Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 105 - 6. juni 2002 15 MENTUNARNÁTT MENTUNARNÁTT í miðbýnum 7. juni í miðbýnum 7. juni 15 14 Nr. 105 - 6. juni 2002 Havnargentan Beinta Hansen er komin á danska landsliðið í kappróðrið. Hon skal í næstum kappast móti teimum bestu í heiminum í teimum sera tekniskt krevjandi out- riggarunum. Hon nýtir einar fjøruti tímar um vikuna til venjing KAPPRÓÐUR Heri á Rógvi Tað hevur eydnast Beintu Hansen at koma á danska kappróðarlandslið. Beinta hevur róð í Føroyum við Jarnbardi, har tað gjørdist til eina røð av gullmerkjum og tvey FM-heiti. Í 1992 flutti hon til Danmarkar í lestrarørind- um, men gavst ikki at rógva av teirri orsøk. Hon er út- búgvin Sosial- og sund- hedsassistent, men tað nógva av tíðina fer kortini til kappróður. Hon býr í Brønshøj í Keypmanna- havn og er 29 ár. Byrjaði í Ishøj Søgan um rógvingina hjá Beintu í Danmark byrjar í Ishøj. Í Ishøj er eitt kapp- róðrarfelag, sum nýtir før- oyskar bátar, og tað er har, at Beinta byrjaði at rógva, eftir at hon var komin til Danmarkar. Formurin og hugurin til at rógva var so avgjørt til staðar, og tað gekk eisini sum eftir ánni hjá Beintu og hennara báts- feløgunum, og leitast skuldi støðugt eftir fleiri støðum at hanga øll heiðursmerkini. Henda søgan, vit nú skulu siga frá, tekur veru- liga dyk á seg í tí 2000 árið – hitt síðsta í farnu øld. Tá fer Beinta saman við øðr- um gentum í Københavns Roklub. Har róðu tær fyrst í sokallaðum in-riggarum. Úrslitini gjørdust eisini góð, og tær hálaða eisini eitt DM-gullmerki í hús. Hetta gjørdi so, at tað fingu hug til at royna størri av- bjóðingar. Hendan størra avbjóðingin eitur out-rigg- ari, og har er munur, skulu vit líka heilsa og siga. Væl stuðlaðar av nýggju heiðursmerkjunum eydnað- ist tað teimum at fáa hendi á báti og venjara, hóast hetta ikki var so lætt. Um- framt Beintu vóru eisini tær tríggjar, Katrin Rubek Niel- sen úr Havn, Katrin Olsen úr Havn og Sigrid Svartá úr Saksun við í bátinum. Allar hava royndir frá føroyskum kappróðri. Teir fingu hendur á mæta danska venjaranum Vagn Nielsen, og har byrjaði so ein long og krevjandi ferð í tráðanini eftir fleiri sigrum. Sculler Tað skal sigast beinanveg- in, at bátarnir, ið Beinta og hinar nýta at rógva við, eru fullkomiliga øðrvísi enn teir føroysku kappróðrar- bátarnir. – Tað er heilt hvørt sítt. Tað kann als ikki saman- berast, sigur Beinta Han- sen. Á myndunum sæst, hvussu hesir bátarnir síggja. Fleiri kenna óivað frá OL ella aðra kappingar. Í teirri kendu kappingini millum Oxford og Cam- bridge verður í tílíkum bát- um – tó størri í tí førinum. Talan er eisini um sokall- aðar inriggarar og outrigg- arar, og tað er eisini himm- alvíður munur á hesum báðum sløgunum, hóast tey fyri tað óvanda eyga líkjast nógv. Orðabókafrágreiðingin fyri ein outriggara er: kap- próðrarbátur við røðunum uttanstokka. Beinta greiðir frá, at tað krevur nógv at skula fara undir venjing við einum outriggara, sjálvt tá tú hevur royndir við einum inriggara. – Tað krevur ótrúliga nógv av teknikkinum. Tú mást hava ein venjara, tí tú kanst ikki bert læra teg sjálvan. Vit mugu vera heilt eins – í balansu. Báturin er ógvuliga lættur og øgiliga smælur, so eru vit ikki í balansu í allar mátar, verð- ur tað bara til tilvildarliga røring í vatninum, sigur Beinta Hansen. Hon sigur, at ein outrigg- ari er munandi breidri, og ein sovorðin er eisini tyngri og harvið lættari at rógva við. Sum áður nevnt eydnað- ist tað teimum at fáa hendur á einum góðum venjara, og tað hava góðu úrslitini fyri tað nógva syrgt fyri, metir Beinta. Tá tosa verður um bátur av hesum slag, verður van- liga ikki sagt, at talan er um ein inrigger ella outrigger, men í staðin verður orðið sculler nýtt fyri bátaslag. Báturin hjá Beintu er ein fýra dupultur scoller við. Landsliðsbáturin verður styttur LD4X8, sum sten- dur fyri Ladies Douple 4 Sculler uttan stýrikvinnu. Tær stýra sjálvar við fótin- um, og hetta ger tað bara enn meira torført. Tær føroysku genturnar løgdu seg skjótt eftir at venja programmið hjá landsliðnum fyri at gerast enn betri. Skuldi nakar ivast, so skal tað eisini við, at hesir bátarnir als ikki eru egnaðir at rógva við í Føroyum, tí teir verða nýttir í næstan ongum vindi og sløttum sjógvi. Beinta sigur tó, at áhugin fyri kappróðrið er størri í Føroyum enn í Dan- mark. Róð verður vanliga 2.000 metar til kappingar. HM Tá danska landliðsmann- ingin í bólkinum hjá Beintu misti ein av manningini vegna ein skaða, so mátti ein avloysari finnast. Til stevnur og til venjingar høvdu landsliðsvenjarar fingið gott eyga á tvær før- oyskar gentur. Tær sluppu báðar við landsliðnum á venjingarlegu, har tær skuldu roynast saman við hinum trimum, ið longu vóru við á landsliðnum. – Tær royndu fyrst Sigrid (Svartá, blðm.), tí hon hevði gjørt ógvuliga stór framstig og hevði klárað seg sera væl. Tað varð tó mett, at eg passaði betri inn í bátin saman við hinum trimum enn hon, og tí varð tað eg, ið kom á landsliðið, sigur Beinta. Sum áður nevnt skulu genturnar passa ógvuliga væl saman, og tað skal vera so lítil munur á sum gjørligt. – Vit høvdu allar vóna at koma á landsliðið í senn, men hinar venja framvegis, og tær hava ikki givið upp, sigur Beinta, tá spurt verð- ur eftir føroysku báts-feløg- unum. Danir eru millum teir fremstu í rógving, og danir hava í nógv ár gjørt seg galdandi í heimselituni. Beinta skal nú luttaka við landsliðnum til World Cup stevnur, har tær skulu kapp- ast móti øðrum landsliðum. Hesar stevnurnar verða í summar í Lucerne og München. Í september verður HM-kappingin í Sevilla í Spania. Tær skulu eisini royna seg ímóti yrkis- rógvarum, og tær eru samd- ar um, at tað verða strævin tøk, men tær vilja og skula gera seg galdandi. – Aftanfyri tað koma á landsliðið liggur ógvuliga nógv arbeiði. Tú skalt eisini prógvað, at tú megnar at vera verandi, sigur Beinta. Tær luttaka í lættvekt bólkinum. Miðalvektin skal vera undir 57 kg á mann- ingini. Við olympisku leik- irnar veðrur ikki kappast í fýra dupult sculler, men bert við tveimum í bátin- um. Tað merkir, at Beinta enn er nakað frá olympiad- uni, men kortini partur av teimum seks, ið kappast um plássini. Strævið Innanfyri ítrótt á hesum støðinum fært tú einki fyri einki. Katrin og hinar á bát- inum mugu gera nógv fyri at vera við, og bæði venj- ingin og kappingin eftir at sleppa á landsliðið er ógvu- liga hørð. – Vit venja níggju ferðir um vikuna. Vanliga er ein venjing tveir tímar, soleiðis at vit vanliga eru eina 18 tímar um vikuna í sjálvum bátinum. Afturat hesum kemur so viðlíkahald av bátinum, fundir og annað. Í alt nýti eg einar 40 tímar vikuna til rógvingina, sigur Beinta. Hon ferðast hvønn dag við súkklu til Bagsværd sø, har tað plaga at venja. Øll venjingin er eftir arbeistíð, tí tað eru eingin pengar í rógvingini. Tað er eisini lítil áhugi frá fjølmiðlum og frá sponsorum fyri rógv- ingini, hóast tað er henda ítróttagreinin, ið danir hava vunnið flest heiðursmerki í stórum altjóða kappingum. Hetta ger eisini, at tað verð- ur ein útreiðsla hjá Beintu at rógva, hóast tær eru stuðlaðar við ferðum av Team Danmark. Einar ell- ivu vikur av feriu er eisini neyðugt at nýta til rógv- ingina, tí tær eru oftani á venjingarlegum. So er spurningurin, hví Beinta ger alt hetta, tá tað krevur so ótrúliga nógv? – Tað gevur mær so nógv meira, enn hvat eg gevi. Tú upplivir eisini nógv. Tú fegnast um hvørt lítið fram- stig, sigur Beinta Hansen at enda. Beinta á danska landsliðnum 29 ára gamla Beinta Hansen úr Havn er komin á danska lands- liðið í rógving. Hetta er kortini ikki komin sovandi til Landsliðsmanningin. Tað er Beinta, sum situr longst vekk. Hetta eitur tó fremst á bátinum C M Y K 14