mikudagur 11. apríl 1973síða 2
‹ fyrra síða allar 6 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
+
í
get
#
ES
et 6 A
SE
— >
——
DR
— FE
mp. ster
SOSIALURIN
Bladstjorn:
Vilhelm Johannesen,
Fyribils åbyrgdarstjori,
ur. 5 5873, Klaksvík
Prentstaður:
Prentsmiðjan á Heygsbreyt
df. 1 1820
Tórshavn
Tet er ikki loyvt at avfotografera lýsingar og myndir úr SOSIAL-
INUM til nýtslu í øSrum blødum uttan loyvi frå ábyrgdarblaðstj.
Stórsigur fyri kvinnuna
TÁ NÚ verkfallið í Danmørk var av, var lika løn fyri kvinn-
ur og menn eitt av teimum málum, sum vunnin vórðu við hes-
uni verkfalli. Hetta má haldast at vera ein søgulig hending, at
vinnan sum í øldir hevur verið undirmett, undirlønt og dis-
Kriminerað á nærsagt øllum økjum samfelagsins, nú umsíðir
fekk sín rætt á hesum øki og vann so langt, at hon hevur
fryggjað sær lønarlig javnrættindi.
HÓAST munurin millum kvinnu- og manslønina er munandi
minkaður her heima hjá okkum, so hava kvinnurnar í før-
oyska samfelagnum ikki enn vunnið so langt, at heita rættvísis-
krav kvinnunnar er gingið á meti. Ein legði tó til merkis, nú
timalønin samb. prístalið 1. apríl varð lyst, at munurin mill-
um kvinnu- og manslønina nú bert er slakar 2 kr. um tíman.
Í SEINASTA valskeiði hendi tað glediliga, at hitt størsta og
týdningarmesta stigið var tikid, til tess at javna munin mill-
am mans- og kvinnulønina. Hetta varð gjørt eftir uppskoti
frá landsstýrinum, sum gevur kvinnulønini somu prístalshækk-
ding sum manslønini, men hóast hetta liggur kvinnan í sátt-
málabundnari løn, framvegis slakar 2 kr. niðan fyri mannin.
TAÐ er rættvísis krav, at eisini føroyska kvinnan fær somu
køn sum maðurin eitt krav, ið eigur at fáa sømdir nú.
TAÐ verður mangan havt fyri munni, at konufólkini flyta av
landinum, her er tó einamest talan um tey yngru konufólkini.
Men kanna vit nærri eftir, hvørjar arbeidsmøguleikar hesar
angu kvinnur hava, og hvor lónin er, so síggja vit at talan er
um krambúðir, gistingarhús o. s. fr. har lønarlagid er láturliga
lágt og tilvildarligt. Her er hart tiltrongt, at vend kemur í.
Troling á landleiðini
TLOLING á landleiðini er spurningur, sum seinastu árini hev-
ur verið nógv frammi; veiðumenn eru ójavnir á máli um hend-
an spurning, tað sama eru politikkarnir og helst eisini fólk
yvirhøvur.
HESIN spurningur hevur verid tvørpolitiskur, tad vil siga, at
eingin flokkur hevur hetta mál á stevnuskrånni, men innan all-
ar flokkar hava tað verið ymiskar áskoðanir í hesum máli.
SUMMIR eru fyri royndartroling við einum 15 bátum, aðrir
eru fyri vinnuligari troling, meðan uppaftur aðrir eru ímóti all-
ar; troling urttan mun til hvat fyri troling tað er.
JSAVNADARFLOKKURIN hevur heldur ikki, sum slíkur,
havt nakra stóðu til hetta mál, men hava tingmenn floksins
atkvott út frá síni egnu meting um hesi viðurskiftir. Soleiðis
werður eisini á hesum sinni.
UPPRUNALIGA uppskotið frá Signari Hansen, var í tráð
vid tað, sum roynt varð á summri 1971, nevniliga at geva
Koyvi til eitt avmarkað tal av bátum, sum sleppa at trola mill-
um 6 og 12. Meirilutin í fiskivinnunevndini hevur eitt nakað
broytt uppskot, ið er eitt generelt loyvi til allar bátar undir
55 br. tons, men mælir meirilutin í fiskivinnuneyndini frá at
geva loyvi til troling á øllum økinum millum 6 og 12, og hev-
ur í staðin skotið upp, at trolað verður á fýra avmarkadum
økjum millum 6 og 12.
UM tað er rætt at geva loyvi til troling er ivasamt, men eitt
generelt loyvi má haldast at verða meiri rætivist, enn at geva
loyvi til eitt avmarkað tal av bátum.
TØKK
So hjartaliga takka vit fyrisynda samkenslu, tå kæra
dóttir og systur okkara
R OT HA
so brådliga varð kallað frá okkum.
Í hesum sorganna døpru døgum kenst forbøn, hjålp-
semi, bædi i ordi og verki so hjartanemandi fjålg og
s:imbrandi.
Rotha var Harrans og Harrin var hennara.
Hann signi tykkum fyri prógvaðu góðsku og kærleika.
Jona og Páll
systur og beiggjarnir.
————————M.."".
SOSTIADURIN
TØKK
Hjartaliga takka vit fyri sam-
kenslu og hjálpsemi, ið vóru
sýnd okkum, tá góði maður mín
JOHAN KALLSOY
doyði og varð jarðaður.
Familjunnar vegna
Kristianna.
KR
Dagbékin
ONGIN BYRADSFUNDUR
i MORGIN
Býráðsfundurin, sum vera skul-
|di hjá Tórshavnar býráð í mor-
gin, er útsettur til týsdagin í
komandi viku.
VÁRGLEÐI
Fundurin hjá »Vårgledi« er i
dag kl. 16.00: Páskahald.
FOROYAMEISTARAKAPPING
Føroyarmeistaraheitid innan ein
staklingar i badminton i A
flokkinum, verdur i Klaksvik
komandi vikuskifti. Dreingir
skulu eisini luttaka. Kappast
verður í single og double.
HUGVEKJARIN
Seinasta månadag helt felagid
»Hugvekjarin« i Havn sera
åhugaverdan fund um rúsdrekk
amálið. Tey, id løgdu fyri, vóru
Oktavía Nielsen, formaður
| kvinnufelagsins í Havn, Jákup
Lindenskov, landsstýrismaður,
og Árni Olsen, yvirlækni á
Statshospitalinum. Afianå var
orðið frítt. Fundurin varð hild-
in fyri stúgvandi fullum húsum.
| Ætlanin hjá »Hugvekjaranum«
er at hava minst ein fund aftrat
áðrenn summarfrítíðina. Vit
prenta frágreiðing frá hesum
fundi í komandi blað.
FØSTUGUDSTÆIASTUR
f kvøld verda hesar føstuguds-
tænastur kl. 20.00: Í Havnar
kirkju Petur Peiersen, Petur
Martin Rasmussen i Kollafjarð
ar kirkju, Axel Tórgarð i Nord
skála kirkju, Kristian Osvald
Viderø í Vágs kirkju og Ejvind
Vilhelm í Tvøroyrar kirkju.
f annadkvøld kl. 20.00: Johs.
Follend i Nes kirkiu og Ejvind
Vilhelm i Hvalbiar kirkju.
FØDINGARDAGAR
f dag verdur Daniel Nielsen,
kavari, Vatnsoyrar, 60 år. Sam-
stundis eru eisini 40 ár síðani
hann byrjaði sum kavari, Á
fødingardegnum er hann stadd-
ur á Runavíkar sjómans-
heimi.
BYGGIVERKFRØDINGUR
Frank Anthoniussen, úr Oynd-
arfirði, hevur lokið progv sum
byggiverkfrødingur við rKøben-
havns Teknikum
Bybod
Ørindadrongur ella -genta fær
pláss á gjaldstovuni.
FØROYA GJALDSTOVA
Tórshavn
Smátíðindi
innanoyggja
V-4 í Fuglafirði
leygarkvøld = skipaði
Seinasta
| Útvarp Foroya fyri V-4 send-
ing í Fuglafirði. Hetta má sig-
ast at hava verið hin besta
sendingin sum útvarpið hevur
havt í ár. Sera forvitnisligt var
tað at hoyra tær nýggju rødd-
irnar í V-4 sendingini, sum
røktu uppgåvur sínar sera væl.
Tølini, sum drigin vóru, eru
| hesi:
4, 7. 10r. 13, 34. 35.
41, 47, 58, 63. T7. 83. 85,
|93 og 97.
Vinnararnir vóru
býta sýnámillum. Vinningarnir
fóru: 1 til Argjar, 1 til Syðru-
gøtu og 1 til Klaksvíkar. Ann-
ars vóru tiggju eykavinningar á
200 kr., og 5 á 499 kr. Seinasta
V-4 sending fyri páskir verður
komandi leygarkvøld.
Kommunusaman-
legging
Seinasta leygardag fóru umboð
fyri Tórshavnar býráð norður
til Kaldbaks at tingast við
Kaldbaks bygdaráð um møgu-
leikarnar at leggja Kaldbak og
Tórshavn saman í eina komm-
unu. Býráðið í Havn hevur áð
ur samtykt at taka upp samráð
ingar við Kaldbaks bygdaráð
um spurningin, og samráðingar
hava eisini verið í Havn.
Undir samráðingunum legði
Kaldbaks bygdaráð sum treyt,
at vissa má fáast fyri vegasam-
bandi millum Tórshavn og
Kaldbak áðrenn samanleggingin
verður framd. Annars eru báðar
kommunur sinnaðar fyri eini
samanlegging.
Avgreidd tingmál
Landsstýrisuppskotini um heils
usamtyktir og at veðhalda fyri
lánum til smærri ídnaðarvirkir,
eru við tridju viðgerð tingsins
avgreidd. Uppskotini fingu 26
atkvødur.
Somuleidis er landsstyrisupp-
skoti um broytingar i skatta-
lógini (fólkapensionistar o.a.)
avgreitt. Uppskotið fekk við 3.
viðgerð 26 atkvødur.
Hús brunnu í grund
á Tvøroyri
Seinasta leygardag brunnu hús-
ini hjá Arnold Jespersen suð-
uri á Tvøroyri í grund. Eldurin
breiddi seg so mikid skjótt, at
bert tey sum inni vóru fingu
tíð at sleppa út, Sløkkiamb-
oðni har suduri riggaðu íkki
væl og eru sera vánalig, hóast
roynt var at sløkkja sum best.
Húsini vóru tryggjað fyri 150
tús. kr.
Grind í Vágum
Mánadagin varð grind funnin
út fyri Mikines bygd. Grindin
varð hildin til úti í Bø um 6-tíð
ina í gjáramorgunin. Grindin er
mett til eini tvey—trý hundrað
hval. Hvalirnir vórðu sleipaðir
til Sørvågs, har teir vóru tiknir
uppá bryggjuna, har grindin
uiggir il
| tali, og fingu teir 11.040 kr. at
NR. 29. -— 11. APRÍL 1978
verður skift. Teir fóru undir ab
merkja grindina, og seðlarnis
vórðu væntandi utkomnir sein
í gjárkvoldið.
Ejvind Vilhelm nýggjur
varabiskuppur
Eftir uppskoti frå danska kis-
kjumálaráðharranum Dorthe
Bennedsen, var samtykt á ráð:
harrafundi í gjár at innstlila
Ejvind Vilhelm, sóknarprest í
Suðuroyar norðara prestagjaldi,
til nýggjan varabisp í Foroy
um. Annars vóru fýra valevni
til varabispaembætið, nevniligm
Ejvind Vilhelm, Salamon Joen-
sen, Høgni Poulsen og Petux
Martin Rasmussen. Ejvind Vil
helm hevði flestar atkvødus
við valið, men hevði ikki nóg
nógvar til at vera valdur. Tá ið
so er, eigur kirkjumålarådharrin
at taka endaligu avgerðina.
Foroymeistarakapping
í badminton
Í liðkappingini í badminton um
Føroyameistaraheitid, vann
Havnar Badmintonfelag á Fugl
afjardar Badmintonfelag sunnu-
dagin seinasta. f single Her-
man Midjord, Fuglafj. mót}
Eigil Lyngsø úr HBF, úrslit:
15—8, 4—15, og 7—15. Dånp
al J. Petersen (Åku), Fuglafp
móti Hans J. Steenberg, HBP,
úrslit: 14—8, 18—15 og 9—15:
Albert Eldevig, Fuglafj., móti
Tórfinn Smith, HBF, úrslit:
7—15, 18—17, og 4—15.
DOUBLE
Albert og Hermann úr Fugla
fjarðar Badmintonfelag, móti
Tórfinn og Hermann úr HBF,
úrslit: 7—15, 18—17 og 4—1S:
Kristian Poulsen og Áku, Fugla
fjarðar Badmintonf. móti Hans
og Eigil úr HBF, úrslit: 7—13,
15—7 og 15—S5.
Bridgekapping
Føroyameistarakappingarnar 1
bridge verða spældar í Fuglar
firði í ár í døgunum 27. og 28.
apríl. Sunnudagin 29. apríl
verður almenn parkapping. 6
feløg eru umboðað í kappingin!
í ár, og eru tey hesi:
Fuglafjarðar Bridgefelag
Havnar —
Klaksvíkar —
Nýggja —
Tvøroyra -
Vågs —
5 umfør á 3 deystir skulu
spælast, 2 umfør verða spæld
frammanundan, úrslit higartil:
K.Bf. — F.Bf 20 — 2
N.Bf. — FBf. 20 — -2
HB. — TB. 20— =5
K.Bf. — N.Bf. 19— I