Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 106 - 7. juni 2002 Nr. 106 - 7. juni 2002 5 Undirhúsið í Vest- manna skipaði 25. mei saman við kapp- róðrarfelagnum hjá VÍF fyri stórari báta- stevnu. Undirtøkan var sera góð og eru fyrireikararnir væl nøgdir við tiltakið BÁTASTEVNA Ingrid Bjarnastein Stóra bátastevnan, sum var 25. mei, fekk stóra undir- tøku. Heilir 132 bátar lut- tóku á stevnuni, harav 54 lógu náttina yvir í Vest- manna. Á keiøkinum høvdu fyrireikararnir skip- að fyri, at samarittarnir hjá Reyða Krossi gingu vakt og ansaðu eftir teimum bátun- um, ið lógu við kei. Um kvøldið varð skipað fyri dansi í ítróttarhøllini, har Country bólkurin í Klaksvík spældi. Frá fyri- reikarunum frætta vit, at góð 700 fólk vóru til dans- in. Inn komu tilsamans 90.000 krónur, men tá eru útreiðslur og annað ikki roknað frá. Bátastevnan 2002: Stór undirtøka 132 bátar vóru við í stóru bátastevnuni, sum var í Vestmanna 25. mai Mynd: Jens Kr. Vang Áhugin fyri bátastevnuni var sera stórur Mynd: Jens Kr. Vang Herfyri reisti Sosial- urin spurningin, um Norðskálatunnilin ikki er ein bølamyrk deyðsfella. Stutt eftir segði sýslumaðurin í Eysturoy, Kristian M. Joensen, at viðurskift- ini í tunnlinum vóru lívshættislig. Nú er tunnilin stongdur fyri vanlig- ari bilaferðslu, og far- leiðin hjá eysturoy- ingum, sum búgva eystanfyri tunnilin, er einar 25 km. longri. – Men tað er eingin »telefonstormur« her hjá okkum, sigur landsverkfrøðingurin, Oyvind Brimnes. FERðSLA Vilmund Jacobsen Í Sosialinum herfyri reistu vit spurningin, hví Norð- skálatunnilin er so vátur og myrkur. Navngivin lesari, Jóannes S. Hansen, spurdi, um hetta hevði nakað við SEV-boringarnar beint omanfyri at gera, men hes- um avvísti Dánjal Syderbø hjá landsverkfrøðinginum. Hann vísti á, at orsøkin til nógvu vætuna er, at flestu pláturnar undir loftinum, sum leiða vatnið út í veg- jagaran, eru tiknar niður og verða skiftar út. Tí rennur vatnið niður á breytina og ger, at tunnilin verður so vátur og myrkur at koyra ígjøgnum. Í greinini reistu vit eisini spurningin, um Norðskála- tunnilin er ein bølamyrk deyðsfella. Hættisligur Og ikki mundi hesin spurn- ingur vera av leið, tí einar 14 dagar seinni sigur sýslu- maðurin í Eysturoy, Krist- ian M. Joensen, at Norð- skálatunnlin er hættisligur at koyra ígjøgnum. Hann heitti tí á lands- verkfrøðingin um at syrgja at fáa »lívshættisligu ferð- sluviðurskiftini í Norð- skálatunnlinum í lagi«. – Landsverkfrøðingurin hevur lovað at gera okkurt, so ferðsluviðurskiftini fáast í lagi og gerast trygg, nú ar- beitt verður í tunlinum. Vit fara at fylgja við, hvussu stendur til, og verður ferð- slan ikki avgreidd á tryggan hátt, mugu vit umhugsa at seta tiltøk í verk. Ljóssignalini skulu virka eftir ætlan, og uppmerkingin við skeltum skal eisini vera í lagi, segði sýslumaðurin. Ringastu ferðslutrupul- leikarnir í tunnlinum stand- ast av, at landsverkfrøðing- urin er í ferð við at spreingja vendipláss út í tunnilsveggin, og meðan tað verður gjørt, er bara koyrandi eftir aðrari breyt- ini. Um Eiðisskarð Men landsverkfrøðingurin hevur nú tikið avleiðingar- nar av vánaligu umstøðu- num, sum verið hava í tunnlinum seinastu tíðina og hevur boðað frá, at tunnilin bert er opin fyri tungari ferðslu, lastbilum, trailarum og bussum, frá kl. 7 á morgni til 22 á kvøldi. Tunnilin er stongdur fyri aðrari bilaferðslu og víst verður til vegin um Eiðis- skarð. Eftir kl. 22 og til kl. 7 er tunnilin stongdur fyri allari ferðslu. Landsverkfrøðingurin hev- ur boðað frá, at tunnilin helst verður stongdur í eina til tvær vikur – ella so leingi koyrandi bara er eftir tí eini breytini í einum parti av tunnlinum. Kristian M. Joensen, sýslumaður, sigur, at tað var landsverkfrøðingurin, sum tók avgerðina um at steingja tunnilin fyri van- ligari bilaferðslu. Fólk grenja, tí vegurin um Eiðisskarð er er einar 25 km. longri, men tey flestu, sum vita, hvussu umstøðurnar seinastu dag- arnar vóru í tunnlinum, munnu skilja, at hetta var tað einasta rætta. Tó vilja tað altíð vera nøkur, sum ikki skilja ella vilja skilja, at neyðugt var hjá lands- verkfrøðinginum at taka avleiðingarnar av vánaligu umstøðunum og steingja tunnilin. Eitt njótilsi Tað er summar og eingin hálka ella vindur er at hugsa um, og setir tú tær ein hálvan tíma eyka av til túrin, kann leiðin um Eiðis- skarð saktans vera eitt njót- ilsi ein góðveðursdag. Tey, sum regluliga koyra í Norðskálatunnlinum, kunnu bert vóna, at arbeiði, sum nú verður gjørt, gong- ur væl, og at viðurskiftini í tunnlinum verða munandi betri, tá ið hann letur upp- aftur. Landsverkfrøðingurin, Oy- vind Brimnes, vísir á, at ferðandi úr Eysturoy hava tvær farleiðir, tá ið tey skulu til Havnar og heim- aftur, tí umframt leiðina um Eiðisskarð, siglir gamla Ternan eisini millum Skála- fjørðin og Havnina. – Eg haldi, at flestu skilja okkara avgerð, og her hevur eingin »telefonstormur« verið, síðan vit stongdu Norð- skálatunnilin fyri vanligari bilaferðslu, sigur lands- verkfrøðingurin. Flestu skilja, at Norðskálatunnilin er stongdur Eysturoyingar, sum búgva eystarumegin Norðskálatunnilin og skulu til Havnar og heimaftur, noyðast nú at koyra tilsamans 50 km longri hvønn dagin. Alternativið er gamla Terna, sum siglir millum Skálafjørðin og Havnina Mynd: Vilmund Jacobsen Landsverkfrøðingur in, Oyvind Brimnes, sigur, at Norðskála- tunnilin helst verð- ur opin aftur fyri vanligari ferðslu um eina viku ella so. – Vit mettu, at tunnilin fór at vera stongdur í tvær vikur, men helst verður arbeiði, sum ger, at hann nú er stongdur, liðugt fyri ta tíð, sigur hann. FERðSLA Vilmund Jacobsen Fólk, sum dagliga ferðast gjøgnum Norðskálatunn- ilin, skulu ikki vænta, at hesin verður turrur og góður, tá ið hann verður latin uppaftur fyri vanlig- ari ferðslu um eina viku ella so, tí pláturnar, sum halda vætuni burtur av koyribreytini, koma ikki uppundir aftur enn. – Tað, sum nú verður gjørt, er spreingiarbeiði og grótarbeiði í samband við tey trý møtiplássini, sum gerast skulu, sigur Oyvind Brimnes. Hann vísir á, at møti- plássini í Norðskálatunn- linum verða størri enn tey, sum eru í eitt nú Signarbøartunnlinum. – Men hetta er bara ein lítil partur av øllum tí, sum vit eru í holt við, nú tunnilin verður dagførd- ur. Oyvind sigur, at møti- plássini eru ein partur av trygdini, soleiðis at tey tungu akførini kunnu venda og koyra útaftur, haðani tey komu inn, um t.d. ein vanlukka hendir, og eldur kemur í. Spurdur, um hetta eru trygdarkrøv, sum skulu lúkast, sigur landsverk- frøðingurin, at í prin- sippinum eru eingi slík krøv her heima. – Men vit hava lagt okkum eftir at fylgja nor- sku reglunum um tunn- lar, sigur hann. Nógv skal gerast Oyvind sigur, at tað er al- tíð torført at máta trygd, men arbeiði, sum lands- verkfrøðingurin er í holt við í Norðskálatunnli- num, er rættiliga umfat- andi og kemur helst at fevna um eini tvey ár aftrat. – Vit hava valt at dag- føra tunnilin og taka hendur um trygdina, nú loftið kortini verður reinsað fyri leyst grót og vegabreyt og dren skulu setast í stand. Hann sigur, at alt, sum gerast skal, er rættiliga umfatandi, og pengar eru ikki til alt hetta í ár. – Eg vænti, tað fer at taka eini tvey ár, áðrenn alt, sum gerast skal, er liðugt, sigur Oyvind Brimnes. Hann vísir á, at ljós, ventilatión, antennur, neyðtelefonir og eld- sløkkjarar skulu setast uppí Norðskálatunnli- num. – Komandi ár verður vegabreytin gjørd av nýggjum, eins og ljós verða sett upp. Síðan fær tunnilin ventilatión, og trygdarútgerðin verður sett upp, sigur Oyvind. Nýggjar plátur Sum skilst, kunnu fólk rokna við, at Norðskála- tunnilin verður vátur og myrkur leingi aftrat, tí pláturnar, sum eru tiknar undan loftinum, skulu ikki uppaftur, og tí fer vatn framvegis at renna niður á koyribreytina. Landsverkfrøðingurin sigur, at hesar plátur verða skiftar út við aðrar og betri plátur, sum verða sproytaðar við fipraðum betongi. – Hetta verður ein per- manent loysn, sum eitt nú norðmenn nýta til at tryggja loftið í tunlum við. Men hetta arbeiði verður ikki gjørt enn, sig- ur Oyvind Brimnes. Norðskálatunnilin liðugur um eini tvey ár Norðskálatunnilin fær ljós, ventilatión, antennur, neyðtelefonir og eldsløkkjarar – Alt, sum gerast skal, fer helst at fevna um eini tvey ár aftrat ella so, sigur Oyvind Brimnes, landsverkfrøðingur C M Y K 5 4