Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. juni 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 104 - 5. juni 2002 Nr. 104 - 5. juni 2002 21 Vaskifólk søkist Søkt verður eftir fólki at byrja 1. juli at gera reint í hølunum í Brekkutúni 1, Hoyvík, har Oljumála- stýrið og Jarðfrøðisavnið húsast. Umsóknarfreistin er 17. juni 2002. Nærri fæst at vita á telefon 357070. Spyr eftir Jette Eirikstoft. Umsóknir skulu sendast til: Oljumálastýrið Brekkutún 1 · Postsmoga 3059 · 110 Tórshavn Tlf. 357070 · Fax 357075 e-mail: oms@oms.fo Oljumálastýrið SMYRIL LINE CARGO Postsmoga 370 • 110 Tórshavn Farmadeildin søkir SØLUFÓLK Farmadeildin søkir SØLUFÓLK Søkt verður eftir sølufólki til farmadeild okkara. Uppsøkjandi søluarbeiði, herundir søla av tænastum innan farma-flutning og kundarøkt. Tann, ið settur verður, skal hava góð samstarvsevni og helst hava royndir í søluarbeiði. EDV-kunnleiki á brúkarastøði er ein treyt. Sambært avtalu. Starvið verður at seta skjótast til ber. Meira fæst at vita við at ringja tel. 345962/ 63 og spyrja eftir Jónfinni ella Heðini. Umsókn við møguligum prógvum og upplýsingum um royndir annars skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. juni 2002. Arbeiðsuppgávur: Førleiki: Løn: team85 Søkt verður eftir framleiðsluleiðara Havsbrún er eitt av størstu og tøkniliga mest framkomnu framleiðsluvirkjunum í Føroyum við 90 starvsfólkum og ein- um umsetningi uppá uml. 400 mill. kr. árliga. Havsbrún framleiðir fiskamjøl- og lýsi á Mjøldeildini, og alifóður á Fóðurdeildini. Størri helmingurin av framleiðsluni fer til út- flutnings. Vit søkja eftir einum framleiðsluleiðara til Mjøl- deildina. Vit kunnu bjóða eitt spennandi arbeiði í einum dynamiskum umhvørvi, har menningin gongur við rúkandi ferð. Arbeiðsuppgávur: Ábyrgd av framleiðsluni av fiskamjøli og lýsi, her- undir ábyrgdina av: • operatørum og framleiðslustarvsfólkum • støðugt at optimera framleiðsluna • at framleiðslutólini eru í góðum standi • at góðskukrøvini verða hildin • at menna framleiðslu og góðsku á lidnu vørunum Vit rokna við at tú hevur: • eina holla tekniska útbúgving • kunnleika til maskinur og teldur • góð samstarvsevni Umsóknir skulu verða okkum í hendi innan 24. juni 2002. Vil tú vita meiri, ert tú vælkomin at ringja til okkum ella senda teldupost. P/F Havsbrún FO-530 Fuglafjørður Tlf. 414400 • Fax 414401 E-mail: bep@havsbrun.fo Leiðari til barnagarð í Hvalvík Hvalvíkar kommuna byggir ein nýggjan barnagarð í Hvalvík,har pláss verður fyri 45 børnum í aldrinum 0–7 ár. Ætlanin er, at stovnurin letur upp 1. oktober 2002. Í hesum sambandi verður søkt eftir leiðara. Høvuðsuppgávur: • at hava leiðsluna og ábyrgdina av stovninum • at samskipa arbeiðið á stovninum • at skapa trivna á stovninum Vit sóknast eftir persóni, ið: • kann ganga á odda og dugir væl at fyrisita/leiða • dugir at arbeiða sjálvstøðugt • kann virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, foreldur og myndugleikar • er opin fyri nýhugsan Útbúgving/royndir: • námsfrøðiliga útbúgving Royndir innan leiðslu og umsiting kunnu vera ein fyrimunur. Lønar- og setanarviðurskifti: Eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Føroya Kommunala arbeiðsgevarafelag. Starvið verður at seta skjótast gjørligt. Meir fæst at vita við at venda sær til kommunuskrivstovuna, tlf. 422350. Umsóknir saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgv- ing og royndir skulu vera Hválvíkar Kommunu, 430 Hvalvík, í hendi í seinasta lagi 15. juni 2002. Hvalvíkar bygdaráð Húsavørður Kvívíkar kommuna søkir eftir húsavørði til Kvívíkar skúla og Dagstovnin. Arbeiðið Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. hesar: • at røkja bygningar og økið uttanum hesar • at hava umsjón við svimjihylinum • at gera umvælingar • at ljós, hiti og sanitetsviðurskiftini eru í lagi • at trygdarbúnaðurin virkar sambært ásettum krøvum • at halda reint og ruddiligt inni og úti • at hava umsjón við og samskipa reingerðina Førleikakrøv Umsøkjarin skal duga at arbeiða sjávlstøðugt og hava góð samstarvsevni Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv og verður sett skjótast gjør- ligt, 15. juli 2002. Løn sambært sáttmála við avvarð- andi yrkisfelag. Meiri fæst at vita Gjøllari upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Bjarna Heinesen, fyrstalærara, tlf. 211504 ella kommunuskrivstovuna tlf. 421294. Umsóknir Skrivlig umsókn við upplýsingum um starvsroyndir og møguligum viðmælum skal verða kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. juni 2002. Kvívíkar kommuna www.sosialurin.fo Aðalfundur í Oljutinginum 12. juni á Hotel Hafnia Vit bjóða til aðalfund 12.juni kl.19.00 á Hotel Hafnia. Skrá Kl. 19.00 Vælkomin, Ingvør Nolsøe, Oljutingið Kl. 19.10 Gunnbjørn Joensen: Søgan hjá P/F Thor sum veitari til føroyska og altjóða oljuvinnu Kl. 19.20 Spurningar Kl. 19.30 -Val av fundarstjóra. -Frásøgn nevndarinnar um virksemi felagsins í farna roknskaparári -Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi -Val av nevnd -Val av grannskoðara -Ymiskt Kl. 20.30 Ábit Vinarliga tekna teg til í Vinnuhúsinum á telefon 311864 - ella um teldupost: industry@industry.fo í seinasta lagi mánadagin 10.juni. Til ber at melda seg sum lim í Oljutinginum í Vinnuhúsinum. OLJUTINGIÐ Petroleum Association of the Faroe Islands Eykaaðalfundur Føroya Astma/Allergifelag hevur eykaaðalfund 8.juni, kl.14.00 í kjallaranum í MBF-húsinum,Íslandsvegur 10c. Nevndin Arbeiðsuppgávur: • ráðgeva og vegleiða borgarum um rættindi og skyldur í sambandi við almanna- spurningar • seta í verk fyriskipanir sambært forsogarlógini • ráðgeva barnaverndarnevndum • seta í verk fyriskipanir smb. barnaforsorgarlógini í samstarvi við barnaverndar- nevndirnar • gera tilráðingar í smb. við umsóknir um fyritíðarpensjónir • annað Útbúgvingarkrøv og royndir: • sosialráðgevaraútbúgving • royndir innan almenna fyrisiting • góður kunnleiki til EDV á brúkarastøði • góður málburður í føroyskum, bæði munnliga og skrivliga Um deildina: Arbeiðsøkið hjá økisdeildini er ráðgeving og vegleiðing í persónligum og forsorgarligum spurningum, og støðutakan til og fyriskipan og avgreiðsla av veitingum og tiltøkum smb. forsorgar- og barnaforsorgarlógunum. Á deildini arbeiða 8 fólk. Lønar- og setanartreytir: Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið í bólki 5. Nærri upplýsingarr um starvið fáast við at venda sær til Egil Olsen, deildarleiðara, á tlf. 448260. Umsókn: Umsókn við avriti av prógvum o. ø. skulu sendast til: Almannastovuna Postsmoga 3096 110 Tórshavn Umsóknarfreist: 21. juni 2002, kl. 12.00 Vinarliga merki brævbjálvan »Sosialráðgevi Eysturoy«. Almannastovan Jónas Broncksgøta 27 – Postrúm 3096 Tlf. 315480 – Telefax 318850 FO-110 Tórshavn Sosialráðgevi Eitt starv sum sjúku- og barnsburðaravloysari fyri sosialráðgeva við tænastu á økisdeildini í Eysturoy er leyst at seta sum skjótast og inntil 15. februar 2003. Pedagogur til útibarnagarðin TERNAN Leirvíkar kommuna søkir eftir pedagogi til útbarna- garð at arbeiða fulla tíð. Byrjað verður eftir summarfrítíðina 12. august 2002. Dámar tær væl at vera úti í náttúruni og ynskir tú nýggjar avbjóðingar,er hetta kanska nakað fyri teg. Lønin er samb. sáttmála millum Føroya Pedagog- felag og Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran á tlf. 443125 ella 215125. Skrivlig umsókn við avritum av møgulgium prógv- um skal verða kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. juni 2002. Um ongin skikkaður umsøkjari er, verður hjálpar- fólk sett í tíðaravmarkað starv. Leirvíkar Kommuna Postrúm 42 520 Leirvík Sosia urin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið C M Y K 21 20