Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 6. juni 2002 29 Høgni av Heiði TANN ráðandi lívsáskoð- anarpolitikkurin í Føroyum er í nógvar mátar ein leivd av einum gomlum makt- politikki, sum kanska er best lýstur við teimum 400 ára gomlu bókstavunum RFP uppi á Rundatorni í Keypmannahavn: Regna firmat pietas. Frómleiki styrkir ríkini! Sum so mangir aðrir valds- harrar, sóu Kristian fjórði og hinir donsku einavalds- kongarnir, hvussu væl tann kristna uppalingin – serliga boðini um at vera lýðin móti tí av Gudi fyriskipaðu yvirvøldini (Róm.13) – kundi brúkast til at halga og varðveita teirra vald. Aftur- fyri sín stuðul til einavalds- kongin, fingu teir luthersku bisparnir sín vilja: Tann evangelisk-lutherska kirkj- an skuldi verða einasta loyvda kirkjan í ríkinum, og tann evangelisk-luth- erska læran einasta loyvda lívsáskoðanin. Katolikkar, baptistar, gudloysingar og onnur vórðu bannað. Leingi livdi fólkið undir grummum harðræði og ófrælsi. Men so líðandi hevjaðu djarvir menn og djarvar kvinnur sína rødd. Humanistar funnust at harðskapinum, liberalistar funnust at ófrælsinum, vísindamenn funnust at býttleikanum. Fólk vildu hava møguleika at velja ímillum fleiri politiskar hugsjónir og lívsáskoðanir, eisini verðsligar og gud- leysar. Og so við og við mistu kongur og kirkja sítt einavald. Vit fingu demo- krati, og aðrar lívsáskoð- anir vórðu loyvdar. Tó var ærufryktin fyri kongi og kirkju so rót- grógvin í fólkinum, at kongur slapp at vera sitandi í sínum hásæti við teimum fjaðrunum, hann hevði eftir, og Tann evangelisk- lutherska kirkjan skuldi framvegis vera »fólksins kirkja« og stuðlast av stat- inum, og leingi ljóðaði lóg- in fyri fólkaskúlan í øllum ríkinum, at skúlin skuldi hjálpa til at geva næming- unum eina kristna uppaling og eina kristindómsundir- vísing, sum var í samsvar við fólkakirkjunnar læru. Danir hava síðani strikað tað, at skúlin skal geva næmingunum eina kristna uppaling, men í Føroyum er hetta galdandi enn í dag. Hetta er beint ímóti teimum demokratisku prinsippun- um, sum tey ráðandi í Før- oyum siga seg vera fyri. HVAT ber demokrati við sær? Hvørji krøv setur tað til undirvísingina í tí al- menna skúlanum, eitt nú í lívsáskoðan? Jú, undirvís- ingin skal vera objektiv, saklig, ópartísk og fjøl- broytt. Tað merkir m.a., at skúlin skal ikki gera mis- mun og styðja nakra ávísa av teimum stríðandi áskoð- anunum fram um aðrar, og ikki nýta sín myndugleika til at trýsta áskoðanir á tað uppvaksandi menniskjað. Skúlin skal í staðin kunna næmingarnar sakliga og breitt um allar viðkomandi lívsáskoðanir og ala teir upp til sjálvstøðuga hugsan og kritiska støðu, so at teir nú ella seinni í lívinum hava bestu amboð og møguleikar at ogna sær ta lívsáskoðan, teimum tykir best. Tann nýggjasta, føroyska fólkaskúlalógin fylgir hes- um væl á leið. Í henni stendur, at skúlin skal vera almennur - tað vil siga: fyri øll, tað sama hvørja lívs- áskoðan foreldrini og børn- ini hava. Hann skal »fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika [o.a.], sum stuðla tí einstaka næm- inginum í fjølbroyttu, per- sónligu menningini« (I,§2.1). Hetta verður sotatt eisini eitt kriterium fyri lærubøkurnar. Og skúlin skal bera so í bandi, at næmingarnir kunnu »venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virk- an« (I,§2.2). Og »undirvís- ing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javn- virði og fólkaræði« (I,§2.3). Men so kemur tað, ið for- kemur øllum teimum føgru orðunum: Sama lógin sigur, at skúlin skal »g e v a næm- ingunum eina k r i s t n a og siðalagsliga uppaling« (I,§2.3), og »undirvísingin í kristnikunnleika í fólka- skúlanum skal samsvara við fólkakirkjunnar evangelisk-luthersku læru« (II,§6). Og henda eintátt- aða, partíska, átrúnaliga uppalingin og undirvísing- in skal gevast øll skúlaárini á tamb (II,§5.2)! Tað er eyðsýnt, at hetta kann ikki sameinast við tey omanfyri nevndu demokratisku prinsippini, og virkar beint ímóti ætlanini (um tað veruliga var ætlanin) »at stuðla tí einstaka næming- inum í fjølbroyttu, persón- ligu menningini« og at fáa í lag, at næmingarnir kunnu »venja síni evni til sjálv- støðuga meting, støðutak- an«. Lógin hevur longu frammanundan gjørt av, at hvørja meting og støðu næmingurin skal koma til! Hetta hevur heldur einki petti við »andsfrælsi« at gera. Hetta er tað, vit við einum ljótum orði kalla indoktrinering. Hon kemur týðuliga til sjóndar í øllum teimum mongu, manipulerandi skúlabókunum í kristin- dóms»kunnleika«, sum teir føroysku skúlamyndugleik- arnir hava framleitt til undirvísingina. Í teimum verður til dømis heitt á allar næmingarnar um at biðja til Jesus. Er tað at virða trúar- og hugsanarfrælsið hjá næmingunum? Tann danski filosoffurin Erik Elten skrivar í Filoso- fiske Studier, b.10, 1989: »Kravið um objektivitet er fyri langari tíð síðani viður- kent á tí politiska økinum, og eftir at tað modernaða demokratiið vann fram í Danmark, er tað sjálvsagt, at søga og samfelagslæra eru óheft av flokspolitikki . . . Vit ilskast av røttum, tá ið vit frætta um undirvís- ingarhættir, sum hava í kvittanum at binda skúla- næmingar til eina ávísa politiska støðu, og vit tala tá um grov brot á fríu og fjølbroyttu menning næm- inganna. Men hesir hættir eru ikki minni siðaliga burtur av leið, um teir verða nýttir á tí lívsáskoðanarliga økinum.« P L U R A L I S M A N (margfaldi) er komin til Føroyar, eisini tá ið talan er um lívsáskoðan: Her eru nógv sløg av kristnum, her eru muslimar, enntá budd- istar. Onnur hava eina verðsliga, átrúnaleysa lívs- áskoðan. Tey kalla seg ofta ateistar, agnostikarar, mat- erialistar ella humanistar, og trúgva ikki upp á nakran gud. Ymiskar kanningar vísa, at 15 til 20 % (umleið ein milliard) av heimsins fólki trúgva ikki upp á nak- ran gud. Um fyrra aldar- skiftið (1900) var mett, at einans 2 % av heimsins fólki trúðu ikki upp á nak- ran gud. So her er hend ein tann størsta broytingin í lívsáskoðan í okkara tíð, og hon hevur sett sín dám á gerandisdagin og mentan- arlívið í nógvum londum, eisini í Føroyum. Eg veit ikki um nakra kanning fyri Føroyar, men meti, at eini 15 % av føroyingunum trúgva ikki upp á nakran gud (sjálvt um tey enn kunnu vera kirkjulimir). Í einum demokratii er tað sjálvsagt, at ein so stórur bólkur eisini verður virdur, hoyrdur og viðgjørdur í tí hóskandi lærugreinini í skúlanum. Men av tí at tann vanligi, føroyski gudloysingurin er eitt friðarligt og lítillátað fólkaslag, sum sjáldan hevjar sína rødd, og av tí at tey gudiligu hjá okkum eru so ráðarík og missiónshug- að, hevur tað uppvaksandi ættarliðið á hesum klettun- um higartil ikki verið undirvíst hvørki í ateismu ella agnosticismu, material- ismu ella naturalismu, tíansheldur verðsligari humanismu. Jú, kanska tey hoyra okkurt, um tey eina- ferð fara í studentaskúla og verða so heppin at fáa nakrar tímar í filosofi! (Satt at siga eru líkindini fyri at læra um islam, hinduismu og buddismu munandi betri, tó at hesar átrúnaligu lívsáskoðanir neyvan eiga meir enn 100 sálir í Føroyum.) Í staðin (!) hava myndug- leikarnir bjóðað børnum og foreldrum, sum ikki eru í fólkakirkjuni, at børnini kunnu sleppa undan at verða undirvíst í kristin- dómskunnleika í skúlanum. Men – sum Erik Elten eis- ini vísir á – barnanna lívs- áskoðanarfrælsi hevði verið størri, um tey fingu eina objektiva undirvísing í teimum nógvu, ymisku lívsáskoðanunum, enn um tey verða tikin burturúr, av tí at børnunum í tí seinna førinum ofta vantar týðandi kunnleika um aðrar lívs- áskoðanir – kunnleiki, ið hevur stóran týdning fyri barnins fullu menning og valmøguleikar. Og hann vísir á, at Svøríki, sum longu í 1962 tók við grund- regluni um objektiva undir- vísing í lívsáskoðan, hevur tikið undantøkuna av, av tí av undirvísingin í teimum ymisku lívsáskoðanunum í teimum svensku skúlunum er so objektiv, saklig, ópartísk og fjølbroytt, at undantøka er órímilig. Tað hevði heldur ikki verið rímiligt, um børnini sluppu undan at vera undirvíst í søgu, bara tí at foreldrini høvdu eina aðra fatan. Tað avgerandi er, at indoktrin- ering ikki fer fram. Men við at bjóða undantøku, viðganga myndugleikarnir, at her fer indoktrinering fram. Her kann vera hóskandi at vísa til orðini í Barna- rættindakunngerðini hjá ST, at »í øllum gerningum, sum víðvíkja børnunum . . . skal í fyrsta lagi hugsast um, hvat ið best gagnar barninum« (§3.1). So kann spyrjast: Munnu myndug- leikarnir veruliga hugsa um, hvat ið best gagnar barninum, tá ið teir áleggja skúlanum at geva barninum eina kristna uppaling í sam- svar við ta evangelisk-luth- ersku læruna, væl vitandi um, at fimta hvørt barn kemur frá øðrum trúarsam- komum ella úr húsum, har tey ikki vilja dyrka nakran gud – við tí úrsliti, at barnið kanska verður tikið burtur úr tímunum? (Úr skúlan- um, ið skuldi verða fyri øll!) Munnu teir hugsa um, hvussu stórur smeitur hetta kann vera fyri barnið? Harafturat má tað kenn- ast mongum lærara sum eitt ódámligt krav, at hann í síni undirvísing skal vera trú- boðari fyri eina ávísa trúgv, sum hann kanska ikki hev- ur sjálvur. Kanska hann sjálvur hevur eina mótstríð- andi trúgv. Tað man vera grundin til, at Miðflokkurin í síni stevnuskrá mælir til, at »bert trúgvandi eiga at kunna undirvísa í kristni«. Men sum henda lærugrein- in er seymað saman, hevði verið rættari at mælt til, at bert trúgvandi í fólkakirkj- uni kunnu undirvísa í hesi lærugreinini. Soleiðis var eisini fyri 36 árum síðani. Men øllum hesum trupul- leikunum høvdu vit sloppið undan, um undirvísingin skuldi verið objektiv, og læraraútbúgvingin varð lagað eftir hesum. Eg vil at enda heita á allar demokratiskt sinnaðar politikarar í Føroyum um at steðga hesum mismuni og hesi indoktrinering, og í staðin arbeiða fyri, at vit fáa veruligt andsfrælsi og lívsáskoðanarfrælsi í fólks- ins skúla. Latum okkum bjóða øllum viðkomandi lívsáskoðanum inn um skúlagátt. Og lærugreinin, har tær skulu koma til orð- anna og viðgerast, kann hóskandi eita »Lívsáskoð- an«. Nær fáa vit lívsáskoðanarfrælsi í fólksins skúla? Lesið Sosialin -tað loysir seg! 29 28 Nr. 105 - 6. juni 2002 Tónleikabólkurin Déjà vu úr Havn fer í dag, hósdagin, til Danmarkar at royna seg í eini tónleika- kapping í Grenå. Hetta er fyrsta uttan- landaferðin hjá bólki- num, sum hevur vant nógv seinastu tíðina TÓNLEIKUR Stefan í Skorini Hósmorgunin fór tónleika- bólkurin við flogfarinum hjá Atlantic Airways niður til Danmarkar, har bólkurin skal luttaka í eini kapping í Jyllandi. Kappingin er eitt amatør grand prix, sum Kalle K booking skipar fyri, og eini 12-15 bólkar eru við í kappingini. Hon er skipað soleiðis, at hvør bólkur fær eitt heilt kvøld at spæla. Hetta er hvørt fríggjakvøld, og kappingin fór longu av bakkastokki í mars mánaði. Nú hevur Déjà vu so fingið møguleikan at spæla, og bólkurin er tann síðsti í røðini, áðrenn dóm- ararnir taka støðu til, hvør besti bólkurin er. Skráin hjá bólkinum inniheldur næst- an bara egin løg, og hann spælir progressivan rokk- tónleik. Føroyski bólkurin skal spæla í eini bowlinghøll, sum tó er væl egnað til hetta endamálið, og 300 fólk eru vanliga og lurta, tá hendan kappingin er á skrá- nni. Tann 14. juni verður vinnarin av kappingini kunngjørdur, og vinningur- in er 10.000 krónur. Blandað manning Nakrir av manningini eru kendir frá øðrum bólkum, ið hava gjørt vart við seg í finaluni í Prix Føroyum, meðan aðrir ikki hava gjørt vart við seg í øðrum bólk- um. Líggjas Olsen syngur og situr við tangentarnar. Hann hevur áður sungið við bólkinum Diatribes. Flóvin E. Viderø syngur og spælir gittar, Rúni W. Høj- gaard spælir trummur, Heri Reynheim, sum fyrr hevur spælt við Diatribes, er á bassinum og Rói Christian- sen, sum enn spælir við Tangz, spælir gittar. Rógvi Rasmussen er fastur bass- spælari, men hann er í Dan- mark á skúla, og tí hevur Heri Reynheim loyst hann av. Hetta er fyrstu ferð, at hesin bólkurin er uttan- lands og spælir. Tí er mann- ingin sum vera man spent um, hvussu tað fer at hiln- ast fríggjakvøldið. Um- framt at spæla í kappingini, fer bólkurin eisini at spæla á eini kafé í Keypmanna- havn hósvkøldið. Fyri at fáa fígging til ferðina, hevur bólkurin prentað lýsingar á nakrar jakkar, sum fyritøkur hava goldið fyri. Harumframt hevur bólkurin fingið stuðul frá Atlantic Airways og Norðurlandahúsinum, og tað eru menninir takk- samir fyri. Miroslav Klose Týskland 3 Jon Dahl Tomasson Danmark 2 Christian Vieri Italia 2 Gabriel Omar Batistuta Argentina 1 Marc Wilmots Belgia 1 Peter Van der Heyden Belgia 1 Rivaldo Brasilia 1 Ronaldo Brasilia 1 Patrick Mboma Cameroon 1 Mauricio Wright Costa Rica 1 Rónald Gomez Costa Rica 1 Matt Holland Írland 1 Junichi Inamoto Japan 1 Takayuki Suzuki Japan 1 Cuauhtemoc Blanco Mexico 1 Sol Campbell Ongland 1 Francisco Arce Paraguay 1 Roque Santa Cruz Paraguay 1 Beto Portugal 1 Egor Titov Russland 1 Valery Karpin Russland 1 Papa Bouba Diop Senagal 1 Sedastjan Cimirotic Slovenia 1 Fernando Hierro Spania 1 Juan Carlos Valerón Spania 1 Raul González Spania 1 Estanislao Struway Suður Afrika 1 Quinton Fortuna Suður Afrika 1 Hwang Sun-Hong Suður Korea 1 Yoo Sang-Chul Suður Korea 1 Niclas Alexandersson Svøríki 1 Bernd Schneider Týskland 1 Carsten Jancker Týskland 1 Michael Ballack Týskland 1 Oliver Bierhoff Týskland 1 Thomas Linke Týskland 1 Hasan Gokhan Sas Turkaland 1 Dario Rodriguez Uruguay 1 Brian McBride USA 1 John O'Brien USA 1 Sjálvmál 2 Støðan HM vunnin tapt d v - j - t mál mál +/- stig BÓKUR A 1 Danmark 1 1 - 0 - 0 2 1 1 3 2 Senegal 1 1 - 0 - 0 1 0 1 3 3 Uruguay 1 0 - 0 - 1 1 2 -1 0 4 Frakland 1 0 - 0 - 1 0 1 -1 0 BÓLKUR B 1 Spania 1 1 - 0 - 0 3 1 2 3 2 Suður Afrika 1 0 - 1 - 0 2 2 0 1 3 Paraguay 1 0 - 1 - 0 2 2 0 1 4 Slovenia 1 0 - 0 - 1 1 3 -2 0 BÓLKUR C 1 Costa Rica 1 1 - 0 - 0 2 0 2 3 2 Brasilia 1 1 - 0 - 0 2 1 1 3 3 Turkaland 1 0 - 0 - 1 1 2 -1 0 4 Kina 1 0 - 0 - 1 0 2 -2 0 BÓLKUR D 1 Suður Korea 1 1 - 0 - 0 2 0 2 3 2 USA 1 1 - 0 - 0 3 2 1 3 3 Portugal 1 0 - 0 - 1 2 3 -1 0 4 Póland 1 0 - 0 - 1 0 2 -2 0 BÓLKUR E 1 Týskland 1 1 - 0 - 0 8 0 8 3 2 Cameroon 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 3 Írland 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 4 Saudi Arabia 1 0 - 0 - 1 0 8 -8 0 BÓLKUR F 1 Argentina 1 1 - 0 - 0 1 0 1 3 2 Svøríki 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 3 Ongland 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 4 Nigeria 1 0 - 0 - 1 0 1 -1 0 BÓLKUR G 1 Italia 1 1 - 0 - 0 2 0 2 3 2 Mexico 1 1 - 0 - 0 1 0 1 3 3 Kroatia 1 0 - 0 - 1 0 1 -1 0 4 Ecuador 1 0 - 0 - 1 0 2 -2 0 BÓLKUR H 1 Russland 1 1 - 0 - 0 2 0 2 3 2 Japan 1 0 - 1 - 0 2 2 0 1 3 Belgia 1 0 - 1 - 0 2 2 0 1 4 Tunis 1 0 - 0 - 1 0 2 -2 0 Máltindurin HM Déjà Vu á danmarkarferð Rúni W. Højgaard kýtir seg við trummurnar, og Flóvin E. Viderø spælir gittar Myndir: Finnur Justinussen C M Y K 28