Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Frá fríggjadegi 7. juni til hósdagin 13. juni Borð um borð Fres Gesturin Næsta sunnukvøld byrjar ein nýggj og viðkomandi sending á Rás 2. Tað er Annika Bolton Mortensen, ið er stigtakari og vertur í nýggju sendingini “Meldrinum”. Vit fara hvørja viku at viðgera eitt nýtt evni og heita á lurtarin um at koma við síni hugsan um evnið, sigur Annika B. Mortensen. Fyrsta evni er “Individ í Føroyum”, og hevur tú nakað upp á hjarta um tað at vera eitt einstakt menniskja í einum lítlum samfelag, so skriva til annika@ras2.fo Vit fara at royna at viðgera evnir, ið eru viðkomandi fyri øll menniskju, og samstundis skal lurtarin sjálvur hava møguleika til at koma við síni hugsan. Eg gleði meg til at fáa respons frá føroyingum og vóni, at sendingin verður so spennandi, sum tað eru útlit fyri, sigur Annika B. Mortensen. Meldurin verður fyrstu fer at hoyra sunnukvøldið 9. juni klokkan 21:30. Meldurin á rás 2 Botnurin Sunnukvøldið kl. 20.00 Ellivu móti einum Fótbóltur, fótbóltur, fót- bóltur, fótbóltur og so eitt sindur afturat av fótbólti. Soleiðis kann henda sein- asta miðlavikan í stuttum lýsast. Lat meg eisini siga tey frelsandi orð, at tað hevur verið ein ómetaliga deilig vika. Lívið er hesar dagar bara um eitt: Jú, tú gitti tað – fótbólt. Størsta ítróttahendingin í heiminum er farin av bakkastokki, og hon verð- ur send í bestu góðsku heim á mín skíggja. Hesar dagar er heimurin bíttur upp í tvey: tey, sum hyggja og liva av HM, og tey sum ynskja tað, har piparið grør. Øll verða ávirkað. Á fjepparasíðuni eru altíð ellivu á vølli- num, men bert ein er í hinum partinum. Hesar dagar er lutfallið ellivu móti einum. Leikurin á teimum grønu fløtunum í fjarskotna Ásiu er evstavald í Føroy- um hesar dagarnar, kapp- ingin er. Tað má kennast ótrúliga svárt hjá fótbólts- hatarum, tí hvørt eitt rúm verður fylt við fótbólti við øllum afturvið. Prátið er um fótbólt, øll hyggja at fótbólti og tú kanst altíð finna ein skíggja, har tað verður vístur fótbóltur. Hyggja vit eftir nær og hvar, so varnast tú skjótt, at fleiri rásir hava spent seg út. Tað eru væl at merkja rásir á talgilda parabol móttakarunum talan er um. Sjónvarp Før- oya hevur eisini veruliga spílað seg út, og teir senda hvønn morgun eina røð av dystum. Tað er altíð spurningurin, hvat fyri tíðspunkt á degnum er best hóskandi til henda ikki so há mentunartátt. Dystirnir eru tíðliga um morgunin. Í vikuskifti- num ger tað kanska minni, men tað er óneyð- ugt at siga, at HM í fót- bólti ávirkar arbeiðsdagin hjá teimum flestu. So hvørt sum kappingin gerst meira spennandi, at tú ikki kanst í besta harmoni við sofuna ella stólin troyta henda forkunnuga møguleika. Eg eri rætti- liga vísur í, at flestu arb- eiðsgevarar helst vildu verið HM fyriuttan, men tað fornoktar seg ikki, at ávirkan er risastór. Og sum sagt: tú finnur altíð ein skíggja onkrastaðni. Av tí at dystirnir eru so tíðliga um dagin, so merk- ir hetta eisini, at dystirnir verða endursendir gjøgn- um dagin. Á fleiri rásum fært tú fylt dystunum um- aftur. Samandráttarnir fylla eisini sítt, fyri ikki at snakka um prátini, grein- ingar v.m. Úrslitið gerst, at allur dagurin verður ein langur fótbóltsdystur, har lívið stutt og greitt snýr seg um fótbólt hesar glaðu dagar, kappingin er. Í sínari fullu longd er dagurin hesa tíðina at líkna við ein fótbóltsdyst. Har ein fyrri hálvleikur um morgunin. Ein steðgur tíðliga seinnapart. Ein seinni hálvleikur við endursendingunum. Prát- ini og samandráttarnir eru so ímyndin av tí nógva túnatosinum eftir dystir- nar. Tað er bara fótbóltur. Anfinn... hvat var tað nú hann kallaðist og hansara samráðingar eru gloymd- ar burtur og settar í aðru røð, tí hetta er meiri týdn- ingarmikið. Vit kunnu bara fegnast um, at Sjón- varp Føroya eisini fylgir so væl við, tí tað gera øll onnur eisini. Klipp Um eg kom at detta á fjar- stýringina ella hvat tað var, veit eg ikki, men eg kom ein dagin á onkra aðra sending enn fótbólt. Tað var unga stjørnuskot- ið Brandur Enni, ið hevði verið gestur í einari danskari sjónvarpsending fyri børn. Í sjálvum sær er hetta ógvuliga óført. Ungi suðuroyingurin dugdi eis- ini óføra væl at føra seg fram, og tað lýstu fleiri stjørnur á himmalinum fyri honum hetta kvøldið. Tá er tó eitt, ið er rætt og slætt ógvuliga iriterandi, at sendingin soleiðis verð- ur klipt. Tú kemur beint inn í sendingini, sum tú ikki hevur hóming av, hvat hon snýr seg um. Brandur syngur, hann prátar og so er liðugt. Ógvuliga órógvandi. Klassiska søgan um før- oyingin, sum klárar seg væl í Danmark, er altíð ein sikkur vinnari í fjøl- miðlaheiminum, men máti skal í hesum førinum vera við. Heri á Rógvi ummælir: Leygarkvøldið kl. 21.05 Fríggjakvøldið kl. 18.30 Mikukvøldið kl. 20.00 15 14 Nr. 106 - 7. juni 2002 Arbeiðsmenn hjá byggifelagnum J & K Petersen hava funnið fleiri granatir á Havnarvág, meðan teir hava dýpt havn- ina. Hetta hevur seinkað arbeiðnum og minkað um trygdina. Nú eru servandir kavarar komnir úr Danmark at reinsa økið fyri granatir KAVING Stefan í Skorini Teir fýra kavararnir frá donsku sjóverjuni skulu reinsa eitt øki frammanfyri havnarskrivastovuni fram- við bryggjuni. Kavararnir eru servandir minukavarar, sum vit ikki hava í Føroy- um. Teir hava servitan um, hvussu gamlar og møguliga vandamiklar granatir skulu handfarast. Seinastu vikurnar hava arbeiðsmenninir hjá J & K Petersen fleiri ferðir funnið gamlar granatir frá øðrum heimsbardaga, meðan teir hava arbeitt við at dýpa havnarlagið. Hetta hevur seinkað arbeiðnum nógv, tí alt virksemið hevur verið steðgað og økið avbyrgt, meðan minuserfrøðingar frá Marinustøðini hava fingið spreingilutin til høldar. Tí hevur havnarmeistarin Jónsvein Lamhauge tikið stig til at fáa hesar servandu kavararnar til Føroyar. – Hetta er fyrst og fremst fyri at betra um trygdina hjá teimum kavarum, ið arbeiða her dagliga. Teir kenna seg ikki væl, tá teir vita, at stórur møguleiki er fyri at rena seg í eina granat, sigur havnarmeist- arin. Hann leggur afturat, at hetta eisini er ein spurn- ingur um pening, tí tað kostar teimum nógvar pengar, hvørja ferð arbeiðið liggur stilt vegna granatir. Kavararnir skulu kanna eitt øki, sum er einar 1000 fermetrar til støddar, og tað tekur teimum ein dag at gera arbeiðið liðugt. Kavar- arnir fóru til verka hós- morgunin og arbeiðið skuldi eftir ætlan vera liðugt hóskvøldið. Nýta metaldetektor Kavararnir siga, at nógv burturkast av ymsum slag er tveitt og mist av bryggj- uni og niður á botn, og tá teir nýta metaldetektor raka teir við mangt og hvat av metalli, sum tó ikki er vandamikið. Tær granatirnar, sum hava ligið á botninum, eru helst mistar av skipum, sum hava lossað her undir krígnum. Ta løtuna vit vóru á bryggjuni sum áskoðarar hálaðu teir eina stóra trýst- fløsku upp av botninum við einum krana. Hon var taravaksin og hevði ligið har í nógv ár. – Enn hava vit ikki funnið nakra granat ella aðrar vandamiklar lutir, men tað er ofta ringt hjá kavaranum at síggja, hvat er vandamikið, sigur ein av kavarunum, ið júst hevur verið niðri á botni. Teir hava verið í sjónum allan morgunin, og tí hava teir ikki sæð danska lands- liðið spæla ímóti Senegal, men vit fáa strang boð um einki at siga um úrslitið, tí teir hava fest dystin á band og fara at hyggja seinni. Teir eru allarhelst vónbrot nir um úrslitið. Servandir minukavarar frá donsku sjóverjuni leita eftir granatum á Havnarvág Mynd: Álvur Haraldsen Granatirnar skulu upp Tveir garpar úr Noregi hava siglt úr Bergen uppá smáar níggju tímar. Ferðin er framd í einum báti, sum hevur tveir motorar við 500 hest- um hvør. Teir ætlaðu sær víðari til Reykja- vík, men girkassin á eina motorinum er oyðilagdur, og menninir mugu fara aftur til Noregs FERÐ Stefan í Skorini – Endamálið hjá okkum var at seta nýtt met, og tað hava vit megnað, siga teir báðir sólbrendu norðmennininir við einum stórum smíli, tá vit prátaðu við teir á báta- brúgvunum á Eystaruvág í Havn. Teir komu til Havnar mikukvøldið klokkan átta, og longu ein tíma seinni hildu teir leiðina fram til Reykjavíkar, men teir máttu venda aftur. Báturin verður nú sendur aftur til Noregs við Smyril Line, tí nýggjur girkassi skal bíleggjast úr USA, og tað tekur umleið tvær víkur at fáa ein slíkan til vega. Heldur tikari enn seyður Har afturi í bátinum stendur orðatakið “heller tiger for en dag, enn sau i 100 år”. Vit biðja Thomas Guttorm- sen og Lars Narveru greiða frá, hvat hetta merkir. – Hatta er eitt gamalt kinesiskt orðatak, og tað er okkara slagorð. Á hesi ferðini hava vit verið tik- arar, men nú eru vit bara seyðir, siga teir flennandi, tá teir standa á bryggjuni og ikki sleppa víðari. Teir eru annars sera væl nøgdir við ferðina. Teir vónaður at klára metið, og tað hava teir gjørt. Báturin kann sigla 80 knob, men miðalferðin úr Bergen til Føroyar var 45 knob. Or- søkin var, at aldan var 1-2 metrar, og teir høvdu trý tons av bensini í tanganum, og tá ber ikki til at sigla við hægstu ferð, men sum túrurin leið, gekk báturin skjótari. Lesið eisini baksíðuna. Tikarar úr Noregi Teir báðir tikararnir úr Noregi. Teir kláraðu eitt met, men nú settust teir aftur vegna motorskaða, og túrurin er av á hesum sinni. Thomas og Lars fóru aftur til Noregs hóskvøldið við flogfari Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 14