Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 105 - 6. juni 2002 Nr. 105 - 6. juni 2002 9 Ungdómsorkestrið hjá Musikskúlanum í Vágum er á konsert- ferð í London. Ætlan- in er at halda fýra konsertir í heims- býnum KONSERTFERÐ Edvard Joensen Flogvøllurin: Saman við tveimum lærarum eru 24 næmingar, sum manna Ungdómsorkestrið hjá Musikskúlanum í Vágum, á konsertferð í London. Fýra konsertir verða hildnar á ferðini. Martin Pollard, leiðari á musikskúlanum í Vágum, er ferðaleiðari, saman við Steve Foggin, sum stjórnar Orkestrinum. Teir eru báðir bretar, so valið var lætt, tá gerast skuldi av, hvar farast skuldi, sigur Martin Pollard. Eisini hevði sera væl- eydnaða ferðin, Ungdóms- orkestrið gjørdi til Íslands í fjør, hildið teimum væl til at gera enn eina uttanlands- ferð at sýna, hvat tey duga, eins og at síggja og læra nakað nýtt, sigur hann. Farið varð úr Føroyum mánadagin, og ferðast varð um Keypmannahavn til London, har tey fara at verða til til leyardagin, tá farið verður aftur til Keyp- mannahavnar, har steðgað verður eitt samdøgur, áðr- enn komið verður aftur til Føroya. Martin Pollard sigur, at hann metir tað sum eitt gott hugskot at gera ein slíkan túr við ungu næmingunum. Á tann hátt hava tey nakað at arbeiða fram ímóti, með- an vant verður allan vetur- in, eins og tey sleppa at síggja fremmandar mentan- ir, og sleppa at royna sín málførleika, sigur hann. Tey møta nýggum vinum og fáa eina almenna upp- læring av hesum, heldur musikskúlaleiðarin í Vág- um. Við fullum musikki til London Julianna Foldbo í Havn vann ferðina, sum Javnaðarflokkur- in lutaði burtur í samband við, at til bar at senda spurnar- bløð inn aftur til flokkin undan løgtingsvalinum VINNINGUR Familjan Foldbo í Brøttu- brekku í Havn vann millum 1.200 luttakarar lutakastið um ferðina, Javnaðarflokk- urin lutaði burtur undan løgtingsvalinum. Týsdagin var 10 ára gamla Gudrun saman við mammuni, Juli- onnu, á Gamla Apoteki, har Jóannes Eidesgaard, for- maður Javnaðarfloksins, handaði teimum vinningin. Borgatstjóprin í Havn, Jan Christiansen, hevði undir neyvum eftirliti frá Vilhelmi Johannesen, løg- tingsmanni, funnið fram til, at vinningurin varð funnin á reiðiligan hátt. Vinningurin er ein bil- pakki fyri tvey vaksin og tvey børn millum Tórshavn og Hanstholm við nýggju Norrønu, og Julianna Fold- bo sigur, at tey fara t brúka vinningin komandi ár, tá skipið er komið. ej Julianna sleppur við Norrønu Jóannes Eidesgaard handaði vinningin á Gamla Apoteki týsdagin. Julianna tók í móti, meðan dóttirin, Gudrun, spent fylgir við Mynd: Jens Kristian Vang Ungdómsorkestrið í Vágum fór mánadagin við Maersk Air til Keypmannahavnar og haðani víðari til London, har orkestrið fer at hava fýra konsertir hesa vikuna Mynd: Edvard Joensen Skúlabørnini í Hósvík løgdu týskvøldið fram úrslitið av evnisviku, tey hava havt um um- hvørvi.Tey halda, at tey vaksnu kundu far- ið betur um, og onkr- ar spískar viðmerk- ingar vóru eisini lat- nar av UMHVØRVI Edvard Joensen Hósvík: Tey hava havt evnisviku um umhvørvi, skúlabørnini í Hósvík. Á samkomu í skúlanum týs- kvøldið varð úrslitið lagt fram, og har vóru viðmerk- ingar til teir stóru hósvík- ingarnar fyri ikki altíð at ganga nóg væl um. Væl meira verður gjørt við at kunna um umhvørvið og vandan við at fara óvandaliga um tað, enn gjørt varð fyri bara nøkrum fáum árum síðan. Serliga gleðiligt er tað, at skúlarnir taka við, tí tá børnini læra álvaran í at halda umhvørv- ið reint, fara tey eisini at minnast tað, tá tey eru vaksin, sigur Jógvan Mørk- øre, borgarstjóri í Hósvík, sum hevur verið við til at tikið stig til umhvørvis- vikuna í Hósvíkar Skúla. At børnini taka tað í álv- ara, var eingin ivi um, tá úrslitið varð lagt fram í skúlanum týskvøldið. Fleiri leikir, tey høvdu gjørt, upp- setingar av ymsum, tey høvdu savnað saman, og ein frálík ljósmyndarøð, sum vísti gongdina í verk- ætlanini, var nakað av tí, sum var at síggja. Góð undirtøka Skúlastovan er stúgvandi full hetta góðveðurskvøldið í juni. Eitt tekin um, at her eru bæði foreldur, ommur og onnur, sum hava áhuga í at síggja tað, børnini hava gjørt. Tað byrjaði við eini frágreiðing frá fyrstalær- aranum, áðrenn triðji flokk- ur slapp at spæla ein dukkuleik, tey høvdu gjørt um tað at dálka. Tað var reingin ivi um, at tey halda, at tá tú fert ein túr í kioskina, eigur tað, sum blakað verður burtur, at koyrast í ruskílatið held- ur enn á vegin, sum vit so ofta síggja, hóast stutt mangan er millum ruskíløt- ini. Fyri stuttum hevur al- mennur ruddingardagur verið í Hósvík, og tað varð nevnt nakrar ferðir undir tiltakinum, at ivaleyst hevur onkunstaðni verið gingið í linligara lagi frá ruddingini hendan dagin, tí nógv rusk var at finna, eitt nú á sandi- num, ikki meira enn eina viku eftir ruddingardagin. Tó skal sigast, at tað meira enn so kann vera slíkt, sum rikið er upp á ferð suður ella norður gjøgnum Sundalagið. Eins og smærru børnini høvdu sín dukkuleik, høvdu tey størru børnini eisini sínar leikir, sum allir greitt vístu til umhvørvistil- vitan. Fleiri leikir heldur enn ein, umframt at tey endaðu við einum um- hvørvissangi, tey sjálv høvdu gjørt. Høvuðsleikurin var tann um, hvussu ruskið skal skiljast, har tey á sera ein- faldan og viðkomandi hátt vildu læra hósvíkingar og annað gott fólk, sum saman var komið, hvussu ymiska ruskið skal flokkast. Fýra næmingar, ílætnir teir tríggjar ruskposarnar, gráa, hvíta og grøna, eins og ein, sum latin var í ein kompostkassa, vórðu settir upp við talvuni, hagar ein ruddingarmaður so kom við eini trillubøru við ruski, hann hevði funnið á sandi- num. Stutt sagt allan møgu- ligan lort. Tað gekk eitt sindur striltið hjá ruddaranum at finna røttu posarnar,at koyra í. Men við góðari hjálp frá posunum sjálvum, fekk hann at vita, hvat skuldi í hvønn posan, og at lívrunnið burturkast sum súreplaskrokkar og banan- skøl kundu fara í kompost- kassan. Tí, sum sagt varð: Av mold ert tú komin, og at mold skalt tú verða. Soleiðis at fáa skorið út í papp, hvussu flokkast skal, átti eisini at fingið tey eldru, sum kanska ivast eitt sindur, at sæð, hvussu lætt tað í veruleikanum er at skilja rusk. Myndarøð Tiltakið endaði við áhuga- verdari ljósmyndarøð, sum vísti gongdina í evnisvikuni um umhvørvi. Tey høvdu tikið myndir og sett saman á teldu, sum so aftur varð víst á skíggja í stovuni. Og her var ymiskt, sum eigur at fáa fólk at hugsa seg um. Tí tey vóru bersøg- in, hesi ungu fólkini, sum verið høvdu runt í bygdini og funnið slíkt, sum gipsað varð, tá almenni ruddingar- dagurin hevði verið stutt frammanundan. Til dømis var ikki einki gjørt burtur úr, at onkur hevði grivið eitt gamalt jarvask úr einumhvørjum kjallara, niður. Hetta høvdu tey funnið, tí ikki var nóg væl tyrvt. Og tað hildu tey vera burturvið, soleiðis at royna at sneiða sær undan at rudda ordiliga. Vaskið varð grivið upp- aftur og víst fram í mynda- røðini, og henda kann, at onkur í fjøldini kanska kendi seg eitt sindur raktan. Vitjað hevur eisini verið ymsastaðni. Bæði í Norður- streymoy og Norðureystur- oy. Og sum vera man, er Vestmanna altíð á skránni, tá um umhvørvið ræður. Eisini aðrar bygdir høvdu fingið vitjan av gløggu myndatakarunum úr Hos- vík, og har varð víst á ym- iskt. Bæði slíkt, teimum dámdi, og slíkt sum als ikki fall í góða jørð. Einastðani var viðmerk- ingin í myndatekstinum beinleiðis, at tað, sum víst varð, var ljótt. Stutt og kon- tant. Vitjanin á endurvinning- arstøðin hjá IRF í Leirvík hevði millum annað við sær, at tey fóru at endur- vinna pappír úr gomlum avísum. Og tað hevði eftir tí at døma, sum víst varð fram, gingið rættiliga væl. Børnini høvdu hugnað sær óført, skiltist aftan á til- takið, og ikki er at ivast í, at tey eisini hava givið øðrum okkurt at hugsa um, næstu ferð, ruskspannin skal tøm- ast. Skúlabørnini virða umhvørvið Ruddingarmaðurin er komin av sandinum og er í ferð við at skilja ruskið í ymsu posarnar, sum standa klárir at brúka Mynd: Edvard Joensen – Veiðiliðið eigur at fáa fríar ræsur at selja sín fong, har besti prísurin fæst, sigur Jákup Sólstein, for- maður í Føroya Reiðarafelag. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Í formansfrágreiðing síni til aðalfundin hjá Føroya Reiðarafelag, nam Jákup Sólstein eisini við framtíð- arvánirnar. – Vit hava nú í fleiri ár upplivað so góðar tíðir, sum ongantíð áður. Tað er ikki sannlíkt at halda, at hetta altíð verður so. Jákup vísti á, at ein mun- andi lækking hevur verið í feskfiskaprísunum seinasta hálva árið, og at henda lækking serliga hevur rakt prísin á toski. Hann helt tað ikki vera sannlíkt, at henda lækking kann uppvigast við størri nøgdum av toski. – Tí eigur dentur at verða lagdur á, at veiðiliðið fær fríar ræsur at selja sín fong, har besti prísurin fæst, segði Jákup Sólstein. Sáttmálin við FF Formaðurin í reiðarafelag- num nam eisini við sátt- málan, sum felagið hevur gjørt við fiskimannafelag- ið. – Tað nýggja í hesum sáttmála er, at vit eru ging- nir við til eina eftirlønar- skipan fyri fiskimenn. Jákup segði, at reiðara- felagið undan avgerðini um eftirlønarskipanina hevði innanhýsisfundir við for- menninar fyri allar veiði- bólkar fyri at vita, hvat teir hildu um hetta. – Her fingu vit heimild at fara undir hesa skipan, segði hann. Jákup Sólstein segði, at í nýggja sáttmálanum mill- um feløgini eru annars bert smávegis reguleringar, sum ikki koma at kosta tað stóra. Góðu tíðirnar halda ikki fram í allar ævir – Burtursæð frá eftirlønarskipanini fyri fiskimenn, er talan bert um smávegis reguleringar í sáttmálanum millum feløgini. Hesar koma ikki at kosta okkara limum tað stóra, sigur Jákup Sólstein FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Sum skilst á stjóranum á Kósini, Adrian Dalsá, hevur ikki so nógv flaka- arbeiði verið á virkinum í hesi vikuni, og tað passar kanska ikki so illa hjá klaksvíkingum, nú hetta er vikan beint eftir norð- oyastevnu. – Línuskipini vóru inni fyri stevnuna, og tann fiskurin er komin til høldar. Hjá upsabátunum roynist fiskiskapurin ikki so væl beint nú, og tí hava vit ikki fingið fatur á teimum stóru ráfiska- nøgdunum í fyrru helvt av vikuni. Nakað hevur tó verið av flakaarbeiði á Kósini hesa vikuna, og saltfiska- arbeiði er alla tíðina. – So, vit taka tað bara eitt sindur róligt beint nú, sigur Adrian Dalsá. Mikudagin dugdi hann ikki at meta um, hvussu seinnaparturin av vikuni fer at roynast, men Kósin liggur fram við, tá ið sølur eru. Línuskipini eru júst farin útaftur, og tey koma ikki aftur hesa vikuna, um alt gongur sum ætlað. – Tað er minni upsi á marknaðinum beint nú, og tað merkja vit eisini her norðuri, sigur Adrian Dalsá, stjóri á Kósini. Vit taka tað róligt eftir norðoyastevnuna Tað hevur ikki verið so nógv rokan á Kósini nú í vikuni eftir norðoyastevnu – Tað dámar okkum lítið, at Ísland nú tengir okkara veiði- møguleikar í íslend- skum sjógvi saman við svartkjaftinum. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Sum kunnugt, vóru sein- astu sáttmálasamráðingar- nar millum Føroyar og ES ógvuliga truplar, og komst hetta einans av spurningi- num um svartkjaftin. – Endin varð, at vit fingu onga sínámillum avtalu um svartkjaftin yvirhøvur, og tí mistu føroysk skip 62.000 tons av svartkjafti í ES- sjógvi, segði Jákup Sólstein á aðalfundi reiðarafelag- sins. Annars var ES-sáttmálin sum vant óbroyttur. Noreg og Ísland Noregssáttmálin gjørdist á nøkulunda sama støði sum í 2001. – Munurin er tó, at vit fyri 2002 hava goldið við meira makreli í mun til ein niðurskurð uppá 12.000 tons í svartkjafti. Jákup vísti annars á, at norska línuveiðan undir Føroyum er á sama støði í nøgd, men er munandi skerd, tá ið ræður um hjá- veiði av toski og hýsu. Um sínámillum veiði- rættindini hjá føroyingum og íslendingum, segði for- maðurin í reiðarafelagnum, at Ísland nú tengir okkara veiðimøguleikar í íslendsk- um sjógvi saman við svart- kjaftinum. – Hetta er nýtt fyribrigdi, hvat botnfiskaveiði hjá línu- og snelluskipum við- víkur, og okkum dámar sera illa hesa gongdina. Økir latin uppaftur Jákup Sólstein segði ann- ars, at reiðarafelagið saman við felagnum Línuskip hev- ur havt fund við íslendska fiskimálaráðharran. – Her fingu vit tað burtur úr, at tey stongdu økini á Suðurlandinum partvís eru latin uppaftur. Annars er nýggi fiski- rættindasáttmálin millum Føroyar og Ísland á sama støði sum í 2001. Føroysk skip mistu 62.000 tons í ES-sjógvi FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Ametyst og Jaspis land- aðu ávikavist í Saltang- ará og á Toftum mána- dagin. Teir høvdu 1600- 1700 kassar tilsamans ella eini 160.000- 170.000 pund. Mesti parturin av veiðini var upsi. Fiskavirking í Saltang- ará keypti upsan hjá báð- um skipunum. Síðsta fríggjadag land- aðu eisini Safir og Sma- ragd til Fiskavirking í Saltangará; teir høvdu umleið 250.000 pund av upsa tilsamans. Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at eini 80.000-100.000 pund av veiðini hjá Safir og Smaragd fóru til Vest- manna og eini 30.000 pund til Miðvágs. Rest- ina arbeiddu tey í Sal- tangará. Betri pláss Jason heldur, at fiski- skapurin hjá trolarunum er eitt sindur slakari nú. – Tað er betri pláss í lastini hjá skipunum nú, enn tað hevur verið, tá ið tey koma aftur av túri. Skipini hava leingi verið full undir lúkurnar, men soleiðis er ikki beint nú, sigur Jason Johannesen. Hann vónar, at onkur landing verður hósdagin, so fólk sleppa aftur til ar- beiðis eftir steðgin, sum verður mikudagin, tá ið grundlógardagur er og hálvur frídagur. Betri pláss undir lúkunum Okkum dámar illa, at íslendingar teinga veiðimøguleikarnar í íslendskum sjógvi saman við svartkjaftin, sigur Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum C M Y K 9 8