hósdagur 6. juni 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 105 - 6. juni 2002
Nr. 105 - 6. juni 2002
31
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Vilha ikki
hava
útlendskan
kapital
Hóast danska fiski-
vinnan sigur seg væl
fyrireikaða til tær ætl-
aðu broytingarnar í ES-
fiskivinnupolitikkin-
um, ávarar fiskimála-
ráðharrin,
Marianne
Fischer Boel, um, at
donsku fiskimenninir
mugu fyrireika seg til
uppaftur fleiri broyt-
ingar.
Eitt er, at nøkur
donsk fiskifør skulu
høggjast upp afturat,
men tann skerdi stuðul-
in frá ES fer at seta
vinnuni munandi størri
krøv til kapital, og tað
eru teir, sum vænta, at
hetta kann fara at bera í
sær, at útlendskur kapi-
talur fer at koma inn í
donsku fiskivinnuna.
Danska fiskimannafel-
agið hevur longu gjørt
vart við, at tað heldur
tað vera sera óheppið,
um einstaklingar ella
fyritøkur í útlondum
skulu eiga partar av
danska fiskiflotanum.
ILA breiðir
seg
Norsku
myndugleik-
arnir hava staðfest , at
sjúkan ILA hevur rakt
eina alistøð afturat í
Troms. Felagið Nord-
reisa Laks eigur ali-
støðina, og sjúkan varð
staðfest í laksi, sum
varð tikin í síðstu viku.
Hetta er fyrstu ferð í
hálvt annað ár, at ILA
er staðfest í Troms, og
myndugleikarnir hava
givið alistøðini boð um
at taka allan laksin. Tað
er ikki greitt, hvussu
smittan kom til Nord-
reisa Laks.
Minni kvotu
Altjóða fiskifrøðingar
hava á einari ráðstevnu
í Bergen mælt til, at
toskakvotan fram við
norsku strondini verður
skerd munandi. Til-
mælið hjá fiskifrøðing-
unum er at skerja kvot-
una heili 80 prosent
næsta ár.
Toskaveiðan í Bar-
entshavinum eigur eis-
ini at verða skerd.
Norðmenn og russar
hava sett kvotuna næsta
ár til 395.000 tons, men
fiskifrøðingarnir siga,
at hon eigur ikki at
verða
størri
enn
305.000 tons.
Úr Norðurlondum:
1000 skjøl
afturat
Í morgin fer danska
kommunan Farum at lata
fjølmiðlum umleið 1000
skjøl afturat, sum lýsa,
hvussu fyrrverandi borg-
arstjórin, Peter Brixtofte,
stýrdi kommununi. Tí er
einki at ivast í, at donsku
blaðlesararnir fáa ov-
mikið av spennandi søg-
um úr Farum um viku-
skiftið.
Tað eru tó ikki bara
fjølmiðlarnir, sum hava
biðið um innlit í skjøl hjá
kommununi.
Nógvir
borgarar í kommuni hava
gjørt tað sama, og um-
sitingin hjá kommununi
sigur, at nógv skjøl verða
almannakunngjørd aftur-
at. Higartil hevur Farum
kommuna latið umleið
2000 skjøl frá sær, men
umsitingarleiðarin
í
kommununi sigur, at
skulu øll roknskapar-
skjølini útflýggjast, snýr
tað seg um millum
30.000 og 40.000 skjøl.
Í verkfalli
Norsku
blaðlesararnir
eru illa fyri í hesum døg-
um, tí meiri enn 3300
blaðfólk hava nú verið í
verkfalli í meiri enn eina
viku. Týskvøldið varð
roynt at loysa trætuna
millum blaðfólkini og
blaðútgevararnar, men
uttan úrslit.
Blaðfólkini krevja at
fáa eina fríviku afturat,
men higartil hava útgev-
ararnir ikki viljað latið
teimum meiri enn tríggj-
ar frídagar afturat, sum
er tað sama, sum prent-
ararnir hava fingið. Ong-
ar
nýggjar
semings-
royndir eru avtalaðar.
Verkfallið hjá blað-
fólkunum ber í sær, at
flestu norsku bløðini
koma ikki út, men okk-
urt blað hevur tó tíðindi
á alnótini.
Funnin
bakbundin
og deyður
Ein 57 ára gamal maður
varð týskvøldið funnin
deyður í keypssamtøku-
handlinum
í
býnum
Egtved nærhendis Vejle.
Maðurin lá bakbundin
og hevði klistriband um
munnin, og sambært løg-
regluni var hann kvaldur.
Maðurin
arbeiddi
í
handlinum.
Løgreglan í Vejle sig-
ur, at maðurin er deyður
stutt eftir klokkan sjey
týskvøldið, men enn
hevur løgreglan eingi
spor at ganga eftir í
málinum.
Amerikansku
myndugleikarnir siga
seg vera vísar í, at tað
var Khalid Shaikh
Mohammed, sum
legði yvirgangsat-
sóknina tann 11.
september í fjør til
rættis
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
Amerikansku myndugleik-
arnir siga seg nú vera sann-
førdar um, at al-Qaeda-
leiðarin Khalid Shaikh
Mohammed var maðurin,
sum legði yvirgangsatsókn-
irnar at World Trade Center
og Pentagon tann 11. sept-
ember í fjør til rættis.
Shaikh Mohammed er
ættaður úr Kuwait, men
amerikanarar halda, at hann
er í Afghanistan ella í
Pakistan.
Amerikanskir
embætismenn siga, at hann
er ein av teimum fimm
ovastu leiðarunum í felags-
skapinum al-Qaeda hjá
Osama bin Laden.
Í 1996 varð Khalid
Sheikh Mohammed lagdur
undir at hava lagt eina
ætlan um at leggja eina
bumbu í eitt amerikanskt
ferðamannaflogfar, og eftir
ætlanini skuldi bumban
bresta, tá flogfarið var yvir
Kyrrahavinum.
Amerikansku myndug-
leikarnir hava boðið sær til
at rinda 25 milliónir dollar-
ar fyri upplýsingar, sum
kunnu bera í sær, at Shaikh
Mohammed verður tikin,
men higartil hevur eingin
latið við seg koma.
Sambært
amerikansku
myndugleikunum
eru
Khalid Shaikh Mohammed
og ein annar kendur yvir-
gangsmaður,
Ramzi
Ahmed Yousef, skyldmenn.
Hildið verður, at tað var
Ahmed Yousef, sum skip-
aði fyri bumbuspreinging-
ini í World Trade Center í
1993, tá seks fólk doyðu.
Yousef varð seinni tikin og
dømdur lívlanga fongsuls-
revsing, og hann situr í
einum fongsli í statinum
Colorado.
Ísraelska stjórnin
gevur palestinsku
myndugleikunum
skyldina av blóðugu
bumbuatsóknini í
býnum Megiddo í
gjár
MIÐEYSTUR
Árni Joensen:
Ein bilbumba, sum brast í
ísraelska býnum Megiddo
tíðliga
gjáramnorgunin,
drap 17 ísraelsmenn, og
umleið 40 fólk fingu skaða.
Ísraelska løgreglan segði,
at ein palestinskur sjálv-
morðsbumbumaður koyrdi
bilin við bumbuni. Sam-
bært løgregluni koyrdi bil-
urin upp á síðuna av einum
bussi,
áðrenn
bumban
brast. Spreingingin var so
hørð, at bussurin varð full-
komiliga oyðilagdur. Nógv
fólk, sum vóru á veg til
arbeiðis, vóru í bussinum.
Sambært ísraelsku løgregl-
uni plaga nógvir ísraelskir
hermenn at ferðast við hes-
ari bussleiðini, tá teir fara
úr Tel Aviv til herstøðirnar.
Ísraelski forsætisráðharr-
in, Ariel Sharon, boðsendi
alt fyri eitt teirri serligu
trygdarnevndini hjá stjórn-
ini, og ein talsmaður hjá
Sharon segði, at teir palest-
insku sjálvsstýrismyndug-
leikarnir noyðast at átaka
sær ábyrgdina av tilburðin-
um. Talsmaðurein legði
afturat, at atsóknin er enn
eitt tekin um, at palestinsku
myndugleikarnir við Yasser
Arafat á odda leggja als
ikki í at steðga yvirgangin-
um.
Men palestinsku mynd-
ugleikarnir vístu hesum
aftur. Ein talsmaður hjá
Arafat segði, at myndug-
leikarnir vóru í ferð við at
savna upplýsingar um til-
burðin í Megiddo, og hann
segði seg harmast tað, sum
hent var.
Bumbuatsóknin
í
Megiddo er tann blóðug-
asta í fleiri vikur, og hetta
hendir,
júst
sum
amerikanski fregnartæn-
astustjórin, George Tenet,
roynir at fáa ísraelsmenn og
palestinar til samráðingar-
borðið. Eygleiðarar í Mið-
eystri siga, at tilburðurin er
uttan iva eitt álvarssamt aft-
urstig fyri royndina at fáa
frið í lag.
Ógvuslig bumbuspreinging í Ísrael
Hann legði 11. september
til rættis
Amerikanarar eru sannførdir um, at tað var hesin maðurin, Khalid Shaikh Mohammed, sum legði atsóknina tann 11. september
í fjør til rættis
Í døgunum, 29.-31.
mai, varð sjeynda
NAFMC-ráðstevnan
hildin í St. Pæturs-
burg millum fiski-
málaráðharrarnar í
Norðuratlantshavi.
Stevnan varð hildin
undir forsæti av for-
manninum í stjórnar-
nevndini fyri fiski-
skapi í Russiska Sam-
veldinum, E. Nazdra-
tenko.
SAMSTARV
Vilmund Jacobsen
Umframt E. Nazdratenko
og ES-kommiserin í fiski-
vinnumálum, vóru fiski-
málaráðharrarnir í Kanada,
Grønlandi, Íslandi og Nor-
egi við á NAFMC-ráð-
stevnuni. Føroyar vóru eis-
ini við, og okkara umboð
var Kaj P. Mortensen, fiski-
málastjóri.
Ráðharrarnir avgjørdu at
taka tvey evni upp á ráð-
stevnuni:
• At seta mál fyri sam-
starvi um havrannsóknir
og nýtslu av nýggjari
tøkni í fiskivinnuni í
Norðuratlantshavi.
• At endurnýggja fiski-
vinnupolitikkin í Norður-
atlantshavi,
samskipa
vistskipanir og tillaga
umhvørvispolitikkin
í
umsitingini av fiskivinn-
uni.
Á stevnuni viðgjørdu ráð-
harrarnir ymisk nýggj tiltøk
um skipanarligar ætlanir í
teirra ávísu havøkjum. Teir
løgdu dent á týdningin av at
sameina vistskipanir, tillag-
ing og umhvørvisatlit í orð-
ingina og útinnanina av
slíkum
verkætlanum
í
Norðuratlantshavi.
– Kanada legði fram eitt
nýtt tiltak at eftirkanna
teirra verkætlan fyri fiski-
skapi við serligum denti á
meginregluni um varð-
veitslu, eins og á tørvin á at
sýna varisligan og vistskip-
anar tillagingar atburð, sig-
ur Fiskimálastýrið í einum
torskildum
tíðindaskrivi
um ráðstevnuna.
Norski fiskimálaráðharr-
in greiddi frá einum upp-
skoti um at savna havfyri-
sitingina. Hann lýsti hetta
sum eina nýggja ætlan um
umsiting av havumhvørvi-
num.
ES-kommiserurin legði
fram seinasta uppskotið
samtykt av kommisiónini
til tess at fáa javnvág mill-
um veiðiorku og verandi
tilfeingi, um at steðga
óregluligari veiði, at inn-
føra umhvørvishugsjónir
og um samstarv millum
veiðilið og umsiting.
Fiskimálastýrið sigur, at
ráðharrarnir gjøgnumgingu
fleiri spurningar um hav-
rannsóknir og nýtslu av
nýggjari tøkni, og teir við-
gjørdu eisini avtaluna frá
1995 um ferðandi fiska-
stovnar. Somuleiðis vórðu
aðrar altjóða avtalur um
fiskivinnuna viðgjørdar.
– Ráðharrarnir samdust
um týdningin av samstarvi
fyri at náa felags málinum
um burðardygga og hósk-
andi gagnnýtslu av fiski-
vinnuni í Norðuratlantshavi
við atliti til náttúrligu fram-
leiðsluna í vistskipanunum.
Teir viðgjørdu eisini veður-
lagsbroytingar. Hesi lang-
tíðarmál kunnu verða rokk-
in við størri vísindaligari
vitan um vistskipanir og
nýtslu av nýggjari tøkni.
Russiska
Samveldið
førdi fram síni sjónarmið
um at leggja størri dent á
samstarv innan havrann-
sóknir.
– Vísandi til øktar ávar-
ingar um dálkingarárin í
fiskiskapi, kundu ráðharr-
arnir viðurkenna, at finnast
má veiðitøkni við tí enda-
máli at minka um dálking.
Hetta krevur menning av
veiðitøkni, serstakliga um
vernd av fiski og nýtslu av
hesi tøkni. Ráðharrarnir
vóru samdir um, at hesi
evni mugu takast fram og
metast um í samstarvi
millum havrannsóknarstov-
ur og teirra, sum framleiða
veiðireiðskap.
Fiskimálastýrið sigur, at
ráðharrarnir tosaðu eisini
um tað russiska modellið
sum grundarlag fyri menn-
ing av heildareftirlitinum
við vistskipanini og øðrum
virksemi í landnyrðings-
partinum av Atlantshavi-
num, t.d. sigling, olju-og
gassframleiðslu og øðrum
dálkingarkeldum.
– Teir umrøddu møgu-
leikan
innan
ICES
GLOBEC-ætlanina
at
menna og seta í verk eina
ætlan um at granska ávirk-
anina, sum veðurlagsbroyt-
ingar hava á vistskipaninar
og týdningarmestu fiska-
stovnarnar í Norðuratlants-
havi , og teir tosaðu eisini
um eina ætlan um at kanna
ávirkanina, sum súgdjór í
havinum hava á fiskastovn-
arnar í Norðuratlantshavi.
Ráðharrarnir tóku eisini
fram Reykjavík-yvirlýsing-
ina
um
ábyrgdarfullan
fiskiskap frá 2001 og Tórs-
havn-yvirlýsingina í 2001
um vernd av havinum og
um burðardygga nýtslu av
tilfeinginum í Norðurat-
lantshavi. Hesar yvirlýsin-
gar leggja dent á tað vís-
indaliga grundarlagið at
taka vistskipanarlig viður-
skifti við í umsitingina av
fiskivinnuni.
– Við hesum í huga
endurtóku ráðharrarnir, at
ymiskt virksemi á landi og
sjógvi, ið einki hevur við
fiskivinnuna at gera, hevur
ávirkan á vistskipanina í
havinum og hevur fylgjur
fyri umsitingina.
Fiskimálastýrið sigur, at
ráðharrarnir vóru samdir
um, at samrøðurnar, teir
hava havt á hesi sjeyndu
NAFMC-ráðstevnuni, fara
at stimbra gransking, varð-
veitslu og burðardygga um-
siting av livandi tilfeingi-
num í havinum og tess vist-
skipanum.
Avgjørt varð í St. Pæturs-
burg, at áttanda ráðstevnan
í røðini millum fiskimála-
ráðharrarnar í Norðurat-
lantshavi verður í Kanada.
– Ráðstevnan í Kanada
fer m.a. at snúgva seg um
avleiðingar av at seta í verk
altjóða sáttmálan um ferð-
andi fiskastovnar, sigur
Fiskimálastýrið í tíðinda-
skrivinum.
Starvsfólkini hjá
Eimskip seta spakan í
á Skansabryggjuni
hósdagin 6. juni
Sum fyrsta flutningsfyri-
tøka í landinum, fer Eim-
skip nú undir at byggja
egna skrivstovu og vøru-
goymslu á havnarøkinum í
Havn. Byggifelagið MT
Højgaard
stendur
fyri
byggingini, ið fer at seta
dám á Saknsabryggjuna í
Havn næstu mánaðirnar.
Hósdagin 6. juni seta
starvsfólkini hjá Eimskip
spakan í, og í hesum sam-
bandi verður høvi eisini
nýtt tilat undirskriva sátt-
málar við byggifelagið MT
Højgaard, Tórshavnar Bý-
ráð og Tórshavnar Havn.
Síðan verður farið í
gongd at byggja. Nýggi
bygningurin,
ið
verður
samanlagt 1.500 fermetrar
til støddar, verður lðugur at
flyta inn í síðst í árinum,
um alt gongur eftir ætlan.
Nýggja skrivstovan verð-
ur 300 fermetrar til støddar,
og fer at skapa betri um-
støður fyri tey 25 starvs-
fólkini, sum í dag starvast
dagliga á skrivstovuni hjá
Eimskip.
Talan er um ein fram-
komnan bygning við øllum
teimum nýggjastu hentleik-
um innan goymsluøkið.
Stórur dentur er lagdur á
góðsku, soleiðis at Eimskip
kann bjóða sínum við-
skiftafólki eina nýmótans
vøruhandfaring. Bingjurnar
verða framyvir fyltar og
tømdar inni í vørugoymsl-
uni. Tær verða koyrdar heilt
til dyrnar og tømdar gjøgn-
um serligar dyr fyri bingjur.
Hetta hevur við sær, at vør-
an ongantíð kemur at
standa úti í regni og vindi
og verður lítið handfarin. Á
henda hátt kann Eimskip
tryggja bestu viðferð av
vøruni.
Umframt vanliga vøru-
goymslu bjóðar Eimksip
eisini viðskiftafólkunum at
goyma vøru á eini frí-
goymslu. Har kann hon
goymast ótollað, til hon
verður tikin út eftir tørvi.
Tað sparir kundanum gjald-
føri, og kann hann senda
vøru av landinum aftur
ótollaða, um hann ikki fær
brúk fyri henni.
Vøruhotel og -útkoyring
er enn ein onnur tænasta,
Eimskip fer at bjóða kund-
unum. Um kundin manglar
goymslupláss í styttri ella
longri tíðarskeið, kann hon
liggja á goymslu hjá Eim-
skip.
Við hesum vil Eimskip
bjóða viðskiftafólki sínum
eina framkomna og trygga
flutningstænastu á hædd
við fremstu flutningstæn-
astur í heiminum.
Stimbrar gransking, varðveiting og burðardygga umsiting
Eimskip byggir skrivstovu
og vørugoymslu á Skansabryggjuni
Fakta
Stað:
Skansabryggjan
Stødd:
1500 fermetrar
Longd:
50 metrar
Breidd:
30 metrar
Hægstapunkt:
12,5 metrar
Skrivstovan:
300 fermetrar
Vørugoymslan:
1.200 fermetrar
Plattapláss:
1.270
Bygging byrjar: Juni 2002
Væntandi liðugt: Endanum á 2002
Byggifelag:
M. T. Højgaard
Stjórin í Eimskip úti á økinum, har fyritøkan nú skal til at
byggja út.
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
31
30