Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 105 - 6. juni 2002 Nr. 105 - 6. juni 2002 3 At hundar ganga leys- ir, vísir seg at vera ein afturvendandi trupulleiki fleiri stað- ni í landinum. Tað letur eisini til, at tað í fleiri førum, eru teir somu hundarnir, sum ganga aftur. Ein lóg er, sum hundafangar- ar kring landið hava at ganga eftir, men ikki altíð er tað so lætt at fanga hundar- nar LEYSIR HUNDAR Solby A. Eliasen Klaksvík: Nógvir hundar ganga leysir, og tað er til miklan ampa fyri nógv fólk. Andrass Joensen, hunda- fangari í Klaksvík, sigur, at leysir hundar eru ein stórur trupulleiki í kommununi. Hann sigur eisini, at hetta er ein afturvendandi trupul- leiki, sum tykist at vera sera torførur at loysa. – Nógv fólk eru bangin fyri hundum, og kanska serliga eisini bangin fyri, at hundarnir skulu gera seg inn á eitt nú børn, tí vit vita jú øll, at børn vilja fegin kela fyri hundunum, sum tey síggja, greiðir Andrass frá. – Onkuntíð boða fólk sjálvi frá, at ein hundur gongur leysur. Og onkuntíð hava fólk simpulten tikið hundin sjálvi og bundið hann, og so ringja tey til mín, sigur Andrass, sum ikki dylir fyri, at hann held- ur, at summi fólk, sum kan- ska eru vorðin troytt av teirra hundi, gera sær dælt av, at teir verða avlívaðir, um teir ikki verða avheint- aðir. – Men tað er ikki altíð, at eg fangi teir. Eru tað teir somu hundarnir, so kenna teir meg aftur, tá teir síggja meg, og so renna teir undan. Tá ein hundur er tikin, verður hann koyrdur inn í eitt hús, sum kommunan hevur til tað sama. Har verður hundurin so passað- ur inntil eigarin kemur eftir honum. Men tað er ikki ókeypis. Fyri tað fyrsta, skal eigarin rinda eitt upp- tøkugjald, sum er 300 krón- ur, og so fær hann eisini eina bót fyri at hava brotið hundalógina. Um hundurin stendur inni meira enn eitt samdøgur verða 125 krónur eyka um døgnið lagdar afturat. Og verður hundurin ikki avheintaður innan trð samdøgur, so verður hann avlívaður. Henda manna- gongdin verður nðtt alla- staðni í landinum, tá ein leysur hundur verður tikin. Tá tíkir ganga á illum... Andrass vísir eisini á, at tá tíkir ganga á illum, er tað serliga ringt. Tá royna tey, sum eiga tíkina kanska at halda hana innandura, men allir hannarnir, sum ganga leysir tevja seg fram til tík- ina og ganga so og gnaga bæði úthurðar og alt annað kring húsið, sum teir kunnu fáa fatur á. – Tá er tað so ikki tey, ið eiga tíkina, sum hava feilin, men hundaeigarar, sum loyva hundunum leysar út, sigur Andrass, sum veit at siga um nøkur fólk, sum áttu eina tík, ið gekk á ill- um. – Tá kom ein hundur har, og hann gjørdi so nógvar ónáðir, at fólkini tóku hann inn og koyrdi hann inn á WC -ið í kjallaranum, og so ringdu tey eftir mær. Tá eg so kom, og vit fóru inn eftir hundinum, ja...tá skuldi tú sæð WC-ið. Hundurin hevði so raserað tað til. Tað sá ræðuligt út inni har, greiðir Andrass frá. Andrass er blivin bitin tvær ferðir av hundum, sum hann hevur tikið, men tað hevur tó ikki verið nakað álvarsligt. Hann veit heldur ikki um nakra hending, har hundur hevur lagt á nakran og nakað álvarsamt er hent, tíbetur. Men hann sigur seg eisini stúra meira fyri hesum stóru hundunum, sum verða innfluttir. tí um ein tílíkur hundur leggur á eitt barn, so er ikki lukkuligt. Andrass heitir so staði- liga á hundaeigarar, um ikki at loyva hundunum út einsamallir, tí tað er ikki loyvt at hundar ganga leys- ir, og tað er eisini til miklan ampa fyri fólk. Fólk líkaglað Frá politistøðini í Runavík frættir Sosialurin, at leysir hundar eru eisini ein trupulleiki í Eysturoynni. Har er ein hundafangari, sum er í Fuglafirði, Gøtu, Leirvík og úti á Skálafirði- num, men tað er tað sama sum í Klaksvík. Tað er tor- ført at fanga allar hundar- nar, sum ganga leysir. Ser- liga tá, tað eru teir somu, sum ganga aftur. – Fólk eru líka glað. Tey leggja ikki serliga nógv í hundarnar hjá sær, tá teir bara ganga soleiðis fyri vág og vind, sigur vakthavandi á politistøðini í Runavík. Vakthavandi sigur eisini, at tað hava verið onkrir trupulleikar av leysgang- andi hundum nú undir lembingini, og so hava hundarnir eisini gjørt seg inn á gæs. Frá løgregluni í Tórshavn frættir Sosialurin, at trupul- leikin eisini er stórur har. Vakthavandi sigur, at løg- reglan fær javnan fráboðan- ir frá fólki um, at hundar eru leysir. Serliga ofta gera fólk vart við, at hundarnir renna eftir børnum, og so verða fólk sjálvandi upp aftur meiri ørkymlað og bangin fyri hesum hund- unum. Ikki hevur tað tó verið so nógv av at hundar gera seg inn á eitt nú havar og tílíkt. Tá er tað mest seyður, sum kanska er sloppin úr onkr- ari trøð onkunstaðni, sum ger ónáðir. Men hóast tað kann verða dðrt at fáa hundin leysan aftur, aftan á at hann er tikin upp, so let- ur tað ikki til, at nakar bati er at hóma í málinum. Tórshavnar Kommuna hevur ein aktingarmann, sum hevur til uppgávu at taka sær av øllum slíkum, sum hevur við leysgang- andi djór at gera. Eisini skal aktingarmaðurin taka sær av trupulleikum, sum til dømis rottur. Vakthavandi sigur at enda, at í Nólsoy er trupul- leikin við leysum hundum sera stórur. Løgreglan hev- ur verið úti í Nólsoy, men tað gongur bert stutt tíð, so er søgan tann sama aftur. Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá kæra mamma, vermóðir, omma og langomma okkara Mia Skarðhamar doyði og varð jarðað. Familjunnar vegna Helen og Johan Leysir hundar afturvendandi trupulleiki Leysir hundar eru til miklan ampa fyri nógv fólk – Almannamál hava í flestu førum ógvuliga stóran týdning fyri nógv fólk, men kunnu verða partapolitiskt trupult at fremja, og tá er gott, at um breið semja er í tinginum. Andstøðan hevur longu gjørt vart við, at hon tekur undir við stórum parti av tí, sum stendur í sam- gonguskjalinum, so tað boðar frá góðum, sigur nýggi lands- stýrismaðurin í al- mannamálum, Páll á Reynatúgvu POLITIKKUR Turið Kjølbro – Kjølurin í mínum arbeiði sum landsstýrismaður í al- mannamálum verður sam- gonguskjalið, sigur Páll á Reynatúgvu, ið eftir fýra ár sum løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin, nú tekur við sum landsstýrismaður. Orðingarnar, sum verða brúktar í samgonguskjali- num, eru savnandi, heldur nýggi landsstýrismaðurin. – So langt tað ber til, fari eg at byggja brúgv ímillum samgongu og andstøðu. Andstøðan hevur longu gjørt vart við, at hon tekur undir við stórum parti av tí, sum stendur í samgongu- skjalinum, so tað boðar frá góðum. Almannamál hava í flestu førum ógvuliga stór- an týdning fyri nógv fólk, men kunnu verða parta- politiskt trupult at fremja, og tá er gott, um breið semja er í tinginum, sigur hann. Stór mál Framtíðar eftirlønarskipan hoyrir eisini inn undir málsøkið hjá landsstýris- manninum í almannamál- um. – Hetta er kanska tað týdningarmesta málið hjá hesi samgonguni at røkka og skal helst fremjast rími- liga tíðliga í valskeiðnum. Hvønn leist vit velja, er ikki til at siga enn, men í sam- starvi við landsstýrismann- in í arbeiðsmarknaðarmál- um og landsstýrismannin í fíggjarmálum fara vit at finna eina loysn, har ar- beiðsmarknaðurin og land- ið bera eina ábyrgd. Sam- gongan og helst eisini and- støðan skulu góðtaka fram- tíðar leistin, sigur Páll á Reynatúgvu. Eitt mál í samgongu- skjalinum verður at gera al- mannaverkið einfaldari og betri. Fólk, ið gerast heft at almannaverkinum, skulu í størst møguligan mun stuðlast at koma úr aftur skipanini. – Langsiktaða ætlanin er gera nýggja sosiallóggávu frá grundini, men tað verð- ur ikki gjørt eftir einum degi, sigur Páll á Reyna- túgvu. At stovna døgnrøkt, sum allir flokkar í valstríðnum tóku undir við, verður eitt tað fyrsta, sum farið verður í gongd við. – Hetta er eitt sera týd- ningarmikið og skjótt mál at fara undir. – Eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar. Her eru ymsar fyrireikingar neyðugar, og tær verða gjørdar í samstarvi við kommunurnar, landsstýris- mannin í kommunumálum og landsstýrismannin í fíggjarmálum. Hvussu nógvir pengar fylgja við, er ov tíðliga at siga enn, men til økið er yvirtikið, verður ein játtan, har kommunur kunnu søkja um stuðul úr til bygging av ellis- og røkt- arheimum. Kommunurnar skulu sjálvar taka stig til byggingina sambært sam- gonguskjalinum, sigur Páll á Reynatúgvu. Tjóðveldisflokkurin hev- ur áður nevnt, at hóskandi er at brúka umleið 25 mió. krónur um árið til bygging av ellis- og røktarheimum. – Vit vóna, at talið verður so høgt, men eg tori ikki at læsa meg fastan í eina ávísa upphædd. Heldur vil eg brúka orkuna uppá at fáa økið at virka, at fáa so nógv akutt pláss sum til ber og fyrireika yvirtøkuna. Mest sum allir flokkar gjørdu mest vart við tørvin á fleiri ellis- og røktarheimum undan valinum, so eg rokni við, at tað fer at eydnast at stovna fleiri pláss, sigur Páll á Reynatúgvu. Almannamál eiga at verða løgd nærri brúkara- num og ein háttur at gera tað er at leggja umsitingina út um landið. – Hetta er ikki einfalt og tað elvir ofta til stríð, tá ið uppgávur verða lagdar út, men eg eri sannførdur um, at ymsir møguleikar eru, sigur Páll á Reynatúgvu. Trupult avgerð Almannaøkið er millum tyngstu og dýrastu uppgáv- urnar at umsita í landsstýri- num, og Páll á Reynatúgvu viðgongur, at tað var ikki lætt at gera av, um hann skuldi taka við sessinum ella ikki. – Eg havi nógv atlit at hugsa um, bæði sum borg- arstjóri í Sands kommunu, sum løgtingsmaður og sum familjumaður. Eg eigi tvær lítlar døtur, sum eg havi verið nógv heimanifrá í mínum politiska arbeiði, og sum landsstýrismaður verði eg ikki minni heimanifrá. So har var nógv at hugsa um, áðrenn eg tók avgerð- ina, men at fáa so góðan stuðul frá einum samdum tingbólki vigaði tungt. Men eg veit, at míni bygdafólk eru vónbrotin, at eg fari frá tí positiva arbeiðinum, sum er farið í gongd í Sands kommunu. At ferðast úr heimbygd- ini, Sandi, hvønn morgun til arbeiðis í Havn, metir Páll á Reynatúgvu ikki verða ein trupulleika, tí samferðslan er góð. Sum løgtingsmaður hev- ur Páll á Reynatúgvu gjørt vart við seg í nógvum viðurskiftum, ið eru meiri lokalpolitisk enn lands- politisk. Spurdur um tað verður trupult at fara inn á ein heilt annan politiskan pall, nú hann er settur at tæna øllum Føroya fólki, sigur hann, at tað roknar hann ikki við. – Politikkur er altíð ein spurningur um at royna at vaksa í tí lendi, sum er møguligt. Ein politikari, sum er valdur í Suður- streymoy, hevur einki bein- leiðis gagn av bert at hála til Suðurstreymoy. Tá eru tað ofta tær størru linjurnar, sum gera seg galdandi. Hetta sama er galdandi fyri ein landsstýrismann uttan mun til, hvar hann er vald- ur. Hann hevur ábyrgdina av sínum málsøki galdandi fyri alt landið, og tað fari eg at gera so samvitskufult sum eg nú einaferð kann, sigur Páll á Reynatúgvu, sum leggur afturat, at Sand- oyggin ikki verður gloymd av teirri grund. Miðar eftir at savna tingið um almannamál – Politikkur er altíð ein spurningur um at royna at vaksa í tí lendi, sum er møguligt, sigur Páll á Reynatúgvu C M Y K 3 2 SMYRIL LINE Tel 34 59 00 878,- fyri hvønn úr einans ... 1.149,- Gisting á hotelli 2002 w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o Shetland Cruise Shetland Cruise e-mail: booking@smyril-line.fo summarið Gisting á vallaraheimi Privat gisting 746,- fyri hvønn Farið verður av Havnini mánadag og komið verður aftur mikudag Nógvir handlar hava opið týsdag til kl. 18.30 Á farstøðini í Lerwick er møguleiki fyri at lata inn viðføri til varðveitslu til frá- ferðina hjá Norrönu Hvørt týskvøld frá kl. 18.30 - 24.00 verður skipað fyri útferð til m.a. Central Mainland og Scalloway. Vitjað verður á fleiri áhugaverdum støðum har m.a. verður sýnt fram hetlendskt handverk. Eisini er høvi at njóta eina hetlendska máltíð. fyri hvønn (í lágárstíð) (í lágárstíð) (í lágárstíð) úr einans ... úr einans ... Gisting á hotelli Gisting á hotelli Gisting á vallaraheimi Gisting á vallaraheimi Privat gisting Privat gisting Ring og hoyr nærri ! 878,- 746,- 1.149,- team85