Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 106 - 7. juni 2002 Nr. 106 - 7. juni 2002 7 – Tíverri sær út til, at Jóannes Eidesgaard læt seg blinda av Lis- beth Petersen og tá ið hann vaknaði, var bussurin farin, heldur Óli Breckmann NýGGJ SAMGONGA Áki Bertholdsen – Tað er ógvuliga harmiligt, at javnaðarflokkurin ikki er við í nýggju samgonguni. Men hann kann ikki geva nøkrum øðrum skyldina fyri tað. Óli Breckmann, for- maður fólkafloksins á tingi, er er ikki samdur við Jóan- nes Eidesgaard ið, at fólka- flokkurin ikki vildi hava javnaðarflokkin við í hesa nýggju samgonguna. Jóannes Edesgaard segði við Sosialin fyrr í vikuni, at tað var ikki av politiskum orsøkum, at javnaðarflokk- urin ikki var við í sam- gonguni, tí hann kundi taka undir við samgonguskjali- num á nógvum økjum og við ávísum umskrivingum og poleringum helt hann, at hann eisini kundi verið partur í samgonguni. Veruliga orsøkin er, at fólkaflokkurin ongantíð hevur meint nakað við tað, tá ið teir hava tosað um eina breða samgongu. Óli Breckmann sigur, at fólkaflokkurin tvørturímóti gjørdi hvat hann kundi, fyri at fáa javnaðarflokkin við. – Men eg haldi Jóannes Eidesgaard onkusvegna hevði eyguni vend ímóti eini aðrari samgongu og tí legði hann seg so tvøran í hesi samgonguni við fólka- flokkin og tjóðveldisflokki- num heldur hann. – Javnaðarflokkurin tók nakrar politiskar avgerðir, sum gjørdi, hann at til síðst endaði uttanfyri. Óli Breckmann heldur, at javnaðarflokkurin sá fyri sær ein betri møguleika at skipa eina samgongu við fólkaflokkin og sambands- flokkin. – Kanska hevur Lisbeth Petersen lovað honum løg- manssessin og kanska hev- ur hann latið seg blinda av hesum. Hann heldur eisini, at tað gekk illa at fáa javnaðar- flokkin og tjóðveldisflokk- in at tosa sama mál við samráðingarborðið. Í øllum førum heldur hann, at tað gekk illa at fáa teir báðar flokkarnar at semjast. – Hevur javnaðarflokkur- in havt ABC, sum sína ynskissamgongu, hevur hann ligið uttanfyri tað, sum samráðingarleiðarin arbeiddi við og tað hevur kanska minka áhugan fyri at finna semjur í samráð- ingunum, sum vóru við fólkaflokkin, tjóðveldis- flokkin og sjálvstýrisflokk- in. – Skuldu vit lagt okkum eftir einiu ABC samgongu, hevði tað sett fólkaflokkin í eina nógv verri støðu tí so skuldu vit skift tveir flokk- ar út og so blivu vit triðja hjól. Nú hava vit skift ein flokk út og tí er fólkaflokk- urin enn miðdepilin í sam- gonguni. – Løgmaður arbeiddi í vikur fyri at fáa eina breiða samgongu, men tað eydn- aðist ikki, ivaleyst tí at javnaðarflokkurin hevði aðrar ætlanir um eina ABC samgongu. Men á sínum eyðkenda myndamálið leggur Óii Breckmann afturat, at tá ið Jóannes Eidesgaard so vaknaði, var bussurin farin og tí stóð hann eftir. – Síðani javnaðarflokk- urin fór burturúr sam- gongusamráðingunum, er onki lagt afturat á ríkisrætt- arliga økinum. – So mikið størri spell var tað, at javnaðarflokkur- in var so seinur at viður- kenna sína undirtøku, tí sjálvsagt hevði ein breið samgonga verið tryggari. Hann sigur, at samráð- ingarnar við javnaðarflokk- in komu til eitt punkt, har løgmaður gjørdi av at royna aðrar leiðir og tá ið samráð- ingar fyrst vóru byrjaðar við miðflokkin, sigur tað seg sjálvt, at tær samráð- ingarnar máttu førast til enda. – Men tíverri uppfataði javnaðarflokkurin støðuna ov seint og tí endaði hann uttanfyri, sigur Óli Breck- mann. – Eg komið framvegis at taka mær nógv av yvirtøkum. Vit hava gjørt greiðar avtalur um, at allar avtalur skulu gerast sam- starvi millum lands- stýrismenn, sigur Høgni Hoydal, sum nú fær sítt egna løg- málaráð POLITIKKUR Heri á Rógvi Høgni Hoydal hevur nú fingið egið ráð. Vit hava ikki longur stýri í Føroyum, men hava ístaðin fingið átta ráð. Eitt av hesum er eisini spildurnýtt í tí for- standi, at vit ikki hava havt eins stýri áður. Høgni Hoy- dal er nú landsstýrismaður í lógarmálum, og hann fær sítt løgmálaráð. Høgni Hoydal kemur eitt nú at umsita kommunumál, norðurlandamál, dómsmál og løgreglu og ákæruvald. Tey flestu innanríkismál fella inn undir Høgna Hoy- dal. Umsitingin hjá nýggja løgmálaráðharranum verð- ur fyri tað nógva fólk av løgmansskrivstovuni, men umsitingin kemur eisini at telja onnur. Høgni Hoydal sigur, at umsitingin ikki fer at vaksa orsakað av nýggja ráðnum. Hann meinar held- ur ikki, at tað er ov nógv við níggju landsstýris- monnum í einum so lítlum landi sum í Føroyum. – Tað er neyðugt at hava eina góða fyrisiting. Vit skulu eisini umsita nógv fleiri mál í framtíðini, sigur Høgni Hoydal. Nýggi løgmálaráðharrin vísir kortini til samgongu- skjalið, har teir ætla at seta eina nevnd at arbeiða við at fáa almennu umsitingina bíligari at reka. Hann er væl nøgdur við bæði samgonguskjal og sítt egna ráð, sum tað nú eitur. Sjálvstýri Høgni Hoydal var áður landsstýrismaður í sjálv- stýrismálum – umframt norðurlandamál og lógar- málum – men sjálvstýris- mál verður ikki nevnt í sambandi við nýggja løg- málaráðið, men kortini sig- ur Høgni Hoydal, at hann í sínum nýggja sessi fer at fáast nógv við sjálvstýris- mál og kanska mest yvir- tøkur. Tá spurt verður, um hann nú er at meta sum ein yvir- tøku málaráðharri, so sigur hann, at tað kann mann kanska siga, men honum hevur ongantíð dámt orðið yvirtøkur, men sjálvandi vil hann fáast nógv við tað nógva lógararbeiðið, sum skal til í sambandi við nógva ætlaðu yvirtøkurnar. – Eg komið framvegis at taka mær nógv av yvirtøk- um. Vit hava gjørt greiðar avtalur um, at allar avtalur skulu gerast samstarvi millum landsstýrismenn, sigur Høgni Hoydal. Hann leggur afturat, at teir eru hundrað prosent samdir í samgonguni um at fylgja hesum sjálvstýris- Jóannes var ov seinur til bussin Gjógvin ímillum Jóannes Eidesgaard og Óla Breckmann gjørdust at enda so djúp og breið, at tað eydnaðist ikki at byggja brýr – Formaður fólka- floksins á tingi sig- ur, at samgongan heldur fast um full- veldiskósina, men farið verður nógv hovligari fram NýGGJ SAMGONGA Áki Bertholdsen – Í hesari samgonguni hava vit lagt á ein bógv, sum ger, at vit kunnu fáa undirtøku frá einum størri parti av veljara- fjøldini, enn politikkurin hjá undanfarnu sam- gongu hevði. Og tað er ein stór styrki. Óli Breckmann, for- maður fólkafloksins á tingi, er sera væl nøgdur við samgonguskjalið, sum varð undirskrivað í gjáramorgunin. – Tað er nógv hovligari enn tað, sum undanfarna samgongan hevði. Tað er ikki so proklamatoriskt, ella so yvirlýsandi, sum hitt var og við hesum samgonguskjalinum skuldu vit kunna fingið undirtøku frá einum nógv størri parti og tryggum meiriluta av Føroya Fòlki, eisini tvørturum miðjuna í politikkinum. Óli Breckmann sigur, at í hesum samgongu skjalinum skulu tær yvir- tøkur, sum eru gjørdar, kjølfestast og samstundis skal búskapurin lagast til, at vit kunnu liva uttan blokk. Harafturat heldur hann, at tað er sera um- ráðandi, at blokkurin ikki skal hækka, tí at frysta blokkin fastan, er í grundindi at minka hann og tað ger okkum meiri sjálvbjargin. – Endamálið er enn fullveldið, men við nógv hovligari ferð og tað skuldi givið okkum undirtøku frá einum nógv størri parti av fólki- num ogtað er bara ein fyrimunur. Fara hovliga til verka Høgni Hoydal: Yvirtøkur í felag – Ferðin er sett eitt sindur niður, men endamálið er framvegis tað sama, og allir flokkarnir í samgonguni ynskja fullveldi fyri Føroyar, sigur Høgni Hoydal Framhald á síðu 7 Tað er arbeiðið hjá Útoyggjanevndini, sum liggur sum grund fyri nýggja málsøkinum, útjað- arapolitikkur, sum Eyðun Elttør skal um- sita í landsstýrinum MÁLSØKI Edvard Joensen Tinganes: Nýggja máls- økið, útjaðarapolitikkur, er úrslit av tí arbeiðið, millum onnur Útoyggjanevndin hevur gjørt fyri at seta út- jaðaran í Føroyum skillig- ari á landskortið, sigur Eyðun Elttør, landsstýris- maður, sum skal umsita út- jaðarapolitikkin í lands- stýrinum komandi val- skeiðið. Enn veit Eyðun Elttør, landsstýrismaður, ikki ná- greiniliga, hvat málsøkið fer at umfata, men vísir á, at tað fer at verða tengt at øðrum økjum so sum lendisnýtslu og umhvørvi, sigur hann. Um umhvørvismál sigur hann, at gjørdar verða um- hvørvisreglur, sum virkir og fyritøkur skulu halda. Karmarnir verða settir av fyrisitingini, og so skulu virkini bara syrgja fyri, at teir verða hildnir, og málið nátt. Hvussu tey náa tí málinum, sum sett verður, fara tey sjálvi at ráða fyri, sigur landsstýrismaðurin. Í aðrar mátar fer Olju- málaráðið at verða rikið á leið á sama hátt, sum Olju- málastýrið framman undan hevur verið rikið, sigur Eyðun Elttør, landsstýris- maður við olju- og um- hvørvismálum. Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur um hendi tey størv, sum løgd eru til hansara samsvarandi stýrisskipan Føroya og samskipar starv landsstýrismanna. Løgmaður situr fyri uttanríkismálum. Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, situr fyri hesum málsøkjum: - almen skuld - búskaparhagtøl - fíggjar- og búskaparmál - lønarmál - skattamál Høgni Hoydal, landsstýrismaður við løgmálum, situr fyri hesum málsøkjum: - dómsmál - grundlógararbeiði - kommunumál - lógarmál - løgregla og ákæruvald - norðurlandamál - sivilrættarmál - skráseting og nøvn - útlendingamál Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, situr fyri hesum málsøkjum: - fiskirannsóknir - fiskiveiðieftirlit og bjarging - fiskivinnumál - hvalamál - inntøkutrygd og lønjavning - sjóvinnumál - tilbúgvingarmál Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, situr fyri hesum málsøkjum: - alimál - arbeiðsmarknaðarmál - arbeiðsumhvørvismál - búnaðarmál - ferðavinna - handilsmál - kunningartøkni - samferðslu- og - samskiftismál - tryggingarmál - veterinermál - vinnumál annars Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður við mentamálum, situr fyri hesum málsøkjum: - fólkaskúlamál - ítróttarmál - kirkjumál - loftmiðlamál - mentanarmál - vinnu- og miðnámsskúlamál - vísindi og granskingarmál Bill Justinussen, landsstýrismaður við heilsumálum, situr fyri hesum málsøkjum: - apoteksmál - dagstovnaøkið - fyribyrgjandi heilsutiltøk - íbúðarmál - rúsevnamisnýtsla - sjúkrahúsverk Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður við almannamálum, situr fyri hesum málsøkjum: - almannaveitingar - eldramál - javnstøðumál - serforsorgarmál og sinnisveik - vanlukkutryggingarmál Málsøkini Teir níggju landsstýrismenninir hava fingið málsøkini soleiðis býtt millum sín Eyðun Elttør, landsstýrismaður við olju- og umhvørvismálum, situr fyri hesum málsøkjum: - almenn jarðfrøði - havumhvørvi - landsætlanir og býarskipanar- og byggilóggáva - náttúrumál - oljumál - orkumál - skógarrøkt - umhvørvismál - útjaðarapolitikkur Samstundis sum løg- maður tilnevndi nýggju landsstýris- menninar, boðaði hann eisini frá, at aðalstýrini í fyrisit- ingini hava skift navn til ráð, eins og eitt nýtt Løgmálaráð er sett á stovn SAMGONGA Edvard Joensen Tinganes: Aðalstýrini í al- mennu fyrisitingini hava nú navn av ráð. Eisini hevur Høgni Hoydal, sum heldur fram sum varaløgmaður, nú fingið sitt egna ráð, Løgmálaráðið. Tey upprunaligu seks aðalstýrini, sum sett vórðu á stovn við stýrisskipanar- broytingini, sum Finn Nor- mann Christensen stóð fyri, eru nú vorðin til átta ráð. Allir landsstýrismenninir hava fingið egin ráð, tó hava landstýrismaðurin við almannamálum og lands- stýrismaðurin við heilsu- málum sama ráð. Umframt løgmansskriv- stovuna og nýggja Løgmála- ráðið eru ráðini í fyrisiting- ini nú Fíggjarmálaráð, Fiskivinnumálaráð, Vinnu- málaráð, Mentamálaráð, Trivnaðarmálaráð (tað sum fyrr æt Almanna- og Heilsumálastýrið) og Olju- málaráð. Á tíðindafundi i Tinga- nesi hósmorgunin byrjaði Anfinn Kallsberg, løg- maður við at loysa Óla Holm og Samal Petur í Grund, landsstýrismenn úr starvi. Samstundis setti hann í starv nýggju landsstýris- menninar Annlis Bjark- hamar, Bill Justinussen og Páll á Reynatúgvu. Løgmaður greiddi frá frá býtinum av málsøkjunum, sum sæst aðrastaðni í blað- num. Tá løgmaður var liðugur at presentera nýggja lands- stýrið, varð sjálvt sam- gonguskjalið undirskrivað. Teir fýra, sum skrivaðu undir, vóru fyri Fólkaflokk- in, Anfinn Kallsberg, fryi Tjóðveldisflokkin Høgni Hoydal, fyri Miðflokkin Jenis av Rana, meðan Kári Højgaard skrivaði undir vegna Sjálvstýrisflokkin. Aðalstýrini gjørd til ráð Samgonguskjalið varð hósdagin undirskrivað í Tinganesi av trimum floksformonnum og einum løgtingsmanni Mynd: Finnur Justinussen Útoyggjaálitið sæst aftur Arbeiðið hjá Útoyggja- nevndini liggur til grund fyri nýggja málsøkinum, sum eitur útjaðarapolitikkur Mynd: Finnur Justinussen leistinum. – Ferðin er sett eitt sindur niður, men endamálið er framvegis tað sama, og allir flokkarnir í samgonguni ynskja fullveldi fyri Føroyar, sigur Høgni Hoydal, sum sigur seg skilja, at summi ynskja at seta ferðin niður eitt sindur. Útleggja til kommunur Sum nevnt hevur Høgni Hoydal eisini kommunu- mál undir sínum ráði. Á hesum økinum skulu fleiri uppgávur útleggjast til kommunurnar at umsita. – Kommunurnar skulu fáa fleiri øki út til sín at umsita. Hetta ætla vit at fara at gera fyrsta dagin, sigur Høgni Hoydal. Formaður Tjóðveldis- floksins vil ikki seta nakað áramál á, nær fullveldi verður veruleiki. – Tá vit hava framt hesar yvirtøkurnar, so er ikki nógv sum bindur okkum longur. Endamálið er at búgva Føroyar til at gerast fullveldi, sigur Høgni Hoy- dal, sum næstu fýra árini verður verandi í Tinganesi, har hann eisini er varaløg- maður. Framhald frá síðu 6 C M Y K 7 6