Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-06-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 106 - 7. juni 2002 Nr. 106 - 7. juni 2002 13 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Danir ar- beiða meiri Hóast danski arbeiðs- marknaðurin hevur seks frívikur um árið, vísir ein kanning, at danir hava ongantíð arbeitt so nógv sum nú. BG-Bankin, sum hevur gjørt kanningina, sigur í sínari niður- støðu, at í fjør arbeiddu danir í meðal 39 tímar meiri í fjør enn í 1995. Bankin leggur tó afturat, at hetta kemst partvíst av, at munandi fleiri kvinnur arbeiða fullan dag nú enn fyri sjey árum síðani. Í 1995 arbeiddu 64 pro- sent av kvinnunum fullan dag, men í fjør var parturin vaksin til 73 prosent. Kanningin sigur eisini, at 82 av øllum monnum á danska arbeiðsmarkn- aðinum arbeiða fullan dag. Danska stjórnin sig- ur, at hon vil hava danir at arbeiða meiri, men í BG-Bankanum siga tey, at hetta fer ikki at lata seg gera, uttan so at skatturin verður lækk- aður. Evran tekur dollaran Gølan við Enron og nú við Tycho hevur gjørt, at nógvir amerikanarar hava mist álitið á landsins vinnulivi, og tað hevur fingið stórar avleiðingar fyri land- sins búskap. Seinastu tíðina er dollarin støðugt fallin í virði, og tað sama er at siga um nógv ameri- kansk virðisbrøv. Doll- arin hevur leingi staðið seg væl í kappingini við felags evropeiska gjald- oyrað, evruna, men seinastu dagarnar er hann fallin so nógv, at nú er at kalla eingin munur á teimum báð- um gjaldoyrunum. Bú- skaparfrøðingar vænta, at dollarin og evran fara at hava sama virði um stutta tíð. Tað víkjandi dollara- virðið hevur havt við sær, at nógvir íleggjarar aftra seg við at gera íløgur. Tað hevur ikki bøtt um støðuna, at fleiri amerikanskar fyritøkur hava víst seg at hava verri úrslit enn hildið, og tað hevur gjørt, at virðið á nógv- um partabrøvum í amerikanskum fyritøk- um hevur verið fallandi seinastu dagarnar. Úr Norðurlondum: Millumlendi við sjúkum drongi Eitt russiskt flogfar millumlendi í Varnæs- floghavnini í Noregi mikukvøldið, tí eitt av ferðafólkunum mátti fáa læknahjálp. Um hálvgum sjey- tíðina boðaði russiski flogskiparin floghavn- ini frá, at ein smá- drongur, sum var mill- um ferðafólkini, hevði fingið krampa, og at hann mátti undir læknahond. Flofgarið, sum var á veg úr Moskva til Toronto í Kanada, fekk alt fyri eitt lendingarloyvi og setti seg stutt eftir í Varnæs-floghavnini. Smádrongurin varð fluttur á sjúkrahús í Tróndheimi, har lækn- arnir staðfestu, at hann hevði magakrampa. Hann varð útskrivaður í gjár. Dovnir næmingar Ein kanning í Danmark vísir, at nógvir næm- ingar á donsku stu- dentaskúlunum eru ov dovnir. Samstundis vís- ir kanningin, at lærar- arnir eru ov lagaligir. Ein talsmaður hjá studentaskúlalærarun- um viðgongur, at við- urskiftini á skúlunum eru broytt seinastu um- leið 20 árini. Tá løgdu næmingarnir munandi størri dent á at gera tað, sum skúlin bað teir gera, tí annars var vandi fyri, at næmingarnir máttu fara úr skúlanum. Sambært talsmanninum hava næmingarnir als ikki somu virðing fyri skúlagongdini longur. Týðandi heilivágur Fleiri fyritøkur í Evropa og aðrastaðni eru í ferð við at gera ein heilivág, sum skal basa teirri herviligu sjúkauni malaria, sum á hvørjum ári kostar meiri enn einari millión børnum í syðru helvt av Afrika lívið. Danski Serum- stovnurin er nú komin so langt við sínum ar- beiði, at tað verður eftir øllum at døma tann danski heilivágurin, sum verður tann fyrsti á marknaðinum. Fleiri samanbrestir hava verið í Mada- gaskar seinastu dagarnar, og fleiri bera ótta fyri, at rættiligt borgara- kríggj kann bresta á MADAGASKAR Árni Joensen Síðani forsetavalið í Mada- gaskar í desember hevur stríð verið um, hvør veru- liga vann valið. Tey bæði valevnini, Marc Ravalo- manana og Didier Ratsiraka, hava báðir sagt, at teir vunnu valið, og síð- ani hevur javnan verið ófriður millum viðhalds- menn teirra. Tað hevur serliga verið ófriðarligt í og uttan um høvuðsstaðin Antananari- vo, og keldur siga, at meiri enn 30 brýr við høvuðs- staðin eru sprongdar í luftina. Samstundis er allur flutningur til og úr havnini steðgaður, og tí er býurin í veruleikanum avbyrgdur. Í høvuðsstaðnum búgva meiri enn ein millión fólk. Ein danskur lækni, sum arbeiðir í Madagaskar, segði í gjár, at tíðindi eru farin at ganga um, at skip eru á veg til oynna við vápnum. Sum er er tað bara herurin, sum hevur vápn, men tíðindini kundu bent á, at stríðshugaðir bólkar eru í ferð við at útvega sær vápn. Madagaskar er fyrrverandi franskt hjáland, og politiskir eygleiðarar siga, at Frakland er tað einasta landið, sum kann fáa teir báðar partarnar á oynni at binda frið. Frakland hevur framvegis stóra ávirkan á viðurskiftiuni í Madagaskar, men higartil hevur stjórnin í París verið varin við at leggja seg út í stríðið um forsetaembætið. ES og serliga Týskland hava roynt at fáa partarnar til samráðingarborðið, men keldur í Madagaskar siga, at tað fer neyvan at henda nakað, fyrr enn franska stjórnin kemur uppí. Ein av lívverjunum hjá palestinska leiðaranum doyði í ísraelska álopinum MIÐEYSTUR Árni Joensen Ísraelskir stríðsvognar lupu gjáramorgunin á høvuðs- skrivstovuna hjá pale- stinska leiðaranum, Yasser Arafat, í býnum Ramallah á Vestara Áarbakka. Ísraelska herleiðslan vildi ikki siga nakað um atsóknina, men talsmenn hjá Reyða Krossi søgdu, at minst seks palestinar vórðu særdir í atsóknini. Ein pa- lestinskur talsmaður segði seinni, at ein av persónligu lívverjunum hjá Arafat doyði, tá ísraelsku stríðs- vognarnir søktu at skriv- stovuni hjá Arafat. Arafat sjálvur var óskaddur. Sambært palestinska talsmanninum skutu ís- raelsku stríðsvognarnir ein- ar 30 granatir eftir bygn- inginum, sum Arafat hevur skrivstovu í. Sambært talsmanninum fekk tann parturin av bygninginum skaða, sum Arafat plagar at halda sínar tíðindafundir í. Ísraelska átakið í Ramall- ah var hevnd fyri pale- stinsku bumbuatsóknina í ísraelska býnum Megiddu mikumorgunin, tá 16 fólk doyðu, og 37 vórðu særd. Undan atsóknini í Ra- mallah høvdu ísraelskir stríðsvognar og tyrlur søkt at málum í flóttafólka-leg- uni Jenin. Sagt verður, at maðurin, sum sprongdi ta sterku bumbuna í Megiddo, kom úr Jenin. Vandi fyri borgarakríggi í Madagaskar Søktu at høvuðsskriv- stovuni hjá Arafat Ísraelskir serfrøðingar kanna leivdirnar av bilinum, sum tann sterka bumban í Megiddo var í Mynd: Reuters Í sløk tvey ár hevur hann bíðað, og loksins eydnaðist tað. Seint á kvøldi fyri júst trimum vikum síðani varð eitt lunga klárt til fuglfirðingin Jákup Oluf Breiðaskarð. Skurðviðgerðin eydnaðist væl og í dag verður hann útskriv- aður av Ríkissjúkra- húsinum HEILSA Turið Kjølbro Hesa tíðina Jákup Oluf Breiðaskarð úr Fuglafirði hevur bíðað eftir nýggjum lunga, hevur hann búð á Sjúklingahotellinum Tórs- havn í Keypmannahavn, og har var hann eisini staddur hetta kvøldið, boð vóru eftir honum. - Ein sjúkrasystir kom inn á kamarið hjá mær um 10 tíðina og spurdi meg um eg var klárur. Klárur til hvat, spurdi eg. Jú, eitt lunga var funnið til mín, greiðir Jákup Oluf frá. Eingin fjáltur ella pa- nikkur kom á hann. Skurð- viðgerðin, sum var tíðliga morgunin eftir, eydnaðist fyrimyndarliga, og longu í dag verður Jákup Oluf út- skrivaður av Ríkissjúkra- húsinum. Í síðstu viku var ein frástoyting, men hetta er sum skilst púra vanligt. Næstu fýra-fimm mán- aðirnar verður hann verandi á Hotel Tórshavn fyri at tryggja sær, at hann fær góða hvíld og kanningar. - Eg vil vera vissur í, at alt er í lagi, áðrenn eg fari heim til Føroya aftur, sigur Jákup Oluf Breiðaskarð. Lungasystkin Hvørjum lungað er frá, veit Jákup Oluf ikki, og hann vil heldur ikki vita tað. Tað er høgra lungað, sum er útskift, hitt virkar so dánt, sum ein hjálpimotorur, sum Jákup Oluf tekur til. Vinstra lungað á tí persóninum, Jákup Oluf hevur fingið lungað frá, var latið eini kvinnu, sum varð skurðvið- gjørd samstundis sum hann. - Eg vaknaði eftir skurð- viðgerðina upp við síðuna av eini danskari kvinnu, sum hevur fingið hitt lungað, so vit eru sokallað lungasystkin. Hjá henni hevur eisini gingið væl, sigur Jákup Oluf. Nú byrjar eitt nýtt lív. Hann er sloppin av við allar slangur, sum hava givið honum ilt døgnið runt. Og tað er sjálvsagt ein stórur lætti. Ein dag í senn Fyri lítlum ári var eitt lunga funnið til hann. Jákup Oluf var klárur at fara undir skurðviðgerð, tá ið lækn- arnir funnu út av, at hann hevði bruna í húðini og tí ikki kundi skurðviðgerast. Hetta kom sum vera man sera dátt við hjá Jákup Oluf, og tað er helst hendan upplivingin, sum hevur verið í bakhøvdinum hetta kvøldið fyri trimum vikum síðani, tá ið aftur boð vóru eftir honum. Hvat Jákup Oluf fer at takast við, tá ið hann kemur aftur til Føroya seinni í ár, hevur hann ikki gjørt av. Hann tekur ein dag í senn. Aftur á sjógvin sleppur hann ikki at arbeiða, hevur hann fingið greitt at vita. - Okkurt verður til mín at gera, eri eg ivaleysur í, sigur Jákup Oluf Breiða- skarð. Tað var í mars fyri góðum tveimum árum síðani, at Jákup Oluf, sum tá var 32 ára gamal, gjørdist sjúkur. Jákup Oluf hevur meginpartin av sínum arbeiðslívi verið sjómaður. Á eini frívakt vaknaði hann knappliga eina náttina við fepri og hevði ilt fyri lungunum. Sum tíðin gekk orkaði hann minni og rønt- genmynd vísti, at eitthvørt var á lungunum. Hvat, vistu læknarnir ikki. Ikki fyrr enn Jákup Oluf kom á Ríkissjúkrahúsið eftir at hava ligið hálvan annan mánaða á Landssjúkrahús- inum, funnu læknar út av, at hann hevur lungnafibrosu. Lunguni verða spakuliga oyðiløgd. Ístaðin fyri at gera bindivev, gera lunguni arrvev. Helst er sjúkan íkomin, tí hann hevur and- að okkurt vandamikið í seg, okkurt eitur av onkrum slag. Ongin viðgerð er fyri lungnafibrosu. Einasti møguleikin er at fáa nýtt lunga. Jákup Oluf fingið nýtt lunga Jákup Oluf tveir tímar eftir skurðviðgerðina Eini 150 fólk vóru til útikonsertina í Klaks- vík á norðoyastevnu TÓNLEIKUR pop.fo Seks bólkar spældu á úti- konsert, sum tónleika- felagið Sjey00 skipaði fyri at norðoyastevnu. Konsert- in varð hildin í skúla- garðinum á Ziskatrøð fríggjakvøldið, og eini 150 fólk vóru til konsertina. Norðoyastevnuveðrið gjørdu fortreð fyri nógv tiltøk, og útikonsertin merkti eftir øllum at døma eisini eitt sindur til hesar avleiðingar. Kanska var ein trupulleiki eisini, at skráin var í so einstáttað við líknandi bólkum. Bólkarnir, sum spældu á konsertini, vóru Stinkfist, Iris, No Connection, Gulli, Krit og Side Effect. Eftir framførsluna í barnasendingini hjá Bubber, hevur Brandur Enni hoyrt frá fleiri fjepparum í Danmark TÓNLEIKUR pop.fo Brandur Enni gjørdi eftir øll- um at døma vart við seg, tá hann var við í sendingini Snurre Snups Søndagsklub, sum kendi danski verturin Bubber skipar fyri. Brandur framførdi ein sang og tosaði við Bubber, og tað kom evnaríki føroyingurin væl frá. Eftir at sendingin varð víst í donskum sjónvarpi, hevur Brandur fingið fleiri brøv sendandi frá fjepparum í Dan- mark, sum sóu hansara fram- førslu á TV2 og sum halda, at hann stóð seg sera væl. Ov fá fólk til norðoyastevnukonsertina Brandur fær fjepparabrøv úr Danmark C M Y K 13 12