa seg eftir
4-0 tapið móti B36
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Ein sera avgerandi dystur í
landskappingini verður á
Toftum millum B68 og NSÍ
grundalógardagin.
Bæði
liðini hava undan dystinum
tíggju stig eftir fimm
dystir. Hetta ger granna-
uppgerðina
enn
meira
spennandi, og væntandi
verður dysturin tættur og
harður,
sum
dystirnir
millum arvafíggindarnar
vanliga eru.
B68 tapti sín fyrsta dyst í
landskappingini sunnudag-
in, tá B36 vann 4-0 í Havn,
eftir at B68 ikki hevði tapti
ein í tveir mánaðir.
Skert álop
B68 má klára seg uttan
tveir av sínum føstu fram-
herjum. Anders Nygaard
situr framvegis uttanfyri
við skaða í fótinum, sum
hann fekk móti KÍ. Danski
framherjin var heldur ikki
við móti B36.
Arnold Joensen fekk
reytt kort ímóti B36, og
hann er tí leikbannaður í
hesum dystinum. Annars
eru allir hinir leikararnir
tilreiðar.
At tveir av føstu fram-
herjarunum ikki eru tøkir,
gevur venjaranum hjá B68
Frank Skytte mikið høvuð-
brýggj. Hann skal nú finna
nýggjar leikarar í álopið.
Móti B36 spældi Fróði
Benjaminsen sum fremsti
maður, men hetta eydnaðist
ikki væl. Í seinna hálvleiki
komu Marcello Marcelino
og Øssur Jacobsen inn í
álopið, og hesir báðir eru
tveir møguleikar, sum venj-
arin hevur í álopinum.
– Tað hevur alstóran
týdning, at vit reisa okkum
eftir tapið móti B36. Tað er
nú, at lombini verða sáldað
frá bukkunum í kappingini,
og vit skulu prógva, at vit
kunnu standa okkum í
oddinum,
sigur
Frank
Skytte.
Hann vísir á, at B68 hev-
ur eina sera tætta skrá fram
til summarfrítíðina. Í 36
dagar skal liðið spæla
níggju dystir.
Jógvan Martin
á heimabeiti
NSÍ fer við einum full-
mannaðum liði inn á Toftir.
Helgi L. Petersen hevur
verið darvaður av einum
smávegis skaða í ryggi-
num, men hann spælir nú
aftur við fullari ferð.
Jógvan Martin Olsen,
venjari hjá NSÍ, sigur, at
hansara lið sjálvandi fer
fram á vøllin og fer eftir
sigrinum.
Jógvan Martin Olsen er
sjálvur toftamaður og hevur
spælt við 1. deild hjá B68 í
trettan ár. Hann møtir nú
sínum gamla liði fyri fyrstu
ferð sum venjari hjá grann-
unum NSÍ.
– Sjálvandi er tað nakað
serligt fyri meg at møta
B68 aftur, tí eg eri upp-
vaksin á Toftum og havi
spælt við B68, men nú eri
eg venjari hjá NSÍ, sigur
hann.
Hann heldur, at B68 er
favorittur undan dystinum,
tí teir spæla á heimavølli,
og hann væntar, at B68-
leikararnir eru serliga upp-
settir, tí teir taptu so stórt í
Havn.
Robert Cieslewicz og hinir VB-leikararnir vóru teir fyrstu, ið megnaðu at taka stig frá HB í
landskappingini. Í dag bresta somu lið saman í fyrru hálvfinaluni í kappingini um
Løgmanssteypið
C
M
Y
K
18
Nr. 104 - 5. juni 2002
19
19