Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 106 - 7. juni 2002 Nr. 106 - 7. juni 2002 29 380kr. við Landavegin Tlf. 316066 NAIRN VINYLGÓLV meturin 4 m breitt: CLASSIC * Slitsterkt vinyl * Stórt úrval * TILBOÐ: Ókeypis álagt Søkt verður eftir framleiðsluleiðara Havsbrún er eitt av størstu og tøkniliga mest framkomnu framleiðsluvirkjunum í Føroyum við 90 starvsfólkum og ein- um umsetningi uppá uml. 400 mill. kr. árliga. Havsbrún framleiðir fiskamjøl- og lýsi á Mjøldeildini, og alifóður á Fóðurdeildini. Størri helmingurin av framleiðsluni fer til út- flutnings. Vit søkja eftir einum framleiðsluleiðara til Mjøl- deildina. Vit kunnu bjóða eitt spennandi arbeiði í einum dynamiskum umhvørvi, har menningin gongur við rúkandi ferð. Arbeiðsuppgávur: Ábyrgd av framleiðsluni av fiskamjøli og lýsi, her- undir ábyrgdina av: • operatørum og framleiðslustarvsfólkum • støðugt at optimera framleiðsluna • at framleiðslutólini eru í góðum standi • at góðskukrøvini verða hildin • at menna framleiðslu og góðsku á lidnu vørunum Vit rokna við at tú hevur: • eina holla tekniska útbúgving • kunnleika til maskinur og teldur • góð samstarvsevni Umsóknir skulu verða okkum í hendi innan 24. juni 2002. Vil tú vita meiri, ert tú vælkomin at ringja til okkum ella senda teldupost. P/F Havsbrún FO-530 Fuglafjørður Tlf. 414400 • Fax 414401 E-mail: bep@havsbrun.fo Skrivari til Nes kommunu Søkt verður eftir avloysara fyri skrivara, sum fer í farloyvi. Starvið verður at seta frá 1. august 2002. Arbeiðsuppgávur: • skrivari hjá bygdaráðnum nevndum • journalisering • fólkayvirlit • fíggjarviðurskiftir • aðrar skrivstovuuppgávur Førleikakrøv: Útbúgving og/ella royndir innan almenna umsit- ing og roknskap er ein treyt eins og hollur kunn- leiki til telduarbeiði, føroyskt, danskt og enskt. Løn: Løn samb. avtalu. Upplýsingar og umsókn: Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til kommunuskrivstovuna, tlf. 447586, ella Marjun Gaardbo, borgarstjóra, tlf. 219760. Umsókn við prógvum, CV og viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. juni 2002 kl. 12.00. Nes kommuna Skrivarar til Almanna- og heilsumálastýrið Tvey størv sum skrivarar í fyrisitingarligu eindini í Almanna- og heilsumála- stýrinum eru leys til setan frá 1. september ella eftir nærri avtalu. Arbeiðið fatar í høvuðsheitum um skrivarafunktiónir hjá landsstýris- monnunum og aðalstjóranum, men harumframt kann roknast við øðrum uppgávum sum t.d.: Vanligt skrivstovuarbeiði. Málsfyrireiking. Málslig eftirkannan av lógaruppskotum. At skipa fyri fundum. Vera skrivari hjá nevndum/arbeiðsbólkum. Vit hugsa okkum at tú/tit hava: Skrivstovuútbúgving og hollar royndir. Hollan kunnleika til skrivligt føroyskt. Kunnleika til almenna fyrisiting. Kunnleika til mál. Kunnleika til EDV á høgum brúkarastøði. Royndir í at samskifta við fólk á ymiskum stigi. Góð samstarvs- og samskipanarevni. Kunnleika til bókhald. Dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Vit bjóða: Fjølbroytt og spennandi starv, sum tú sjálv/ur verður við til at skapa, til tíðir strævið, men samstundis sera áhugavert og mennandi við góðum skeið- og eftirútbúgvingarmøguleikum. Lønar- og setanartreytir: Størvini verða sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálastýrið og Starvs- mannafelagið. Setanarøkið umfatar Almanna- og heilsumálastýrið og stovnar undir tí. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Hansu Sørensen, deildarleiðara tlf. 30 40 50. Umsókn: Umsókn við avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til: Almanna- og heilsumálastýrið Eirargarður 2 100 Tórshavn. Umsóknarfreist: 27. juni 2002, kl. 12.00 Almanna- og Heilsumálastýrið Starvsfólkadeildin Bilur til sølu Nissan Patrol, árg. 1998, til sølu. Bilurin er reyður/beige og hevur 2 setur, sentrallás, sóltak,el-spegl o.a.Koyrt 65.000 km.Prísur:225.000,– Ring tlf. 310511 Stuðul til orðabókagerð Til at stuðla teimum fámentu málunum í Norður- londum játtar Norðurlendska ráðharraráðið stuðul til orðabókagerð. Fámentu málini eru í hesum sambandi føroyskt, grønlendskt, ís- lendskt, sámiskt og finnlandssvenskt. Fólk, sum arbeiða við føroyskum orðabókum, einmáls- ligum ella tvímálsligum, ella sum ætla sær undir tílíkt arbeiði, kunnu sostatt søkja um stuðul. Umsóknarfreistin er 14. juni 2002 klokkan 16.Tað er Málráð Norðurlanda, sum umsitur stuðulin. Gjøllari upplýsingar fáast á heimasíðuni hjá Málráð Norðurlanda, www.nordisk-sprograad.dk, ella við at ringja til Málstovuna, tlf. 312397. Føroyska málnevndin Sosialurini SMYRIL LINE CARGO Postsmoga 370 • 110 Tórshavn Farmadeildin søkir SØLUFÓLK Farmadeildin søkir SØLUFÓLK Søkt verður eftir sølufólki til farmadeild okkara. Uppsøkjandi søluarbeiði, herundir søla av tænastum innan farma-flutning og kundarøkt. Tann, ið settur verður, skal hava góð samstarvsevni og helst hava royndir í søluarbeiði. EDV-kunnleiki á brúkarastøði er ein treyt. Sambært avtalu. Starvið verður at seta skjótast til ber. Meira fæst at vita við at ringja tel. 345962/ 63 og spyrja eftir Jónfinni ella Heðini. Umsókn við møguligum prógvum og upplýsingum um royndir annars skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 17. juni 2002. Arbeiðsuppgávur: Førleiki: Løn: team85 Kunngerð um framløgu av byggi- samtykt fyri Fuglafjarðar kommunu Sambært grein 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum verður við hesum gjørt kunnugt, at uppskot til broytingar til byggi- samtykt fyri Fuglafjarðar kommunu, verður lagt fram til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá 10.06.2002 til 3.07.2002 allar gerandisdagar uttan leygardag frá kl. 10–15. Sambært uppskotinum verður partur av frílend- inum vestur móti Gjógvará broytt til sethúsaøki. Møgulig mótmæli móti uppskotinum og broyt- ingaruppskot til hetta, ið skulu vera skrivlig, mugu vera býráðnum í hendi í seinasta lagi 11. september 2002 kl. 16.00. Fuglafjørður 04.06.2002 Fuglafjarðar kommuna Lærlingur til søludeild Vit sóknast eftir einum lærlingi til Søludeild okkara í Tórshavn at byrja sambært nærri avtalu. Vit vilja bjóða tær eina útbúgving í einum spennadi og skjóttvaksandi virkisøki innan handil við byggitilfari. Útbúgvingin fevnir um grundleggjandi vitan innan sølu- og innkeypi av byggitilfari. Tú skalt saman við starvsfelagum tínum vera við í tí støðugu menningini av handli okkara, har vit seta tænastu og góðsku í hásæti. Vit krevja at tú: - í minsta lagi hevur lokið FHS-prógv - ert útatvend/ur - ert nærlagd/ur og røkin - vísir vilja at samstarva við onnur Hevur tú áhuga í handli innan byggivinnuna, og kanst liva upp til omanfyri nevndu eginleikar, kanst tú senda okkum eina umsókn saman við prógvum og ummælum. Umsóknin skal sendast til: P/f Havnar Timburhandil Heykavegur 4 Box 3038 FO-110 Tórshavn Att: Jan á Argjum Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í samband við Jan á Argjum á tlf. 311250 P/f Havnar Timburhandil Byggekram Grundstykki í Havn til sølu Ognin, mat. nr. 724h, á Traðarbrekku í Havn, verður við hesum lýst til sølu. Stykkið er 534 m2 til støddar,liggur mitt í býnum og gott útsýni er yvir býin vestureftir. Áhugað kunnu ringja á telefon 31 29 63 eftir kl. 16.00 ella á 25 73 26. Raðhús í Havn til sølu Um hóskandi boð fæst verða nýggj raðhús - Torkilsgøta 18 - seld. Tlf. 444089 Hjalti H. Dalheim C M Y K 29 28