Sosialurinarkiv
Sosialurin 1973-01-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. januar 1973síða 2

‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SÍÐA 2 SOSIALURIN NR. 1. 4. JANUAR 1973. |[ffA rr HNNDD SOSIALURIN Blaðstjórn: Prentstaður: Vilhelm Johannesen, Prentsmiðjan á Heygsbreyt Fyribils åbyrgdarstjøri, tlf. 1 1820 tif. 5 5873, Klaksvík Tórshavn Tað er ikki loyvt at avfotografera lýsingar og myndir úr SOSIAL- INUM til nýtslu í øSrum bløðum uttan loyvi frá åbyrgdarbladstj. Um áramótið VANLIGT ER um áramótið at steðga á, líta aftur um bak og gera stóðuna upp, meta um hvussu árið, ið fór, royndist, og samstundis meta um møguleikarnar í árinum, sum kemur. TÁ METAST skal um árið 1972, > kann sigast, at árið sum heild hevur roynst væl. Samlaða útfluttningsvirðið er umleið 315 milliónir krónur, og er hetta ein vøkstur uppá 12—14 pst., sammett við árið 1972, tá útflutt varð fyri 278 mill. kr. TO ER vert at geva gætur, at framleiðslan i 1972 hevur ver- ið minni enn í 1971, ella í besta lagi hevur staðið i stað. Meðan samlaða fiskiveiða okkara í 1971 var uppá 207.000 tons, so vísa fyribils tølini fyri 1972 eina samlaða veidunøgd uppå 200.000 tons. Hetta kemst m.a. av, at årid hevur roynst munandi verri hjá trolarnum enn 1971, og av teimum avmark ingum, ið eru gjørdar viðvíkjandi sildaveiðuni. Vøksturin i útfluttningsvirðinum stavar beinleiðis frá øktum prísum. Vit eru seinastu árini bornir á eini prísaldu, men í soleiðis tíðarskeiðinum frá og við 1967 til og við 1971 hevur eisini verð talan um vøkstur í framleidsluni, so samanlagt hevur hetta givið risavøkstur í útfluttningsvirðinum. ORSØKIN til vøksturin í framleidsluni er fyrst og fremst tann fjøltåttadi fiskiskipaflotin, vit seinast í seksti árunum fóru undir at byggja. Tá nú veidunøgdin tyktist standa í stað og prísaldan væntandi fer at leggja seg, hvussu er so útlitið fyri tey komandi árini? Hetta gevur okkum nakað at hugsa um sigur okkum, at skulu vit í árunum, sum koma, tosa um vaksandi utfluttningsvirdi, so mugu vit eisini taka tok til tess at vaksa um framleiðsluna. Vit mugu fara undir at trovta órovndar leiðir bæði á landi og sjógvi. Til tess at ganga hesar leiðir hava verið og verða umfatandi — royndir gjørdar og kanningar av ymiskum møguleikum fara fram bæði viðvíkjandi veiðu av fiskasløgum, vit fyrr ikki hava veitt, og av møguleikunum fyri ídnaðarframleiðslu í — størri mun enn nu. í ÁRINUM. sum fór, varð ídnaðarráðgevari settur, og ídnað- argrunnurin fór undir virki sítt. Hóast fleiri ståsiligar ny- byggningar eru sjosettir frå føroysku skipasmidjunum, so er skipasmiðjuídnaðurin tíverri komin í ålvarsliga kreppustødu. Á landbúnaðarókinum var talan um framgongd í kjøtfram- leiðsluni og í mjólkaframleiðsluni er talan um stórri fram- gongd enn nakrantíð áður. Minstaløn fiskimanna hevur verið fyri eini beinleiðis hækking uppá 350 kr. um mánaðin, fiski- mannafrádrátturin varð hækkaður, ídnaðarskipini og mann- ingarnar fingu prísstudning meðan prísurin var í botni, uppskot liggur á tingi um studning til manningarnar á flaka- trolarum. Fiskiskipaflotin hevur verið fyri øking. Arbeiðsfrið- ur hevur verið í 1972, og av arbeiðaramálum kann nevnast. at tingið hevur samtykt at fritid verkafólksins verður longd til fýra vikur. Annars segði formaður Foroya Arbeiðarafelags í útvarpinum gamlaårskvøld, at til inntøku hevur árið 1972 verið hitt besta. men vit megu ásanna, at framvegis er ar- beiðarin hann sum ringast er fyri í samfelagnum, hesin stætt- og ur. ið saman við fiskimanninum er hin skapandi, fær íkki rættvísan part av tí, sum skapt verður. SOSIALU gjóldini verða við afturvirkandi kraft frá 1. okto- Á mentunarliga økinum roynd- ber 1972 hækkaði við 15 pst. samferðsluni = hevur gingið ist árið væl og útbyggingin av við rúkandi ferð. TÁ VIT dvolja við hesi úrslit. so vilja vit takka okkara ar- beiðandi fólki á sjógvi og landi, teimum sum stíla hava fyri, løgtingi og landsstyri, vinnufeløgum og annars fólkinum øll- um. fyri at tey í árinum sum fór sýndu vilja, hegni og áræði til at skapa hesi virðir. VIT FEGNAST við tykkum sum fingu nakað burtur úr, vit harmast við tykkum sum fingu lítið, og vit hava samkenslu við tykkum sum mist hava. TORFORT verður at meta um tað sum liggur fyri framm- an. ti sum formaður fiskimannafelagsins segði í útvarpinum, tå hann umrrøddi prísin á ídnaðarfiski. Hann segði, at í summar var prísurin á ídnaðarfiski tann lægsti sum menn vita um og nú er hann hægri enn nakrantíð. Men hóast alla óvissu. so fara vit inn í tað nýggja árið við góðum treysti, at tjóðin eisini í 1973 fer at sýna vilja og áræði til at fáa eitt gott úrslit, tá vit aftur um eitt ár skulu gera søduna upp. | 11980 p.. Dagbókin Trettandakvøld, hin 6. januar, hevur Høgni Poulsen, prestur, gudstænastu i Sandavågs kirkju kl. 19. Talvan gongur i øllum Våga prestagjaldi til frama fyri heidningamissiónina. 2. januar høvdu Jóannes Ru- beksen og Hans J. Egholm starvast á Telegrafstødini i 25 år. Orsakað av teim vånaligu tele- fonviðurskiftunum, sum eru í Klaksvík og hava verið á Tvor- oyri, hevur ikki borið til at fingið samband við tey ymsu flakavirkini, vit hvørja viku vanliga hava samband við, og tá flestu virkini eru í teim! bygdum, har telefonloysi ræd- ur, verður ikki gjørligt fyrstu tíðina framyvir at fáa avreið- ingartøl haðani. Tó hava vit samband við onnur virki, eitt nú Nordis á Eiði, og sigur virk- ið frá hesum avreidingartølum 28. og 29. desember 1972: Gudny. Norðskáli 6644 pund Bjørg, Eiði 10640 p., Núgvunes Eiði 11500 p.. Nordsøki, Eiði Arkin, Eiði 5590 p.. Grunningur, Funningur, bert 29. des. 5316 p. Broddur, Eiði 29. des. 3498 pund. Til- samans 55168 pund. Seinastu dagarnar í árinum, sum fór komu tvey nýggj fiski- før til Føroya. Bæði skulu tey royna eftir ídnaðarfiski. Annað skipið eitur GRANI, ið sam- løgufelag á Tvøroyri, sum ber sama navn, eigur, meðan hitt eitur KORALFISK, ið PF. Trolfisk í Rituvík eigur. Sama partafelag eigur frammanundan MAGNUS Í RITUVIK, sum eisini roynir eftir ídnaðarfiski. Blaðið. Hesa vikuna vórðu út- gávudagar blaðsins eitt sindur broyttir, við tað, at blaðið, sum eftir réttum skuldi komið í gjár. mikudag, er komið í dag, hósdag. Næsta blað kemur tó sum vant, leygardag. Í dag 4. januar eru liðin 37 ár síðani Nordoya Javnaðarfelag varð stovnað. Skrivstovufólk fær pláss á Býarbókasavninum. Lón sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Føroya Landsstýri. Ums6knir skulu Tórs- 20. stilast til Mentunarnevnd havnar byråds, innan januar sendast til BYARBOKASAVNID., Niels Finsensgøta 7. Tórshavn. og Føroyskar silda- landingar uttanlanda Í desember mánaða i fjør vóru tilsamans 27 føroyskar silda- landingar i Danmark. Landað vórðu tilsamans 2.149.434 kg fyri 41 mil. kr. harav 3.117.624 kg fóru til matna og 31.810 kg fóru til ídnað. MINSTALONIN er, sbrt. lóg nr. 31, dagfest 9. mai 1972: kr. 2.599,80 um mánaðin Lonjavningargrunnur = Skipsfiskimanna. L / : Sambært greinir 14, 15 og 49 í løgtingslog nr. 50 frå 2. juli 1963 um lands- og kommunuskatt lýsir TORSHAVNAR LÍKNINGARNEYND øllum í kommununi annaðhvort sjálv ella við fulltrú at geva upp inntøku sina í árinum 1972 innan 15. januar bókhaldsskyldig tó innan 31. januar 1973 samsvar- andi teim sjålvuppgåvuskjølum, sum nevndin út- flýggjar skattgjaldarunum. Serliga verður víst á, at hann, sum í yrki sínum nýtir annað rakstrarår enn álmanakkaárið, hevur rætt til at nýta hetta, tá hann frá LÍKNINGARRÁÐI FØROYA hevur fingið loyvi til tess. Tað verður beinleiðis gjórt kunnigt, at farið verður fram sambært grein 39 í ådurnevndu lóg viðvíkj- andi honum, sum ikki í tókum tíma gevur upp inn- tóku sína. Hann, sum eingi sjålvuppgåvuskjøl hevur fingið, eig ur sjálvur at snúgva sær til TÓRSHAVNAR LÍK- NINGARNEVND, tá møgulig mistøk við útbýtan- ina einki ávirka undannevndu åsetingar. Persónar, sum eru skyldigir at føra løggildar hand- ilsbøkur, og skattskyldig deyðsbúgv skulu saman vid sjálvuppgávuni senda inn rakstrraoknskap og upp- gerð yvir fíggjarstóðu við rakstrarársins byrjan og enda. Sjálvuppgávur, sum ikki eru innkomnar innan áður- nevndu freistir í tí fyriskrivaða sniði og rætt undir- ritaðar, verða viðgjórdar eftir lógargreinunum 39 og 40. Arbeiðsgevarar verða bidnir um at senda frágreið- ing um goldnar lønir 0. a. m. til verkafólk sítt innan 15. januar 1973, sum teim er álagt samb. 12. kapitul í nevndu lóg. Somuleiðis verður kunngjørt, at fyri hann, sum gevur ella er við til at geva líkningarvaldinum skei- var upplýsingar um ognar- og førimunarvidurskifti, galda reglur um revsing fyrisettar i 13. kapitli i hesi log. Viðvíkjandi ognaruppgerd verður víst á 11. kapitul í lógini, og verður hon at senda LÍKNINGAR- RÁÐI FØROYA innan áðurneyndu freistir. Heitt verður á øll um at skriva nøvn og bústað (gø- tunavn og húsanr.), skilliga á sjálvuppgávuna, so tey verða ikki misskild. TORSHAVNAR LIKNINGARNEVND, ES SSV? ÉT, [ff Vit hava altid å goymslu alt tilfar til blikksmíð sanitet hitaverk ventilation "dEMiCh (69 WWW Tlf. 1 1071 . Tórshavn Verdur sent um alt landið Í tíðarskeiðinum jan— des. vórðu tilsamans 33 landingar,|í fjør vóru tilsamans 643 før- Í desember mánaða í —71 harav nakrar vóru í Bretlandi. | oyskar — sildalandingar uttan- Landað vóru tilsamans 3.249.| landa, móti 649 landingum í ár 252 kg fyri 2,7 milj. kr. inum frammanundan.