hósdagur 6. juni 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 105 - 6. juni 2002
Nr. 105 - 6. juni 2002
7
– Eg skilji ikki, hví
javnaðarflokkurin
følir seg útihýstan úr
samgonguni, tí orsøk-
in er eina og aleina
politisk, sigur Høgni
Hoydal
NýGGJ SAMGONGA
Áki Bertholdsen
– Eg skilji ikki, hví Jóannes
Eidesgaard følir, at javnað-
arflokkurin er útihýstur frá
at koma í samgongu. Hann
hevði avgjørt møguleikan,
men gjørdi at at ganga aðr-
ar leiðir.
Høgni Hoydal, formaður
tjóðveldisfloksins heldur
ikki, at formaður javnaðar-
floksins hevur grein í sín-
um máli, tá ið hann sigur, at
javnaðarflokkurim miðvíst
varð skumpaður út í and-
støðumyrkið, nú samráðst
hevur verið um nýggja
samgongu í ein mánað.
Jóannes Eidesgaard segði
við Sosialin í fyrradagin, at
tað kundi ikki vera av polit-
iskum orsøkum, at javnað-
arflokkurin ikki er við í
hesi nýggju samgonguni, tí
samgonguskjalinum kann
flokkurin fyri ein stóran
part taka undir við.
Tá ið samgongusamráð-
ingarnar ímillum fólka-
flokkin, javnaðarflokkin,
sjálvstýrisflokkin og tjóð-
veldisflokkin
slitnaðu,
harmaðist Høgni Hoydal.
Men samstundis vísti hann
á, at orsøkin var, at javnað-
arflokkurin at kalla ongi
stig varð sinnaður at taka á
fullveldisleið og tí slitnaðu
samráðingarnar, hóast tjóð-
veldisflokkurin hevði strekt
seg so langt sum yvirhøvur
gjørligt.
Nú samgonga er skipað
ímillum fólkaflokkin, sjálv-
stýrisflokkin, tjóðveldis-
flokkin og miðflokkin,
staðfesti Jóannes Eides-
gaard, at onki er lagt afturat
á
fullveldisøkinum
hjá
samgonguni, sum javnaðar-
flokkurin ikki kundi taka
undir við.
– Tað er áhugavert at
staðfesta, at tær forðingar
sum lógu í vegin fyri eini
samgongu við javnaðar-
flokkin, ikki longur liggja í
vegin fyri eini samgongu
við
miðflokkin,
segði
Jóannes Eidesgaard.
Skilir onki
Hesin skilir formaður tjóð-
veldisfloksins púrt onki av.
Høgni Hoydal sigur, at
Jóannes Eidesgaard veit
fullvæl, at hjá tjóðveldis-
flokkinum er als onki til
hindurs fyri at samstarva
við javnaðarflokkin.
Hann sigur, at orsøkin til,
at onki spurdust burturúr
samráðingunum við javn-
aðarflokkin var bara polit-
iskt og onki annað.
– Hvat annað skuldi tað
verið?, spyr hann.
Hann sigur, at orsøkin til,
at samráðingarnar við javn-
aðarflokkin slitnaðu, var, at
tað bar als ikki til at koma
nakran sum helst veg long-
ur fram á sjálvstýrisleið.
–Tjóðveldisflokkurin
toygdi seg so langt, sum
hann yvirhøvur kundi og eg
eri
framvegis
rættiliga
skelkaður av, at javnaðar-
flokkurin ikki vildi taka
undir við tí sjálvstýris-
flokki, sum lá á borðinum,
tí tað hevði eg avgjørt
væntað.
Høgni Hoydal sigur eis-
ini, at síðani fóru samráð-
ingar ígongd ímillum fólka-
flokkin, sambandsflokkin
og javnaðarflokkin og tá
var tað tjóðveldisflokkurin,
sum varð útihýstur.
–Eg havi varhugan av, at
tað var eitt sterkt ynski um
hesa A,B,C samgonguna,
sum førdi til, at samráðing-
arnar ímillum fólkaflokkin,
javnaðarflokkin og tjóð-
veldisflokkin, slitnaðu. Eg
haldi, at størsta forðingin
fyri, at javnaðarflokkurin er
við í hesi samgonguni, er,
at hann hevði eitt sterkt
ynski um eina samgongu
við sambandsflokkin og
fólkaflokkin, men tær sam-
ráðingarnar slitnaðu so eis-
ini og tí var farið víðari til
miðflokkin.
Jóannes Eidesgaard sig-
ur, at á ríkisrættarliga øki-
num liggur samgonguskjal-
ið innanfyri tað, sum javn-
aðarflokkurin kundi góð-
tikið?
– Tað gjørdi tað so ikki,
tá ið vit samráddust, tí tá
kundi
javnaðarflokkurin
ikki taka undir við sjálv-
stýrismálinum.
Hann sigur, at m.a. kundi
javnaðarflokkurin
ikki
undir nøkrum umstøðum
góðtaka, at arbeiðið, at
yvirtaka løgreglu og rættar-
mál, skuldi halda fram, hó-
ast tað longu er byrjað og tí
skiltist partarnir.
– Men í samgonguskjali-
num, sum nú er skrivað,
stendur, at tað arbeiðið
skuldi halda fram.
Formaður tjóðveldisflok-
sins fegnast um, at javnað-
arflokkurin kortini kann
taka undir við fullveldis-
politikkinum.
–Sigur hann tað, nú sam-
gongan er skipað, hevur
hann flutt seg og so er tað
bert at fegnast um. Men so
er eftir at vísa tað í verki.
Tó eri eg ógvuliga harmur
um, at hann ikki flutti seg
so frægt, tá ið samráðingar-
nar vóru, heldur enn at siga
tað aftaná.
Hann vísir eisini á, at tá
ið farna valskeið byrjaði,
segði
javnaðarflokkurin
eisini, at hann kundi taka
undir við fullveldismáli-
num, men tíðin kom at
prógvað tað beint øvugta.
Hann
leggur
afturat
ætlanin er framvegis at
skipað eitt breitt samstarv í
løgtinginum, men so fer
tíðin at vísa, um javnaðar-
flokkurin meinar nakað
við, at hann tekur undir við
politikkinum, ella um tað
einaferð afturat endar sum
seinasta valskeið.
–Við hesi nýggju sam-
gonguni hava fram-
vegis beina kós fram-
ímóti einum sjálv-
støðugum Føroyum,
sigur Høgni Hoydal
NýGGJ SAMGONGA
Áki Bertholdsen
– Eg veit væl, at mong siga,
at hetta nýggja samgongu-
skjalið ikki er so víðgongt
sum tað seinasta. Men
endamálið er enn tað sama.
Høgni Hoydal, formaður
tjóðveldisfloksins sigur, at
tað er als ikki rætt, tá ið
politikarar úr andstøðuni
tvíhalda um, at hendan
nýggja samgongan hevur
slept ætlanini um fullveld-
ið.
–Tað er ikki rætt. Akku-
rát sum í seinastu sam-
gongu, hevur hendan sam-
gongan sett beina kós fram
ímóti fullveldinum, tí allir
flokkarnir í samgonnguni
taka undir við, at Føroyar
fáa sjálvræði.
Men hann váttar tó, at
ferðin er sett nakað niður
við tað, at samgongan hev-
ur avtalað, at blokkurin ein-
ans læsast fastur, ístaðin at
minka, tvs, at hann skal
ikki hækka.
Higartil hevur hann ikki
viljað sagt so nógv um
sjálvt samgonguskjalið.
Men nú sigur hann, at so-
statt byggir hetta sam-
gonguskjalið sjálvstýris-
samtyktina, við tí undan-
taki, at blokkurin ikki verð-
ur minkaður. Annars eru
allar yvirrtøkur við.
Hann vísir eisini á, at bú-
skaparpolitikkurin bendir á
sama borðið, tí eisini á tí
økinum verður kósin fram
ímóti fullveldinum hildin.
– Eftir samgonguskjali-
num skulu vit nevniliga al-
samt gera okkum leysari av
blokkstuðlinum við tað, at
yvirskotið á fíggjarlógini
ska l alsamt veksa.
Harumframt er full semja
um, at tað er neyðugt at
lækka skattin hjá lág- og
miðalinntøkum
og
hjá
húskum við børnum.
–Samstundis er ætlanin
at økja munandi um væl-
ferðartænasturnar, bæði á
eldraøkinum og almanna-
og heilsuøkinum sum heild.
Men orðið fullveldið
verður ikki nevnt í sam-
gonguskjalinum?
– Jú, tað verður tað! Tað
stendur, at vit hava fullan
sjálvsavgerðarrætt. Tað
stendur eisini, at øll máls-
øki skulu yvirtakast, uttan
tey, sum hava samband við
suverenitetin. Suverenitetur
er tað sama sum fullveldið.
Sostatt er samgonguskjalið
í fullum samsvari við sjálv-
stýrissamtyktina,
sigur
Høgni Hoydal.
Fult forsvarligt
Jóannes Eidesgaard helt í
Sosialinum í gjár, at sam-
gonguskjalið var mótstrið-
andi so tað munar, tí øðru-
megin verður inntøkurnar
lækkaðar og honvegin er
ætlanin at økja útreiðslur-
nar munandi.
Hesum er Høgni Hoydal
als ikki samdur i.
Í fyrstu atløgu heldur
hann ikki, at tað er sjálv-
sagt, at inntøkurnar lækka
fyri tað, um skatturin hjás lág
og miðalinntøkum lækkar
og blokkurin verður fryst-
ur fastur.
– Í øðrum lagi er ætlanin
at gera neyvar útbyggingar-
ætlanir so at vit ikki byggja
okkum yvir rygg og koll-
sigla búskapin.
–Men sjálvsagt er tað av-
gerðandi, at tað framvegis
er búskaparlig framgongd í
landinum. Hesi seinastu ár-
ini
hevur
búskaparligi
vøksturin verður ovurstór-
ur. Verður hann bara helvt-
ina so stóru tey komandu
árini, er avgjørt rúmd fyri
teimum ytbyggingum, vit
hava sett okkum fyri.
Høgni Hoydal sigur, at
Búskaparráðið er dúgliga
spurt til ráðs, tá ið búskap-
arpolitikkurin komandi ár-
ini varð avtalaður.
Løgið at Jóannes følir seg útihýstan
– Orsøkin til, at
javnaðarflokkurin ikki
er við í samgonguni, er
tí, at hann heldur vildi
hava eina samgongu
við fólkaflokkin og
sambandsflokkin. Tá ið
tað miseydnaðist, kom
hann at standa
uttanfyri, sigur Høgni
Hoydal
Høgni Hoydal:
Kósin ímóti fullveldinum verður hildin
Í nýggja samgonguskjalinum er orðið »fullveldið« skift út við »suverenitet«, sum merkir tað
sama. hendan samgongan er fult í samsvari við sjálvstýrissamtyktini, heldur Høgni Hoydal
Jan Joensen og Sven
Dahl hava nú yvir-
tikið virksemið hjá
Shell Quick Service í
Klaksvík, eftir at Dáv-
ur Joensen er givin
við hesum.
VERKSTAÐ
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Dávur Joensen
hevur síðan 1985 rikið
virksemið hjá Shell-støðini
í Klaksvík, men fríggjadag-
in handaði hann verkstaðið
hjá sær yvir á aðrar hendir.
Sáttmálin, sum Dávur
Joensen hevði við Føroya
Shell um at reka virksemið
teirra her í býnum, er nú
eisini farin í søguna, og
hevur Føroya Shell sam-
stundis keypt sølubúðina,
soleiðis at teir nú sjálvir
fara at reka støðina.
Fyrr í ár segði Dávur
Joensen við Sosialin, at
hann helt, at tíðin nú var
komin til at gevast.
- Eg havi altíð sagt, at eg
skal gevast við at arbeiða,
áðrenn eg verði seksti. Nú
verði eg 58, so tíðin er
komin til at gevast, segði
Dávur tá við Sosialin.
Og fríggjadagin í sein-
astu viku gavst hann sostatt
við virkseminum á Shell-
støðini, og lat verkstaðið í
nýggjar hendir.
Eingin broyting
Jan Joensen hevur tikið yv-
ir tann eina partin av verk-
staðnum, meðan Sven Dahl
hevur yvirtikið hin partin.
Sven kemur at taka sær
av lakeringum og skaðum,
meðan Jan tekur sær av tí
mekaniska arbeiðinum, so
sum at skifta olju, dekk og
annað.
Hóast tveir leiðarar nú
eru á verkstaðnum, so
koma bæði verkstøðini at
samstarva um umvælingar
av ymsum slag.
– Vit leggja okkum sjálv-
andi eftir einum góðum
samstarvi, soleiðis at kund-
in ikki nýtist at skilja okk-
um sum tvey sjálvstøðug
verkstøð, greiðir Jan Joen-
sen frá.
Sven Dahl hevur í fleiri
ár starvast undir Dávur
Joensen, men verður hann
nú at meta sum leigari av
verkstaðnum. Samstundis
hevur verkstaðið eisini
fingið nýtt navn, og eitur
nú S.D.- lakering.
Jan Joensen hevur í fleiri
ár havt egið bilverkstað, og
hevur sostatt fleiri royndir
innan hetta økið.
Í eini 10 ár átti hann egið
bilverkstað, sum tók sær av
lakeringum av bilum, men
herfyri seldi hann hetta
verkstað. Ístaðin fór hann
undir at selja bilar og dekk,
og hevði ætlanir um at
byggja eitt nýtt høli, har
hann kundi skipað virk-
semið sítt.
- Men tað er vónleyst at
fáa hendur á nøkrum
grundstykki í Klaksvík. Tá
eg so sá, at Shell lýsti eftir
nýggjum leiðara her í
Klaksvík, valdi eg at bjóða
meg fram, greiðir Jan Joen-
sen frá.
Fríggjadagin fekk Shell
soleiðis tveir nýggjar leig-
arar í Klaksvík, men sum
Sosialurin skilur, verða ikki
nakrar stórvegis broytingar
á skránni.
– Vit koma at reka verk-
staðið eftir sama leisti, sum
Dávur gjørdi. Lærlingarnir
halda eisini fram, og ongar
stórvegis broytingar eru í
væntu, sigur Jan.
Hann leggur tó afturat, at
sjálvur fer hann at leggja
seg meir eftir at selja dekk
og annað tilhoyr, umframt
at verkstaðið nú eisini fer at
bjóða bilar til sølu.
Broytt manning á
Shell Quick Service
Fríggjadagin fór Shell Quick Service í Klaksvík undir nýggjar hendur
Mynd Símun á Høvdanum
C
M
Y
K
7
6
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in