hósdagur 6. juni 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 106 - 7. juni 2002
Nr. 106 - 7. juni 2002
3
MENTANARNÁTT
Tíðindaskriv
Í kvøld, fríggjadagin 7. juni
hava handlarnir í SMS opið
til kl. 24.00 - tó hevur
Miklagarður bert opið til
kl. 20.00.
Hetta serliga titlak hevur
verið nýtt í londunum kring
okkum í fleiri ár.
Vit í Havnini royndu
hetta fyrstu ferð í fjør.
Tá eydnaðist tiltakið ser-
stakliga væl. Undirhald var
á
Torginum
frá
seint
seinnapartin til beint eftir
kl. 23.00, og húsið var á
tremur við fólki allan dag-
in; heilt fram til eftir
miðnátt. Eins og í fjør verð-
ur hetta kvøldið rópt, Ment-
anarnáttin.
Aftur í ár vera nógv
mentanarlig tiltøk á Torgin-
um og annars í SMS í sam-
bandi við Mentanarnáttin.
Tiltøkini byrja kl. 16.00,
tá ið klovnurin Hannibal,
sum vit øll kenna, og ikki
minni kenda systkinabarn
hansara, Nøffélina, undir-
halda á pallinum. Kl. 18.00
fara Fjotti og Bobo at
undirhalda fyri børnum og
ungum.
Kl. 19.00 verður tann í
Føroyum heimskendi sang-
arin, Brandur Enni, á pall-
inum. Hann fer at syngja
løg úr nýggju fløgu síni
"Waiting in the Moon-
light". Beint eftir fram-
førsluna skrivar hann auto-
grafar í 3-arinum.
Seinni
sama
kvøldið
verður tónleikur og annað
undirhald fyri bæði ung og
eldri á skránni. Tá fara m.a.
Jens
Marni,
Pauli
og
Ólavur, Janus og Vagnur,
leikarar úr leikbólkinum
Spírum og onnur á pallin,
sum er settur upp á einum
avmarkaðum øki av Torg-
inum. Kl. 21.30 verður
eisini upplestur og sangur í
Bòkasøluni. Millum teirra
verða Unn Patursson, sum
syngur egnar sangir, Sólrun
Michelsen lesur upp og
næmingar á skriviskeiðin-
um hjá Rakel Helmsdal
lesa egnar tekstir.
Í sambandi við tiltakið
verða borð og stólar settir
upp á Torginum, soleiðis at
tey vitjandi kunnu seta seg
niður við einum kaffimunni
ella onkrum øðrum úr
Perluni.
Skráin:
Kl. 16.00:
Klovnurin Hannibal og
systkinabarnið Nøffélina
undirhalda
Kl. 17.00:
Klovnurin Hannibal og
systkinabarnið Nøffélina
undirhalda
Kl. 17.30:
Føroya Klarinettorkestur
spælir
Kl. 18.00:
Fjotto og Bobo undirhalda
Kl. 19.00:
Brandur Enni syngur. Hann
Skrivar autografar í 3-
arinum aftaná.
Kl. 20.00:
All That Rain spæla
Kl. 21.00:
Jens Marni, Pauli Magn-
ussen og Ólavur Øster
spæla
Kl. 21.30:
Sangur við Unn Patursson
og upplestur við Sòlrun
Michelsen og næmingum
hjá Rakel Helmsdal í
Bókasøluni!
Kl. 22.00:
Leikarar úr leikbólkinum
Spírum framføra skemt
Kl. 23.00:
Janus
Kampmann
og
Vagnur Streymoy syngja og
spæla
Hygg eisini á www.sms.fo
http://www.sms.fo
Jóannes Nolsøe
á konsertferð
Orgulkonsert í Fuglafjarðar kirkju
týskvøldið 11. juni kl 20:00
ORGULKONSERT
Tíðindaskriv
Jóannes Nólsøe fer at
hava fýra orgulkonsertir
í næstum í Føroyum.
Tann fyrsta verður í
Christianskirkjuni leyg-
ardagin 9. juni kl. 16:00,
Fuglafjarðar kirkju týs-
dagin 11. juni kl. 20:00,
í Vesturkirkjuni hós-
dagin 13. juni kl. 20:00
og í Vágs kirkju sunnu-
dagin 16. juni kl. 16.
Jóannes tók lærara-
prógv frá Føroya Lær-
araskúla í 1967, var
lærari í mong ár í
Kommunuskúlanum í
Havnini og í Vágs skúla.
Hann var á málskeiði í
Týsklandi 71- 1972,
ársskeiði á DLH 76 - 77
í sangi og tónleiki,
organistur í Havnar kirkju frá 70 - 1983, Vágs kirkju
83 - 97, á tónlistaskúlanum í Trondhjem 89 - 1991
og organistur í Hulsig kirkju og hjálparorganistur í
Skagens kirkju frá 1997.
Konsertkrá:
J. S. Bach (1685-1750):
Præludium, G-dur
César franck (1822-1890):
Fantaisie, C-dur op. 16
D. Buxtehude ( 1637-1707):Vit halgan anda
biðja nú
Præludium, E-dur
(BuxWV 141)
W. A. Mozart (1756 - 1791): Andante,
F-dur (K 616)
H. J. Højgaard (1904-1992):Á morgni árla vit
Guði lova
J. Waagstein (1879-1949)
Signaða sól
J. Waagstein:
Vár við lýggjum vindi
J. Waagstein:
Tíðin
rennur
sum
streymur á
J. S. Bach (1685-1750):
Præludium og fuga,
G-dur (BWV 541)
Jens Mortan Mortensen setti tey føroysku løgini hjá
H. J. Højgaard og Jógvan Waagstein út fyri orgul.
Mentanarnátt í SMS
ÚTGÁVA
Turið Kjølbro
Gott og væl 200 danir
afturat hava fingið heið-
urin at koma í nýggjastu
útgávuna av Kraks Blå
Bog 2002/3, sum kom út
fríggjadagin
í
farnu
viku. Kraks Blå Bog er
mest endurgivna hand-
bókin í Danmark og er
komin út á hvørjum ári
síðani 1910. Í nýggjastu
útgávuni
eru
sostatt
7938 fólk nevnd og
umrødd, danir, grøn-
lendingar og føroyingar,
sum eru á lívi í dag.
Millum tey 212, sum
hesa ferð eru sloppin
upp í part, kunnu vit
nevna Sebastian, sang-
ara og tónasmið, Sanne
Salomonsen, sangara,
Naser Khader, fólka-
tingslim, Mette Fugl,
journalist, Elsebeth Eg-
holm,
journalist
og
rithøvund, Tove Fergo,
krikjumálaráðharra og
prest, og Nicolaj Koper-
nikus, sjónleikara.
Bókin kostar umleið
1265 krónur.
Stóra árliga summar-
framsýningin letur
upp í Norðurlanda-
húsinum í morgin og
í hesum sambandi er
vakurt bókaverk
komið út
LIST
Turið Kjølbro
Í annað kvøld letur árliga
summarframsýningin upp í
Norðurlandahúsinum
í
Havn. Framsýningin eitur
Sjón í havi, telur átta lista-
fólk, ið umboða nútíðarlist,
fýra teirra búgva uttan-
lands. Í tíðindaskrivi verður
sagt, at í ár er dentur lagdur
á at vísa list, sum umboðar
tað nýggja, sum vísir fram
eftir og er nýskapandi. Øll
átta myndlistafólkini eru
uppi í okkara mest etabler-
aðu listafólkum, ið vísa
sína list bæði her heima og
úti í verðini. Tað er sjáld-
samt at síggja eina so stóra
framsýning við samtíðarlist
her á landi. Tey mætastu av
teimum, sum ganga nýggj-
ar leiðir, fylla at kalla alt
Norðurlandahúsið.
Í forhøllini sýna Hans
Pauli Olsen og Hansina
Iversen fram. Hann tvær
gyltar standmyndir við
sveimandi
menniskja-
kroppum í stórari stødd, og
hon sansaligar og kenslu-
bornar myndir. Dansistov-
una býta Hanni Bjartalíð og
Sigrun G. Niclasen ímillum
sín. Hann sýnir fram sínar
smáu málningar av menn-
iskjafigurum
og
hon
sermerktu málningar við
súmbolum og dreymum.
Astri Luihn sýnir fram í
Klingruni myndir, málaðar
á linoleumsplátur, vakrar
og inniligar. Eyðun av
Reyni og Kári Svensson
fylla stóra veggin í Klingr-
uni við stórfingnum máln-
ingum, og at enda Anker
Mortensen innast í Klingr-
uni við eyðkenda, nýskap-
andi myndamáli.
Summarframsýningin
er
opin til ólavsøku. Tá fer
hon út at ferðast. Leiðin
gongur til Íslands, Svøríkis,
Álands og Týsklands.
Bókaverk
Í sambandi við hesa for-
kunnugu
framsýningina,
verður bókaverk givið út á
trimum málum um hesi átta
listafólkini,
sum
Eva
Furseth hevur skrivað. Eva
er listafrøðingur. Hon er
uppvaksin í Vestmanna,
hevur føroyska mammu og
norskan pápa. Í dag starvast
hon sum myndlistafrøð-
ingur á stóra savninum fyri
altjóða og norska sam-
tíðarlist í Oslo, sum eitur
Museet for Samtidskunst.
Fyrst í bókini er almenn-
ur inngangur um menn-
ingina í føroyskar myndlist.
Har sigur høvundurin eitt
nú, at samtíðarlistin í Før-
oyum er óvanliga rík, tá ið
hugsað verður um, at bara
sløk 48.000 fólk eru í Før-
oyum og at myndlistin ikki
sá dagsins ljós í Føroyum
fyrr enn seinast í 1800-
talinum. Høvundurin lýsir
síðani tey átta fólkini og
avrik teirra í teksti og
myndum. Malan Johanne-
sen hevur týtt til føroyskt
og Chris Saunders til enskt.
Vasti í Klaksvík hevur
staðið fyri grafiska design-
inum og Norðurlandahúsið
í Føroyum er útgevari.
Bókin kostar 100 krónur.
Summarframsýningin og
Mentanarnátt í Norður-
landahúsinum
verður
í
annaðkvøld 7. juni kl.
22.00. Karin Kjølbro, for-
kvinna í stýrinum í Norð-
urlandahúsinum,
letur
framsýningina
upp,
og
Magnus Johannesen trio
spælir.
Samtíðarlist og bókaverk
SANGUR
Tíðindaskriv
Mikudagin komu 41 fólk
frá Kirkjukórinum á Ólavs-
vík á Suðurlandinum í
Íslandi til Føroya. Ferðin
kom í lag, tá ið Vestmanna
kirkjukór í mai 2001 vitjaði
føroysku dagarnar á Ólavs-
vík.
Ferðalagið fór hósdagin
útferð í Eysturoynni og í
Norðstreymi, eitt nú fóru
tey til Gjár, Gøtu, Elduvík
og Kollafjørð.
Í dag er ætlanin at vitja
ymsastaðni í gomlu Havn-
ini, har Heri Joensen, prest-
ur, sum hevur íslendska
konu, fer at vísa teimum
runt.
Í morgin, leygardagin kl
17 fer kórið at hava eina
almenna kirkjukonsert í
Vesturkirkjuni.
Sunnudagin verður allur
dagurin nýttur í Vestmanna,
sum eisini er vinarbýur hjá
Ólavsvíkar
kommunu.
Vestmanna kirkjukór og
Kirkjukórið úr Ólavsvík
koma í felag at syngja undir
gudstænastuni í Vestmanna
kirkju. Prestarnir i Vest-
manna og í Ólavsvík fara í
felag at hava gudstænast-
una. Á middegi bjóðar
Vestmanna Kommuna gest-
unum úr Ólavsvík ábit.
Gestirnir eru bodnir undir
Vestmannabjørgini, og út á
dagin verður almenn kon-
sert í skúlaaulini.
Mánadagin fer ferðalagið
aftur til Ísland.
Syngjandi frændur á vitjan
Nýggj Blá Bók
Seinasta fríggjadag
endaði breytar-
arbeiðið í skúlanum
við Ósánna við einum
tiltaki, har lagt varð
upp til, at allar fýra
breytirnar komu við
hvør sínum ískoyti til
endaløtuna
BREYTIR
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Hetta brátt farna
skúlaárið hava fýra breytir
koyrt, sum ein partur av
tíggjunda flokki í skúlan-
um við Ósánna. Ein Sam-
felags- og Húsarhaldsbreyt,
ein Ítróttarbreyt, ein Hand-
verk og List breyt og ein
KT breyt.
Tey hava arbeitt við
ymiskum gjøgnum árið. Til
sjálva endaløtuna hevði
Handverk og List breytin
dekkað eitt borð. Tey høvdu
gjørt alt sjálvi, dúkar, borð-
prýði og alt, sum har til
hoyrir.
- Tað sá virkuliga gott út
hjá teimum. Eitt sindur
rokaligt, men ordiliga ung-
dómsligt, sigur Tina Purk-
hús, ein av breytalærar-
unum. Hon leggur dent á, at
tað skuldi verða nakað,
sum tey sjálvi høvdu gjørt,
og tað besta við tí var, at tað
sást aftur í stílinum.
Samfelags- og Húsar-
haldsbreytin
gjørdu
so
matin til løtuna. Og tað var
ikki eiti á. Tey gjørdu mat
úr einum seyði, sum tey
sjálvi vóru við til at fletta í
heyst.
Kristina Lutzen, lærari í
Húsarhaldsbreytini, greiðir
frá, at tey gjørdu blóðpylsu
og rullupylsu og tílíkt bein-
anvegin tá, men so ístaðin
fyri at heingja kjøtið upp,
so frystu tey tað. Og nú
varð tað so uppaftur tikið.
Og tey fingu væl burturúr.
Við góðari hjálp frá einum
av teirra lærarum, sum
eisini er útbúgvin slaktari,
høvdu tey útbeinað eitt
tjógv og ein bógv, og skóru
páleggið niður á føt. So
høvdu tey eisini kjøtfars
við hvítleyki og reyðum
piparfruktum,
sum
var
koyrt í páleggið. Tá hevði
onkur skemtandi tikið til,
hvar hesin seyður mundi
havt gingið, síðani tað vóru
reyðar piparfruktir í. Eisini
høvdu tey bakað pitabreyð,
bollar og annað gott.
Men ikki kundi tey bara
eta og eta, tey máttu eisini
røra seg eitt sindur, og tað
tók Ítróttarbreytin sær av.
Tey høvdu millum annað
ein sang, sum tey kallaðu
"motiónssangurin".
KT
breytin
hevði
í
gjøgnum alt árið millum
annað arbeitt nógv við
myndum. Tey høvdu tikið
myndir av øllum breytar-
arbeiðinum
í
gjøgnum
skúlaárið. So høvdu tey
lært seg at nýta eitt forrit á
telduni, har tey kundu
broyta
myndirnar
og
útsjóndina á teimum, sum
vóru á myndunum.
- Tað var sera stuttligt at
síggja, hvussu nógv fólk
vóru broytt. Summi kendu
vit als ikki aftur, greiðir
Tina frá.
So KT breytin hevði eina
lítla myndaframsýning fyri
floksfeløgum og lærarun-
um.
Tíggjunda
flokkarnir
hava seinasta skúladag í
dag, og so verður farið í
holt
við
próvtøkurnar.
Prógvini verða handað hós-
kvøldið 27.06.02.
Arbeiðið gingið væl
Tina Purkhús sigur, at øll,
sum hava verið við í
breytararbeiðinum – tað
veri seg bæði lærarar og
næmingar - lata væl at, so
tað verður heilt avgjørt á
skránni komandi skúlaár.
Hetta var fyrstu ferð, at
tílíkt breytararbeiði er roynt
á skúlanum við Ósánna, so
tað sigur næstan seg sjálvt,
at onkrar smáar broytingar
verða til komandi ár.
- Men leisturin verður so
í øllum førum tann sami,
sigur Tina Purkhús at enda.
Skúlin við Ósánna:
Breytir endaðu
Endaløtan varð hildin inni í eini av skúlastovunum hjá tíggjunda flokkunum
62 børn fara í fyrsta
flokk í Klaksvík
komandi skúlaár
SKÚLI
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Tað verða so-
statt tríggir fyrstu flokkar,
tá skúlarnir byrja aftur
mánadagin 19. august.
Tveir verða í skúlanum á
Ziskatrøð og ein í skúl-
anum við Ósánna. Fyrstu
flokkarnir í skúlanum á
Ziskatrøð ganga í skúla
fyrrapartar, meðan tey í
skúlanum við Ósánna eru í
skúla seinnapartar. Hetta
kemur av hølistrupulleik-
um. Fyrstu og annar flokk-
arnir
í
skúlanum
við
Ósánna deilast um skúla-
stovurnar, og tí er ikki gjør-
ligt at hava fyrsta flokk um
morgunin eisini. Tað eru í
dag tveir annar flokkar í
skúlanum.
Børnini, sum skulu byrja
í fyrsta flokki fara tó ikki í
skúla fyrr enn mikudagin
21. august, meðan hini
børnini sum nevnt fara 19.
august.
Tríggir fyrstu
flokkar í summar
C
M
Y
K
3
2
Rederiet A.P. Møller
beskæftiger over
60.000 medarbejdere
og har kontorer i mere
end 100 lande.
A.P. Møller flåden
tæller over 250 skibe på
omkring 12 millioner tons
dødvægt, og omfatter
container-, tank-, bulk-
og forsyningsskibe,
samt specialskibe og
borerigge.
I Rederiet A.P. Møller
får du en maritim leder-
uddannelse med en
verden af muligheder.
Maritim Lederuddannelse
Officersaspirant
hos A.P. Møller
DU søger udfordringer og karrieremuligheder i et
internationalt miljø
- har hænderne og hovedet skruet rigtigt på
- har en studentereksamen, HTX, HF eller HHX med
matematik eller tilsvarende gymnasialt niveau.
- er i almindelig god fysisk form og ikke farveblind
VI tilbyder dig en udfordrende og af-
vekslende uddannelse og karriere
som skibsofficer og kommende
Maritim Leder i Rederiet A.P. Møller.
Uddannelsen kan påbegyndes d. 29. juli
2002 samt primo januar 2003, og foregår
som en kombination af teoretisk uddan-
nelse ved Svendborg International
Maritime Academy (SIMAC) og sejlpraktik
i Rederiets skibe.
Rekvirer materiale og ansøgningsskema ved:
A.P. Møller Marine Department
Telefon +45 63 21 21 00
E-mail: cadet@maersk.com
Eller besøg vores hjemmeside med information og
ansøgningsformular: www.maritim-leder.dk